“Tað er tí, hon ørkymlar okkum, at poesiin rørir lesaran” Soleiðis byrjar eitt sera áhugavert ummæli av nýggju fronsku útgávuni hjá Tóroddi Poulsen, Rocailles, sum Christel Pedersen og Sylvain Doerler týddu úr donskum og føroyskum og sum er givin út á Harpo & í 2019. Hon fæst fyri 22 evrur á netinum. Ummælið, sum stendur at lesa á fronsku poesiheimasíðini poezibao, er tætt skrivað bæði so og so, og kann lesast og sodnast fleiri ferð, tí tað er eins innihaldsliga komprimerað sum var tað ein yrking hjá Tóroddi sjálvum. Men tað, sum ummælarin, Marc Blanchett skrivar um tað tilfarsliga og um vertikalu rørsluna í yrkingunum, er serstakliga áhugavert og væl rakt, haldi eg. Eg komi sjálv inn á hetta í bók míni um yrkjaran og listamannin.
Um at lesa yrkingarnar hjá Tóroddi, skrivar Blanchett, at hetta krevur evni til at góðtaka fysiskar forskjótingar eins nógv í yrkingunum sum í ítøkiliga rúminum kring ein. Hetta, heldur hann, krevur stórt uppmerksemi og opinleika fyri staklutum í upplivingini. Blanchett skrivar nógv áhugavert og staðfestir m.a., at orginaliteturin hjá Tóroddi Poulsen ikki botnar í øllum tí løgna, sum annars gongur fyri seg innihaldsliga í yrkingunum, men í mátanum, sum rúmið verður upplivað av yrkjaraegnum í yrkingunum. Hetta er ein kroppur, sum roynir at fata tilveruna og sum í staðin fyri at lýsa upplivingarnar, letur tær henda. Sostatt eru yrkingarnar fullar av hendingum. Hetta er ómetaliga væl sæð, haldi eg. Ummælarin er sum heild sera positivur og skrivar m.a. at Rocailles eru yrkingar til hjartað og hjartaslátturin. Hjartaliga til lukku við ummælinum. Hetta samfegnast vit um alt meðan vit gleða okkum til komandi útgávur á føroyskum.