Poul Horsdal í eini nýggjari listahøll í Havn

DB2F2F2E-6C8D-46BF-9C42-040C3CAFFAF0.jpeg

Í vikuni var eg tikin av bóli í Steinprenti av eini fínari framsýning, eg ikki visti um. Í dag var eg tikin av bóli tvær ferðir beint har nærindis, tá eg í síðstu løtu fór í Müllers Pakkhús á framsýning hjá Poul Horsdal - fyrst var eg bilsin av sjálvum málningunum og styrkini í teimum og síðani av hølunum, sum eg ikki havi sæð áður.

Müllers Pakkhús er annars kent millum manna (ikki minst millum mentanarmanna og kvinna!!!), tí í høga grótlaðaða kjallaranum, har saltgoymsla plagdi at vera, hava nógv mentanartiltøk, framsýningar og virðislønarhandanir verið. Men til hesa framsýningina við verkum hjá Poul Horsdal var tað á teimum báðum ovaru hæddunum, at tað gekk fyri seg. Serliga tann ovari salurin hevur sera gott ljós, meðan ljósið niðriundir má bøtast. Træveggirnir rigga væl, tó at onkur veggur við fyrimuni kundi verið málaður hvítur.

Men hvussu er og ikki: FANTASTISKT, at vit hava fingið eitt tílíkt vakurt framsýningarhøli í Tórshavnar Kommuni við óbetaliliga flottum útsýni og ljósi. Rúmið bjóðar inn til nógvar spennandi framsýningarverkætlanir, sum eg vóni at uppliva har á staðnum í komandi døgum.

Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) hanga ikki á trøunum - eg havi ikki fyrr enn í dag sæð eina serframsýning hjá hesum listamanninum og lat meg siga alt fyri eitt: Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja framsýningina, hon var góð og tað er ein meira heilstoypt uppliving at síggja eina tílíka framsýning enn bara at síggja eina mynd her og der. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, sum verður tulkað við modernistiskum/ postkubistiskum denti á flatar og umhvarvsstrikur, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Á framsýningini vóru óvanliga nógvar familjumyndir og lýsingar av teimum nærmastu hjá málaranum. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum. Listamaðurin brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum - onkrar detaljur í bakgrundini á fleiri málningum eru sera modernaðar og minna meg um kompositiónir hjá Hanna Bjartalíð.

Ein drongur

Ein drongur

Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast

Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast

Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni

Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni

Andreas og Torbjørn á framsýning

Andreas og Torbjørn á framsýning

Ein koloristur skoðar koloristiskan málning

Ein koloristur skoðar koloristiskan málning

brot úr málningi

brot úr málningi

3BCC1EF7-6126-4735-930C-08BDC2AFDE3F.jpeg
Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini

Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini

Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini

Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini

Detalja

Detalja

867933F3-4475-4CF6-B9D4-73FE78373C3A.jpeg
7F1D96C2-AC17-4954-AE37-E06864BD7197.jpeg
AF08DB9E-E0D4-4A2E-86F9-03BF1EAFE3FA.jpeg


Framúr samtíðarlist í Steinprenti

B9EFB05B-D5B6-492E-ABFF-68C8495E74EC.jpg

Í Steinprenti hongur í løtuni ein perla av eini samtíðarlistaframsyning, sum nógv als ikki vita av, tí eingin upplating hevur verið sum so. Allíkavæl kann tað avgjørt loysa seg at fara at hyggja at framsýningini, tí her eru bara góð verk. Tað eru verk hjá Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Julie Sass, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy, sum Louise Aakerman Nielsen hevur sett saman og hongt upp. Eg seti nakrar myndir inn her, men hetta er list, ið sæst best í Steinprenti, har hon hongur. Farið hagar og hyggið at hesum framúrskarandi verkunum, framførið til dømis ein lítlan dans framman fyri skæru verkunum hjá Rannvá Kunoy og síggj hvussu tey støðugt broytast sum var gandur uppií. Setið nøsina tætt inn til arkitektoniskt bygdu kompositiónirnar í kollasjunum hjá Julie Sass og farið síðani og forkelið tykkara sansir við vøkru verkunum hjá Hanna Bjartalíð. Vendið tykkum við og lat tykkum fevna av stóra veggjamálninginum hjá Hansinu Iversen - hann varð málaður til Summarframsýningina, men enn hava tey í Steinprenti ikki málað veggin yvir. Tað skilji eg væl. Hetta er ein praktfullur veggjamálningur, njótið litirnar, síggið skapini bróta seg inn og út úr flatuni, merkið megina í honum og tað stilla. Henda framsýningin tekur tíð, men tað loysir seg at brúka tíð uppá hana. Ovast í Steinprenti hongur tann einastandandi málningurin AFTER HISTORY, sum inspirerar meg hvørja ferð, eg vitji í Steinprenti. Hetta er eitt savnsverk, sum eigur at hanga í Listasavninum.

EF55A1ED-1EAF-4338-A3F1-9C05D18A2FA8.jpg


D3468990-281A-43EA-B42E-0C53537BD7DD%5B1%5D.jpg
BEFACFB9-BB97-41C0-8FA9-60C64282B275%5B1%5D.jpg
EA76261E-330D-4356-A914-C1F785EE68DF.jpg
6C9C1496-995D-48A1-B4A7-8650439879C1.jpg
77EC7EA9-F624-40CF-B4A6-580DFE86E6E6.jpeg
186E985B-1E77-4706-9384-266D7E5EEE0F.jpg
0F4B8198-01D8-4A16-96AD-7A1065FF360F.jpeg
A000E999-1265-4930-B828-A4ADC274A335.jpg

Hans Petur í Brekkunum nýggjur stjóri í FSO

71964226_10220865858495065_6781664501805613056_n.jpg

Eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Hans Petur tekur við starvinum 1. november 2019, og hann fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.

10 umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn.

Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann starvast sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.    

Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London.  

- Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina framhaldandi menning av Føroya Symfoniorkestri, sigur Jógvan Thomsen, formaður í stýrinum.    
Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið

Marsden Hartley - ein ókendur og fjølbroyttur meistari

0179C1A0-B8B3-47A1-81B2-48081B62E1A7.jpg

Eg var og hugdi at framsýningini hjá myndlistamanninum og yrkjaranum Marden Hartley (1877-1943) á Louisiana listasavninum í Humlebæk og var imponerað av hvussu fjølbroyttur og góður hesin listamaðurin var. Eg kendi hann als ikki frammanundan. Listamaðurin er lutfalsliga ókendur - kanska tí hann var stílsliga sera skiftandi - hann hevur t.d. málað rættiliga tilforlátiligt modernistiskt málarí við íblástri frá Cézanne, men málaði longu umleið 1918 myndir sum hana omanfyri, ið er dømi um figurativt málar við heraldiskum fløggum og emblemum, ið eru málað eins og var talan um eina kollasju. Tær virka sera modernaðar, myndirnar og tað saman er galdandi fyri fleiri aðrar sera inspirerandi myndir á framsýningini. Eg kom fleiri ferð í tankar um Steffan Danielsen - ikki tí verkini hjá Nólsoyarmálaranum líkjast teimum hjá Hartley, men tí Steffan eisini er sera fjølbroyttur og royndi seg innan fleiri ymisk stílsløg.

Í USA er Marsden Hartley eyðsýnliga kendur - her eigur hann pláss í listasøguni sum fyrsti stóri modernisturin innan amerikanskt málarí. Hann tók lut í listasalongunum hjá Gertrude Stein í Paris, og hann framsýndi eisini saman við Franz Marc og øðrum limum í Der Blaue Reiter. - Í New York var hann partur av umhvørvinum kring kenda fotografin og gallaríeigaran, Alfred Stieglitz, sum framsýndi og hjálpti honum fíggjarliga. Framsýningin á Louisiana er tann fyrsta stóra afturlítandi Hartley-framsýningin í Europa í yvir hálva øld og ein tann størsta presentatiónin nakrantíð av listamanninum.

Listamaðurin var samkyndur og sambært miðlandi tekstum á listaframsýningini hevði hann trupulleikar við at viðurkenna sín samkyndleika. Tað er upplagt at nevna hetta í sambandi við framsýningina, tí forkærleikin fyri naknum monnum er stórur og gerst nokk so herliga demonstrativur í teimum nýggjaru myndunum, men eg haldi, at miðlingin er ríkiliga bastant tulkandi til mín smakk. Eg vil fegin sjálv avgera hvat eg síggi og ynski bara nóg mikið av faktuellum upplýsingum um listamannin. Tulkingarnar eru eisini í so freudianskar - tað er næstan sum at vera aftur í Hoydølum í onkrum danskttíma í fýrsunum, tá taskur í stuttsøgum vóru annað og meira enn bara taskur (fyri ikki at tala um stavar o.t.). Annars kann framsýningin heilt vist viðmælast. Hon heldur fram til 19.januar 2020.

3655EB26-617F-4722-B2EC-8055F2331851.jpg
3250D2C9-0F17-4E30-B881-8B87A894CE05.jpeg
D723F552-3A6C-472C-B77C-C7E543DD5BD1.jpeg
3BC86ECF-910A-40AC-BFD8-2CD3699A2ADC.jpg
992C534A-4CE8-4188-B2DC-EBDC991B3ACF.jpg
AAD0334C-0527-417A-81CE-92229B3261D9.jpeg
A6F1B26E-51B7-427F-84BB-BB2EAEF57F79.jpeg
D53E3346-A504-4BB8-BEB0-6C959D584BFB.jpeg


Olaf Johannessen stórliga fagnaður

cyrano_desktop-min.jpg

Tað er ikki so galið at uppliva allan fagnaðin, sum sjónleikarin, Olaf Johannessen verður undirdýktur við í løtuni. Sum føroyingur hevur mann kanska hug at kanna sær ein lítlan part av heiðrinum, eftir sum Olaf Johannessen jú er føroyskur. Hesin landsmaður okkara er ikki júst óvanur við rós og heiður, hann er fleiri ferð heiðraður og fekk í fjør heiðursvirðisløn Reumerts, men nú ber av; hann verður beinleiðis hálovaður í ummælunum. Við einum einkultum undantaki – t.e. Nanna Goul í blaðnum Information, sum eftir øllum at døma ikki dámar leikin – eru danskir ummælarar púrasta upp í loft av leiklistarliga avrikinum hjá Olafi í leikinum Cyrano de Bergerac, sum verður leiktur á kongaliga teatrinum undir leikstjórn Kathrine Wiedemanns. Nógv rósandi orð eru til bæði leikstjóra, scenograf og hinir luttakararnar, men Olaf Johannessen skarar eftir øllum at døma framúr. Jacob S.Olsen er púra hugtikin av føroyska sjónleikaranum og skrivar: “Som den moderne skuespiller, Olaf Johannessen er, må han naturligvis fylde versene med psykologisk fornemmelse og nutidig følelsesfuldhed. Alt i skuespilleren arbejder sammen for at fange de kræfter, der strides i Cyrano i det øjeblik: Lykkefølelsen ved at lette sit blødende hjerte, længslen, sorgen over, at en anden skal høste de kys, der er belønningen for hans egne anstrengelser... Det er ikke alene en stor præstation. Flot og fejende i formatet, i forlængelse af en »gammeldags« teatertradition. Rollen lyses også op indefra, snarere end den illumineres udefra. Den er i det hele taget en stor skuespillers gribende gennemarbejdede, oratorisk og kropsligt overlegne indsats med fuld følelsesmæssig dækning fra start til den slutning, hvor den tragiske dimension for alvor folder sig ud: Først på vej ind i dødens tåger kan Cyrano afsløre sine sande følelser for Roxane.

Per Lundsgaard er somuleiðis hugtikin – ikki minst av Olafi Johannessen: “Olaf Johannessen er forestillingens ubestridte midtpunkt som den krigsgale og kampklare Cyrano der også er digter i sin fritid men nægter at lade en rig mæcen støtte sig. Derfor forbliver hans digtekunst uudgivet. Den folder sig dog ekvilibristisk ud da Cyrano går med til at hjælpe den kønne men ikke særligt åndeligt begavede Christian med at kurtisere Cyranos kusine Roxane – som Cyrano selv er hemmeligt forelsket i..Det er en aften i skuespilhuset hvor man ikke er i tvivl om at man oplever Kongelig kunst på scenen.”

Ulla Strømberg gevur Olafi Johannessen seks stjørnur og endar sítt ummælið við at skriva, at hon hevði ynskt, at Olaf Johannessen var einsamallur á pallinum. Á heimasíðuni detskuduse.dk rósa tey Cyrano de Bergerac og fegnast um, at Olaf Johannessen ikki er fótbóltspælari, tí so hevði hann langt síðani verið seldur til Barcelona ella Liverpool. Og í Weekendavisen ljóðar ummælarin, Linea Maja Ernst næstan forelskað, tá hon lýsir Olaf Johannessen: Jeg kan vist ikke undgå, at denne anmeldelse bliver ét langt kærestebrev til Olaf Johannessen, som spiller titelrollen. Sjældent har jeg været så grebet. Han spiller helt vidunderligt; skitserer et menneske, som er hidsigt, overlegent, usikkert, stolt, fuldt af skønhed, men alle de ridderlige træk indhyles i en tør, let ironisk, selvbevidst aura, som dulmer det fjollede i Cyranos patos.... Olaf Johannessen forløser Cyranos selvpineri blændende, stråler bittersødt i den elskedes beundring uden at kunne gøre åbent krav på den. Scenen dunker undertrykt af jalousi, egomani, fryd, ømhed: Johannessen fanger alle nuancer af den hemmelige forelskelse og spiller følelserne ud til os bag om ryggen på Roxane..”. Cyano de Bergerac verður leiktur inntil 15.februar 2020.

https://kglteater.dk/det-sker/sason-20192020/skuespil/cyrano-de-bergerac/?id=25424&section=top

C074D90E-D2FA-4DB3-9309-9B91DF584512.jpeg

 

 

Tita Vinther er farin

E9B1844B-7F6E-48E8-AFAB-155895D3F5DD.jpeg

Leygardagin 28.september andaðist Tita Vinther, listakvinna, ið hevur brotið slóð innan føroyska tekstillist. Seinast vit sóu hana framsýnda var á Ólavsøkuframsýningini í ár - har hennara verk við seglskapum, vovnum úr menniskjahári, ið strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum - skaraðu framúr. Eitt tilfarsliga serstakt og vakurt verk, lætt og tungt við hópin av religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.

Tita Vinther var fødd í Finnlandi í 1941, hon vaks upp í Danmark og hevur búð í Føroyum síðan 1960. Hon var útbúgvin í Føroyum, Danmark og í Finnlandi, og hon fekk størstu almennu føroysku viðurkenningina, sum eitt listafólk kann fáa her á landi, tá hon í 2006 fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Í onkrari samrøðu, sum var í hesum sambandi, legði eg merki til, at listakvinnan eyðmjúkt og einfalt umrøddi seg sjálva sum vevkonu.

Sum vevkona hevur Tita Vinther bæði arbeitt við brúkslist og við myndlist. Hon hevur vovið vaðmal til segl fyri Vikingeskibshallen í Roskilde, eins og hon hevur vovið messuhaklar til fólkakirkjuna. Hennara verk eru í ogn hjá Listasavninum og hjá Tórshavnar Kommunu; hon hevur gjørt prýðingsuppgávur fyri m.a. Lágargarð og Havstovuna. Á serframsýning hjá Titu Vinther í Listaskálanum í 2011 var einans myndlistin umboðað. Tá bar til at síggja serliga í teimum nýggjaru verkunum hvussu Tita Vinther arbeiddi skulpturelt og installatoriskt við tóvirki á so áhugaverdan hátt, at verkini verða sitandi eftir á nethinnuni hjá áskoðaranum, m.a. seglverkið, men eisini Pætursnótin frá 1998, sum er ein stórur skulpturur, knýttur av menniskjahári. Hesi verk eru hugskotsborin og tilfarsliga tilvitað - og tykjast eins væl hugsaði sum tey eru formgivin. Á somu framsýning vóru eisini nøkur verk, vovin úr kopartráði, ið sýntust bæði super einføld og onkursvegna luxuriøs við koparskyggjandi hegnskapinum, sum gav áskoðaranum allar møguligar assosiatiónir til okkara heimligu hegn, til tað listasøguliga hegnið (the grid) og til japanskar og kinverskar skermar.

Tita Vinther hevur stóran týdning í føroysku listasøguni og eigur tøkk uppiborna fyri at hava víst á nýggjar tilfarsligar leiðir. Sum lærari í kvøldskúlanum legði hon bæði ungum og eldri lag á veving, men fekk somuleiðis listarliga ávirkan á yngri listafólk sum t.d. Randi Samsonsen, ið metir Titu Vinther sum sín týdningarmesta ígongdsetara og inspirator, sum ikki minst tilfarsliga lærdi hana at síggja listarligu møguleikarnar í tóvirki. Við samkenslu til familjuna og tey, ið eftir sita, siga vit takk fyri Titu Vinther og hennara avrik.

*Portrettyndin hjá Lars Gundersen er í bókini Tita Vinther eftir Anne-Kari Skarðhamar, sum Listasavn Føroya gav út í sambandi við serframsýningina hjá Titu Vinther í 2011.

8110A615-E419-41F8-AF41-4BA50ACCFC64.jpeg


Minoritetsfestivalurin skipar fyri listaframsýning á Reinsarínum

Nayab-Ikam-–-100-Photographers_04.jpg

Langt plagar at vera millum fotoframsýningar her um leiðir, men í løtuni eru vit heppin, tí ikki bert Listasavnið framsýnir foto, men eisini Faroe Islands International Minority Film Festival, sum 11.oktober klokkan 16 letur upp framsýningina hjá Nayab Ikram: ‘In Between’ á Reinsarínum.

Um framsýningina greiða fyrireikararnir soleiðis frá: Hár hevur altíð havt ein stóran leiklut í fornum og nútímans samfeløgum. Tað hevur verið nýtt, sum ein ímynd hjá einkultpersónum og samfelagnum til at vísa status, kensluligu støðu og limaskap í bólkum. Eisini hevur hárið verið partur av gandaritualum og ímynd av valdi, útinnan av valdi og frígering.

'In Between' umrøður kensluna av eini - mitt ímillum tilvisku, gjøgnum tann ímyndarliga týdningin av hári, úr einum søguligum sjónarhorni, ávirkað av samfelagnum og persónligum upplivingum. Hárið er ein partur av eini installering í trimum pørtum, ið vísir hvussu vit, ístaðin fyri at uppgeva partar av okkum sjálvum, kunnu varðveita teir sum minni.

Nayab-Ikram-Portrait-1212x808.jpg

Nayab Ikram (f.1992, Mariehamn) er myndafólk, myndlistafólk og listafyristøðufólk úr Álandi. Hon er av pakistanskum uppruna og hevur sæti í Turku (Finnland). Ikram arbeiðir við hugtøkum, sum viðgera mentanarligan samleika, felags minni, post-internet og kensluna av at vera mitt ímillum. Hon granskar hugtøkini við ímyndum, ritualum og abstraktum sløgum av listasniði umvegis myndatøku, framførslum og installatónum. Ikram fekk í 2015 endaligt prógv í Bachelor of Culture and Arts við høvuðsgrein í myndatøku frá Novia University of Applied Sciences í Jakobstad, Finnlandi. Saman við tvørfakliga listafólkinum Ramina Habibollah er hon eisini kurator á framsýningini.

Stuttfilmspresentatiónir av føroyskum listafólkum m.a.

trond.jpg

Hesin stuttfilmurin um listamannin Tróndu Patursson er framleiddur av Green Renaissance, t.e. m.a. Michael Raimondo og Justine du Toit, ið eru úr Cape Town í Suðurafrika og sum í filmum lýsa eldsálir kring allan heim. Fleiri av filmunum eru um føroysk lista- og mentafólk, t.d. Rakel Helmsdal, Ole Jacob Nielsen, Eva á Stóra Dímun, Tróndur Patursson, Brandur Patursson, Borgný Patursson, Astrid Andreasen, Ingi Sørensen, Livar Nystedt og nakrar havsvimjifrýr, Ingrid og Eileen. Filmarnir eru stuttar presentatiónir av fólkum, teirra hugskotum og tí, tey brenna fyri. Filmarnir eru vakrir við flottum náttúrumyndum, men við denti á menniskju og teirra tankar, og tað er gott! Filmarnir eru fíggjaðir gjøgnum crowd funding m.a. - sí meira her: https://www.greenrenaissance.co.za/?fbclid=IwAR25x7cmXsmxWHn9GRo1NiYR_1mai3C_vJWoHKhNCYZmLNY_rMn6SlaEkqo


Feminina vreiðin á pall

schrei.jpg

Listabólkurin SCHREI productions við m.ø. føroysku Mariann Hansen fer í døgunum 19., 20. og 21. september á pall við eini sýning, ið sambært leikarunum tekur Medeu í hond og kavar niður í dýpið av mongu úttrykkunum, sum feminina vreiðin hevur.

Listabólkurin SCHREI productions ger audiovisuellar framførslur, sum taka útgangsstøði í at kanna og seta fram spurningar, um hvussu kvinna og tað feminina verða lýst í listini og samfelagnum.

SCHREI vol.3 er triðja sýningin hjá SCHREI productions.

“Mild móður mjólk mátaleys mordari monstur Medea missfata misleidd misskyld miss universe av øllum óndum pandorusa eskja og ansa eftir hvassar tenn undrast hon á um hon hevur tað í sær.
brotið hjarta. ein steinur. tøgd skríggj. ongin trýr henni kolsýra góða fitta søta.spreingist við eini ferð á 8000 m/s. skapar eina sjokkbylgju. onki ognar hana. einans hon”.

Sýningar eru:


Keyp atgongumerki til hósdag 19. september kl. 20.00
Keyp atgongumerki til fríggjadag 20. september kl. 20.00
Keyp atgongumerki til leygardag 21. september kl. 18.00

Atgongumerkið á 150 kr. https://www.atgongumerki.fo/

Leikarar: Viola Othilie Tømte, Mariann Hansen, Klara Wenner Tångring
Scenografur: Johanna Dahlbäck
Mál: Svenskt, norskt, føroyskt, enskt.
Sýningin er 60 min long.

Sýningin er stuðlað av:
Nordisk Kulturkontakt, Svenska Kulturfonden, Norsk Kulturfond, Mentamálaráðnum, Norsk Skuespillerforbund – Fond for Frilansere.

Mynd: Elizabet Damyanova/Felipe Osorio-Guzmán

Psykosudrotningin sigur frá - Bókaframløga

D01EB794-FF0E-42EC-A838-353DCB867F24.jpg
A52DDA86-9A9E-4A34-87C3-12A103677ECA.jpg

Tað var ein góð og viðkomandi løta, tá nýggja bókin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Psykosudrotningin sigur frá varð løgd fram á Reinsarínum í dag. Fullt av fólkum vóru møtt til tiltakið, ið varð fyriskipað av forlagnum Eksil og Sinnisbata, og sum snúði seg eins nógv um tað sinnisliga sum tað bókmentaliga.

Fyrst greiddi sálarfrøðingurin Suni Poulsen í stuttum frá hvussu illa siðbundna pykiatriin eftir hansara tykki er grundað vísindaliga og hvussu alt hetta økið eigur at verða endurskoðað. Sálarfrøðingurin Olga Runciman, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur dedikerað nýggju bókina til, helt fyrilestur við støði í síni egnu lívssøgu, har hon m.a. hevur upplivað at verða diagnostiserað, medisinerað og at kalla uppgivin av samfelagnum, men síðani hevur megnað av koma afturíaftur við terapi og við at tosa um øll síni mongu barndómstraumur. Olga Runciman greiddi m.a. frá sínum ymisku røddum, sum hon enn hoyrir fyri sær og sum hon ikki vildi verið fyri uttan. Í staðin fyri at ræðast er kanska meira skilagott, heldur hon, at kanna røddirnar, hvat tær siga og hví og yvirhøvur at hyggja at samanhanginum millum trauma og psykosu. Í hesum sambandi er lívssøgan hjá einstaklinginum av stórum týdningi, tí hon kann veita meira nuanserað psykologisk svar og greiðu á sjúkuni enn við at staðfesta, at mann er heilasjúkur og krevur doyving. Ein rørandi partur av fyrilestrinum hjá Olgu Runciman var hennara lýsing av tá kenslurnar byrjaðu at venda aftur orsakað av medisinsku niðurtrappingini, og hon brádliga kendi hitan frá sólini á arminum og varnaðist ymiskt, sum vit taka sum eina sjálvfylgju, men sum ikki er tað fyri tann ið stríðist.

Forleggjarin, Kim Simonsen greiddi frá frá bókini og hybrida tekstaslagnum og lýsti tað sum eina blandingssjangru. Vit kenna hesa sjangru frá bókum hjá Tóroddi Poulsen t.d. í bókini Reglur frá 1994, men hon er ikki so vanlig. Anna Malan Jógvansdóttir las upp brot úr bókini, Psykosudrotningin sigur frá - hon er stór og myndprýdd við litføgrum myndum hjá henni sjálvari, sum hingu kring áskoðarnar. Hesar myndir síggjast eisini í bókini í frálíkum prenti við góðum pappíri. Rithøvundurin greiðir sjálv frá, at bókin snýr seg um tað at koma seg eftir eina psykosu: “Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førunum av psykosu, at tað er trauma, sum útloysir røddirnar, paranoia ella sjónshallusinasjónir. Men hetta vil psykiatriin ikki viðurkenna, hon metir, at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð, sum absolutt ikki gevur nakra meining, tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk. Tó er einasta viðgerðartilboð til fólk við psykosum oftast nógvur heilivágur, sosialførleikavenjing og kognitiv remediering. Hesi tilboð eru als ikki nøktandi, og við bókini vil eg vísa á, hvussu skaðiligt tað er fyri lekingina at taka heilivág. Heilivágurin gevur hjáárin og doyvir egið so nógv, at viðkomandi ikki kann arbeiða við sínum kenslum. Tá egið byrjar at fáa samband við kenslurnar, so kemur lekingin. Egið er rasandi inn á alt, sum er hent, og tá vreiðin fær loyvi at vísa seg, so hvørvur psykosan.”.

- Og um nú tygum, kæri lesari hugsar, at hetta ljóðar sum ein trist og tung bók, so má eg mótmæla. Hóast lýsingin av psykosuni er ógvuslig og lýst rættiliga 1:1 sosialrealistiskt, so hava bæði hesin teksturin og teir meira surrealistisku og poetisku partarnir av bókini skaldsligt flog og samanhang, umframt at bókin við sínum lýsingum og eygleiðingum er djúpt menniskjalig og fyllir lesaran við tokka til okkum óperfektu menniskju.

69253AD4-F8CD-4CC9-BD4B-486866622925.jpeg
E9883919-68A9-41C4-9A84-0C7C61DA8FD1.jpg
66C5026C-94DF-491D-B287-CE9B388F0119.jpg
335ED5D2-0DC2-41AD-9A65-5F030F4FD18C.jpeg
097BE3E0-7483-4A70-9092-11BFFF5A7938.jpeg
A8FB27C7-EC6F-4EBB-9D7F-ADC937AA7E5A.jpg


92940A14-BD2E-4FBC-B55E-F5052BC3CC77.jpg


Ørnin er lend

ufo.jpg

Ørnin er lend. Vit hava eina nýggja samgongu í Føroyum og hon eitur ABH, BAH! ella Fríggjadagtanntrettandasamgongan. Kert barn hevur mong nøvn, vita tit. Men samgongan er her, og hon er ikki, sum summi her vinstrumegin hegnið vilja halda, eitt óidentifiserað flúgvandi objekt ella eitt ekstraterrestrielt rúmdarskip, sum er lent mitt í okkara hugnaliga dunnugarði. Nei, hon er ein partur av dunnugarðinum, sum vit sjálvi hava valt skal hava ræði á hesum sama garði tey komandi fýra árini. Og hesi fólkini, sum vit hava givið mandat til at stýra, hava nú átikið sær at gera tað, tey hugsa er best fyri okkara samfelag. Tá tað er sagt, eri eg allíkavæl kedd um, at okkara politikkur er so mikið polariseraður, at eg í 4 ár ikki fari at føla meg serliga væl umboðaða á tingi sum tann progressivt hugsandi akademikara/Havnakonan, eg eri. Men annars fari eg sjálvandi góðtaka politiskt grundaðar avgerðir og broytingar, um ikki tær koma inn á sjálvsagdar lutir, sum eru fastur og náttúrligur partur av okkum sum land, ið er partur av ríkisfelagsskapinum, ið er partur av Norðurlondum. Her virða vit mannarætt hjá øllum borgarum og her staðseta vit sendistovur eftir vinnuligum, samstarvsligum og diplomatiskum grundgevingum – ikki religiøsum. Eg helt faktist útsøgnina um sendistovuna í Jerusalem vera eina skemtisøgu inntil eg hoyrdi mentamálaráðharran, Jenis av Rana, siga tað í útvarpinum í morgun. Hvat hugsar hann fyri sær? Við at blanda okkum uppí miðeysturkonfliktina ger hann okkum til eitt bumbumál. Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur ymiskt gott Har verður t.d. staðfest, at neyðugt er at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna – gott at málsligir førleikar hjá innflytarum verða nevndir, tí har mangla vit ein skipaðan, almennan innsats. Tað er eisini gott, at kreativu lærugreinirnar verða nevndar og at Tjóðleikhús skal byggjast. Kom í gongd!! Eisini gott, at Fróðskaparsetrið verður nevnt og Musikkskúlin. Tað er somuleiðis sera positivt og nakað heilt nýtt, at hugvísindi verða nevnd í einum samgonguskjali – sjálvt um orðingin er eitt sindur øvuðgt “Rák uttanífrá gera tað neyðugt at styrkja tær hugvísindaligu lærugreinarnar.”. Tað er eisini gott við framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung – so leingi sum hetta verður gjørt professionelt við røttum fakligum atliti. Á listaøkinum ljóðar tað gott við ætlanum um listaskúla og at styrkja kunning um m.a. list og at hildið verður fram við kravdum listprýði av almennum bygningum, men eisini her eru onkrar orðingar, sum ljóða eitt sindur hættisligar. T.d. skal skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli endurskoðast. Var mann ordiligur jubiloptimist kundi mann glett seg til eina endurskoðan, tí so hevði mann væntað sær eina hækkan av stuðulspuljuni, men onkursvegna hugsi eg ikki tað verður so. Eg vóni ikki, at hetta hevur við sær, at listafólkastuðulin, sum varð settur á stovn fyri tveimum árum síðani, verður tikin av. Vit hava arbeitt móti hesum máli í nógv harrans ár og er listafólkalønin grundleggjandi partur av eini neyðugariprofessionalisering av føroyska listaumhvørvinum. Vit mugu minnast til hvussu stóran týdning úrvalslistin hevur fyri okkara land. Á sama hátt er listaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum av stórum týdningi fyri listina her á landi og vónandi fer ein endurskoðan av setrinum at føra við sær, at gongd kemur á myndlistapartin av listaútbúgvingini.

Nú fáa vit at síggja hvat hendir, men tað er ikki at virða listina at vilja endurskoða ætlanina um Hoydalar eftir at LISA hevur brúkt so nógva tíð og kreftir uppá hesa ætlan. Eg havi sæð fram til at fara á listaframsýning í fimleikarhøllini í Hoydølum – her hevði Havnin veruliga fingið nakað burturúr, tí høvuðstaðurin manglar í stóran mun eina samtíðarlistahøll. At endurskoða Kringvarpslógina er í lagi, men eisini her fara mong okkara at halda eyga við, at armslongdarreglan verður yvirhildin, so at vit framvegis hava ein óheftan, men makt-kritiskan almennan miðil í Sortudíki.

 

MENTAMÁL

Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt.

Samgongan vil í mest møguligan mun stuðla tí týðandi sjálvbodna arbeiði, sum ÍSF við sersambondum, Parasport Føroyar, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm.

Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskt mál, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur.

Tá almennir bygningar verða bygdir, skal ein ávísur brotpartur av byggikostnaðinum verða nýttur til listprýði.

Samgongan vil stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og luttøku í millumtjóða kappingum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC.

Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvalsítróttarfólki.

Samgongan vil arbeiða fram ímóti, at øll børn, sum ynskja tað, fáa møguleika at verða tikin upp í musikkskúlanum.

Arbeitt verður við at stovnseta eina listaskúlaskipan fyri børn og ung í fólkaskúlaaldri.

Samgongan vil stuðla søvnum kring landið, sum lýsa og varðveita siðsøgu og mentanararv okkara.

Skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli verður endurskoðað. Tað skattafría hámarkið til ítrótt skal broytast.

Ætlanin um nýtslu av bygningunum í Hoydølum verður endurskoðað.

Frælsi til at søkja stuðul úr grunnum í Føroyum og uttanlands eigur at vera ein sjálvsagdur møguleiki hjá almennum stovnum.

Kringvarpslógin verður endurskoðað við atliti at bygnaði, m.a. skipanini við stýri, tíðindadeildum, public service skyldum, kringvarpsgjaldi og í samband við at tryggja óheftni í fjølmiðlunum.

Skipanin við miðlastuðli verður eftirmett.

Samgongan vil arbeiða fyri at styrkja móðurmálið m.a. við at útvega meira av føroyskum undirvísingartilfari í fólkaskúla og miðnámi.

Framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum.

Teknmálstulking og føroyskur tekstur í sjónvarpinum skal styrkjast. Ein ætlan um “talu til tekst” fyri sjónveik verður stuðlað.

Integratiónslóg skal gerast við serligum atliti at føroyskum sum annað mál.

Arbeiðið við at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í fólkakirkjuni.

Tjóðleikhús skal byggjast, har vit bæði kunnu vísa fram og geva skapandi listini góðan grórarbotn

 

Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er...

f69c3d313b1908729c892755fd2346b9.jpg

Nú tað gjørdist greitt, at BAH samgongan allíkavæl bar á mál, sjálvt um hildið var uppá tað øvugta, undrast mong um alt møguligt á sosialu miðlunum. Um Sambandsflokkin, sum skuldi eitast at hava buktina um báðar endar, men sum endaði við einum lutfalsliga skallutum úrsliti. Aja. Men allur útvarpsdramatikkur, lágtrýst og hvirlur eru einki afturímóti spontanu reaktiónini í mentanarumhvørvinum um, at komandi mentamálaráðharrin verður ein Miðflokkamaður. Ein sonn tsunami av WTF og stúranum um at MMR skal gerast ministerium fyri etisk mál.

Meðan vit spent bíða eftir samgonguskjalinum kunnu vit kaga innar á heimasíðuna hjá Miðflokkinum at forvitnast hvat tey har halda um mentan. Og eftir øllum døma ganga tey í Miðflokkinum inn fyri fjølbroytni í hvussu er, tá tað kemur til staving, tí á heimasíðuni hjá teimum er orðið mentanarpolitikkur stavað í ikki minni enn trimum variantum (mentunnarpolitikkur, mentunarpolitikkur og mentanarpolitikkur). Nåh men eg lesi og fyrsta punktið á mentanarpolitisku skránni snýr seg sjálvandi um kristiligheit og at kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður. Og so stendur, at flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan. - Hmm hugsi eg við mær sjálvari, at um meginreglan um armslongd verður vird sum hon eigur - ja so ber ikki til bara at stuðla “uppbyggiligari” list. Longur niðri sitera teir Paulus og nú blívur hendan konan nervøs, tí hvussu var tað við larmandi konum - skuldu tær ikki tiga? Nei, fjúv, talufrælsið hevur eyðsýnliga eisini týdning uttan tá tá verður misbrúkt. So er spurningurin hvat tað merkir. Og tað eru ikki bara konur, sum nú munu ræðast, men eisini Kringvarpsfólk, LGBT´arar og allir biologilærarar við skili. Paulusar orð í omanfyrinevnda sitati verða søgd at vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" - Og eg hugsi um hetta og haldi tað vera desiderað skittligt at taka patent uppá sannleika og reinleika uppá hendan mátan. Og nei, eg dømi einki uppá forhond; eg spíski mær bara blýantin meðan eg bíði eftir samgonguskjalinum og gevi tykkum øllum mentanarpolitikkin hjá Miðflokkinum. Voila!

Mentannarpolitikkur

Mentunarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.

Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan

Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.

Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.

Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"

Almenna Kringvarpið eigur at verða tikið av, og núverandi uppgávur tess eiga at vera útbjóðaðar til privatar støðir gjøgnum sokallaðar Public Service sáttmálar.

Lokal sjón- og útvarp, sum eru lyndismennandi og uppbyggjandi, eiga at fáa bestu kor at virka undir.

Skúli og útbúgving

Fólkaskúlin skal geva børnunum møguleika at menna seg til frælsar, sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar borgarar við neyðugari grundvitan og við einum sunnum hugburði. Fólkaskúlin, sum er eitt tilboð til børnini og ein partur av teirra uppaling, skal leggja dent á, at frálæran fer fram í neyvum samráði við foreldrini og við einum greiðum ábyrgdarbýti millum heim og skúla. Frálæran í Fólkaskúlanum verður skipað við útgangsstøði í tí einstaka næminginum, og frálæran verður tillagað mest møguligt tí støði, hvør einstakur næmingur er á. Skiftið frá ansingarstovni til skúla eigur at samskipast við einum tættari samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar tey fyrstu skúlaárini hjá barninum. Alt frálærutilfar eigur at vera á føroyskum.

Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir frálærutilfari, og eigur frálæran á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi. Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni.

Reglulig morgunandakt eigur at vera í øllum fólkaskúlum, og frítt eigur at vera hjá næmingum at skipa fyri bøn og andakt í fríkorterum.

Til tess at skapa trygd fyri einum fjølbroyttum útbúgvingartilboði eiga frískúlar, íð byggja á bíbilska grundstøðið, at vera stuðlaðir eins og aðrir mennandi skúlar. Kvøld- og frítíðarfrálæra eigur at hava bestu umstøður.

Øll lesandi eiga sama rætt til lestrar- og uppihaldsstuðul, uttan mun til hvar í heiminum tey fáa sær útbúgving.

Skúlaskipanin skal gerast einfaldari, og størri avgerðarrættur skal liggja hjá einstaka skúlanum, so umsiting og fyrisiting verða einføld, liðilig og ódýr.

Næmingum í fólkaskúlanum eigur at standa í boði frálæra í deyvamáli og blindaskrift.

Stuðul verður givin til bíbliuskúlar og til bíbliuskúlanæmingar á sama hátt, sum til annan lesnað.

Musikkskúlaskipanin verður stuðlað, so hon verður før fyri at veita øllum áhugaðum næmingum sang- og tónleikafrálæru.

Frítíð og ítriv

Ítróttur og annað ítriv, sum er sunt og gagnligt fyri fólk, skal hava bestu umstøður av virka undir.

Frítíðar- og áhugafeløg fyri fólk í øllum aldri, sum virka til frama fyri gagnlig, nyttulig og heilsufremjandi endamál, eiga at hava bestu umstøður at virka undir.

mentan.jpg

Less is North - Upplating í Listasavninum

2D4C67DF-9567-461C-A049-B159353298EE.jpg

I dag, fríggjadagin 6.september læt ein fotoframsýning upp í Listasavni Føroya við fotomyndum hjá trimum norðurlendskum fotografum; Inga Joensen, Hallgerður Hallgrímsdóttir og Per Bak Jensen. Nýggi savnstjórin, Karina Lykke Grand beyð vælkomin og greiddi frá verkunum hjá teimum trimum listafólkunum. Sjálv upplatingin var eitt sindur øðrvísi í mun til hvussu tað plagar at vera í Listasavninum við tað, at hurðin inn til framsýningarhølini var afturlatin, meðan røður vóru hildnar í forhøllini. Aftaná røðuna hjá Karinu Lykke Grand setti danski fotolistamaðurin, Per Bak Jensen framsýningina.

Fotoframsýningar eru forkunnugar og nakað serligt. Tað er eisini áhugavert at síggja skyldskapin millum myndirnar hjá teimum trimum listafólkunum bæði tá tað snýr seg um myndevni, tí tey tómligu norðurlendsku landsløgini líkjast; ofta tykist náttúran rá og kørg. Eg hugsi, at fyriskiparar hava havt hetta í huga, tá tey hongdu myndirnar upp, tí verkini hjá listafólkunum hanga blandað á vegginum. Men tá tú hyggur eina løtu (og tað loysir seg helst best - tí hetta er av sonnum slow art), varnast tú munirnar millum listafólkini. Íslendska Hallgerður Hallgrímsdóttir er sjálvandi tann mest modernaða listakvinnan við avantgardumerkta tilfarinumvið fotomyndum prentaðum á og settum saman av fotokopipappíri, meðan vit kanska meira kenna Inga Joensen, sum minimalan realist, ið á ymiskan hátt leggur dent á tómleika og tómrúm í náttúruni. Fotomyndirnar hjá Per Bak Jensen eru tilfarsligar við nógvum nærmyndum av ymiskum tilfari og við denti á ymsar skuggar og ljós, sum hesi tilfar mynda. Hesar myndirnar lýsa hvat fotografi snýr seg um, nevniliga at steðga tíðini, og gerast rørandi lýsingar av øllum forgeingiligleika.

FC1E8E87-1724-460D-92E7-125E686594B1.jpeg
per bak jensen.jpeg
323176D3-67D0-4248-8949-F7541C152BA8.jpeg
37FA43D2-0272-4BC3-8514-E5A364CFEB50.jpeg
779EBB5D-EE0B-4402-8B38-98F16F919FE5.jpeg
81C79243-9999-4826-A935-805860D49A64.jpeg
8560E958-4DDD-41F6-95D6-04FF105AD412.jpeg
C734719C-FBD9-4097-8812-CD423A91A211.jpeg
4007EEC2-7A6D-4D40-AF63-1EE7F2F502E5.jpeg
F1FC5532-97B5-47B7-A425-DF5A6F15D13E.jpeg
EAF92802-6428-41EA-B1C5-73978873D293.jpeg

Framsýningar við verkum hjá Poul Horsdal

70334816_954361161594031_8709003051224006656_n (1).jpg

Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) ikki gerandiskostur, eg havi ikki nakrantíð sæð serframsýning hjá hesum listamanninum. Tí verður spennandi at síggja framsýningina í Havn og/ella Fuglafirði - tann síðstnevnda letur upp í morgin í Ribarhúsi klokkan 15.30. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Talan er ikki um eina søluframsýning, men til ber at keypa plakatina omanfyri frá Ribarhúsi fyri 150 kr. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum, sum verða definerað av konturstrikum og kubistiskum litflatum. Hann brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum, sum bresta saman sum syrutar yvirsjónir.

c61c3232-eda6-4294-bf2f-29c47849af56-800px.jpg

LESS IS NORTH - fotoframsýning í Listasavninum

1abb43eb2020246cbd506a858592376594f1a737_w1150_h0_fS.jpg

6 SEPTEMBER 2019 - 19 JANUAR 2020

Fríggjadagin 6. september kl. 16 letur framsýning við fotolist upp á Listasavninum. Framsýningin eitur Less is North og snýr seg um minimalistiskar landslagsfotomyndir úr trimum Norðurlondum? Heitið heldur ikki logiskt, men hevur kortini ein poetiskan rætt í mun til innihaldið. Harafturat kemur, at heitið eisini rúmar eini skemtiligari heilsan til tað víðakenda slagorðið Less is More hjá stóra minimalistinum í modernistiskari byggilist, Mies van der Rohe. Hansara útsøgn er seinni vorðin skemtiliga bronglað av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið.

Framsýningin umfatar fotografisk verk eftir Hallgerður Hallgrímsdóttir (IS), Per Bak Jensen (DK) og Inga Joensen (FO). Ikki bara eru listafólkini norðurlendsk, men er hetta eisini galdandi fyri teirra myndevni. Øll trý hava eina minimalistiska tilgongd til fotolistina, og júst hon undirstrikar dámin av tilgjørdari mynd heldur enn bara eini veruleikaendurgeving. Samstundis hava tey trý fotolistafólkini sjálvandi eisini teirra persónliga eygleiðingarhátt, og á tann hátt geva verkini á framsýningini hvørjum øðrum við- og mótspæl innan fyri minimalistisku hillina í fotolistini.

Meðan Ingi Joensen er tann mest viðurkendi fotolistamaðurin í Føroyum, er Per Bak Jensen eitt undangongufólk innan fotolist í Danmark. Teir fáa fylgi av Hallgerður Hallgrímsdóttir, sum er eitt av teimum mest framstandandi yngru fotolistafólkunum í Íslandi.

d39769fa0f45accb443d4353adf9e8838673da28_w1150_h0_fS.jpg

Fiskastykkið - ein perfekt caféuppliving

C4B8472F-A7D1-48EE-A37A-FF982E263B18.jpeg

Ikki er tað ofta tað hendir, men í dag havi eg altso havt eina perfekta caféuppliving. Tað er ein uppliving, har alt svingar sum tað skal, har formur og innihald samsvara og har tú sum gestur følir ómak og nærlagni í øllum staklutum í tíni uppliving og tað snýr seg um alt frá innrætting av hølunum til samanseting av matinum á tallerkinum og til sjálva matgerðina. Hesa uppliving, sum eg av hjarta viðmæli øllum lívsnjótarum, hevði eg saman við vinkonum á Fiskastykkinum í Sandavági. Talan er um søguligar pakkhúsbygningar, sum liggja Úti á Gjógv á økinum, sum tey brúktu at turka og pakka klippfisk fyrr í tíðini. Har er praktfult at koma inn, tí caféin er so heilt sjáldsama vøkur. Har er hugsað um allar staklutir – alt riggar saman í teimum sera modernaðu, ljósu, norðurlendsku caféhølinum, sum eru sofistikerað og rá og anda av føroyskari søgu. Vit fingu okkum morgunmat, sum varð serveraður skjótt og væl við effektiviteti og náttúrligum blíðskapi á vøkrum borðiskum frá keramikaranum Guðrið Poulsen. Hon hevur somuleiðis gjørt teir flottu kopparnir, ið allir eru ymiskir við vøkrum litsamansetingum, ið bera brá av perlumóðir og gjari. Tað er somuleiðis Guðrið, sum hevur skapað tær fínu, ljósu, modernaðu lampurnar uppi yvir diskinum. Á vegginum eru væl valdar svart hvítar fotomyndir av klippfiskavirkseminum. Alt signalerar dygd og tað ger maturin sanniliga eisini. Ein grovboll við akkurát tilpass biti í og kjarnum uttan at hann av teirri grund fer at minna um saguspønir soleiðis sum lagnan er hjá so mongum væl meintum grovbolla. Konsistensurin er bæði seigur, mjúkur við broysknari skorpu. Smakkurin javnvigar perfekt millum salt og søtt og ikki so nógv, at breyðið tekur yvir. Eitt sindur av herligum (ordiligum!) smøri, frískligum yoghurt, - heimagjørdum rabarbusúltutoyi, væl kryddaðum hummusi, søtum og góðum dadlublandi og herligum osti - og tað er ikki tann typiski syrgiligi gummiosturin, sum so mangar caféir spara seg eftir reyv við - nei talan er um ordiliga góðan, fullfeitan langtíðarlagraðan ost við nøtakendum smakki. Hartil nakrar skivur av reyðari piparfrukt og broysknum knekkbreyði - øll herligheitin serverað fyri 90 krónur (+ 20 kr fyri kaffi) uttan skuggan av plastikki nakrastaðni. Tað er fantastiskt og ikki síðstu ferð, eg vitji Fiskastykkið - tað minnir í grundini um eitt mentanarhús við denti á design og list. Bjørk Gudmundsen framsýnir niðriundir í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin.

Ein fullur tallerkur - alt bleiv etið!

Ein fullur tallerkur - alt bleiv etið!

Útsýnið

Útsýnið

Caféhølini

Caféhølini

Guðrið Poulsen

Guðrið Poulsen

Fiskalampur

Fiskalampur

Koppur hjá Guðrið Poulsen

Koppur hjá Guðrið Poulsen

Í caféiini

Í caféiini

Bjørk Gudmundsen

Bjørk Gudmundsen

Lampa Fiskastykkið

Lampa Fiskastykkið

Bjørk Gudmundsen

Bjørk Gudmundsen


Frælsi at velja og vita

val 19.jpg

Val er í hondum og nú nærkast hesin fyri fólkaræðið so týdningarmikli høgtíðardagur, tá vit øll, sum Kári P á sinni yrkti í Gullkálvavalsinum hava frælsi at velja og selja okkara atkvøðu har vit halda hon gagnar okkum best – Á arbeiðsplássum, á gøtuni, í kaffistovum, við døgurðaborð - allastaðni er valið uppií prátinum, og vit veljarar verða nú støðugt teppibumbaðir av alla handa meiningum og politiskum hugsanum. Alt er politiskt í løtuni ella verður tulkað politiskt og tað kann gera tað sama um tað eru tøl frá Metingarfyritøkuni Moody´s ella Herman Oskarsson ella um mann soleiðis privat hevur like´að okkurt hjá onkrum á FB, ja so fær mann skotið í skógvarnar, at mann sympatiserar til høgru ella vinstru. Almenna rúmið er fult av uppáhaldum og lyftum og visuelt eru bygdir og serliga býir fullir av plakatumfyri ikki at tosa um øll tey brosandi høvdini, sum nú fylkjast í rundkoyringunum. Plakatnøgdin er størri hesa ferð enn nakrantíð – tað er gott hjá prent- og reklamufyritøkum - og meðan vit øll halda uppá, at plakatirnar ikki ávirka okkum tað minsta, hava altjóða kanningar langt síðani staðfest, at plakatir í roynd og veru hava ávirkan fyri mobiliseringina innanflokka – at tey, sum skipa fyri og heingja plakatir upp føla, at tey eru við í stríðnum (og møguliga sigrinum) fyri at teirra flokkur kemur í Løgtingið. Tað kann kanska undra onkran, at plakatnøgdin er so stór og at ikki fleiri umhvørvisatlit verða tikin í hesum sambandi – men undantøk eru – eitt nú ger tjóðveldisvalevnið og punkrokkarajarðfrøðingurin, Uni Árting vart á Facebook, at hann endurnýtur tilfar. Yvirhøvur haldi eg, at plakatirnar eru frægari enn tær hava verið. Fólkini eru ikki so klorinifiserað og fotosjoppað sum tey einaferð vóru. Tey síggja meira normal út, sjálvt um tey flestu síggja nokk so skítbýtt út, tá tey breiða seg út á plakatum - soleiðis er tað bara. Ein góð vika er eftir av valstríðnum og meðan mann spakuliga er farin at gleða seg inniliga til øll ikki meina so øgiliga nógv um alt møguligt allatíðina, varnast mann teir mongu filmarnir, sum flokkar, valevni og aðrir intressentar framleiða og leggja út á internetið í sambandi við valið. Her eru bæði meira og minni sannførandi og klárar/ pixeleraðar ella hasjifiseraðar amatørvideoselfies, har ymisk valevni viðmerkja hetta og hatta, men vit síggja eisini í vaksandi mun meira professionelt framleiddar filmar, sum flokkarnir hava latið gjørt um flokkin og um einstøk valevni. Flestir flokkar – í øllum førum teir etableraðu – hava eyðvitað gjørt sær strategiir, sum vit í hesum døgum uppliva í maximalari megi og her hava filmarnir stóran týdning, antin tað er Framsókn, ið veruliga hevur lagt seg á Glasir møguliga við atliti at teirra lutfalsliga unga kjarnuveljara. Allur Marknagilsvegurin er í øllum førum fullur av F´um og filmurin hjá teimum fokuserar eisini í stóran mun uppá Glasir. Filmurin hjá Miðflokkinum er miðsavnaður um nøkur valevni hjá flokkinum, sum greiða frá hvat tey halda vera av týdningi og tað eru tey somu kulturkonservativu kristnu virðini, sum vit kenna flokkin fyri, men við eitt lítið sindur meira ungdommiligum action, vektlyfting og teknokendum pepptónleiki (!). Filmurin um valevnið hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín Strøm leggur dent á mótsetningslitirnar grønt og reytt og snýr seg eisini innihaldsliga um sosialdemokratisk og umhvørvislig atlit. Í filminum sær mann valevnið við hús saman við soninum, men annars er tað privata rættiliga niðurtónað meðan tað ideologiska og politiska er í fokus. Eitt ávíst lyndi til at brúka privatsferu og pathos sum eitt slag av politiskum agn, sæst annars í valstríðnum fleiri staðni, bæði hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi t.d. í filminum um tey bæði Høgna og Hildur, har formaðurin í Tjóðveldi sæst práta hugnaliga við fólk í Klaksvík, sum yvirhøvur ikki eru fratør ella royna at lynsja fiskivinnu- og landbúnaðar og mentamálaráðharran (vónandi fara 3 ministerium at taka sær av hesum trimum týdningarmiklu økjunum). Í filminum sleppur fryntiliga kona Høgna, Hildur Hermansen framat at greiða frá hvussu hon onkuntíð hevur hildið politiska ágangin vera ov ógvisligan. Fólkaflokkurin miðsavnar seg í sínum valstríði um familjuna og tað er helst tann gamla heteronormativa kjarnufamiljan, talan er um her við mammu pápa og børnum. Eg hugsi, at tankin er at appellera breitt við hesum, men tað kann eisini tykjast løgið ella eitt sindur ov sjálvsagt, tá eitt valevni sum Christian Andreasen í valsending í útvarpinum staðfestir upp í saman: “Nú havi eg sjálvur familju” - eg meini so við; tað hava tey flestu. Tann seinasti politiski valfilmurin, eg havi sæð, er ein hjá Fólkaflokkinum, sum hevur funnið uppá eitt format, tey kalla “Heilt erligt”, har valevni tvey og tvey seta hvørjum spurningar, sum tey sambært egnari útsøgn ikki kenna ella vita um. Umráðandi er tó hjá okkum øllum at vita, at avsendarin – tað er flokkurin og avvarandi reklamuvirki hava lagt filmin til rættis og at tey hava valt teir spurningar út, sum verða lisnir upp. Alt er redigerað og manipulerað soleiðis, at filmurin verður mettur at rakað flest og best eins og allar valreklamur eru – Hetta formatið hjá Fólkaflokkinum tykist sera populert. Filmurin við Anniku Olsen og Jørgen Niclasen er í skrivandi stund sæddur 5.200 ferð síðan hann varð lagdur út fyri 14 tímum síðani og sjálvandi er hann tað, tí heilt erligt; er nakað meira áhugavert enn persónligar konfliktir? Filmurin er blátónaður og bæði mynda- og tónleikasíðan minna um eina seriøsa tíðindasending í KVF, men innihaldið er meira sentimentalt enn tað er seriøst. Bæði valevni gráta í filminum. Vit fáa ikki av álvara innlit í hvat tað var sum hendi undir formansstríðnum í Fólkaflokkinum á sinni, tá Annika Olsen ikki fekk ta politisku ávirkanina, sum hon hevði uppiborið og sum hóskaði til mandatið, sum fólkafloksveljarar høvdu givið henni. Øll hendingin tá verður lýst sum okkurt slag av strongd hjá Anniku, sum fegnast um, at formaðurin, Jørgen Niclasen bað hana koma heim aftur í Fólkaflokkin. Men alt er sum áður nevnt politikkur í løtuni og ein ætlan er við øllum. Í Degi & Viku í gjár varð tosað um, at meira gjøgnumskygni eigur at valda viðvíkjandi pengastreymunum í valstríðnum. Tað ljóðar skilagott. Men kundi tað ikki eisini verið áhugavert at fingið innlit í kreativa/ propagerandi undirstøðið - hvørji reklamuvirki/ filmsfólk framleiða hvat og ikki minst hvør er spinndoktari her og der? Kanska er tað longu nakað, sum er upplýst onkrastaðni? Eg síggi bara Nudlavirkii boða frá, at tey gera PR hjá Framsókn. Hvør ger annars reklamufilmar fyri flokkar og valevni - tað er onkur, sum dugir og hevur gjørt sær ómak - eg hugsi, at serliga filmarnir fara at ávirka kanska meira enn plakatirnar. Hvat halda tit?

ZH - ein fjølbroyttur listamaður

Foto: Jan Andersson. Steinprent

Foto: Jan Andersson. Steinprent

Í sambandi við eina hugleiðing um plagiering, var eg í gjøgnum nógv tilfar um Zacharias Heinesen og hansara list. Samstundis havi eg verið við til at heingja list upp á Glasi, harav Zacharias Heinesen hevur málað ikki so fá verk. - Tað er vandi í hvørjari vælferð, sigst, og tá mann er nestor innan føroyska myndlist og hevur verið við til at definera føroyska list í meira enn hálva øld, tá er tað kanska sjálvsagt, at nakað av kritikki stingur seg uppÍ útgangsstøði haldi eg altíð, at kritikkur er av tí góða, um eg onkuntíð hevði ynskt, at kritikkurin var betri grundaður. T.d. tá tosað verður um ta penu listina, ið verður skýrd at vera tannleys osfr. Okkum tørvar gamaní progressivu listina, men vit mugu ikki blanda tingini saman. Øll provokerandi og skrólandi list er ikki av sær sjálvum dygdarlist - summi koma nokk so langt í tí stilla og Zacharias Heinesen er ein av teimum. Um tú blaðar gjøgnum bøkur um føroyska list ella hyggur í katalog hjá t.d. Heystframsýningini, so sæst týðiliga, at Zacharias Heinesen er ein listamaður, sum hevur ment seg gjøgnum tíðina og sum eisini er sera fjøltáttaður. Hansara grafikkur er rættiliga øðrvísi enn málnngarnir og vatnlitamyndirnar eru aftur øðrvísi, og millum listasløgini kykna hugskot í eini støðugari menning. ZH hevur staðið fyri nógvum prýðingum og tær eru aftur øðrvísi. Her eru nakrar myndir av verkum hjá Zachariasi Heinesen á Glasi m.a. Tann elsta er frá hálvtrýssunum og tann nýggjasta er frá 2018.

8F15E66F-68C1-4340-BC33-CCFAA15C0FFF.jpg
1BF8CE03-8B56-4A19-A491-C1E644DE6380.jpeg
zh4.jpg
1E3CB829-9756-4D83-87D7-386A75CA6C37.jpeg
zh1.jpeg
zh2.jpeg
zh.jpeg
zh75 005.jpg
D0F3D3A0-3123-425A-9B31-655D565134BB.jpeg

Tvær framsýningar í DK

svend allan.jpg

Hósdagin 22.august letur framsýning hjá Svend-Allan Sørensen upp í Galleri Sandberg í Odensen. Tað er Svend-Allan Sørensen, ið sýnir fram, vit kenna hann frá fleiri framsýningum í m.a. Steinprenti. Framsýningin hevur poetiska heitið KRAGEN & BØSSEN - billeder af fuglelyde og skudhuller. Fleiri av verkunum eru framleidd í Steinprenti. Tað eru m.a. skotmyndir, ið eru prent av plátum, sum listamaðurin hevur skotið. Listamaðurin er kanska mest kendur fyri síni grafisku listaverk, sum ofta bæði í orð og mynd snúgva seg um fuglar - krákur ikki minst.

https://kunsten.nu/artguide/calendar/kragen-boessen/

bw.jpg

Bjarne Werner Sørensen letur sína framsýning upp í Huset i Asnæs leygardagin 24.august. Bjarne hevði fyri kortum framsýning í LIstasavni Føroya og á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn. Hansara grafisku myndir og málningar eru abstraktar við organiskum, samanhangandi og ójøvnum mynstrum. Bjarne Werner Sørensen hevur tíðum arbeitt í Steinprenti bæði einsamallur og saman við Tóroddi Poulsen, m.a. í yrkingasavninum, Villvísi.

https://www.husetiasnaes.dk/kopi-af-aktuelle-udstillinger-10?hid=6E999212BDEE425177D13182BD04B416&wordfence_logHuman=1


Plagiering - ein ikki illa meint plága

quote-imitation-is-the-sincerest-form-of-flattery-that-mediocrity-can-pay-to-greatness-oscar-wilde-121-38-30.jpg

Spurningurin um listarliga eftirgerð er javnan frammi bæði uttanlanda og heima. Mong minnast málið um ta kendu stjørnutroyggjuna hjá Guðrun&Guðrun, sum í heilum varð kopierað og innan myndlistina er plagiering ofta sæð – ikki minst innan fyri ta lukrativu føroyalistina. Plagiering er fíggjarliga grundað; í staðin fyri at keypa eina dýra designtroyggju er tað bíligari at plagiera og binda hana sjálv. Við enum góðum vilja kann mann siga, at plagiat hevur eina sosiala funktión á tann hátt, at eftirgjørda produktið ofta er bíligari enn upprunaproduktið. Í staðin fyri at keypa eitt av vøkru, eyðkendu smúkkunum hjá Turið Nolsøe Mohr, er tað bíligari at keypa okkurt av teimum ymisku eftirgerðunum, sum fólk hava funnið uppá. Spurningurin er so bara hvussu hetta kennist hjá listafólkinum, sum upprunaliga fann uppá júst tað estetiska úttrykkið og tann formin, sum bara situr so sum tað skal og sum øll vilja hava. Innan móta síggja vit sama fyribrigdi, har framúr design verða plagierað og massaframleidd.

Plagiering er ikki serliga behagiligt evni at fara í holtur við. Tað er eymt og nógv lættari at lata vera, tí evnið er so flóvisligt og slættligt og inniber ein áleikandi vanda fyri at skjóta spurvar við kanónum. Tey eru annars fleiri, sum gjøgnum tíðina hava roynt at venda lutfallinum við og hava mett plagiering vera eitt slag av viðurkenning sjálvum sær - hetta tykist eitt nú Oscar Wilde halda í speisku orðingini omanfyri. Men longur afturi í søguni helt Platon sum kunnugt, at listin hermir eftir lívinum og at list harvið er hermandi í sjálvum sær.

Listarlig eftirgerð hevur í øldir verið praktist grundarlag og námsfrøðilig mannagongd á listaskúlum kring allan heim – sjálv brúki eg eisini hesa mannagongd í myndlistundirvísing á miðnámi. Á hesum øki er sama sannroynd galdandi sum alla aðra staðni; vit standa øll somul á herðunum á okkara forfedrunum – tað gera listafólkini eisini. Um vit hyggja at listini hjá t.d. Hansinu Iversen hevur hon latið seg inspirerað av t.d. colorfieldmálarum og av finsku listakvinnuni, Ninu Roos, sum í hálvfemsunum veitti henni stóran íblástur. Men Hansina hevur verið opin um íblásturin og hevur greitt frá honum í samrøðum, og so hevur hon síðani ment sítt egna úttrykk, so at eingin ivi er um originalitetin.

Plagiering gongur fyri seg alla tíðina á øllum økjum og innan øll listasløg. Tað er bara soleiðis, at ójavnt er býtt og meðan summi sita og kýta seg og stríðast við at finna uppá, eru onnur vælsignað við listarligum gávum og streymum av listarligum hugskotum. Men sjálvt um plagiering og epigonarí oftast meira er motiverað av ómegd enn av óndskapi og sjálvt um eftirgerðin ikki er illa meint og í grundini eitt slag av rós, ja so gongur tað út yvir listafólk, sum verða systematiskt plagierað.

Originalitetur hevur havt týdning innan listina síðan renesansuna. Áðrenn var ikki vanligt at signera list og tá skuldi títt listarliga úttrykk helst minna um tað hjá tínum undanmonnum. Við renesansuni kom dyrkanin av menniskjanum og av einaranum og hetta hevur hildið á síðani bæði innan fyri listainstitutiónina og inni í diversum møbilhandlum, har skelti vísa á, at tey selja “Ektaða” list. Í hálvtrýssunum og trýssunum problematiseraði listamaðurin Andy Warhol ta áður so heilagu meginreglu viðv. originalitet og gjørdi kopiering til ein part av síni listaligu mannagongd. Men hóast modernaða listin hevur sett kritiskar spurningar til tað mesta, eisini til sjálvt upprunahugtakið, er dyrkanin av tí ektaða hildin fram og í dag verður list handlað fyri so nógvar milliardir, at almennu søvnini ongan kjans hava upp ímóti russiskum oligarkum og arabiskum oljusjeikum. Verk hjá Leonardo da Vinci og Vincent van Gogh hvørva á henda hátt úr mannaeygum inn í okkurt privat milliarderasavn.

Gevur tað nakra meining at viðgera ein tílíkan spurning í dag? Tað haldi eg, tí originalitetur hevur framvegis týdning innan listina. Tað eru tey, sum bera fram síni egnu boð uppá nakað nýtt og øðrvísi, sum eiga størsta áhugan innan listina. Eg haldi, at vit í Føroyum geva okkum ov lítið far um originalitet í sambandi við ta dygdarmeting, sum altíð er partur av tilgongdini, tá listafólk senda inn verkhugskot til framsýningar, játtanir og kappingar av ymiskum slag. Eitt dømi kundi verið minnisvarðin í Svínoy hjá Edward Fuglø, sum tó at hann bæði í hugskoti, skapi og staðseting sýnist avbera vakur, ikki tykist serliga originalur.

Tað var annars ein viðmerking til eina mynd hjá Finleif Mortensen, sum setti gongd á hesa hugleiðing. Tað var nevnliga ein, sum helt, at málningarnir hjá Finleif Mortensen eru farnir at síggja meira út sum málningar hjá Zachariasi Heinesen enn málningarnir hjá Zachariasi sjálvum. Hetta er nakað av eini útsøgn, ið er áhugaverd uppá fleiri mátar, og sum eg skal koma aftur til.

Ein orsøk til, at listarlig eftirgerð eigur at verða viðgjørd er eitt samtíðarligt rák, sum ikki tekur upphavsrætt í nóg stórum álvara og hetta fevnir um alt frá design, list og til gerandislív í skúlum, miðlum og stovnum. Tí alt kann googlast, bæði myndatilfar og upplýsingar um hetta og hatta, so vit googla, stjala ella gloyma at spyrja ella upplýsa hvaðani vit hava okkara vitan/tilfar. Og meðan øll møgulig onnur sløg av stuldri verða revsað, verður hetta slagið í stóran mun góðkent í okkara samfelag. Eitt er at tílíkur stuldur tykist ómoralskur umframt grunnskygdur, men plagiering er óskynsom á so mangan hátt. Eitt er, at hon skapar eina mentan, har tað er í lagið, at særa upprunafólkini við at ignorera teirra avrik og tað er skeivt; tað fer einki av okkum um vit upplýsa hvaðani vit hava okkara upplýsingar, tilfar ella stíl. Vit eiga at kreditera opið tann ella tey, sum hava gjørt eygleiðingina ella skapað tilfarið, sum vit brúka. Hetta skapar gjøgnumskygni og eg billi mær inn, at ein tílíkur arbeiðsháttur er okkum øllum til gagns.

Men er tað ikki púra vanligt at læna og stjala frá hvørjum øðrum á listaøkinum? Jú, eg hugsi so við og tað er í fínasta lagi, at lata seg inspirera av øðrum listafólkum. Men munur er á at lata seg inspirera og at plagiera eisini sjálvt um listahugtakið frammanundan er óluksáliga trevsut og list als ikki er nakað vart heiti. Øll kunnu vera listafólk ella siga tey eru tað. Og dittar mann sær at meta um dygd og finnast at t.d. vantandi originaliteti, er tað beinanvegin onkur, sum himlar uppgevandi við eygunum, vónleyst relativiserandi og deklamerandi: HVAT ER LIST og hvør skal kunna døma og skulu vit ikki heldur bíða til øll eru deyð, meðan tey meira subtilu tosa um hvussu vit mest professionelt kunnu sleppa púra undan kvalitetshugtakinum innan list og listaviðgerð, tá tað nú allíkavæl er bundið at subjektivum smakki og ikki gevur meining í mun til galdandi diskurs. Sostatt fáa vit eitt av handahógvi merkt eskapistiskt listaumhvørvi, har øll doyggja og detta uppeftir, tá onkur ikki heldur hvørt tað einasta kreativa spjálkið her um leiðir vera fantastiskt.

Og jú, víst hava vit fantastiska list í Føroyum. Men vit hava so ófatiliga nógv meira av ikki serliga fantastiskum kreativum arbeiði, ið tó gevur meining uppá so nógvar mátar. Sum so mangan staðfest er áhugalistin neyðugi gróðrarbotnurin hjá yrkislistini og alt gott um tað. Men nú eri eg komin til hatta har um tað yvirhøvur er ein trupulleiki at herma. Eg hugsi, at svarið má vera fleirbýtt bæði í mun til orsøkina til at hermt verður og í hvønn mun hermingin gongur fyri seg. Grundin til, at fleiri mála sum Zacharias Heinesen og Ingálvur av Reyni er, at sum áður nevnt, at hetta úttrykkið selur og at tað selur væl. Serliga ferðafólk, ikki minst tey donsku keypa og dyrka narrativið við sterku føroysku landslagshevdini – eg veit ikki um tann eksotistiska allýsingin fær teir at føla seg meira tryggar, men føroyingar dáma tað eftir øllum at døma eisini væl. Tó er fatanin av føroyskari list meira eintýðing avmarkað í Danmark, og tí er tað kanska, at hvørki gallaríir ella auktiónir í Danmark geva sær far um hugtøk sum originalitet, plagiering ella dygd, tá tey framsýna føroyska list. Um mann googlar orðini “Færøsk kunst” tysja koloristisk, semikubistisk landsløg fram, sum umframt at vísa hvussu foreinklað danska ímyndin av føroyskari list er - eisini sigur okkum, at ein persónur sum Finleif Mortensen fyllir ómetaliga nógv á hesum økinum. Á google-myndini her niðanfyri er bert ein einstakur málningur eftir Zacharias Heinesen og tað sigur ikki so lítið. Uttan atlit til uppruna ella eftirgerð verða originalar og plagiat settir til sølu síðu um síðu. Framúrskarandi list og skrambul lið um lið – tað er ófatiligt at síggja verk hjá Zachariasi Heinesen, sum líka síðani fimtiárini hevur stríðst og leitað og ment sítt egna ikoniska myndamál og myndevni, hanga við síðuna av lættkeyptum eftirgerðum. Og vit síggja tað altso eisini í gallaríum og onkuntíð enntá í Listasavninum.

Innan tónleik eru fastar mannagongdir innan upphavsrættarmál í tónleiki. Har telja tey heilt einfalt tónar og taktir fyri at avgera um ein sangur er eftirgerð av einum øðrum. Innan design og myndlist hava vit ikki eins greiðar mannagongdir, men um vit brúka málningarnir hjá Finnleif Mortensen sum ítøkilig dømi, so líkjast teir málningum hjá ZH á at kalla øllum brøgdum frá serstaka glitrandi, ljósfangandi myndaflatanum, ið er settur upp við parallellum strokum á eina bjartlitta undirmáling við týðiligari, ofta bláari umhvarvsstriku. Hann brúkar somu litir, kompositiónir, myndamál, málihátt og myndevni sum fyrimyndin og hevur enntá málað útsýnið úr vindeyganum hjá ZH uppi á Varða. Her kann mann hugsa, at tað verður meira stuttligt enn farligt. Men spurningurin er hvat upprunalistafólkini halda um tað, tí tað gongur út yvir teirra egna vinnuveg, at fólk keypa eftirgerðir og spurningurin er eisini hvat tað ger við almenna hugsunarháttin um vit góðtaka skipaða eftirgerð.

Onkur eftirgerð er í lagið – tað er fínt at næmingar herma, tað er fínt í kvøldskúlum og, tá verður gjørt sum ein tilvitað og opin heilsan til avvarðandi listafólk ella sum ein partur av menningini hjá einum ungum listafólki. Men í einum so avmarkaðum marknaði sum tí føroyska listamarknaðinum haldi eg meg kunna staðfesta, at plagiering er ein trupulleiki hjá teimum, ið verða plagierað. Vit kunnu hvørki banna eftirgerð ella keypi av eftirgerðum, men eg haldi, at vit skulu viðgera evnið og í øllum førum miða okkum eftir, at eftirgerðir ikki verða góðtiknar í almennum søvnum, kappingum og miðlum.

Færøsk kunst - googlað 14.aug.2019 - sær ikki út til, at vit hava nakran kjans á Veneziabiennaluni

Færøsk kunst - googlað 14.aug.2019 - sær ikki út til, at vit hava nakran kjans á Veneziabiennaluni

Eitt sindur um listarliga eftirgerð.jpg

List og eftirgerð - hvat er hvat?

Dropi í havi.jpg

 Ein dropi í havi av blankpoleraðum silvurtárum/ dropum kring heimin og í Svínoy