Myndaódn og gløgg list í Steinprenti

IMG_1596.jpg

Fríggjadagin 13.desember klokkan 16-18 brestur ódn á í Steinprenti - hetta er tó ikki tað destruktiva náttúrufyribrigdið, sum vit eru alt ov von við hesa ársins tíð. Talan er hinvegin um tann árliga kreativa myndastormin av eini framsýning, sum tekur samanum listaárið við verkum m.a. grafiskari list úr Steinprenti í ár.

Aftur í ár er nógv gott í at velja. Nýggjastu steinprentini hjá Claus Carstensen eru ógvislig bæði myndevnisliga og koloristiskt. Tey eru loddrøtt, appilsinreyð, grøn og svørt við einum plakat- og fanzine-kendum úttrykki, sum sýnist dekorativt og skitið um somu tíð. Loddrætti bygnaðurin við tveimum litum, sum eru prentaðir ísenn í einum sonevndum irisprenti, bera brá av øgiligum dynamikki sum eru prentini flogin ígjøgnum pressuna. Eisini myndevnini eru ógvislig av snerkjandi, etandi, starandi apum og verum, sum um somu tíð eru djóra- og menniskjakend.

Torbjørn Olsen hevði í november sína framúrskarandi og væl vitjaðu málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini hekk eittans prentmynd. Hetta er enn ein altartalva, sum Torbjørn hevur tulkað grafiskt í einum steinprenti, hendan er av undrinum í Emmaus, tá tann krossfesti Kristus vísir seg fyri tveimum av sínum lærusveinum. Tað tók Torbirni eina løtu at finna ta røttu koloristisku samansetingina, og á Myndaódnini verða nøkur av áhugaverdu royndarpentunum framsýnd, umframt nýggj prent eftir t.d. Kirstine Roepstorff, Trónd Patursson. Julie Sass, Bárð Oskarsson, Mie Mørkeberg, Fríðu Matras Brekku og Peter Callesen.

Við á framsýningini verða nakrar hugfarsligir og poetiskir vatnlitamálningar hjá the one and only Tóroddi Poulsen. Her eru eisini málningar hjá Rannvá Kunoy, sum júst hevur verið í Føroyum í sambandi við Kærleikskúluna, sum hon hevur prýtt í ár. Rannvá Kunoy er í ferð við eitt altjóða gjøgnumbrot innan myndlistina. Hennara verk gerast í alsamt størri mun partar av týdningarmiklum privatum søvnum, m.a. Saatchi í London. Hon verður framsýnd altjóða, men altso eisini í Havn. Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at vera fikserað í tíð og rúmi. 

Myndaódnin er síðst men ikki minst karmur um spildurnýggju prentini, sum Hansina Iversen hevur gjørt til Steinbrá, ið er felag fyri listaáhugað og stuðulsfelag hjá Steinprenti. Øll kunnu melda seg í felagið, tað kostar 500 krónur um árið og limagjaldið fer beinleiðis í rakstur av Steinprenti. Limirnir fáa eitt gávuprent um árið - Talan er um dygdarlist, sum kostar væl meira enn limagjaldið, skuldi ein ynskt sær at keypt tað uttan limaskap. Verkini hjá Hansinu eru í skrivandi stund ikki heilt turr, men til ber longu nú at staðfesta, at tað verður ikki lætt hjá limum at kjósa sær prentmynd í ár. Tær fýra kompositiónirnar hjá Hansinu Iversen eru ymiskar, men allar eru tær framúrskarandi – at síggja til fullar av einum hugtakandi blandi av sprækligum framfýsni og inntonktari tøgn, av litum, strukturum, rørslum, av flatleika og dýpd og eini kenslu av, at her hendir nakað.

Og rætt er, at tað hendir nakað innan fyri føroyska samtíðarlist. Far bara oman í Steinprent og hygg fríggjadagin! Øll eru hjartaliga vælkomin og hevur mann hug at melda seg í Steinbrá, ber tað væl til - mann fær gávuprent á standandi fót og gløgg afturvið!

14956E90-209C-4F02-AB3E-EDEB4921E7C9.jpeg