Eg oyggjar veit...
/Nýggj listaframsýning í Víngarðinum
Eg oyggjar veit – soleiðis byrjar ein av okkara kendastu tjóðskaparyrkingum, sum eina tíð eisini átti heiðursplássið sum tjóðsangur og fyrsti sangur í Føroya Fólks Sangbók.
Eg oyggjar veit er eisini heitið á einari lítlari, fjálgari og ljósglitrandi listaframsýning, sum letur upp í Víngarðinum mitt í Havn leygardagin 14.desember klokkan 15-17. Við á framsýningini verða nýggj og eldri verk eftir Zacharias Heinesen, Marius Olsen og Ásmund Poulsen, sum á ymiskan hátt tulka Føroyar. Framsýningin verður tessvegna fjølbroytt við málningum, foto og grafiskum prentmyndum.
Áðurnevnda yrkingaregla hjá Fríðriki Petersen er sjálvsagt tjóðskaparliga motiverað og orðað av einum yrkjaraegi, sum kennir sítt heimland og tí veit hvussu tað tekur seg út í skiftandi árstíðum. Føroyska landslagið er sum kunnugt høvuðevnið í klassiskari føroyskari list og poesi, men tykist framvegis hava stóran týdning fyri føroyingar. Um hetta kemst av, at vit kompensera fyri landafrøðiligar og tjóðskaparligar minnilutakenslur ella vit i roynd og veru búgva í einum óvanliga vøkrum landi, har náttúran kennist nær allastaðni, er óvist. Eitt er tó vist og tað er, at landið er har í allari sínari dýrd í túsundtals myndum, sum vit í heilum taka við okkara fartelefonum og seta á sosialu miðlarnar.
Landslagið er í ein ávísan mun myndevnisliga útgangsstøðið hjá Zachariasi Heinesen, men allíkavæl er tað ivasamt um hansara myndir eru so mikið naturalistiskar sum tær mangan verða fataðar. Stundum hevur tað virkað næstan margháttligt, tá áskoðarar kjakast um hesin og hasin málningurin hjá ZH man vera úr Bø ella úr Elduvík, tá tey í veruleikanum standa framman fyri einari nokk so abstraktari og geometriserandi kompositión, har tað topografiska hevur minni at siga enn litir og kompositión. Zacharias Heinesen er ein sannur meistari innan málningalistina. Ein grundleggjari, sum endurnýggjar seg. Í hansara nýggju myndum er ein serlig gylt glæma og ein spælandi kolorisma, sum fær allan myndaflatan at liva og lýsa.
Marius Olsen telist somuleiðis millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Hansara landslagstulkingar sýnast um somu tíð greinandi, sansaligar og vakrar.
Sum fotografur lýsti Ásmundur Poulsen heimlandið í stórbærum fotomyndum, ið ofta eru gjølliga komponeraðar. Á framsýningini í Víngarðinum er ein fotomynd, har føroyska landslagið gerst átøkt eini abstraktari mynd við tølandi skapum, sum sýnast trekkja seg fram og aftur í myndarúminum, alt eftir hvar áskoðarin fokuserar. Men so samlast myndevnið og vit varnast, at hetta eru svartir klettar og silvurlitt hav.
Eg oyggjar veit – Vit vita av hesum oyggjum og vit bera tær í okkara huga og tilvitsku og kenna tær aftur í listini bæði tá tær eru har og ikki.
Til upplatingina fæst heimagjørt gløgg afturvið listini. Øll eru hjartans vælkomin leygardagin 14. Desember klokkan 15-17 í Víngarðin í Tróndargøtu 31 í Havn.