JÓN SONNI JENSEN er úr Vestmanna, hann er útbúgvin í Onglandi og luttekur á Várframsýningini.
1.Kanst tú í stuttum greiða frá tær sjálvum og tínari list?
Eg eiti Jón Sonni Jensen. Eg eri 26 ára gamal og tó, at eg so gott sum altíð havi verið kreativt virkin, var tað ikki fyrr enn 18 ára aldurin, at eg av álvara setti mær fyri, at eg vildi finna mína rødd sum listamaður. Áðrenn hetta, var mítt virksemi sera spjatt, óskipað og leitandi. Í fleiri ár kann man gott siga, at eg var málari burtur av. Eg málaði í høvuðsheitum grafiskar myndir av menniskjakroppinum. Eg minnist, at eg um hetta mundið helt meg hava funnið mína hill. Tað, sum eg var mest upptikin av tá, var at koma á listaskúla, bæði fyri at menna meg sum listamann og byggja uppá tað, sum eg visti. Men endamálið var fyri meg mest at fáa prógvið, og soleiðis fáa heitið ‘yrkislistamaður’. Lítið visti eg um, at skúlin fór at vera so grundleggjandi týdningarmikil fyri mína menning, sum hann varð. Eg byrjaði at lesa BA (Hons) Fine Art í Norwich, Onglandi, í 2009. Nú eru knapt trý ár liðin síðan eg var liðugur og flutti aftur til Føroyar. Enn snýr mín list seg um menniskjakroppin, men í dag er mítt myndamál heilt øðrvísi. Mín avmyndan av mannakroppinum tekur støði í altjóða læknavísund og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi leggi eg serligan dent á ymisk ástøði og framgongdir innan læknavísundaligari tøkni. Tøkni, sum alsamt tykist at broyta hvussu menniskjan verður ímyndað og hvussu vitanin um samleika hennara broytist í heilum. Eg eri farin at arbeiða nógv við skulptur, myndatøku og sjónbandalist síðan eg byrjaði at lesa myndlist í Onglandi, og míni yndistilfør eru gummi og latex, hesi tí tey, eftir mínum tykki, eru best í til at bera fram tað, sum eg vil siga við list míni. Umframt myndlist, takist eg eisini við at myndprýða barnabøkur, fløguhúsar, mótamyndatøku, innandura sniðgeving o.a.
2. Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?
Tá eg hugsi um mínar royndir, og tær hjá vinum, sum eisini hava gingið á listaskúla, er eyðsæð at tað, sum sermerkir hvønn skúla, eru ymisleikarnir sum hoyra til hvønn einstakan. Hvør skúli leggur dent á ymisk høvuðsmál, og tað ber við sær at ‘vøran’, sum kemur úr skúlunum er ógvuliga ymisk, og hetta er áhugavert. Eg kann bert tosa út frá egnum royndum, og har er mín heilt greiða áskoðan tann, at hesir ymsu skúlarnir skapa ein sum listafólk í ein ávísan mun, um ein vil tað ella ei. Skilt á tann hátt, at eg neyvan hevði verið sami listmaður, um eg hevði gingið á øðrum skúla. Tað er harmiligt, at vit ikki hava atgongd til listaskúla í Føoyrum. Hetta kann hava við sær keðiligar avleiðingar sum t.d. at fleiri av okkara evnaríku einstaklingum kring landið sita einsamallir og framleiða sína list. Og er tað nakað eg havi lært frá mínum upphaldi uttanlanda so er tað, at afturboðanir og kritikkur uttanífrá kann hava alt at siga í menningini í listarligu tilgongdini. Trot av hesum kritikkinum, sum m.a. skúlar veita, kann halda listarliga støðinum og listarligu fatanini niðri og gera tað at hon lættliga gerst einstáttað og snævur. Hetta sæst tíverri eisini í onkrari list, sum hevur verið frammi í seinastuni. Eftir mínum tykki, er tann grundleggjandi saknurin tann atfinningarsami og spyrjandi liðurin, sum er so eyðsýndur, nærverandi og neyðugur, í skúlum. Uttan atfinningar ella ‘konstruktivan kritik’, kann listin gerast ov grunn og ókryddað.
3. Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?
Ein tann mest umráandi liðurin í førleikanum til framgongd er ástøði. Tess meira ein veit, tess størri gerst tilvitanin um hvat ein er førur fyri og serliga eisini hvat ein helst ikki skuldi gjørt. Vitanin er við til at fáa ein til at tora at spæla, og týdningarmiklast av øllum, at tora at miseydna. Vitan førur til menning, førleikar og hugskot sum eru egin og spennandi, tí við vitanini kemur tilvitanin um hvat longu finst, og tí hvat ein ikki skal gera eftir, av tí sum longu finst. Tí tað er ‘originaliteturin’, sum er so avbjóðandi, men eisini so stimbrandi fyri bæði áskoðarar og listafólkið sjálvt. Uttan hendan frumleikan er ongin famgongd. Vit verða bara avrit ella endurrit av tí, sum longu hevur verið. Og her er tað at ‘google’ mentanin kemur inn í leikin, har skapari gerst kopi og kopi gerst enn eitt kopi og so framvegis. Og her er tað eg fegin vil venda aftur til grundleggjandi spurningin: Hvar er samleikin, og hvat er hann fyri nakað?
Mangan tosa vit um sokallaða ‘føroyska list’. List, sum aloftast verður knýtt at føroyskari náttúru ella mentan. Hetta meini eg ikki noyðist at vera soleiðis. Tí bert at venda eygunum móti Føroyum, førir kanska ongantíð til nakað. Tað sum vit sum føroyingar mugu vita er, at hóast listin kann sýnast altjóðagjørd, og alt gott um tað, so hevði listin ikki vera tann hon var, uttan at fólkið var føroyskt. Ergo merkir hetta, at alt verður sætt frá einum føroyskum sjónarmiði. Og tað er júst hetta sjónarmiðið sum kann vera so spennandi. Høvdu vit megna at savna okkara dugnaligastu og mest lovandi listafólkum á einum listaskúla, hevði hetta ført við sær at vit høvdu skapt ein sterkari og breiðari samleika. Eina betri fatan av, hvat tað merkir at vera eitt føroyskt listafólk, og hvussu føroyski listarligi samleikin er so ymiskur. Hetta hevði eisini ment seg, um vit kundu skipað ein skúla, sum aðrar listaskúlar. Við sterkum og fjølbroyttum ástøði, fyrstahonds frálæru frá viðurkendum listafólkum og serfrøðingum her heima og úr útlandinum, kundi hetta opnað eina verð fyri nógv, sum annars var duldur í teirra kjallarum heima við hús. Við at miðsavna listarligu fjøldina, og fingið hana at samstarva sum eina størri eind, hevði ein betri lært seg at kenna sín basa í mun til altjóða støðið sum finst runt um okkum. Ein hevði havt betri hølismøguleikar, betri atgongd til neyðugar hentleikar, ið ein annars ikki hevði havt, og verið kringsettur av støðugum kritikki, sum hevur alt at siga fyri menningina hjá einum sjálvum. Við at sleppa til hesi amboðini og hesa vitanina, hevði ein lært hvussu man kundi vera í støðugari framgongd, sjálv eftir lokna skúlagongd. Vit høvdu lært um tilgongdirnar hjá øðrum, og lært av teimum. Vit høvdu savnað vitan inn undir okkum, sum vit annars ikki kundu fingið, og soleiðis skapt eina stinna og fasta framgongd.
Fáa vit ein listaskúla, fáa vit at síggja hvussu tað er møguligt at ala ein sterkan her av listafólkum við einum felags samleika, sum tó hevði verið so ymiskur. Fáa vit ein listaskúla, so fer okkara mentanarpallur av álvarar at blóma.