Olaf Johannesen innstillaður til Reumert fyri 3 høvuðsleiklutir
/Væl vita vit av, at Olaf Johannesen er ein sjáldsama dugnaligur sjónleikari, men at verða innstillaður til Reumert-heiðursløn í kategoriini Ársins mannligi leiklutur fyri tríggjar høvuðsleiklutir, tað staðfestir, at talan er um ein sjáldsaman sjónleikara av heilt serligum karat. Olaf Johannesen hevur verið ómetaliga arbeiðssamur og hevur havt sjáldsama nógvar høvuðsleiklutir, sum hava verið fagnaðir og sera jaliga ummældir. Fyrr í ár vann Olaf Teaterpokalen fyri leiklutin sum Adolf Eichmann í leikinum Samtale før døden. Reumert er fínasta teaturheiðursløn í Danmark og Olaf Johannessen er tilnevndur Reumert fyri Samtale før døden, har hann hevði leiklutin sum Eichmann í Betty Nansen Teatret, fyri leiklutin sum Hendrik Höfgen í Mefisto og fyri leiklutin sum Proctor í leikinum Heksejagt (Hatursfuglar) á Det Kongelige Teater.
http://www.aaretsreumert.dk/%C3%A5rets-reumert-nomineringsm%C3%B8de-2015