Claus Carstensen í ARoS
/Fríggjadagin 29/5 letur ein hørð og kontant framsýning upp við heitinum WHAT´S LEFT (IS REPUBLICAN PAINT) – NINE SISTERS í listasavninum í Århus, ARoS. Claus Carstensen hevur gjørt tey hundrað verkini á framsýningini, hann er danskur myndlistamaður, ið hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum, m.a. Skriftin á Steininum (saman við Tóroddi Poulsen) í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2010 og Klaksvikaffærer í Norðurlandahúsinum í 2011. Í Dimmalætting komandi (29/5) er ein grein um framsýningina og tað er somuleiðis Claus Carstensen, sum hevur skrivað Vikuyrkingina hesaferð. Claus Carstensen er við á bólkaframsýningini Grafisk Sambond, sum letur upp í Kastrupgaardsamlingen 17/6. seinni í heyst, 24/10 verður grafiska framsýningin at síggja í Norðurlandahúsinum.
Claus Carstensen Uden Titel (Krystufek – Efter Steen Møller Rasmussen ), 2001. 200 X 150 Cm. Courtesy The Artist. Fotografi: Anders Sune Berg
Claus Carstensen í Steinprenti