Ian McKeever í Listasavninum Listin er til staðar!

 

Ofta verður dentur lagdur á, at “Listamaðurin er til staðar” til eina framsýningarupplating - hetta er eitt slag av eyka reklamu, at tað ber til at síggja og heilsa uppá giraffin umframt at njóta hansara ella hennara listaverk. Á framsýningini, sum læt upp í Listasavninum síðsta fríggjadag var listamaðurin til staðar við lít, hann helt eina hugtakandi einfalda og væl orðaða røðu um hvat hansara list snýr seg um. Men á framsýningini  Between Darkness and Light er tað fremst av øllum listin, ið er til staðar á ein hugtakandi stillan, men insisterandi hátt.

Tað er ikki oftari enn so, at vit uppliva samtíðarlistafólk av tílíkum altjóða týdningi, sum Ian McKeever her á landi, tess meira spell er tað, at ikki meira enn eini 45 fólk høvdu leitað sær niðan til fernisering. Føroyingar eru nokk so giggutir í so máta og møta betur upp, tá listafólkið er føroyskt. Framsýningin er sett saman av nonfigurativum myndum, sum hanga óalmindiliga væl í rúminum. Hetta er ein sjáldsama still framsýning, gamli Listaskálin hevur neyvan verið so kyrrur áður. Meginparturin av myndum eru smáar, tað snýr seg um træplátur við límaðum lørifti, sum síðani eru málaðar. Í øllum myndunum er tað varhugin, sum ræður. Tú heldur teg hóma okkurt, tú hyggur meira gjølliga, men so hvørvur tað, tí myndin ímyndar ikki nakað ávíst.

 

Ljós og myrkur

Ljós og myrkur ljóðar næstan eitt sindur gamaldags í einum samtíðarligum framsýningarheiti – í øldir hava ljós og myrkur verið grundleggjandi partur av listini. Listasøgan kundi fyri tað havt ljós og myrkur sum eitt undirheiti og í ávísum tíðarskeiðum hava ljósfyribrigdini havt ein beinleiðis høvuðsleiklut, t.d. í barokkinum. Frá teirri tíðini kenna vit døkku myndarúmini, sum verða upplýst eins og av einum ljóskastara til tess at vísa á ljós í myrkri, ella clair obscur, sum hetta verður nevnt. Ljós og myrkur er eisini rættiliga grundleggjandi innan fotografi, og ein partur av framsýningini er fotomyndir. Hesar fotomyndirnar tykjast eisini nonfigurativar, tó at tær eru tiknar í heiminum hjá listamanninum. Hann hevur fotograferað staklutir, millumrúm, skuggar í nærmyndum, har tað ikki sæst hvat tað er, listamaðurin hevur avmyndað.

 

Stilli

Eg skrivaði longur uppi, at framsýningin er still og stillar framsýningar elva ikki til mong orð. Tá eg einaferð spurdi føroysku listakvinnuna Hansinu Iversen, sum eisini málar nonfigurativt, hvat árin hon ynskti hennara myndir skuldu hava á áskoðararnar, var svarið friður. At hon ynskti, at fólk skuldu binda frið framman fyri myndunum og bara vera. Júst somu kenslu fái eg í Listasavninum til framsýningina hjá Ian McKeever, men tað er ikki ein avkláraður, liðugur friður. Friðurin er spentur, á tremur í innihaldi, sum tú bara hómar og varnast. Skapini á myndunum eru avrundað, organisk og formatini á træplátumyndunum minna um ikonir men eisini um portrettmyndir. Tær hava somu stødd og format sum ein andlitsmynd hevði havt. Á ein hátt tykist framsýningin snúgva seg um menniskjað, ikki nakran ávísan persón, men meira um menniskjatilveruna sum heild.

 

Uppheinging

Tær 32 smáu træplátumyndirnar eru kjarnin í framsýningini, tær hava verið sýndar í Køln og aftaná tað í Sønderjyllands Kunstmuseum. Men harumframt er eitt úrval av eldri og nýggjum myndum hjá Ian McKeever til tess at geva okkum innlit í listina hjá honum í breiðari høpi. Eg haldi, at mátin, framsýningin er hongd upp, er inspirerandi. Í staðin fyri at fylgja støddini og t.d. heingja stórar myndir á stóran vegg, tykist fokus vera á heildini og eini samanhangandi rútmu inni í salinum,og tað fungerar ómetaliga væl. 

 

Skuggar

Í veruleikanum er tað meira tað, sum liggur millum ljós og myrkur, sum er høvuðssakin í framsýningini hjá Ian McKeever. Tí hon er full av skuggum og tá tú gongur runt í framsýningarrúminum er tað næstan, sum um skuggarnir flyta seg við broytingunum í ljósviðurskiftunum, sum koma av, at sólin kagar fram osfr. So sjálvt um framsýningin kennist still er eitt øgiligt lív í henni. Á vegginum niðriundir balkongini er ein røð av smáum, blóðreyðum myndum, sum tiltrekkja áskoðaran við sansaliga vakra litinum, og stendur tú eina løtu framman fyri teimum myndunum, kennist tað eitt sindur sum at hyggja inn í teg sjálva og títt egna blóðrensl. Og tað er ringt ikki at koma í tankar um framsýningina hjá Rannvá Kunoy í  1999 við røntgen- og blóðrenslíblástum myndum. Men yvirhøvur eru vit nøkulunda á somu leið í myndunum hjá Rannvá Kunoy og Ian McKeever. Sama óvissan ræður, tá tú hyggur at myndunum og sær okkurt, sum tú ikki sást fyri løtu síðan eins og tú kanska sært tað, tú í grundini ikki sært, meðan tú møguliga ikki ert vís í, at tú sært tað, sum tú í veruleikanum sær. Ian McKeever leggur eisini stóran dent á at skapa ymiskar dýpdir í myndirnar við slørum omanyvir og opum inní, fleiri av myndunum eru komponeraðar yvir eitt leyst netmynstur við fleirtýddum dýpdum. Tað er eitt ordans kupp, at Listasavnið hevur fingið hesa framsýningina, so at føroyingum býðst høvi at síggja heimslist av hægstu karat.