Føroysk listasensatión í London

 

Tað er ikki at taka munnin ov fullan, at kalla tað eina sensatión og eitt veruligt gjøgnumbrot, at eitt av týdningarmestu bretsku samtíðarlistasavnunum, Saatchi Gallery í London hevur keypt fimm myndir frá føroysku listakvinnuni, Rannvá Kunoy. Hetta er í grundini so mikið stórt, at tað næstan ikki er til at fata. Saatchi Gallery varð stovnað í 1985 av bretska reklamumanninum og listasavnaranum Charles Saatchi, Saatchi Gallery var staðið hjá Young British Artists og hevur líka síðani ligið sera frammarlaga innan samtíðarheimslistina.

3 ára starvsløn frá Mentanargrunninum

Á ein hátt er tað als ikki løgið, um Rannvá Kunoy skal gerast fyrsta føroyska myndlistafólkið við einum altjóða gjøgnumbroti. Hennara listarliga leið hevur verið serlig heilt frá byrjan, tá hon sum bert 23 ára gomul hevði serframsýning í Listasavni Føroya. Rannvá Kunoy er fødd í 1975 í Havn, hon nam sína listarligu útbúgving í London, og hevur búð har síðani - tað verða nú tjúgu ár. Tað er ikki bara orsakað av frástøðuni millum London og Føroyar, at long tíð gongur ímillum, at vit síggja framsýningar hjá Rannvá Kunoy, tí soleiðis hevur gongdin yvirhøvur verið hjá sjálvatfinningarsomu listakvinnuni, at hon hevur havt lutfalsliga fáar framsýningar og at hon í longri tíðarskeið hevur tilskilað sær rætt til at arbeiða í friði og náðum. Hetta hevur borið til hjá henni m.a. orsakað av stuðuli heimanfrá, hon er ein teirra, sum hevur fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum og týdningurin av hesum kann ongantíð yvirmetast. Á vangamyndini hjá Rannvá Kunoy í Saatchi Gallery online verða bara 3 framsýningar nevndar og harav er tann eina í heimbýnum, har Rannvá Kunoy hevði eina stóra framsýning í 2010 í Norðurlandahúsinum í Havn, í 2007 hevði hon eina týdningarmikla framsýning í Galerie Diana Stigter í Amsterdam og í ár hevur hon havt framsýning í Centre PasquArt í Biel í Sveis. Henda síðstnevnda framsýningin er kanska tann týdningarmesta av øllum, til  ta framsýningina, varð eitt fínt katalog framleitt við myndum og teksti, sum Felicity Lunn hevur skrivað um málningarnar hjá Rannvá Kunoy.



Málningar við rúmligum árini

Vit siga ofta um myndlist, at upplivingini av einum veruligum málningi er nógv meira intens enn at síggja eina reproduktión av myndini í eini bók. Hetta er í ógvuliga stóran mun galdandi fyri nýggju myndirnar hjá Rannvá Kunoy, ið hava eina serliga rúmliga dimensión, sum tú best upplivir framman fyri sjálvi verkini. Vit sóu nakrar av hennara myndum á Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum í fjør, t.d. fantastiska djúpu myndina Dodd Frank, sum er abstrakt, men sum er full av tilsipingum til málningalistasøguna. Framman fyri myndini kemur tú sum áskoðari í iva um alt. Myndevnið flýtur og glíður onkursvegna undan áskoðaranum og brádliga tykist myndin næstan holografisk, sum var talan um eitt trídimensjonalt rúm í myndaflatanum. Árinið kemst av teimum mongu tunnu málingaløgunum, sum geva kensluna av dýpd og ljósi innan úr myndini frá tí hvítt grundaða løriftinum. Harumframt er tað sum um málingin skínur út í rúmið við bæði metalliskum og yvirjarðligum dámi, men í sama viðfangi forðar listakvinnan okkum í at njóta illusiónina við til dømis rektangulera skapinum, sum er strikað á myndina til tess at leggja dent á flatan. Sum áskoðari upplivar tú at blíva annaðhvørt sogin inn og tveittur út úr aftur myndarúminum, tað er ein ómetaliga spennandi kensla.

 Spennandi!

Og spennandi er júst tað rætta orðið, skilji eg á Rannvá Kunoy, sum fegnast um gongdina. Eg havi spurt um hvussu tað bar til við Saatchi og hon hevur greitt mær frá, at ein sonevndur art advisor sá framsýningina í Biel, Centre PasquArt og sendi katalogið til ein av stjórunum hjá Saatchi Gallery. Katalogið varð væl umtókt, tí Rannvá Kunoy fekk ein fyrispurning um stjórin kundi sleppa at síggja myndirnar í veruleikanum og hon so gjørdi, Rannvá greiðir soleiðis frá: “Síðani læntu tey fimm myndir til Saatchi Gallery, alt hetta var nokk so rokaligt, tí tey komu innan ein tíma at avheinta myndirnar. Hetta var á middegi og tríggjar tímar seinni ringdi onkur frá teirra flutningsfyritøku og takkaði og boðaði frá, at allar myndirnar vóru á veg aftur til mín og eg hugsaði; ókey hatta gekk ikki so væl. Tíggju minuttir seinni ringir stjórin og sigur, at Saatchi elskar málningarnar hja tær, vit eru øll forelskað í myndunum, vit halda, at tú ert framúrskarandi og hann vil hava allar fimm um tað er í lagið við tær. Eg var eitt sindur bilsin, tí eg hevði jú júst fingið heilt øðrvísi at vita, eg segði tað við hana, men hon flenti bara og segði, at hatta visti hon einki um.”

 At mála

Rannvá Kunoy er sera spent og glað um hetta, sum hendir, mest av tí, at tílíkt viðrák gevur henni frið og náðir at gera tað, sum henni dámar allarbest og tað er at mála. Í einum viðtali í Dimmalætting 27/2 sigur Rannvá Kunoy, at hon er “djúpt forelskað í málarínum, eg eri enn púra burtur í tí. Einki annað tøkni er eins gandakent fyri meg ella gevur mær somu kenslu av virðingarótta. Sum einki annað tøkni letur málarí intellektuella ætlan og vilt frælsi reika og blandast saman. Tað er tíðarleyst, tú upplivar tað alt í senn, standmyndir mást tú t.d. ganga rundanum, tekstur má lesast, filmar hava byrjan og enda, málarí er illusión uttan tíð, hetta er sjálvt hjartað í loyndarmálinum hjá málarínum”.