Livandi tómleiki
/Ein frálík fotomyndaframsýning hjá Inga Joensen
Góðar fotomyndaframsýningar hanga ikki á trøunum nakrastaðni og als ikki í Føroyum, men í skrivandi stund og inntil 31.mai er ein tílík at síggja í Havn...
Í Kerinum 40 er bæði ein adressa suðuri í Sumba og ein fín lítil fotoframsýning í Norðurlandahúsinum í Havn. Ingi Joensen hevur tikið myndir av einum húsi, har eingin longur býr og sett tær saman við ymiskum myndum úr sama heimi frá tá fólk búðu í húsinum. Hetta er neyvan fyrstu ella síðstu ferð, at onkur fær hugskotið um at framsýna fyrr - og aftaná myndir, men hesar hava nógv meira uppá hjartað enn bara at vísa tilvildarligar ytri broytingar, sum av sær sjálvum henda við tíðini. Ingi Joensen er útbúgvin á Danmarks Designskole og hevur ofta arbeitt við svarthvítum, viðgjørdum littónaðum fotomyndum, hetta er t.d. galdandi fyri kendu myndina hjá honum, sum var á permuni á Ung 85 plátuni av einari ungari kvinnu í føroyskum klæðum framman fyri pylusvognin á Vaglinum á ólavsøku. Eisini hevur Ingi Joensen arbeitt við einum gerandisligum úttrykki, men tómleikin er afturvendandi evni hjá Inga Joensen, hetta sæst eitt nú í bókum við verkum hjá fotografinum, Reflektión frá 1992 og Støð, støður við teksti hjá Gunnari Hoydal frá 2007.
Familjumyndir
Nýggja framsýningin hjá Inga Joensen er við litmyndum, hon hongur í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum, og er ikki stór í vavi, men tess størri er hon innihaldsliga sæð. Hetta eru fyri ein part myndir, sum tey flestu okkara eiga, familjumyndir frá ymiskum merkisdøgum og vanligum døgum, tá familjan er komin saman at feira eitthvørt høvi, og børnini spæla í túninum, konurnar flenna í køkinum, og ung sum gomul njóta felagsskapin og løtuna til eitt borðhald av onkrum slag. Tær eldru familjumyndirnar eru rættiliga gamlar, men eg trúgvi, at øll, sum eru nøkulunda um miðjan aldur eiga tílíkar myndir. Myndir, sum eru eitt sindur úti av fokus og sum síggja ullintar út, myndevnið er eitt sindur skeivt plaserað í myndarúminum, litirnir eru eitt sindur mislittir, reydligir ella brendir sum teir ofta sýnast á gomlum litmyndum. Eg kenni ikki eitt menniskja á myndini, men allíkavæl er tað sum kenni eg øll, allar leiklutir, allar merkisdagar frá mínum egna uppvøkstri, mínari egnu familju. Og her er onnur orsøkin til, at framsýningin tykist so sterk, sum hon tykist; nevniliga møguleikin fyri identifikatión. Hetta eru ein føroysk stova og køkur og tún. Eg kenni handan mannin, sum til konfirmatiónina hevur sett seg í køkin eina løtu at fáa sær ein royk og eg kenni hasar genturnar í ovurhondsgulu kjólunum, sum eru um at bresta av gulari gleði. Eg kenni uppstillingina í fínu stovu við ommu og abba í miðjuni og børnum og barnabørnum rundanum, eg kenni heklaða dúkin á borðinum og tær brúnu floyalspúturnar á sofuni.
Lívsins grundtreytir
Hin styrkin hjá framsýningini býr í sjálvum grundhugskotinum hjá Inga Joensen, at para tær gomlu familjumyndirnar við nýggjum myndum frá einum nú tómum húsum. Uttan nakað uttanumtos fáa vit serveraðar lívsins grundtreytir, at tað, sum er ikki verður verandi, at ein dag eru hvørki vit ella hini her. Tað er av sonnum skelkandi at síggja somu rúm við somu myndum, tapeti, innbúgvi, dúkum osfr. í nýggjum myndum uttan fólk. Tómleikin følist fullkomiliga lammandi og tú hugsar, hvar eru øll fólkini? Og svarið er júst tað sama sum spurdi tú tínar egnu familjumyndir, at tey gomlu eru deyð og onkur av teimum yngru eisini og børnini eru vaksin og flutt ymsastaðni. Settur yvir av teimum nýggu fólkatómu myndunum, sýnist hitin í felagsskapinum, sum var, so sjónskur og ómetaliga rørandi.
Katalog
Í sambandi við framsýningina hevur Mentanargrunnur Studentafelagsins givið út ein snotiligan, kvadratiskan bókling við framsýningarmyndunum og einum stuttum, men góðum teksti hjá Inger Smærup Sørensen, sum tekur støði í eini skaldsøgu hjá Rainer Maria Rilke, hon skrivar m.a: “Alt samsvarar millum myndirnar. Tað eru tær somu gardinurnar, teir somu málningarnir á vegginum, kenslan av teimum somu luktunum, og tey somu ljóðini, ið blanda seg frá umhvørvinum - seyðurin, hundarnir, ein bilur, ið koyrir framvið. Men eisini ein nýggj kvirra, ein nýggjur tómleiki og ein nýggjur saknur. Og tað er hesin tómleikin, sum er so sterkur, so skelkandi, at upplivilsið av lýsingini hjá Inga Joensen av einum húsi ikki vil fara frá okkum. Tað brennur seg fast í okkum líkasum sjónin av teimum húsunum, ið ikki longur eru til, ikki vildi fara frá unga yrkjaranum hjá Rilke fyri meira enn 100 árum síðani eina helt aðra staðni í verðini”.
Dansistovan í Norðurlandahúsinum er myrk og ikki besta framsýningarstað. Hóast hetta fær henda framsýningin mítt treytaleysa viðmæli. Framsýningin er opin inntil 31.mai.