Hattin av fyri Norðurlandahúsinum
/-Onkur verður provokeraður, hugsaði eg, nú tað hoyrdist, at Norðurlandahúsið verður miðdepil í temadøgum um kynssnaring, sum leiða fram móti tí stóra Faroe Pride tiltakinum lítla ólavsøkuaftan 27/7. Tiltakið er tiltrongt, haldi eg, tí meðan samkyndleiki er meira ella minni góðtikin sum tann náttúrligi partur av heildarkynssamleikanum, ið hann er, eru vit minni tilvitað um fyribrigdi sum tvørkynd, drag-queen, transvestitt, intersex, queer, drag-king, cross-dresser, sum hesar dagarnar fáa eina sakliga, virðiliga og undirhaldandi viðgerð í Norðurlandahúsinum.
Tað er serliga dragshowið hjá Dennis Agerblad, sum fær menn í blekkhúsið og tað skula teir hava loyvi til. Eg rokni ikki við, at teir gera annað enn stóra reklamu fyri tiltakinum, sum eg gleði meg at uppliva 25.juli. Men orðini, sum teir báðir, Jenis av Rana og Jógvan á Lakjuni brúka í sínum lesarabrøvum eru ljót við einum ørkymlandi ekkó frá ótespiligum tíðum. Jógvan á Lakjuni stúrir um framtíðina nú limir í felagnum Gudloysi, LGBT og djórasexfortalarar eru frammi í miðlunum í tíð og í ótíð, og nú sjálvt Norðurlandahúsið skal dragast inn í alla hesa ómentanina, sum hann kallar tað. Har fer Jógvan á Lakjuni skeivur, sjálvt um hann ikki tekur undir við queer mentan, so er hon ikki ein ómentan og í einum demokratiskum samfelag brúka vit ikki sensur. Jenis av Rana brúkar orðið “sjúklig” um framførsluna hjá Dennis Agerblad Band – tað var forrestin eitt orð, sum nazistarnir dámdu væl at brúka um listina hjá Edvard Munch, Emil Nolde og mongum øðrum og tíverri avmarkaði trongdin til at skilja ímillum tað heilsugóða og tað degenereraða seg ikki til listina. Vit skulu øll vera her og við hesi avgerðini um at hýsa einum norðurlendskum tiltaki um kynssnaring, vísir Norðurlandahúsið seg sum ein rúmligan og modernaðan stovn.
Hann er ein av mínum yndislistamonnum, Robin Ova Tolfsen úr Vestmanna, sum nú í mong ár hevur búð í Danmark og sum kallar seg Dennis Agerblad. Hann er ein persónur, mann leggur til merkis, tí hann er nærverandi, blíður og beinleiðis á ein serligan hátt, hetta er kanska nakað, sum lesarin leggur til merkis í svarum hansara til mentanarbrúkaratáttin í hesum blaðnum. Eg møtti honum á fyrsta sinni í Norðurlandahúsinum, tað minnist eg væl, eg haldi, at mamma hansara arbeiddi har, men fyrstu ferð, eg upplivdi hansara myndlist minnist eg enn betur. Tað var á einari stórari framsýning av føroyskari list á Den Frie í Keypmannahavn í 1999. Tá sýndi hann fram nakrar monumentalar, fotobaseraðar myndir av sær sjálvum í einari myrkamorreyðari og nokkso "straight" tjóðveldistroyggju. Tað er ikki lætt at brúka hugtøk sum straight versus queer í føroyskum høpi, vit eru heilt einfalt ikki von at skoða heimin ella listina við tílíkum brillum, men allíkavæl fái eg illa latið vera í eini grein um listina hjá Dennis Agerblad. Queer mentan og list er eitt áhugavert granskingarevni, sum vit enn ikki hava gjørt eins nógv burturúr sum tey hava aðrastaðni, men listin hjá Dennis Agerblad er onkursvegna queer, hon tykist øðrvísi, løgin og er nakað fyri seg sjálva. Í myndunum hjá Ova, sum hann æt á verklistanum á Den Frie í 1999 snúði tað seg millum annað um mótsetningin millum tað konforma, rætta og tað, sum er øðrvísi og skeivt og sum væl at merkja ikki verður mett at vera skeivt, kanska tvørturímóti. Í lysingunum av tí snerkjandi unga manninum, sum hingu millum ekspressiv høvuðsnøvn í føroysku listini, tóktist ein nýggjur og modernaður og meira fjølbroyttur samleiki bjóða tí gamla, heteronormativa, rótføroyska samleikanum av.
Á ein hátt kann man siga, at Dennis Agerblad viðger samleika í øllum sum hann ger, antin tað er tónleikur, musikkvideo, performance ella myndlist. Hann hevur tulkað fleiri yrkingar hjá Tóroddi Poulsen í tónleiki og musikkvideoløgum og hann hevur eisini gjørt fleiri permur fyri Tórodd Poulsen á yrkingarsøvnum og fløgum. Seinastu árini hevur Dennis Agerblad í serligan mun arbeitt við performance og her gongur hann beint ímóti teirri vøkru, elskuligu og glamurøsu leiðini, sum mong munu sambinda við dragshow. Okkara ímynd av teirri meira vanligu drag-drottningini, er yndislig, hon er føgur og feminin, og glitrar øll sum hon er. Dennis Agerblad heldur hinvegin fast uppá at dyrka tað ljóta og anti-glamurøsa í sínum sonevndu trash-drag sýningum. Hann er í einum ljósum, síðum parykki og hevur ikki gjørt ov lítið av smyrslinum, sum ikki bara verður málað á eygnalokini, men eisini undir eygunum. Vanlig, frammanundan góðtikin parametur fyri vakurleika hava sostatt ongan áhuga, Dennis Agerblad er heldur áhugaður í at ørkymla áskoðaran ella í bara at hava tað stuttligt.
Dennis Agerblad hevur javnan sýnt fram á Várframsýningini, fyri nøkrum árum síðani hevði hann ein film við, sum hevði heitið Snoribollagenturnar (hann varð eisini framsýndur á KE á Den Frie). Eg ivist í hvussu nógv sóu filmin. Tá eg var og hugdi at framsýningini var filmurin ikki tendraður. Eg havi ein varhuga av, at nógvir føroyingar hava ein heldur hátíðarligan hugburð mótvegis listini og halda, at ”ordilig list” skal vera álvarslig, fín og full av patos og kenslum. Eitt heiti sum ”Snoribollagenturnar” hóskar ikki ordiliga til eina tílíka listadefinitión, men kanska treingir ein tílík allýsing til at verða víðkað. Eg haldi, at fleiri okkara hanga føst í gomlum listadefinitiónum og tessvegna hava ilt við at síggja tað listarliga í performance, serliga, tá dyrkanini av tí ljóta, meiningsleysa og ótilpassaða er fremst í huga, og kanska ikki minst um listamaðurin eisini er krossdressari ella trash drag queen.