Okkum tørvar listaskúla í Føroyum

Glasgow School of Art, har sum føroyska listakvinnan Silja Strøm hevur gingið.

Í mong ár hava ungir myndlistaáhugaðir føroyingar verið sleptir upp á fjall og hava ikki havt nakran skipaðan møguleika heima í Føroyum fyri at fyrireika seg til listaskúla. Tað tykist valda ein løgin hugburður um, at hjá føroyingum er listin íborin, okkum tørvar onga skúling. Tá so talan er um at skipa ein listaskúla her á landi, endar tað ofta við ósemju um hvar hann skal vera.

Óvanliga nógv ung fólk tóku lut á ársins Várframsýning í Listasavni Føroya og teirra íløga bendir á tvær sannroyndir - onnur er jalig og hin tað øvugta - at góðska og gróður framhaldandi er at síggja í føroysku listini og at okkum í ógvuliga stóran mun tørvar listarligar útbúgvingarmøguleikar í Føroyum. Eg dugi ikki at síggja nakra orsøk til at fara at sóknast eftir argumentum fyri hví ein listaskúli er týdningarmikil, vit kenna øll góða árinið av Musikkskúlanum. Øll, sum ganga á Musikkskúlanum verða ikki virtuosir, heimskendir tónleikararar, men tey flestu fáa so mikið nógv burtur úr, at tey um ikki annað gerast betri lurtarar og hetta er alt við til at hækka samlaða støðið innan tónleikan.

Skansabigbandið á tórshavnar musikkskúla

Tørvur á fyrireikandi listaskúling

Musikkskúlaskipanin er við til at menna tað heimliga tónleikastøðið og fyrireikar áhugað ung, so at tey kunnu søkja á listaskúlar í útlondum. Okkum tørvar ein tílíkan fyrireikandi instans innan fyri myndlistina eisini, so at ung listafólk kunnu fyrireika seg áðrenn tey søkja inn á akademi ella á aðrar listaskúlar. Tað hevur ikki líka stóran týdning hvussu flottan listaskúla vit byggja sum tað, sum verður undirvíst í honum og á  hvørjum stigi hetta verður gjørt. Umframt listaskúlan er tørvur á listaskeiðum frá barnagarðsstigi og upp, á fróðskaparsetrinum skuldi borið til at lisið t.d. estetikk og stílsøgu.

Onnur fyrilit enn tey listarligu

Fleiri framtøk hava verið í sambandi við at stovna ein listaskúla í Føroyum og typiskt fyri júst listaøkið, verða øll møgulig fyrilit tikin, sum einki hava við list at gera. Eitt nú hava fleiri uppskot verið tengd at krøvum um miðspjaðing, at listaskúlin skal til Sandoyar ella til Suðuroyar. Hatta tosið er fullkomiliga óseriøst, sjálvandi skal ein føroyskur listaskúli vera staðsettur í Havn í høvuðstaði føroyinga sama stað sum Listasavnið, Norðurlandahúsið, Tjóðpallurin, Musikkskúlin, Steinprent og aðrir týdningarmiklir mentanarstovnar, sum listaskúlin kann samstarva við, eru staddir, og so verða ekskursiónir gjørdar til m.a. Ruth Smith Savnið í Vági, til Listasavnið á Sandi umframt námsferðir uttanlands. Vit hava spurt nøkur ung listafólk um hvat tey gera og hvør teirra støðu er í mun til ein føroyskan listaskúla.

Myndir hjá Jón Sonna Jensen á framsýningini FESKT í Tryggingarfelagnum

JÓN SONNI JENSEN er úr Vestmanna, hann er útbúgvin í Onglandi og luttekur á Várframsýningini.

1.Kanst tú í stuttum greiða frá tær sjálvum og tínari list?

Eg eiti Jón Sonni Jensen. Eg eri 26 ára gamal og tó, at eg so gott sum altíð havi verið kreativt virkin, var tað ikki fyrr enn 18 ára aldurin, at eg av álvara setti mær fyri, at eg vildi finna mína rødd sum listamaður. Áðrenn hetta, var mítt virksemi sera spjatt, óskipað og leitandi. Í fleiri ár kann man gott siga, at eg var málari burtur av. Eg málaði í høvuðsheitum grafiskar myndir av menniskjakroppinum. Eg minnist, at eg um hetta mundið helt meg hava funnið mína hill. Tað, sum eg var mest upptikin av tá, var at koma á listaskúla, bæði fyri at menna meg sum listamann og byggja uppá tað, sum eg visti. Men endamálið var fyri meg mest at fáa prógvið, og soleiðis fáa heitið ‘yrkislistamaður’. Lítið visti eg um, at skúlin fór at vera so grundleggjandi týdningarmikil fyri mína menning, sum hann varð.  Eg byrjaði at lesa BA (Hons) Fine Art í Norwich, Onglandi, í 2009. Nú eru knapt trý ár liðin síðan eg var liðugur og flutti aftur til Føroyar. Enn snýr mín list seg um menniskjakroppin, men í dag er mítt myndamál heilt øðrvísi. Mín avmyndan av mannakroppinum tekur støði í altjóða læknavísund og mikrolívfrøði. Í hesum sambandi leggi eg serligan dent á ymisk ástøði og framgongdir innan læknavísundaligari tøkni. Tøkni, sum alsamt tykist at broyta hvussu menniskjan verður ímyndað og hvussu vitanin um samleika hennara broytist í heilum. Eg eri farin at arbeiða nógv við skulptur, myndatøku og sjónbandalist síðan eg byrjaði at lesa myndlist í Onglandi, og míni yndistilfør eru gummi og latex, hesi tí tey, eftir mínum tykki, eru best í til at bera fram tað, sum eg vil siga við list míni. Umframt myndlist, takist eg eisini við at myndprýða barnabøkur, fløguhúsar, mótamyndatøku, innandura sniðgeving o.a.

2. Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?

Tá eg hugsi um mínar royndir, og tær hjá vinum, sum eisini hava gingið á listaskúla, er eyðsæð at tað, sum sermerkir hvønn skúla, eru ymisleikarnir sum hoyra til hvønn einstakan. Hvør skúli leggur dent á ymisk høvuðsmál, og tað ber við sær at ‘vøran’, sum kemur úr skúlunum er ógvuliga ymisk, og hetta er áhugavert. Eg kann bert tosa út frá egnum royndum, og har er mín heilt greiða áskoðan tann, at hesir ymsu skúlarnir skapa ein sum listafólk í ein ávísan mun, um ein vil tað ella ei. Skilt á tann hátt, at eg neyvan hevði verið sami listmaður, um eg hevði gingið á øðrum skúla. Tað er harmiligt, at vit ikki hava atgongd til listaskúla í Føoyrum. Hetta kann hava við sær keðiligar avleiðingar sum t.d. at fleiri av okkara evnaríku einstaklingum kring landið sita einsamallir og framleiða sína list. Og er tað nakað eg havi lært frá mínum upphaldi uttanlanda so er tað, at afturboðanir og kritikkur uttanífrá kann hava alt at siga í menningini í listarligu tilgongdini. Trot av hesum kritikkinum, sum m.a. skúlar veita, kann halda listarliga støðinum og listarligu fatanini niðri og gera tað at hon lættliga gerst einstáttað og snævur. Hetta sæst tíverri eisini í onkrari list, sum hevur verið frammi í seinastuni. Eftir mínum tykki, er tann grundleggjandi saknurin tann atfinningarsami og spyrjandi liðurin, sum er so eyðsýndur, nærverandi og neyðugur, í skúlum. Uttan atfinningar ella ‘konstruktivan kritik’, kann listin gerast ov grunn og ókryddað.

3. Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?

Ein tann mest umráandi liðurin í førleikanum til framgongd er ástøði. Tess meira ein veit, tess størri gerst tilvitanin um hvat ein er førur fyri og serliga eisini hvat ein helst ikki skuldi gjørt. Vitanin er við til at fáa ein til at tora at spæla, og týdningarmiklast av øllum, at tora at miseydna. Vitan førur til menning, førleikar og hugskot sum eru egin og spennandi, tí við vitanini kemur tilvitanin um hvat longu finst, og tí hvat ein ikki skal gera eftir, av tí sum longu finst. Tí tað er ‘originaliteturin’, sum er so avbjóðandi, men eisini so stimbrandi fyri bæði áskoðarar og listafólkið sjálvt. Uttan hendan frumleikan er ongin famgongd. Vit verða bara avrit ella endurrit av tí, sum longu hevur verið. Og her er tað at ‘google’ mentanin kemur inn í leikin, har skapari gerst kopi og kopi gerst enn eitt kopi og so framvegis. Og her er tað eg fegin vil venda aftur til grundleggjandi spurningin: Hvar er samleikin, og hvat er hann fyri nakað?

Mangan tosa vit um sokallaða ‘føroyska list’. List, sum aloftast verður knýtt at føroyskari náttúru ella mentan. Hetta meini eg ikki noyðist at vera soleiðis. Tí bert at venda eygunum móti Føroyum, førir kanska ongantíð til nakað. Tað sum vit sum føroyingar mugu vita er, at hóast listin kann sýnast altjóðagjørd, og alt gott um tað, so hevði listin ikki vera tann hon var, uttan at fólkið var føroyskt. Ergo merkir hetta, at alt verður sætt frá einum føroyskum sjónarmiði. Og tað er júst hetta sjónarmiðið sum kann vera so spennandi. Høvdu vit megna at savna okkara dugnaligastu og mest lovandi listafólkum á einum listaskúla, hevði hetta ført við sær at vit høvdu skapt ein sterkari og breiðari samleika. Eina betri fatan av, hvat tað merkir at vera eitt føroyskt listafólk, og hvussu føroyski listarligi samleikin er so ymiskur. Hetta hevði eisini ment seg, um vit kundu skipað ein skúla, sum aðrar listaskúlar. Við sterkum og fjølbroyttum ástøði, fyrstahonds frálæru frá viðurkendum listafólkum og serfrøðingum her heima og úr útlandinum, kundi hetta opnað eina verð fyri nógv, sum annars var duldur í teirra kjallarum heima við hús. Við at miðsavna listarligu fjøldina, og fingið hana at samstarva sum eina størri eind, hevði ein betri lært seg at kenna sín basa í mun til altjóða støðið sum finst runt um okkum. Ein hevði havt betri hølismøguleikar, betri atgongd til neyðugar hentleikar, ið ein annars ikki hevði havt, og verið kringsettur av støðugum kritikki, sum hevur alt at siga fyri menningina hjá einum sjálvum. Við at sleppa til hesi amboðini og hesa vitanina, hevði ein lært hvussu man kundi vera í støðugari framgongd, sjálv eftir lokna skúlagongd. Vit høvdu lært um tilgongdirnar hjá øðrum, og lært av teimum. Vit høvdu savnað vitan inn undir okkum, sum vit annars ikki kundu fingið, og soleiðis skapt eina stinna og fasta framgongd.

Fáa vit ein listaskúla, fáa vit at síggja hvussu tað er møguligt at ala ein sterkan her av listafólkum við einum felags samleika, sum tó hevði verið so ymiskur. Fáa vit ein listaskúla, so fer okkara mentanarpallur av álvarar at blóma.       

 

 

 

HEIDI ANDREASEN er av Eiði, hon býr og arbeiðir í London, har hon eisini er útbúgvin.

1.Kanst tú í stuttum greiða frá tær sjálvari og tínari list?

List og sniðgeving havi eg altíð havt áhuga fyri, men eg byrjaði ikki av álvara at arbeiða við hesum  fyrr  enn  í  2008,  eftir  at  ein  álvarsligur  skaði  gjørdi  at  eg noyddist  at  gevast  við ítróttinum. Hetta  førdi  til,  at  eg  í  tíðarskeiðnum  2009  til  2012,  tók  mær  útbúgvingina  “BA Graphic Design” á Central Saint Martins University of the Arts í London. Eftir  lokna útbúgving, havi  eg luttikið á fleiri  framsýningum í London  og Føroyum og havi samstundis arbeitt  fyri  ymiskar  fyritøkur  innan  miðlaheimin,  so  sum  Interview  Magazine, Saatchi & Saatchi og íslendsku listakvinnuna Kristjana S. Williams. Í  løtuni  arbeiði  eg  freelance  við kundum  úr  Berlin,  Hamburg,  London  og  annars Norðalondum. Arbeiðið fevnir  mest  um illustratión/samklipp og grafiska  sniðgeving. Tað er  serliga evnið organiskt  vs.  tøknifrøði,  sum hugtekur  meg nógv.  At sameina  talgilda  tøkni  og hondgjørda list, er eitt afturvendandi evni í mínum arbeiði.

2. Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?

Eg haldi ikki, at tað hevur verið ein forðing beinleiðis, serliga tá hugsað verður um  hvussu  góðar  umstøður  vit  føroyingar hava, tá ið tað kemur til útbúgvingarmøguleikar uttanlands. Men hetta merkir tó ikki, at føroyska samfelagið ikki hevur tørv á einum listaskúla. Sjálvandi er tað gott fyri ung at leita  sær uttanlands at útbúgva seg og samstundis uppliva aðrar mentanir, fáa nýggjan íblástur  og taka allar upplivingar heimaftur til tað føroyska samfelagið. Hetta er tó upp til hvønn einstakling, tí tað eru fleiri føroyingar runt í landinum, sum ikki eru áhugað í at  fara  uttanlands at  lesa  og er  tað tí sera  óheppið,  at fleiri dugnalig listafólk  í  Føroyum,  ongantíð ordiliga fáa  møguleikan at  arbeiða  við tí,  tey brenna fyri, men velja tí eina aðra leið og útbúgving enn hana, tey veruliga ynskja at arbeiða við. Ein  listaskúli  hevur yvirhøvur sera góða  ávirkan  á  samfelagið,  bæði mentanarliga og vinnuliga.. Hann kann skapa nýggjar  møguleikar  seta  gongd á ymiskt samstarv millum listafólk og ikki minst, kann ein listaskúli skapa eina grundleggjandi nýggja áskoðan í mun til list, at listin kann koma til at hava ein størri vinnuligan leiklut í føroyska samfelagnum og taka alt á eitt enn hægri støði.

3. Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?

Umframt at stimbra list og lestrarlív í Føroyum,  kundi ein listaskúli eisini opnað nógvar  dyr  við t.d. at  drigið lesandi  og  lærarar  frá  øðrum londum til Føroya. Eins og Ísland hevur Føroyar nakað heilt serligt at bjóða, tá tað kemur  til  okkara  vøkru  og  sermerktu  náttúru  og  tað er eitt  upplagt “selling point” fyri eini listarligari útbúgving fyri útlendingar. Ein listaskúli skapar nýggjar tankar, nýggjar vinnur, altjóða samstarv, osfr. Hetta er alt við til at menna okkara samfelag og búskap - og ger eisini Føroyar sjónligar  millum aðrar tjóðir í heiminum. Hetta er alt nakað, sum vit hava brúk fyri í Føroyum. Taka vit Ísland sum dømi, so hava tey tann sera vælumtókta skúlan “Listaháskóli Íslands”, sum bjóðar fulltíðar undirvísing á universitetsstøði í listagreinum so sum: design, arkitektur, fine arts,  tónleik,  leiklist  og dans.  Hetta  er  fantastiskt  og  eg vildi  ynskt,  vit  høvdu  ein  tílíkan skúla í Føroyum, men eg haldi, at tað krevur  eina  hugburðsbroyting, at føroyingar duga at  síggja  ein  listaskúla  sum eina íløgu heldur enn eina útreiðslu.

ANNA MALAN JÓGVANSDÓTTIR er úr Nólsoy, hon er við á Várframsýningini í ár og hevur somuleiðis latið sítt fyrsta yrkingarsavn úr hondum í hesari vikuni.

 1. Greið í stuttum frá tær sjálvari og tínari list?

Eg eiti Anna Malan Jógvansdóttir, eg eri 20 ár og gangi í 3.S í student. Mær dámar ógviliga væl at mála, oftast er tað sjálvsmyndir ella kvinnumyndir, sum eg máli í vatnlitum, akryl ella oljumáling. Eg havi verið við á felagsframsýningum í Listasavninum og eg umhugsi at fara at nema mær listarliga útbúgving.

2. Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?

Eg haldi, at vit sjálvsagt áttu at havt ein listaskúla í Føroyum, tí tað hevur ein og hvør tjóð tørv á. Mentan er tað, ið eyðkennir eitt land, og listin er týdningarmikil partur av mentanini. Í listini verða samfelagið, og menniskjuni ið búleikast har lýst, hetta er við til at skapa okkum eina sterkari sjálvsfatan.

3. Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?

Ein listaskúli kundi skapt eitt kreativt umhvørvi, har ung kundu nomið sær bæði teoretiska og praktiska vitan, ið er hent at hava, um ein ætlar sær at arbeiða innan list. Kanska serliga er tað tann teoretiski parturin sum manglar, har hugsi eg um fak sum listasøga, kompositión, rúmlæra, litlæra og hvussu man setir eina framsýning upp og líkanandi. Skúlin skal tó ikki púra køva einstaklingin í tungari og keðiligari undirvísing. Har skal eisini vera møguleiki fyri at eksperimentera við ymiskum medium, so listarfólkið kann leita seg fram og finna sítt rætta element. Hetta meti eg ofta manglar í dag, tí hvørki fíggjarligir ella praktiskir karmar eru til staðar til hetta. Eitt annað, ið manglar, er ein skipað listaframsýning til tey ungu listafólkini, so at ein hóming kann skapast av hvat nýtt rørist innan listina í Føroyum. Tískil er tað upplagt, at ein árlig framsýning var partur av útbúgvingini. Útbúgvingin hevði sostatt givið komandi ættarliðinum innan føroyska list eina rødd í samfelagnum.

 

Ein av myndunum, sum Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hevði við á Várframsýningini

BJØRK JÓNHEÐINSDÓTTIR TRÓNDHEIM er av Argjum og hon er við á Várframsýningini í ár.

 1. Greið í stuttum frá tær sjálvari

Eg eiti Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim, og eg eri ein 18 ára gomul kreativ genta, sum dámar heilt øgiliga væl at tekna og skapa.  Eg gangi í student og eri liðug nú í summar. Eftir hetta ætli eg mær inn á The Animation Workshop í Viborg í Danmark, har eg ætli mær at lesa Computer Graphic Arts (CGA). Mær hevur altíð dámt væl at tekna. Serliga dámar mær at gera myndir, sum onkursvegna siga eina søgu ella lýsa ein persón o.s.fr..  Mær dámar eisini væl at spæla teldu- og playstationspøl, hyggja eftir filmum og lesa bøkur. Eg haldi, at hetta sæst nokkso væl aftur í myndunum, sum eg máli og tekni.

2.Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?

Eg haldi tað vera ómetaliga harmiligt. List er ein so mikið umráðandi partur av lívinum, og at vit ikki hava nakran skúla til at eggja og harvið menna hesi evnini, er púra ørt eftir mínum tykki. Tað er kanska vanligt hjá nógvum at halda, at tað at fáast við list einans er eitt frítíðarítriv. Í roynd og veru skapar listin nógvar arbeiðsmøguleikar. Tað, at vit ikki hava ein listaskúla, stuðlar onkursvegna undir hugsanarháttin, at list einans er eitt frítíðarítriv, ið ikki hevur uppiborið egnan skúla. Fyri meg er tað heilt upplagt, at vit skulu hava ein listaskúla. Vit hava ein tónleikaraskúla, so hví ikki eisini gera ein listaskúla eftir sama leisti?

3.Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?

Eins stóran týdning sum musikkskúlin hevur havt fyri tónleikarar. Vit hava heilt ótrúliga dugnaligar tónleikarar í Føroyum, og eg ivist ikki í, at  musikkskúlin er orsøkin til tað. Um vit høvdu havt ein listaskúla, høvdu listafólk og listaspírar havt eitt umhvørvi  til at menna evnir og eginleikar teirra á ein effektivan hátt.  T.v.s. høvi til at menna evnini á einum og hvørjum aldri hevði verið heilt fantastiskur. Eisini hevði tað verið lættari at koma í samband við onnur listafólki við ymiskum og líkum áhugamálum. Møguleikarnir at læra øll tey fjølbroytni fakini innan listina høvdu verið lættari at fingið atgongd til. Ístaðin fyri at rýma av landinum at lesa, hevði møguleikin verið tøkur heima. Vissuliga høvdu vit fingið fleiri listafólk , og listin hevði verið meira fjølbroytt. Eg klári at hugsa mær, at list hevði fingið hægri tign í samfelagnum, og at fleiri høvdu skilt, at list ikki neyðturviliga bara er eitt frítíðarítriv. Um vit høvdu havt ein listaskúla, sum hevði stuðlað undir list eins og musikskúlin ger fyri tónleik, hevði listin kunnað blómað eins og tónleikurin í Føroyum longu ger. Sum áður nevnt haldi eg, at hugburðurin  til list átti at verið eins og hugburðurin  til tónleik.

 

Verkið, sum Anný Djurhuus hevði við á Várframsýningini

ANNÝ DJURHUUS er úr Søldarfirði og hon er við í Várframsýningini í ár.

1. Greið í stuttum frá tær sjálvari

Eg eri 17 ár og beint í løtuni hjálpi eg til í Steinprenti, har eg skal vera í praktikk fram til summarfrítíðina. Eg flyti til Keypmannahavn aftan á summarfrítíðina, har eg skal byrja mítt fyrsta hálvár á Spektrum, sum er ein fyrireikingarskúli til kunstakademi. Eg eri enn í einari spennandi menningarfasu, har eg royni at finna út av hvat mær dámar best at fáast við. Installatiónir er tað eg miðsavni meg mest um beint í løtuni.

2. Hvat heldur tú um at vit ikki hava listaskúla í Føroyum?

Eg haldi tað er sera spell, at vit føroyingar ikki hava møguleika at lesa list í okkara heimlandi. Eg fái meg ikki at trúgva at áhugin fyri list er so langt niðri á botn sum hetta kundi týtt uppá. Eg haldi nevniliga, at áhugin fyri list millum ung er voksin nógv aftan á øll hava fingið sær instagram og tumblr, alt vegna alnótini, túsundatals myndir og referensur verða tveittar eftir okkum hvønn dag og hetta gevur unga ættarliðinum hug at skapa nakað.

 3. Hvønn týdning kundi ein listaskúli havt?

Tað hevði havt stóran týdning at fingið ein listaskúla í Føroyum, eg vænti heilt sikkurt at tað hevði fingið fleiri ung at hugsa um eina listarliga útbúgving, av tí at tað kanska er eitt nakað stórt stig at skulu flyta niður og ikki bara brúka pengar uppá skúlan, men eisini íbúð, mat og busskort. Eisini er tað nakað lort at man ikki kann vera bæði heimalamb og listafólk í senn, tú ert tvungin til at flyta niður ella longur burt. Eg eri eisini vís í at fleiri útlendsk fólk høvdu komið at lisið í føroyum, vit hava tær perfektu umstøðunar og flottasta landslagið her.