Barbara í Gongini fagnað í týskum tíðarriti
/Her á heimasíðuni geri eg javnan vart við listafólk, sum skara framúr og sum eru Føroyum góðir ambassadørar, ein tílíkan hava vit í Barbaru í Gongini, sum er artist of the week hjá týska lista- og mótaritinum KALTBLUT Magazine. Annar ritstjórin, Marlo Saalmink hevur skrivað greinina um Barbaru í Gongini, sum byrjar soleiðis: “Tað tekur tíð at standa uppá sítt. At halda uppá tað tú umboðar uttan at blinka tvær ferðir. Tá tað kemur til móta, tørvar okkum nýggjar nýhugsarar, fólk, sum óansæð hvat halda uppá sítt. Hugsa um tað sum ein mótvekt til okkara samtíðarmentan av fylgisneytum. Latið okkum fagna teimum sjálvstøðugu, sum leita eftir nýggjum hættum eftir at kommunikera hvørji tey eru. Fyri meg er Barbara frá BARBARA I GONGINI ein tílíkur persónur.” Barbara í Gongini verður róst upp um skýggini sum sniðgevi og sum listafólk og í samrøðuni tosar hon nógv um Føroyar, hon lýsir ta skulpturellu náttúruna og so tosar hon um eina fantastiska kvinnu, sum eg haldi meg kenna: KALTBLUT spyr: What made you turn to fashion design as a form of creative expression? Barbara svarar: As an explorer, I always knew in my gut that I would devote my life to a certain array of art. Back in my younger days, on the islands, there was this fantastic creature and an icon really. She owned a multi-brand store with the most delicate and intricate of haute couture designs straight from Paris all the way through the latest Japanese Avant-Garde offerings. As a youngster, I was simply dazed by her and her passion for design and I believe that that was the moment, where I found comfort in clothing design. The modulate phase of creation making is of particular interest to me. The experimentation of silhouettes is fascinating and intriguing at the same time, because it can challenge me and allows me to explore various shape and forms. This is my art.
http://www.kaltblut-magazine.com/artist-of-the-week-barbara-i-gongini/