Ein vitug rødd er tagnað – Ebba in memoriam

Sjálvt um 84 ár er høgur aldur, varð eg ikki sørt kløkk nú eg hoyrdi, at Ebba Hentze er deyð. At ímynda sær, at henda hása, vituga røddin er tagnað, tað er ikki lætt. Trúði eg uppá eitt eftirlív, so kundi eg hugleitt um hvussu rokaligt tað nú man vera í himmiríki, har tey hektiskt leita eftir øskubikarinum og grønum Lookpakkum. Tey hava sjálvandi alt fyri eitt søkt um eykaloyvi til at roykja, drekka og banna í/ á himli, sum Tóroddur Poulsen einaferð orðaði seg í einari mynd. Og júst Tóroddur er ein av yrkjarunum, sum Ebba Hentze dámdi og sum hon týddi til danskt, hon týddi eisini Jóanes Nielsen, Róa Patursson, Jens Paula Heinesen og Edith Södergran m.a. Umframt týðaravirksemið var Ebba Hentze rithøvundur, Tað var longu í 1953, at Ebba Hentze fekk sína yrkjaradebut í virda danska tíðarritinum Hvedekorn. Hon skrivaði yrkingar og barnabøkur eitt nú um Antoniu.

Tann dagin, hon fyllti 80 ár møtti eg henni til eina fernisering í Listahøllini og tá skeldaði hon meg fyri at hava skrivað føðingardagsheilsan og serliga fyri at hava nágreinað hvussu nógv ár hon bleiv - heilt ómetaliga óstortligt helt hon tað vera. Reaktiónin var ógvuliga typisk fyri hesa divaina í føroyskum bókmentum. Hon var skørp og gløgg og fylgdi ómetaliga væl við í føroyskum og norðurlendskum bókmentum. Í nevnda føðingardagsportretti fegnaðist eg um, at Ebba ikki hevði skikkað sær serliga væl og hetta vóru tað nøkur, ið undraðist á. Tað, eg meinti við var, at Ebba Hentze í sjáldsama stóran mun tordi at taka blaðið frá munninum og siga erligt hvat hon meinti. Hennara kritiska lyndi er óvanligt í nútíðarinnar konsensusmerktu mentan og tí var hon serstakliga áhugaverd, um hon onkuntíð kundi gerast nóg so insisterandi. Eg minnist einaferð, tá Útvarpið hevði eina beinleiðis sending um listastuðul og Justinus Eidesgaard var í studio fyri at gera vart við tað, sum hann sá sum ein ójavna í stuðulsjáttanunum. Útvarpsverturin heitti á lurtarar um endiliga at ringja inn og siga sína hjartans meining um málið og tað gjørdi Ebba Hentze so dyggiliga og helst meira enn útvarpsverturin hevði ætlað. Tað var óvæntað, óplanlagt og í grundini praktfult. Ebba Hentze hevur eitt serligt pláss í føroysku bókmentasøguni sum høvundi, bókmentamiðlari, týðari, men eisini sum hvassur viðmerkjari er hon okkum ein intellektuel fyrimynd. Í 2008 fekk Ebba Hentze Mentanarvirðisløn Landsins og frá 2012 fekk hon Sømdargávu Landsins.

Hvíl í friði, góða Ebba og takk fyri innsatsin.

 

Av okkara sólskygdu verð
ynski eg mær bert ein havabonk
har ein ketta sólar sær…
Har hevði eg sitið
við einum brævi í barmi,
einum einasta lítlum brævi.
Soleiðis sær mín dreymur út…

Edith Södergran /Ebba Hentze týddi