Arnold Vegghamar heiðraður

Á Norðoyastevnu í Klaksvík hetta vikuskiftið verða fleiri listatiltøk og framsýningar á skránni, m.a. fer Amariel Norðoy og Astri Luihn at sýna fram. Har verður nógv at fara til í Klaksvík, men eisini á Viðareiði hendir okkurt serligt sunnudagin 7.juni, tí tá fara viðingar at heiðra listini.

Á Viðareiði hava tey avgjørt, at Arnold Vegghamar skal vera heiðursborgari á Viðareiði fyri sítt listarliga avrik. Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri eini framsýning av verkum hjá Arnoldi Vegghamar, eisini nýggj verk verða framsýnd. Arnold Vegghamar er sjálvlærdur listamaður. Hann byrjaði at mála í 50´unum og  luttók á Ólavsøkuframsýningini í 1957. Hann var ein av næmingunum á tí navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, men seinastu fimtan árini hevur hann málað burturav sum yrkislistamaður. Framsýningin, sum var í Listasavni Føroya fyri fimm árum síðani var partvíst afturlítandi og har sóust teir skiftandi málihættirnir, sum Arnold Vegghamar hevur roynt frá naturalistiskum, impressionistiskum og litføgrum pointillistisku landsløgum til teir sera einføldu, næstan primitivistisku málningarnir, sum hann hevur málað á seinni árum. Stílurin í myndunum hjá Vegghamar liggur onkrastaðni millum ekspressionismu og naivismu, men eg haldi, at tær mest einfaldu myndirnar tykjast sera originalar á sama hátt sum myndirnar hjá Steffani Danielsen vóru tað. Og sjálvt um landslagið í flestu myndunum hjá Arnoldi Vegghamar er so herliga bjartlitt sum tað er, er talan ongantíð um elskuligar og grunnar eydnumyndir. Tvørtur í móti tykist huglagið í teimum menniskjatómu landsløgunum ofta álvarsligt, dapurt og mystiskt á sama hátt sum í summum myndum hjá áðurnevnda Steffan Danielsen, men eisini hjá Edvard Munch. Á eini mynd standa eini smá, men yvirjarðiskt glitrandi violett hús og darra í  stórbæra og sterka landslagnum, sum gløðir og skyggir í grønum og reyðum, bláum og orange mótsetningslitum. Myndirnar tykjast ofta introvertar og samstundis kennist tað til tíðir sum skríggja litirnir móti hvørjum øðrum í einum klaustrofobiskum myndaheimi, sum gevur assosiatiónir til tær brennandi gulu fepursjónirnar hjá Van Gogh. Nú skal samanberingin við hollendska einaran ikki misskiljast. Sjálvt um eg í ummælum fleiri ferðir havi nomið við ein ávísan sálarligan skyldskap millum Viðareiðismálaran og stóra ekspressionistiska og modernistiska vegaran, so havi eg ongantíð hildið, at Vegghamar er nakar hermari, tí til tað er hann alt ov egin listamaður. Hann gongur sínar heilt egnu listarligu leiðir.