Thomas Arge á Listasavni Føroya

Thomas Arge á Listasavni Føroya 
6. februar - 6. apríl 2015 

Fríggjadagin tann 6. februar kl. 16:00 letur framsýning upp á Listasavni Føroya við verkum hjá dugnaliga listamanninum Thomasi Arge (1942-78). Hetta er ein afturlítandi framsýning við meira enn 45 útvaldum verkum, sum fyri tað mesta eru lænt frá privatum ognarum bæði í Føroyum og í Danmark. 

Hóast sítt stutta lív stendur Thomas Arge sum tann størsti málarin í sínum ættarliði. 

Hann var tann fyrsti, ið førdi hagan inn í føroysku listina, men eisini listaliga gekk hann sínar egnu vegir. Soleiðis javnviga málningarnir hjá Thomasi Arge millum tað livandi og sakliga - og millum veruleika og hugflog. Hansara list hevur tí eina serliga hugbindingarmegi, sum í hansara bestu verkum setur hann á altjóða støði.

Listatiltak í Kringvarpinum

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/02/05/her-er-besta-verki-fyrstu-listakappingini

Hey tit!

Nú er ikki at halda seg aftur. Øll kunnu senda inn myndauppskot til Listatiltakið hjá Kringvarpinum. Eg velji tríggjar myndir út hvønn hósmorgun og práti um tær. Tað kann vera hvat sum helst, standmyndir, náttúrumyndir, installatiónir, skramblilist, broderaðar myndir, smíð, teldugjørdar myndir osfr. Send inn!! 

Tað vísir seg at vera ein ung kvinna, Rannvá Skaalum Petersen, sum eigur myndina, sum eg valdi út at vera hin besta á Listatiltaki 1. Listatiltak 2 er farið í gongd. Temaið er HÚSARÚM og øll eru hjartans vælkomin at senda inn uppskot til FB síðuna hjá Góðan Morgun Føroyar. Freist er mánadagin komandi á middegi. Hósmorgunin 12.2-15 greiði eg aftur frá.

Blíðar heilsanir

Kinna 

Ein feril av ævinleika...

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Eitt portrett av listamanninum Torbirni Olsen

Ein feril av ævinleika er yvir manninum. Tá fartelefonin ringir, tekur tað ein lítlan ævinleika, áðrenn telefonin er fingin upp úr skjúrtulummanum og hann hevur sagt sítt spakføra - hallo. Gongulagið er hóvligt fyri ikki at siga seinført, rørslunar eru spakuligar, drúgvar og kanska eitt lítið sindur ampaðar viðhvørt. Men tað hevur einki at siga - list hevur alt at siga. Tað er næstan sum skúgvar hann til viks sjálva tíðarinnar lívsgrundtreyt við sínum áhaldandi róliga verimáta og við síni list. Tí fyri Torbjørn Olsen hevur listin av sonnum alt at siga. Júst tí er tað so ómetaliga gleðiligt, at hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins á hesum sinni.

 

Foto: Eiler Fagraklett

Listarligt yvirmenni

Tá Torbjørn Olsen skapar list er hann skjótur, tað gongur fyri seg í rúkandi ferð. Listarliga er hann eitt yvirmenni, tað veit ein og hvør, sum hevur sæð hann arbeiða í atelierinum við pensli ella blýanti í hond. Eg havi havt skúlaflokkar við fyri at vitja listamannin í starvsstovuni úti á Rundingi. Stuttligt at síggja tey ungu um at missa bæði nøs og munn av hamskiftinum, tá tann hóligi málarin brádliga umbroyttist til eitt listarligt yvirmenni framman fyri løriftið. Við kvikum og miðvísum handarørslum gandar hann fram litríkar tulkingar av sínum myndevni, tað verið seg landsløg, býarpartar, bíbilskar hendingar ella kvinnur og gentur og onnur portrettevni eisini. Tá danska Bíbliufelagið fyri nøkrum árum síðani valdi at brúka altartalvuna í Vík, parafrasuna hjá Torbirni Olsen frá 1996 av heilagu kvøldmáltíðini hjá Leonardo da Vinci til permumynd á teirri nýggju myndprýddu versiónini av nýggja testamenti, varð staðfest, at Torbjørn Olsen er millum týdningarmestu religiøsu málararnar í kongaríkinum og á ein hátt er hansara koloristiski og ekspressivi máliháttur sum skaptur til at lýsa líðingarsøguna. Torbjørn Olsen er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar lýsandi gult saman við djúpum violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange og øllum møguligum øðrum litum, sum hann megnar at stýra, tó at teir gerast nógvir.

Foto: Elsebeth Egholm

 

Portrettmálarin

 Sjálvt um Torbirni tørvar modellir, tá hann málar, og at hann til allar seks sínar altartalvur hevur havt bróðirin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk og kenningar sitandi ella hangandi á krossi fyri seg í skiftandi bíbilskum leiklutum, er talan ongantíð um grunnskygda myndprýðing ella illustratión í hansara myndum. Listamaðurin arbeiðir gjølliga. Hann byrjar við at lesa viðkomandi tekstir í bíbliuni og granskar hvussu onnur listafólk hava gjørt og fer síðani í gongd við at arbeiða við skitsum. Tá hann hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum. Umframt at vera ein mynd av einari religiøsari stórhending, er altartalvan í Haldórsvík eisini eitt bólkaportrett av kendum lista- og mentanarmonnum úr okkara tíð. Har er Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Anker Mortensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og fleiri. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskjað. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil longur inn í sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Á tann hátt hevur hann málað nøkur av bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Eitt dømi er ljósa og lívliga portrettmyndin av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, har Torbjørn rakar seymin á høvdið í mun til orkumiklu persónligheitina á tí stóra forteljaranum og visionera leiklistarmanninum. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskotið sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, William Heinesen, Rosu av Rógvu osfr.

Foto: Jan Andersson

 Ljós og myrkur

Eg haldi, at málningarnir hjá Torbirni Olsen í stóran mun snúgva seg um ljós og skugga og um á hvønn hátt hesi fyribrigdi ávirka litirnar. Tað er næstan sum um, at Torbjørn Olsen hevur eitt triðja eyga, sum vanlig fólk ikki hava, og sum hómar sterkastu litir eisini í dimmum skuggum. Fyrst og fremst er tað ljósið, ið hevur høvuðsleiklutin í hansara myndum, og ikki minst tað ljósið, sum finst í myrkrinum. Sjálvt um litríku, frísku modernistisku myndirnar tykjast vera staddar fjart frá gomlum myrkabrúnum barokkmyndum, er eingin ivi um, at tvær stórar listarligar fyrimyndir hjá Torbirni Olsen eru úr 17.øld, tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez. Hesir báðir arbeiða báðir við ljósi í myrkri ella við clair obscur árini og við stórum kompositiónum við persónum í myndarúminum.

 

Málningar

Starvsstovan hjá Torbirni Olsen ovast í grøna bygninginum á Rundingi er ógvuliga stór og eitt sindur skýmlig, og hetta hevur við sær, at ljósið frá tí eina vindeyganum til tíðir sýnist næstan yvirnatúrliga bjart. Hetta sama vindeygað sæst aftur í nógvum máningum hjá Torbirni Olsen, t.d. framúrskarandi lýsingini av eini barnakonu, sum í grundini ikki fyllir tað stóra í myndarúminum. Men tað er hon, sum er høvi og orsøk til ta fantastisku litveitsluna kring hana í bláum, violettum, orange og gulum málningastrokum. Rúmið er bygt upp av eini ørgrynnu av strokum, sum savnast í eini ljósskygdari harmoni av loddrøttum lindum, sum saman mynda flatan. Í einari aðrari mynd, sum hekk á seinastu framsýningini hjá Heystframsýningarbólkinum, sæst áhugin fyri tí dramatiska, sum somuleiðis vísir til ein áhuga fyri Edvard Munch. Aftur er her ein nakin kvinnufigurur í fokus, men hann er settur upp móti einum blóðreyðum rúmi og eini strikumynd av málaranum sjálvum, hann tykist vera við at hvørva inn í ta reyðu bakgrundina. Samstundis sum myndin er eitt avbrigdi av tí klassiska myndevninum av málara og model, sipar hon til dramatiskar myndir, t.d. Deyða Marats hjá Munch. Ein onnur mynd av somu model við somu Converse basketskóm er ljósari og vísir sama lyndi at brúka ein naknan kvinnufigur sum høvi til at mála eina stórbæra og kompleksa rúmkompositión sum vit sóu í myndini av barnakonuni.

 

Tíð

Torbjørn Olsen er ein gudaborin málari og tað er hann altíð óansæð um hann stendur framman fyri eitt lørift, um hann stendur uppi yvir einum litografiskum steini, einum akvarelpappíri ella um talan bara er um ein lítlan serviett, sum hann finnur í onkrari hissini café. Í 2007 gav danska forlagið Atlantia bók út um Torbjørn Olsen við teksti hjá Bárði Jákupsson, sum enn sum áður er forvitnislig at hyggja í og at lesa. At vera gudaborin málari er annars ikki nakað serliga modernað at vera í samtíðarlistini í løtuni. Framúrskarandi listaakademi fara í vaksandi tali frá handverksligari venjing og disiplin yvir í eina meira flótandi frálæru grundað á listarlig hugskot, har næmingar sjálvir sleppa at menna egin hugskot í staðin fyri at læra ymisk tøkni og málihættir. Alt flytir seg alla tíðina. Kanska kemur handverkið aftur, eg veit ikki og heilt erligt, tá eg sjálv eri stødd framman fyri eini mynd hjá Torbirni Olsen, leggi eg ikki petti í modernað ella ikki modernað. Tíðin hvørvur í málarínum og hevur einki at siga. Fyri Torbjørn Olsen hevur listin alt at siga, og júst av somu orsøk, er tað, at tað skygdi blankt eina løtu av endaleysum takksemi og eydnu í teimum grønbrúnu eygunum hjá hesum blíða og spakføra litmeistaranum, tá hann í Deplinum í Skálavík fekk Mentanarvirðisløn Landsins.

Barbara í Gongini er fantastisk...

Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original, skrivar ummælarin í Berlingske Tidende í einum sera positivum ummæli av sýningini hjá Barbaru í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Tað má sigast at ganga sera væl hjá Barbaru í Gongini, sum við sínum konsekventa dapurt og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. 

"Så allermest er Barbara I Gongini fantastisk at have i København, fordi hun åbner en dør ind til en del af modeverdenen, der ikke ligner alle de andres. Fordi hun giver rum til at vise, at drømme kan have mange former. Og måske giver unge drenge og piger, der ikke føler sig som alle de andre, en fornemmelse af, at de ikke er alene. Der findes en stamme af sortklædte mennesker, de hører til i. Ingen er alene. Heller ikke i mørket."

http://www.b.dk/mode/barbara-i-gongini-ingen-er-alene-i-moerket#

 

Strindberg á Tjóðpallinum

Stjórin í Tjóðpalli Føroya Jenny Petersen greiddi frá í Mentanarsendingini í útvarpinum í dag, at fyrsta leikverkið á skránni í 2015 verður leikurin Áognarar hjá August Strindberg. Strindberg (1849-1912) er ein av mastodontunum, tá talan er um modernistiskar bókmentir í Skandinavia. Hansara samlaða verk er ógvuliga stórt, myndað av skaldsøgum, stuttsøgum og leikum. Fleiri av hansara leikum vórðu frumframførdir í Danmark, t.d. hesin leikurin Áognarar/Kreditorar, sum Tjóðpallurin fer undir við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra. Leikurin er eitt tríkantsdrama og snýr seg um tveir menn um eina kvinnu, ástarøvund er sjálvsagdur partur av hesum viðurskiftum. Strindberg er kendur kvinnuhatari, men nú fáa vit at síggja hvussu Eyðun Johannesen snarar hesari søguni um kærleikans áognarar. Eg gleði meg og fari sjálvandi at skriva meira um hetta seinni.

Havnarútbyggingin í Tórshavnar Havn kemur fyri á býráðsfundi í kvøld

Kringvarpið visti at siga frá skránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar Kommunu í kvøld, at ætlan er at bjóða út arbeiðið at útbyggja havnalagið undir Skansanum longu í ár í ár. Eg haldi, at nú Tjóðveldi er komin við fína hugskotinum um góðshavn á Sundi, má Býráðið hugsa seg væl um áðrenn tey seta gongd á ógvusligu ætlanina, sum fleiri arkitektar mæla frá at fara undir. Rithøvundurin Oddvør Johansen, ið fyri kortum fekk tillutaða Sømdargávu landsins hevur skrivað eina áheitan til borgarstjóran: Góði Heðin Mortensen. Tú hevur verið ein góður borgarstjóri, og tú hevur fólkatekki. Ger nú ikki tann brølaran at byggja eina bingjuhavn á Skansanum, og fell heldur ikki í ta grøvina at sverta tey, sum hava aðra meining enn tú. Um nú ein bingjuhavn verður á Sundi, so er hon við sama lag Tórshavnar havn við teimum inntøkum, hetta gevur. Set grótbrotið á Skansanum í stand, ger eina turistbryggju burturav (við sjópavillióng) á Eystaru bryggju, og lat Skansan, "sálina" í innsiglingini til høvuðsstaðin standa. Tað verður tær til heiður í komandi døgum. Vinarliga Oddvør Johansen.

Spegling er fyrsta evnið

Velazquez: Las Meninas 1656

Kringvarp Føroya hevur funnið uppá eitt stuttligt tiltak, har øll sum hava hug kunnu senda inn myndir av einum verki. Um tað er ein mynd, ein skulpturur ella okkurt heilt annað er púra opið. Alt er loyvt. Tá verkið er liðugt, skal tað avmyndast og myndin sendast til morgunsendingina. Teldupostbústaðurin er gmf@kvf.fo. Hin møguleikin er at leggja myndina á facebookvangan hjá Góðan morgun Føroyar. Evsta mark er mánadagin á middegi og so sigi eg mína hugsan um nøkur av innkomnu verkunum hósmorgunin.  

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/01/29/spegling-er-fyrsta-evni-listatiltatakinum

Hans Pauli Olsen: Spegilsmynd. 1992

Richard Wilson 20 50. 187



VÁRFRAMSÝNINGIN 2015


Sambært fyrireikarunum fara tey at skipa fyri kunstnarasalong á teirri 25.Várframsýningini, ið verður á Listasavni Føroya 10.apríl-3.mai í ár.  Innlatingarfreist: 22. mars 2015. Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning.

Eitt eyðkenni við Várframsýningini er, at tað altíð er ein nevnd, sum skipar fyri og velur út verkini til framsýningina. Hetta fyri at geva listafólkunum møguleika fyri at hyggja at, og meta um verkini hjá hvørjum øðrum.

Tískil verður, sum nakað nýtt, í ár eisini skipað fyri "salong" í samband við Várframsýningina. Hetta er eitt tiltak fyri luttakandi listafólk, har ið nevndin greiðir frá teimum valunum tey hava tikið fyri Várframsýningina 2015, og samstundis fáa listafólkini høvi at kjakast um verkini, ið eru við á framsýningini.

Úvalsnevndin fyri Várframsýningina 2015 er:

Ole Wich
Sigrun Gunnarsdóttir
Jóhan Martin Christiansen

---

VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR:

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI 2015?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn.

NÆR ER UMSÓKNARFREIST?

Innlating av verkum gongur fyri seg umvegins teldupost, tað vil siga við digitalari domumentatión av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi sunnudagin 22. mars 2015.

Sendast skal til hendan t-postin: varfram@gmail.com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?

Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líkamikið hvør tøknin er.

Fyri hvørt verk skal í mesta lagi latast inn 4 myndir. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar. Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?

Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíl) skal vera navngivið við navni á listafólki og nummari. Umframt hetta skal latast inn:

1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafisk verk, foto, video osv.), tilfari, prísi og annars onnur viðkomandi informatión. 

2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-post.

3) Eventuelt stutt fágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. Legg til merkis at dokumentatiónin/fotomyndirnar skulu vera av nóg høgari góðsku so at nevndin ikki er í iva, hvussu verki sær út!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Á FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI?

Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevnd á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er 22. mars 2015 og svar verður sent út í seinasta lagi eina viku seinni.

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á VÁRFRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING OG LÍKNANDI?

Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og hevur fullan rætt til at disponera yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?

Listafólki skal lata tekniska útgerð inn saman við verkinum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?

Um tíni verk verða útvald til Várframsýningina 2015 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin 6. apríl 2015. 

Listafólki stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. 

Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram í Listasavni Føroya 7. apríl - 4. mai 2015 

UM EITT VERK VERÐUR SELT?

Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta verða íroknað prísinum, sum stendur á listasum, sum verður latin inn við verkunum. 

Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA, TÁ IÐ FRAMSÝNINGIN LATUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI MÁNADAGIN 4. MAI 2015!

Um tú hevur narkar spurningar viðvíkjandi Várframsýningini 2015, ert tú vælkomi at seta teg í samband við okkum á: 

varfram@gmail.com

---

Vinarliga heilsan 

Nevndin fyri Várframsýningina 2015

Pauli í Sandagerði 60 ár

 

Í dag fyllir ein maður seksti ár, sum satt at siga hevur havt ómetaligan týdning fyri meg líka síðan hann á fyrsta sinni í sangstovuni í Eysturskúlanum sparkaði meg í afturpartin og bað meg for fanin syngja ordiligt. Eg var so smæðin tá í tíðini, at eg tordi illa at lata munnin upp og syngja, men í so góðum musikalskum selskapi, sum eg brádliga fann meg í tá saman við Paula og ymiskum tónleikarum og sangarum, var ringt at tiga. Tað er sjálvandi Pauli í Sandagerði, sum eg tosi um. Ein av okkara bestu, tá tað snýr seg um at skriva kórtónleik. Hann hevur skrivað nakrar av teimum allarbestu føroysku kórsangunum, Á Grækarismessu,Yvir hvørjum tindi, Nú aftnar dagur, Mjørkanátt og yvirhøvur allar tær mongu tulkingarnar av yrkingum hjá Regini Dahl osfr. Hann er ein musikalskur søgusigari og dugir helst betur enn nakar annar av okkara samtíðarkomponistum at troyta teir møguleikar, sum eru innan fyri tonalan tónleik og hevur eina serliga styrki tá tað kemur til at skapa yndislig og kensluborin løg. Eg bílegði einaferð eitt kórverk frá Paula í Sandagerði til kórið Mpiri, sum endaði við at gerast tvey stutt verk, sum vit fingu frá honum. Eitt av teimum var tað lætta og haikustuttliga “Stari í kavi”, sum krevur øgiligan dynamikk av kórinum. Hitt verkið var hansara tónleikaliga tulking av kendu yrkingini hjá Goethe, sum Janus Djurhus umyrkti við byrjanarregluni "Yvir hvørjum tindi er ró". Tann fyrsta kórvenjingin við hesum verkinum stendur sum rist føst í minninum. Kórleiðarin, sum tá var Sunleif Rasmussen spældi harmoniirnar á klaverið og melankolsku og dramatisku tónasamansetingarnar floymdu omanyvir okkum, so at vit øll gjørdust rørd. Eg haldi, at Sunleif sjálvur var rørdur, hann segði í øllum førum beinanvegin, at hetta heilt týðiliga var eitt høvuðsverk innan føroyskan kórtónleik og eitt dømi um hvussu dugnaligur Pauli í Sandagerði er, tá tað kemur til at komponera serliga kórtónleik.

 

Pauli í Sandagerði er tónleikaligur undangongumaður, hann skrivaði tónleikin til verkið Jesus og Makedonaran, sum legði brúgv yvir um ta tá í tíðini púra endaleysu gjónna millum klassiskt og rytmiskt. Eg gloymi ongantíð sjónina av teimum gomlu violinistunum í lítla symfoniorkestrinum, og hvussu teir tuskaðu violinirnar til í royndini at fylgja við Sunleifi og Kolbein og teimum. Tað var fantastiskt at uppliva. Pauli í Sandagerði hevur eitt einastandandi talent og kanska er hesin rundi føðingardagurin eitt gott høvið at taka tað fram. Tí tónaskaldið er lærari, tað var soleiðis eg møtti honum, tá hann byrjaði sum orkufullur og inspirerandi musikklærari í Eysturskúlanum. Hann býr niðri saman við familjuni, men hansara leiklutur innan føroyskan tónleik má ikki undirmetast. Hann komponerar framhaldandi og hevur vunnið fleiri virðislønir m.a. varð hansara uppskot valt framum 40 onnur upppskot í eini kapping um at skriva eitt verk til standmyndina hjá Giacometti í Holstebro. Tá Pauli í Sandagerði byrjaði í Eysturskúlanum, hendi nógv spennandi, m.a. kom kórsangur á skránna í skúlanum, eg minnist eitt stórt blandað høvi-kór, men eisini eitt gentukór, ið varð grundlagt, og sum skuldi vísa seg at hava óvanliga gott og drúgt haldføri. Gentukórið kallaðist seinni fyri Cantabile, genturnar eru kanska ikki gentur meir, men saman við Hanusi G.Johansen fara kvinnurnar saman við Paula í Sandagerði at geva út eina fløgu við kærleikssangum út, sum varð tikin upp í Müllers Pakkhúsi í fjør. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, góði Pauli, og hjartans takk fyri tónleikin - vit gleða okkum til meira tónleik frá tínari hond. 

Rannvá Kunoy framsýnir í Sveis

Rannvá Kunoy: Dodd Frank (2014). Hendan fantastiska málningin minnast áskoðarar á Ólavsøkuframsýningin, hann verður í næstum við á framsýning í  CentrePasquArt í Biel í Sveis. 

Leygardagin 31.januar letur ein framsýning upp við verkum hjá Rannvá Kunoy í stóra mentanar- og listadeplinum CentrePasquArt í Biel í Sveis. Framsýningin varir inntil 5.apríl. Á framsýningarinnbjóðingini verða málningarnir hjá Rannvá Kunoy lýstir soleiðis (eg velji tann franska tekstin framum týska avbrigdið): A première vue, les peintures de Rannva Kunoy (*1975, Îles Féroé) apparaissent comme de simples surfaces monochromatiques perturbées par des rayures qui dialoguent avec les traces d’un cadre fantomatique. Cependant, en y regardant de plus près, les œuvres présentent une qualité tridimensionnelle, presque holographique. Les couleurs éclatantes et les formes changeantes des tableaux renforcent l’impression d’entrevoir des éléments qui demeurent pourtant insaisissables. Cette série sera présentée en parallèle d’un autre groupe de peintures aux accents comiques. Dans celles-ci, l’absurde cède la place aux lignes qui semblent construire une trame narrative mais ne sont jamais suffisamment claires pour former un sujet définitif. L’œuvre de Kunoy est caractérisé par son aspect performatif. Les mouvements de l’artiste, clairement rendus dans les lignes dynamiques du tableau, renvoient aux images éphémères tracées sur une vitre couverte de givre ou avec une lampe torche dans le noir. Les peintures semblent également duper le spectateur lorsqu’il se déplace autour de l’œuvre : l’espace se modifie et les traces deviennent plus ambiguës.

Eg vóni at fáa myndir frá hesari áhugaverdu framsýningini og ætli at koma við einari grein seinni.

 

 

Rannva Kunoy

01 02 – 05 04 2015


Opening: Sa 31 01 2015, 5pm

 

The abstract paintings of Rannva Kunoy (*1975, FO) are an interplay of scratch marks and the ghost traces of the frame. Yet on closer inspection the works have a three-dimensional, almost holographic quality, suggesting that something is always just coming into being.

 

Photo: Rannva Kunoy, Dodd Frank, 2014 (Foto / Photo: Lewis Ronald)

 

Føroyar og Konsept

Eitt portrett av listamanninum Svend-Allan Sørensen

Tekstur: Kinna Poulsen

Myndir: Steinprent

Grein í Dimmalætting 16.jan. 2015.

Svend-Allan Sørensen býr í Odense og í næstum sýnir hann fram í Keypmannahavn, Oslo og New York grafisk verk, sum fyri ein stóran part eru framleidd í Havn. Listamaðurin er føddur í Kjellerup í Jyllandi og tað er møguligt, at upprunin á bygd hevur sína ávirkan á, at hesin listamaðurin trívist so væl í Føroyum sum hann ger. Men týdningarmesta orsøkin til, at hann í heilum vitjar, er góða samstarvið, sum listamaðurin nú í mong ár hevur havt við Steinprent. Nú hevur Svend-Allan Sørensen aftur havt eitt arbeiðsuppihald í grafiska verkstaðnum í Østrøms Fabrikk á Skálatrøð, har hann saman við Jan Andersson, Fríðu Matras Brekku og Magnus V.Andersson hevur gjørt 29 grafisk verk til eina framsýning í Galleri Specta, sum letur upp á føðingardegi hansara í februar.

 

Føroyavinur

At vera Føroyavinur er eitt lutfalsliga dustmikið og gamaldags hugtak - tú sært fyri tær ein ullintan útlending uttan frið við seg sjálvan, sum í heilum skal út í náttúruna at vála og sum við eitthvørt høvi reisir seg upp at halda panegyriskar røðu. Men hetta eru jú teir beru fordómar og Svend-Allan Sørensen er í hvussu so er ikki soleiðis. Allíkavæl haldi eg, at gamla orðið “Føroyavinur” - um tað verður eitt sindur brýnt og avdustað - kann brúkast um listamannin. T.d. er Føroyavinarspjaldrið hóskandi, um hugsað verður um hansara stóra alsk til føroyskan mat, náttúru og mentalitet. Fyri hann stendur fyrsta uppihaldið í Steinprenti sum eitt vegamót - hann fekk nakað heilt serligt burturúr listarliga og menniskjaliga, sum hann ikki hevur upplivað aðrastaðni, og sum hevur við sær, at hann kennir seg heima her.

 

Heimsins størsta grafikkvirðisløn

Tilsamans hevur Svend-Allan Sørensen gjørt væl yvir hundrað myndir í Steinprenti, m.a. nøkur grafisk verk, sum hann fyri ikki so langari tíð síðani fekk stóru listaheiðurslønina frá norsku drottningini, Sonju fyri; ein virðisløn, sum við 400.000 norskum krónum er heimsins størsta grafikkvirðisløn. Svend-Allan Sørensen hevur fleiri ferð tikið lut á føroyskum bólkaframsýningum og í løtuni hevur hann fimm stór prent við á framsýningini hjá Steinprenti, Grafiske Forbindelser í Vendsyssel Kunstmuseum í Hjørring, sum seinni verður at síggja í Kastrupgaardsamlingen og í Norðurlandahúsinum í Havn. Danski listamaðurin skal brúka nýggjastu prentini til eina framsýning í Galleri Specta í Keypmannahavn, sum fær heitið “Grafik og Gevær”. Hetta er eitt ógvuliga eyðkent heiti hjá listamanninum hvørs serframsýning í Asger Jorn Listasavninum hevði heitið “Country og Koncept”.

 

Listin

Listin hjá Svend-Allan Sørensen er í grundini rættiliga lík listamanninum sjálvum. Tí hann er ein sera blíður, skemtiligur, næstan kátur maður, sum brádliga og uttan ávaring fær stillislig herðindi av álvarsemi. Tá gerst hann innfjarur. Við ansi fyri skemti, spei og kitsch tekur Svend-Allan Sørensen listina í sera stórum álvara. Hann hevur ein serligan poetiskan ans og brúkar í stóran mun orð í sínum myndum, og so dámar honum at blanda tað upprunakenda primitiva og tað listafína. Honum dámar vápn, hann er íðin veiðimaður og tá hann er í Føroyum, etur hann helst ræst, so nógv, sum hann fær fatur á. Tað tykist sum hevur matgleðin smittað yvir á okkurt prent, tí á einum av nýggju prentunum stendur skrivað DO LIKE THE BEST EAT THE RÆST.  

 

Konseptlist

Svend-Allan Sørensen er konseptlistamaður, og tað  hava vit ikki ov nógv av í Føroyum, so næstseinast hann var her, nýtti eg høvið at vitja Steinprent saman við næmingum í myndlist í Hoydølum fyri at hoyra listamannin greiða frá síni list og frá lívinum sum listamaður. Eg haldi, at onkrir av næmingunum gjørdist eitt sindur kløkkir av listamanninum, og høvdu hug at illneitast, tá  hann greiddi frá, at hann næstan altíð googlar síni myndevni, og kopierar tey, printar tey út, og yvirførir tey á litografiska steinin í staðin fyri at tekna sjálvur. Álvarsamur men við einum næstan ósjónligum skálkabrosi greiddi hann teimum bilsnu næmingunum frá, at hann sanniliga ikki tímir at spilla tíðina við at tekna eitt myndevni, tá tað allíkavæl finst á netinum frammanundan. Konseptlist er eitt ómetaliga breitt og torskilt hugtak, og eg havi varhugan av, at tað gongst verri við at fata hetta hugtakið í Føroyum enn aðrastaðni, tó at hugskotsgrundaða konseptlistin hevur verið til í í heimslistini meir enn hálva øld. Eg veit ikki um orsøkin er, at myndlistin í Føroyum er so mikið ung sum hon er, ella at vit her á landi ikki eru væl fyri listaútbúgvingarliga, ella at brúkslistin er nógv eldri enn myndlistin. Men føroyingar halda í hvussu er rættiliga fast í handverkliga partinum av listini og í gamla hugburðinum til listafólk, at tey eiga at hava ávísir handaligir førleikar. Somuleiðis eru myndevni, sum tulka veruleikan á sama hátt sum í klassiskari modernistiskari list enn áhugaverd fyri føroysk listafólk.

 

Royn ikki at gera eitt listaverk...

-Tað, sum er mest umráðandi, segði Svend-Allan Sørensen við tey ungu fólkini, er at gera tað, sum mann vil og ongantíð tað, sum onnur vænta av tær. Tað ringasta er at royna at gera eitt listaverk, tí tá blívur tað ikki til list. At vera listafólk er at skýggja allar vónir hjá øðrum til tín og tað, tú gert og í staðin gera títt egna, sum tú so kanst risikera, at eingin annar skilir. Ein næmingur spurdi ógvuliga skilagott hvussu mann kundi skyna á hvat var gott og nær tað var vánaligt, um mann ikki kann meta út frá tekniskum førleikum, og her svaraði listamaðurin, at einki annað er at gera enn at líta á sín egna varhuga. Sjálvandi finnast serfrøðingar við skili fyri list, men grundleggjandi er listin ábyrgdin hjá avvarðandi listafólki, heldur Svend-Allan Sørensen. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl í hansara verkum millum rátt og sofistikerað, millum readymade og heimagjørdan autenticitet. Í teirri svørtu, dynamiskt ruslutu grundini á einum av prentunum, sum eru við í framsýningini Grafiske Forbindelser hómast orðini "LOWER ME DOWN WITH A QUICK SAID GOODBYE POUR IN THE BLACK HAVNARDALUR MUD". Myndin sýnist skitin, tað tykist sum orðini eru krutlaði niður við einum fingri í móru, men tað er kanska júst hetta primitiva árinið, sum saman við teirri óvæntaðu lokalu tilsipingini gevur lagnutunga og sentimentala countrysitatinum frá Townes Van Zandt eina serstaka, lívrunna megi.

 

Lívið í skóginum

Í fleiri av teimum nýggju prentunum eru smá ljóðorð, sum herma eftir fuglaljóðum. Náttúra og serliga fuglar hugtaka hann ómetaliga nógv, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau, sum livdi í 19.øld og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum hann lýsti í kendu bókini "Walden - Life in the woods", og sum ávirkaðu fleiri ættarlið. Men sjálvt um myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, er einki naivt yvir hesum myndunum. Heldur er talan um subtilar, sofistikeraðar og rættiliga poetiskar myndir, sum í støðum eru konkretar inn á bein. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað verður sipað til tað sama, ið onkursvegna verður orðað og umorðað við bókstavum, prentliti og tekning. Listamaðurin arbeiðir eisini við føstum orðingum, har hann t.d. skiftir eitt orð út, soleiðis at orðafellið fær nýggja poetiska kraft. Sostatt verður t.d. staðfest einastaðni, at KRAGEN ER IKKE GRATIS í einum av nýggju prentunum, sum í stóran mun eru miðsavnað um krákur, ein av yndisfuglunum hjá Svend-Allan Sørensen. Hann hevur skotið onkra kráku í Havnardali, sum síðani er stappað út, og sum skal brúkast í eini komandi listarligari installatión. Havnardalur er eitt umráðandi stað fyri listamannin, økið er nevnt í fleiri verkum, og millum nýggjastu prentini er eitt, sum eitt sindur viðvent staðfestir: WHAT A PERFECT HAVNARDALUR SOUND IS THIS VOICE OF THE CROW.

 

Svend-Allan Sørensen er farin niður aftur til Danmarkar, men hann kemur aftur, tá tað ber til og tá pláss aftur er á tímatalvuni í Steinprenti. Tað kundi verið spennandi onkuntíð í nærmastu framtíð at sæð eina framsýning í Føroyum við teimum yvir hundað verkunum, sum hann hevur gjørt her. Framsýningin Grafik og Gevær letur upp í Galleri Specta, Peder Skrams Gade 13 í Keypmannahavn 6.februar.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Peter Carlsen sýnir fram í Kastrupgaardsamlingen

Herfyri var eg eitt ørindi í verkstovuni hjá listamanninum, Peter Carlsen, og sá tí av óvart stóru málningarnar, sum hann er í gongd við í løtuni. – Hasa framsýningina skal eg síggja, hugsaði eg við mær sjálvari. Framsýningin verður í Kastrupgaardsamlingen millum 5.mars og 7.juni. Ørindini hjá listamanninum snúðu seg um katalogið til bólkaframsýningina hjá Steinprent, Grafiske Forbindelser, har sum Peter Carlsen er við. Har hevur hann eina áhugaverda mynd við, sum at síggja til hevur lítið uppá seg myndevnisliga. Tað er ein samanrukkaður hálvliturs pakki av Mathilde Cacaomjólk. Mathildepakkarnar við blíða gentuandlitinum við rottuhalum kenna tey flestu. Teir hava verið til síðani 1970 og verða ofta fataðir sum nakað, ið er typisk danskt. Peter Carlsen hevur stórum áhuga fyri júst tí typiskt danska. Eingin, ið kennir til myndirnar hjá Peter Carlsen, verður firtin, um eg rógvi framundir, at hesin listamaður er meira enn kønur speirekari. Men hyggja vit at hesari myndini við Mathildepakkanum, er hon ómetaliga banal. Cacaomjólkapakkin er monumentalt staðsettur miðskeiðis á myndini í eini ógvusligari ovurstødd, so at hann fyllir tað mesta av myndarúminum, men lýsingin hevur ein fjálgan tóna, bæði um vit hugsa um tað nostalgiska, heita listavalið og tann klassiskt málføra tekningistílin við teimum gjølligu skákstrikunum, sum aftur sýnast mótsetningar til tað eftir øllum at døma týdningarleysa myndevnið av einum tómum pakka, sum einaferð innihelt tann flótandi umgangin av forproduseraðum cacao við feitti og sukuri og E-ílatingarevnum, sum enn verður hildin at vera ómissandi partur av barnaføðingardøgum. - Jú, hann hevur altíð ein tanka ella tveir við sínum myndum, Peter Carlsen, og hann fær eisini áskoðaran at hugsa, men hansara verk eru eisini ein sonn njóting av tí, at hann er so fantastiska dugnaligur handverkliga, óansæð um hann málar, teknar, evnar til osfr. Hansara framsýning í Steinprenti í 2010 er ein av teimum bestu, eg havi sæð í Føroyum, so eg gleði meg til framsýningina í Kastrupgaardsamlingen. Her er ein grein, sum Torben Weirup hevur skrivað í sambandi við framsýningina.

http://www.b.dk/kunst/peter-carlsen-balancerer-mellem-helte-og-antihelte

Søguligt! - Ferniseringsmyndir

Silja Strøm

Leygardagin var fernisering í Steinprent, tá framsýningin Søguligt læt upp. Fitt av fólki var komið saman at skoða framsýningina, sum m.a. fevnir um nýggjastu steinprentini hjá Silju Strøm og nøkur eldri prent eisini. Eisini eru myndir hjá: Fie Norsker, Claus Carstensen, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Bárður Oskarsson, Daniel Milan og Kathrine Ærtebjerg við á framsýningini, ið somuleiðis fevnir um bókaútgávur. 

Vendetta-røðin. Jóhan Martin Christiansen, Claus Carstensen og Hansina Iversen. Høgrumegin hurðina hanga prent hjá Daniel Milan.

Prent/Vatnlitamynd hjá Fie Norsker

Frá ferniseringini

Tveir DJ´ar í Sirkus? - Nei, eitt prent hjá Daniel Milan við hansara eyðkenda kaktusfigurum.

Tveir framsýningargestir undir hatti

Silja Strøm

Tvey prent hjá Bárði Oskarsson

Prent hjá Jóhan Martin Christiansen og Silju Strøm

Pretn hjá Silju Strøm

Frá framsýningini

Frá framsýningini

Land í eygsjón – norska vikan í Norðurlandahúsinum

 

Norskur listamaður biður allar føroyingar um hjálp

Norski listamaðurin, Lars Kjemphol, heitur í hesum filminum á allar føroyingar at hjálpa sær við framsýningini í Norðurlandahúsinum 3. - 6. februar.

Hann er við á norsku vikuni í Norðurlandshúsinum 6. - 14. februar.

Lars Kjemphol skapar flestu av sínum framsýningum improviseraðar á staðnum meðan áskoðararnir síggja listaverkið vaksa fram út ongum. Sostatt verða áskoðarar eygnavitni til listarligu tilgongdina.

Í sambandi við framsýningina í Norðurlandshúsinum fer Lars Kjemphol at skapað eina stóra installasjón í Klingruni, sum tekur áskoðaran og lutir sum áskoðarin eigur við í verkið. Listamaðurin fer at brúka staðbundið tilfar í sínum verki.

Tí heita vit á øll, sum kundu hugsa sær at sæð sínar egnu gomlu lutir endurnýttar í listini, um at lata listamanninum gamlar møblar, takplátur, toyrullur, lampuskermar, ein brúktan bát ella nakrar europallir. Ella okkurt graslíkisavlop. Til ber at koma við øllum millum himmal og jørð, jú størri tess betri og eru fleiri lutir av sama slagi eru allir kærkomnir.

Øll eru vælkomin at fylgja gongdini frá tóma gólvinum til lidna listaverkið.

Lars Kjemphol hevði eisini verið fegin, um onkur føroysk listafólk høvdu vilja verið við og hjálpt honum.

Alt tilfarið kann latast inn í Norðurlandahúsinum millum 26. januar og 3. feburar. 

Sámal Blak í altjóða viðráki

Mynd: www.operaostfold.no

Mynd: www.operaostfold.no

Enn einaferð ferðast Sámal Blak í allarovastu luftløgunum í altjóða operaheiminum nú ein opera, sum hann hevur pallsniðgivið fyri Birmingham Opera Company, er í uppskoti at fáa altjóða virðisløn.

Birmingham Opera Company er eitt av seks operahúsum, sum er í uppskoti at fáa The International Opera Award fyri uppsetingina av operuni Khovanskygate / Khovanshchina hjá Mussorgsky. Sámal Blak hevur fleiri ferð verið í uppskoti til týdningarmiklar virðislønir og í 2009 vann hann Linbury Prize. Umframt operuna í Birmingham ger Sámal Blak pallsnið í Bukarest, Aix en Provence í ár - nú manglar bara Tjóðpallur Føroya á flotta avrikslistanum, sum sæst á hansara heimasíðu. Eg vóni, at vit í heimbýnum hjá Sámali skjótt sleppa at síggja hansara kynstur.

 http://www.samalblak.com/

 

Brot úr ummælum:

★★★★
— The Times, Anna Picard 

★★★★
— The Guardian, Andrew Clements

★★★★
— Birmingham Post, Christopher Morley

★★★★
A captive audience thrills to Birmingham Opera Company’s heartfelt reworking of Mussorgsky’s epic Khovanshchina.
— The Observer, Fiona Maddocks

★★★★
The drama is magnificently managed – charged, electric, bitter and twisted.
— Exeunt, Roderic Dunnett

★★★★
“Khovanskygate is a version of Mussorgsky’s opera with irresistible imaginative panache”
The audience promenades through the inside of a circus tent, where designer Samal Blak creates a space in which an election rally is taking place. Video screens broadcast news of crisis, protest and repression, as shifting factions and coalitions result in scandalous back-stabbing mayhem.
— The Telegraph, Rupert Christiansen

the most gripping of the half dozen or so I’ve seen in the past thirty-odd years
“…it also responds brilliantly to the mobile context. In the Freedom Tent the audience stands for the entire three hours of Musorgsky’s score, turning this way and that to face a series of platforms and arenas (designersSamal Blak and Giuseppe Di Iorio), being pushed around and kettled up like any crowd of innocent bystanders at a perfectly legal demonstration. The choral scenes, especially, take on terrific energy from the sense of mobile space and the sheer presence of top-class choral singers elbowing their way through the audience, or popping up next to you, so that for a minute you wonder if you aren’t supposed to be joining in (I did once – the music is so irresistible…”
—  The Arts Desk, Stephen Walsh 

★★★★
“The space is plastered with up-to-date campaign posters advertising the electoral claims of Andrei Khovansky, an extreme rightwing politician. The audience is herded by menacing police (all actors) and, at various points throughout the evening, infiltrated by political agitators, gun-toting thugs and the religious right.
Gradually the performance surmounts its heavy-handedness and works a spell. Part of its magic stems from the illusion of reality/spontaneity and the way Vick makes every member of the audience a participant…. you can’t help being swept up in the inspired craziness, the sheer theatricality of it all.”
— The Financial Times, Andrew Clark

 

 www.operaawards.co.uk/Finalists2015.aspx

www.telegraph.co.uk/culture/music/opera/10782481/Khovanskygate-Birmingham-Opera-Company-review-bold-and-energetic.html

Mentunarvirðislønir Landsins

torbjørnjuli2010.jpg

Mentunarvirðislønir Landsins vórðu handaðar í Deplinum í Skálavík í dag og aftur í ár var Páll Danielsen vertur. Landsstýrismaðurin legði fyri og síðan sang Birita Poulsen Du bist die ruhe hjá Schubert, Mattias Kapnas spældi klaver og tað var hann, sum fekk virðislønina til ungt listafólk 2014. Tað fekk hann fyri at vera evnaríkur, íðin og djarvur tónleikari og ein sannur úrmælingur á klaverinum. Mattias Kapnas takkaði í einari røðu, har hann m.a. greiddi frá, at komandi tíðin fer at vera krevjandi hjá honum. Hann takkaði eisini lærarum sínum á Musikkskúlanum, bólkinum Bendar Spónir og føroyska mentanarumhvørvinum, sum hann segði seg vera errin av at vera partur av. Síðani kvitteraði hann við at spæla ta máttmiklu sonatuna hjá Beethoven Appasionata. Jóhannes Andreasen helt eina røðu fyri sínum fyrrverandi næmingi.

 

Sømdargávur Landsins vórðu síðani latnar. Í ár eru tað tvær listakvinnur, sum fáa lívslongu sømdargávu landsins, tær eru Oddvør Johansen og Katrin Ottarsdóttir. Síðstnevnda var rørd og takksom og helt eina røðu, sum endaði við eini stuttligari anekdotu um Daells og Dal. 

  Heiðursgávu Landsins fekk bólkurin Tey av Kamarinum, sum í dag bara eru "Tvey av Kamarinum" og Eyðbjørn av Kamarinum helt takkarrøðuna og greiddi frá hvussu tey byrjaðu. Síðani hugleiddi ein rørdur Birgir Kruse um seriøsan og óseriøsan tónlei…

 

 Heiðursgávu Landsins fekk bólkurin Tey av Kamarinum, sum í dag bara eru "Tvey av Kamarinum" og Eyðbjørn av Kamarinum helt takkarrøðuna og greiddi frá hvussu tey byrjaðu. Síðani hugleiddi ein rørdur Birgir Kruse um seriøsan og óseriøsan tónleik og honum á baki trinu tvey á kamarinum á pallin at syngja og spæla. Mentunarvirðisløn Landsins fyri 2014 varð latin Torbirni Olsen, sum helt eina takkarrøðu og at enda helt Hansina Iversen eina áhugaverda røðu um listina hjá Torbirni Olsen. Hjartaliga til lukku øll somul!

 

 

 

Listaboykottið er av

Frá mótmælistiltaki við grillaðum pylsum í Sandagerði

Listaboykottið byrjaði 2.november 2012, tá Sunleif Rasmussen og ein samdur Teitur Lassen mæltu øllum listafólkum við sjálvsvirðing um at boykotta øll tiltøk, sum almennu Føroyar standa fyri til tess at mótmæla teim skerjingum, sum tá vóru framdar móti íløgum landsins í mentan og list. Sunleif Rasmussen og Teitur Lassen, ið byrjaðu listaboykottið, eru nú vorðnir samdir um at avlýsa tað. Hetta kemst ikki av tí, at mentamálaráðharrin hevur gjørt nakað fyri, at seta pengarnar inn aftur í Mentanargrunnin, greiða teir frá og halda fram: “Og tað nýggjasta er at hann hevur hildið grunnin Fjølrit sum gísla, tí hann vil hava at grunnurin skal gjalda administratiónina av nýggju upphavsrættslógini. Men vit avlýsa, tí at boykottið liggur og svevur í so leingi, og so koma onkrir fyrispurningar, og vit siga at boykottið er framvegis galdandi. Vit eru komnir til ta avgerð, at best er at avlýsa, men ásanna samstundis, at hetta er kanska størsta boykott nakrantíð. Ikki bert í Føroyum, men størsta listaboykott nakrastaðni. Og við hesum vilja vit vísa á, at sjálvt um føroysk listafólk liva undir ósømiligum korum, finna vit okkum ikki í øllum. Og hetta skal vera eitt týðiligt signal til maktina, at um nakað tílíkt hendir aftur, verður eitt boykott nógv meir umfatandi. At enda vilja vit takka øllum, ið hava luttikið í listaboykottinum, og víst dirvi at peika á botnleysa órættin, sum vit listafólk hava verið fyri.”

SØGULIGT!

 

Tað verður søguligt í Steinprenti komandi tíðina við hópin av myndum, sum siga søgur, sum eru stuttligar, kerligar, speiskar, hugnaligar, rørandi og sum í øllum førum víkja frá vanligum føroyskum listasøgum. Leygardagin 17.januar klokkan 15 letur framsýningin SØGULIGT! upp í Steinprent við verkum hjá átta listafólkum. Tey eru Silja Strøm, Katrine Ærtebjerg, Fie Norsker, Daniel Milan, Bárður Oskarsson, Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen og Claus Carstensen.

Unga listakvinnan úr Vestmanna, Silja Strøm býr í Glasgow, men arbeiðir í Steinprenti í løtuni, har hon hevur gjørt seks nýggja prent, sum øll verða við á framsýningini. Nøkur av hesum nýggju steinprentunum verða gávuprent til limir í opna grafikkfelagnum Steinprent, men harumframt verða eldri prent hjá Silju Strøm við á framsýningini, sum eisini fevnir um bøkur og illustratiónir - eitt nú myndprýddi Silja Strøm stuttsøgusavnið Gullgentan hjá Hanusi Kamban. Vit kenna aftur ta artistisku, fínu strikuna hjá Silju Strøm og tær figurativt flótandi søgurnar í alsamt meira samansettum myndum við merkiligum karakterum, sum kennast einsamallir sjálvt tá teir eru saman við onkrum øðrum meðan teir snerkja og manerera og toyggja seg og skapa áhugaverd rúm á flata pappírinum. Og løgnar eru myndirnar hjá Fie Norsker av sonnum eisini, hennara myndevni av køkukonum og leikum eru ikki nakað, vit vanliga sambinda við myndlist. Tað er júst av hesi orsøk, Fie Norsker brúkar tílík myndevni. Listakvinnan arbeiðir ímóti tí hátíðarliga og tignarliga, sum ofta merkir myndlistina. Hon vil heldur tvætla, sigur hon, og hugna sær. Fie Norsker er ómetaliga arbeiðssom listakvinna, sum allatíðina fær nýggj hugskot. Í Steinprenti hevur hon brúkt nøkur av sínum egnu svarthvítu prentum sum eitt slag av málibók, ið hon hevur málað við vatnlitum. Eg haldi, at hennara myndir siga søgur um støðuga listarliga skapan og umskapan, sum fyri listakvinnuna er ein áhaldandi tørvur. Okkurt er við teirri elegantu strikuni hjá Katrine Ærtebjerg, sum minnir eitt sindur um myndamálið hjá Silju Strøm. Eisini er okkurt við psykologiska sjónarmiðinum, einseminum og skemtingarseminum, sum tykist gjøgnumgangandi í myndunum hjá báðum listakvinnunum. Myndirnar hjá Katrine Ærtebjerg siga femininar søgur um kærleika, dreymar og kenslulív og nakrar av teimum eru myndprýðingar til yrkingar hjá yrkjaranum Christinu Rosetti, sum livdi í 19.øld. Skemt er grundleggjandi partur av álvarsligu barnabókunum hjá Bárði Oskarsson, sum eisini verða við á framsýningini, umframt nakrar eldri grafiskar myndir, sum listamaðurin gjørdi í 2006. Á sama hátt sum bøkurnar siga hesar myndir søgur, ið eru djúpt humanistiskar og snúgva seg um tað óperfekta menniskjað. Tríggjar gular og svartar myndir á framsýningini siga søgur hjá 200 um eina samgongu, sum kann fara í søguna, tá val verður. Hetta eru myndatulkingar, sum Hansina Iversen, Claus Carstensen og Jóhan Martin Christiansen vórðu biðin um at gera av sangum hjá 200. Tessvegna eru nakrar politiskar myndir við á framsýningini, sum kunnu fáa eitt sindur av kjaki í gongd. Daniel Milan hevur í løtuni eina serframsýning í Galleri Marie Kierkegaard í Keypmannahavn, sum  hevur heitið Cop Cop Canoe. Nakrar av myndunum til hesa framsýning hevur listamaðurin gjørt í Steinprenti. Daniel Milan er um somu tíð ein øgiliga stuttligur og ein øgiliga álvarsligur listamaður. Hansara myndir siga søgur um menniskjaliga fremmandgering og valdsviðurskifti millum fólk. Myndirnar tykjast surrealistiskar í støðum, t.d. lýsingarnar av kaktusmanninum, sum er ein afturvendandi vera hjá Daniel Milan; eitt umboð fyri tað almenniskjaliga. Á framsýningini verða eisini myndir, sum listamaðurin hevur gjørt við støði í eini ferð í Uganda. Her verða sagdar heldur óhugnaligar søgur frá eini problematiskari verð við einari í støðum homofobiskari mentan. Øll eru vælkomin til fernisering leygardagin 17.januar kl.15-17.