SØGULIGT!
/
Tað verður søguligt í Steinprenti komandi tíðina við hópin av myndum, sum siga søgur, sum eru stuttligar, kerligar, speiskar, hugnaligar, rørandi og sum í øllum førum víkja frá vanligum føroyskum listasøgum. Leygardagin 17.januar klokkan 15 letur framsýningin SØGULIGT! upp í Steinprent við verkum hjá átta listafólkum. Tey eru Silja Strøm, Katrine Ærtebjerg, Fie Norsker, Daniel Milan, Bárður Oskarsson, Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen og Claus Carstensen.
Unga listakvinnan úr Vestmanna, Silja Strøm býr í Glasgow, men arbeiðir í Steinprenti í løtuni, har hon hevur gjørt seks nýggja prent, sum øll verða við á framsýningini. Nøkur av hesum nýggju steinprentunum verða gávuprent til limir í opna grafikkfelagnum Steinprent, men harumframt verða eldri prent hjá Silju Strøm við á framsýningini, sum eisini fevnir um bøkur og illustratiónir - eitt nú myndprýddi Silja Strøm stuttsøgusavnið Gullgentan hjá Hanusi Kamban. Vit kenna aftur ta artistisku, fínu strikuna hjá Silju Strøm og tær figurativt flótandi søgurnar í alsamt meira samansettum myndum við merkiligum karakterum, sum kennast einsamallir sjálvt tá teir eru saman við onkrum øðrum meðan teir snerkja og manerera og toyggja seg og skapa áhugaverd rúm á flata pappírinum. Og løgnar eru myndirnar hjá Fie Norsker av sonnum eisini, hennara myndevni av køkukonum og leikum eru ikki nakað, vit vanliga sambinda við myndlist. Tað er júst av hesi orsøk, Fie Norsker brúkar tílík myndevni. Listakvinnan arbeiðir ímóti tí hátíðarliga og tignarliga, sum ofta merkir myndlistina. Hon vil heldur tvætla, sigur hon, og hugna sær. Fie Norsker er ómetaliga arbeiðssom listakvinna, sum allatíðina fær nýggj hugskot. Í Steinprenti hevur hon brúkt nøkur av sínum egnu svarthvítu prentum sum eitt slag av málibók, ið hon hevur málað við vatnlitum. Eg haldi, at hennara myndir siga søgur um støðuga listarliga skapan og umskapan, sum fyri listakvinnuna er ein áhaldandi tørvur. Okkurt er við teirri elegantu strikuni hjá Katrine Ærtebjerg, sum minnir eitt sindur um myndamálið hjá Silju Strøm. Eisini er okkurt við psykologiska sjónarmiðinum, einseminum og skemtingarseminum, sum tykist gjøgnumgangandi í myndunum hjá báðum listakvinnunum. Myndirnar hjá Katrine Ærtebjerg siga femininar søgur um kærleika, dreymar og kenslulív og nakrar av teimum eru myndprýðingar til yrkingar hjá yrkjaranum Christinu Rosetti, sum livdi í 19.øld. Skemt er grundleggjandi partur av álvarsligu barnabókunum hjá Bárði Oskarsson, sum eisini verða við á framsýningini, umframt nakrar eldri grafiskar myndir, sum listamaðurin gjørdi í 2006. Á sama hátt sum bøkurnar siga hesar myndir søgur, ið eru djúpt humanistiskar og snúgva seg um tað óperfekta menniskjað. Tríggjar gular og svartar myndir á framsýningini siga søgur hjá 200 um eina samgongu, sum kann fara í søguna, tá val verður. Hetta eru myndatulkingar, sum Hansina Iversen, Claus Carstensen og Jóhan Martin Christiansen vórðu biðin um at gera av sangum hjá 200. Tessvegna eru nakrar politiskar myndir við á framsýningini, sum kunnu fáa eitt sindur av kjaki í gongd. Daniel Milan hevur í løtuni eina serframsýning í Galleri Marie Kierkegaard í Keypmannahavn, sum hevur heitið Cop Cop Canoe. Nakrar av myndunum til hesa framsýning hevur listamaðurin gjørt í Steinprenti. Daniel Milan er um somu tíð ein øgiliga stuttligur og ein øgiliga álvarsligur listamaður. Hansara myndir siga søgur um menniskjaliga fremmandgering og valdsviðurskifti millum fólk. Myndirnar tykjast surrealistiskar í støðum, t.d. lýsingarnar av kaktusmanninum, sum er ein afturvendandi vera hjá Daniel Milan; eitt umboð fyri tað almenniskjaliga. Á framsýningini verða eisini myndir, sum listamaðurin hevur gjørt við støði í eini ferð í Uganda. Her verða sagdar heldur óhugnaligar søgur frá eini problematiskari verð við einari í støðum homofobiskari mentan. Øll eru vælkomin til fernisering leygardagin 17.januar kl.15-17.