Peter Carlsen sýnir fram í Kastrupgaardsamlingen

Herfyri var eg eitt ørindi í verkstovuni hjá listamanninum, Peter Carlsen, og sá tí av óvart stóru málningarnar, sum hann er í gongd við í løtuni. – Hasa framsýningina skal eg síggja, hugsaði eg við mær sjálvari. Framsýningin verður í Kastrupgaardsamlingen millum 5.mars og 7.juni. Ørindini hjá listamanninum snúðu seg um katalogið til bólkaframsýningina hjá Steinprent, Grafiske Forbindelser, har sum Peter Carlsen er við. Har hevur hann eina áhugaverda mynd við, sum at síggja til hevur lítið uppá seg myndevnisliga. Tað er ein samanrukkaður hálvliturs pakki av Mathilde Cacaomjólk. Mathildepakkarnar við blíða gentuandlitinum við rottuhalum kenna tey flestu. Teir hava verið til síðani 1970 og verða ofta fataðir sum nakað, ið er typisk danskt. Peter Carlsen hevur stórum áhuga fyri júst tí typiskt danska. Eingin, ið kennir til myndirnar hjá Peter Carlsen, verður firtin, um eg rógvi framundir, at hesin listamaður er meira enn kønur speirekari. Men hyggja vit at hesari myndini við Mathildepakkanum, er hon ómetaliga banal. Cacaomjólkapakkin er monumentalt staðsettur miðskeiðis á myndini í eini ógvusligari ovurstødd, so at hann fyllir tað mesta av myndarúminum, men lýsingin hevur ein fjálgan tóna, bæði um vit hugsa um tað nostalgiska, heita listavalið og tann klassiskt málføra tekningistílin við teimum gjølligu skákstrikunum, sum aftur sýnast mótsetningar til tað eftir øllum at døma týdningarleysa myndevnið av einum tómum pakka, sum einaferð innihelt tann flótandi umgangin av forproduseraðum cacao við feitti og sukuri og E-ílatingarevnum, sum enn verður hildin at vera ómissandi partur av barnaføðingardøgum. - Jú, hann hevur altíð ein tanka ella tveir við sínum myndum, Peter Carlsen, og hann fær eisini áskoðaran at hugsa, men hansara verk eru eisini ein sonn njóting av tí, at hann er so fantastiska dugnaligur handverkliga, óansæð um hann málar, teknar, evnar til osfr. Hansara framsýning í Steinprenti í 2010 er ein av teimum bestu, eg havi sæð í Føroyum, so eg gleði meg til framsýningina í Kastrupgaardsamlingen. Her er ein grein, sum Torben Weirup hevur skrivað í sambandi við framsýningina.

http://www.b.dk/kunst/peter-carlsen-balancerer-mellem-helte-og-antihelte