Søguliga stór Mikines gáva til Listasavn Føroya

Listasavn Føroya kunngjørdi í gjár, at tey hava móttikið eina søguliga stórfingna gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk sum t.d. omanfyristandandi cafémynd. Á Listasavninum greiða tey frá, at tey í desember 2021 tóku ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú eytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen, einkju eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir. Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen savninum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006 stutt áðrenn Torkil doyði.

Í sambandi við ta fornemmu listagávuna skrivar ein góður vinmaður hjá Torkili Mortensen, Erling Eidesgaard um hann - myndirnar herundir eru eisini frá Erling.

Torkil var føddur í 1935 og vaks upp á Tvørabakka. Hann var sonur Annu Mortensen (f. Vestergaard) og Martin Mortensen, sum doyði, tá Torkil var smádrongur. Sekstan ára gamal flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv og síðani las til lækna.

Hann var ein sera dugnaligur og passioneraður lækni og ein úrmælingur innanfyri urologi á Sjællandi í mong Harrans ár.

Torkil var eitt lívsstykki, og kom sum ein hvirluvindur heim á Tvøroyri at ferðast um sumrarnar, har hann altíð búði á Tippinum hjá abbanum, Erling, og ommuni Jonu, sum var hansara systkinabarn. Hann spældi klaver, so húsið skalv, og ruskaði alla familjuna til við síni spruttandi orku og fekk okkum bæði til fjals og í fjøru. Einki var óført.

Hóast hann var 36 ár eldri enn eg, gjørdust vit bestu vinir, tá eg fyrst í 90unum flutti til Keypmannahavnar at lesa. Saman gingu vit til konsertir og til filmar, vit boksaðust, vit róðu kajakk saman og vit ferðaðust suður í Alpurnar at standa á skíð. Hann var tannáringur í sinni til tað allar síðsta.

Torkil og omman høvdu eitt serligt samband. Tað vistu vit øll. Og tá hann doyði 71 ára gamal, 30. juni í 2006, bleiv eg sendur suður at bera ommuni, ið tá var 88 ára gomul og viknað, deyðsboðini.

Tað tók henni dygt at Torkil, ið var nógv yngri enn hon, og sum hon var so sera góð við, var deyður. Og seytjan dagar seinni legði hon sjálv árarnar inn.

Tá Torkil fór til gravar norðan fyri Keypmannahavn, fekk eg tann heiður at bera. Og í samráð við einkjuna hevði eg við mær eina krukku av mold úr garðinum í barndómsheimi hansara á Tvørabakka til prestin at kasta á.


tað lítla orðið sum ikki/ sleppur at siga tað/ sum tað er skapt til at siga

-Eg veit meg ikki nakrantíð áður hava sæð ein stav á permuni á einum yrkingasavni. Men tað fyrsta, eg sá, nú eg setti meg at lesa TANN ÁKÆRDA BOÐBERJAN hjá Tóroddi Poulsen var altso ein stavur, sum til alla eydnu vendir skrátt upp! Og sjálvt um innihaldið ikki er so uppøst sum mann kundi fryktað og vónað frá einum yrkjara, sum á okkara kurteisligu døgum kann finna uppá at veipa við stavi og yrkja Bókaklikudøgum ein vælupplagdan og uppibornan tátt, so er samfelagskritiskt bit í lýsingunum av eini samtíð í einari líkasælari tykisverð: “púrasta býtt eru/ tey framman fyri/ telduni og inni í/ eini fimleikarhøll/ fullari av/ fótasveitta og/ vánaligum/ hugflogi”.

Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen er tann 48. í røðini av útgávum síðan debutsavnið, Botnfall, sum næsta ár fyllir fjøruti. TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN er ein typisk Tóroddbók soleiðis at skilja, at hon inniheldur yrkingar, ið tó at tær eru serstakliga ymiskar, eru Tóroddskar – tú ivast ongantíð í hvør upphavsmaðurin er. Okkurt er eitt slag av eygleiðingum og viðmerkingum til gerandisdagin og lívið, aðrar eru endurminningar frá barndómi, meðan summar eru meira abstraktar og kunnu snúgva seg um skapan og avskapan. Yrkjaraegið trívist væl í opnum lendi í bíðistøðu við gulum lyktum og lesarin fylgir glaður aftaná eftir breiða yrkingavegnum, har vit ganga inn í ein sannan riðil av góðum yrkingum, sum onkur teirra kanska gevur eina ábending um hvat gátuføra og eitt sindur hátíðarliga heitið á savninum merkir. - Boðberji er eitt heimagjørt orð, sum bæði minnir um ein boðbera altso ein, ið ber boð og so at berjast ella sláa.

hann bíðar

eftir boðum

at berja alt

niður í

gruggið

og aftaná

noyða onkran

at drekka

tað

Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara.

Randi Samsonsen THINGS MATTER

Sum sild í tunnu stóðu vit í vakra Richard Mortensen Salinum á Trapholt leygarmorgunin, tá framsýningin hjá Randi Samsonsen, THINGS MATTER læt upp. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.

Kollektiva íkastið er við til at tryggja sera áhugaðar og engasjeraðar móttakarar og tað varnaðust vit upplatingardagin, tá tað vakra Trapholtsavnið var á tremur av forvitnum gestum. Verkætlanin er grundleggjandi sosialt hugsað og Veluxgrunnurin hevur eisini tryggjað holla gransking í sambandi við verkætlanina. Tað, at involvera kollektivið í listaligar prosessir er altíð risky business og krevur heilt ómetaliga nógv. Tað hava vit so sæð á Ólavsøkuframsýningum til dømis, har tað er upp til kuratorar og fyriskiparar at fáa skil og týdning burtur úr teirri mangan óruddiligu heildini. Randi Samsonsen er ein sera generøs listakvinna, sum í THINGS MATTER verkætlanini hevur havt stóran avgerðarrætt viðvíkjandi litum og tí formliga yvirhøvur, tí hon hevur t.d. avgjørt júst hvat tógv og hvørjar stokkar, sum skulu brúkast, umframt stødd og litaval. Men sjálvt um teir 258 luttakararnir bæði hava brúkt “Randi-blátt” og “Randi-lilla” so verður úrslitið, tá mann bindur eina standmynd, rættiliga ljótt og klombrut. Soleiðis er tað bara og eg hugsi, at hetta tilfarstreytaða endaúrslitið eisini hevur verið hugsað av listakvinnuni frammanundan. At júst umskapanin frá tí flotta, harða, hátíðarliga og enntá autoritera framburðinum hjá standmyndum til okkurt fittari, minni og bleytari, sum minnir um heimabundnar bamsur og høsnabinding er týdningarmesti parturin av konseptuella verkinum THINGS MATTER eins og tað er í verkinum hjá Randi Samsonsen, sum á so mangan hátt brýtur upp úr nýggjum listaliga og skulpturelt. Teir 258 THINGS MATTER figurarnir eru monteraðir á og undir einum monumentalum, bláum sokkli, sum stendur í einum høgum rundbygningi. Meðan áskoðarin spákar oman gjøgnum hendan bygningin ber bæði til at síggja tað stóra THINGS MATTER verkið og skoða hvussu tað tekur seg út frá øllum síðum, men her eru eisini dømi um áhugaverdu listini hjá Randi Samsonsen framsýnd umframt filmstubbar og fotomyndir av prosessini og her er ikki lítið gjørt burturúr. Framsýningin THINGS MATTER verður hangandi eitt heilt ár á Trapholt Kunsmuseum fram til november í 2024.

https://tm.trapholt.dk/

omrum - ses du ikke findes du ikke

Leygardagin 25.november letur upp framsýning hjá Marie Bonfils í framsýningarhølunum Bonne Espérance hjá føroyska listamanninum, Jóhan Martin Christiansen í Valby. Framsýningin eitur omrum - ses du ikke findes du ikke. Vernissage verður 25.nov kl 14-18.

Í tíðindaskrivinum stendur: I udstillingsrummet, beliggende under jordens overflade, sår Marie Bonfils frø fra det imaginære rum omrum. Her belyses hendes arbejde med at formulere og formgive et feminint supplement til fallos.

Bonfils arbejder med køn og seksualitet i forhold til magt, men også som en allegori for os som samfundet består af. Folket rundt om magten.

Ordet omrum opstod i et møde med skulpturen Effort Commun (1969-70) af Sonja Ferlov Mancoba:

”Ferlovs titel, der betyder fælles indsats, ser jeg dels som et slægtsskab mellem værkerne, dels som den socialitet der ligger indlejret i vores sprog. I mine værker reflekterer jeg over betydningen af fallos som begreb og form - og på hvilke måder man kan tale om, og forestille sig, en kvindelig pendant. Det er svært at tale om ting, vi ikke har ord for - og omvendt er det svært at befri subjektet fra ordet. Vi forsøger at navigere i verden med det sprog vi har, men det er ikke alt, der kan italesættes. Som alternativ til det talte sprog, formgiver jeg, og håber på den måde, at mine værker skaber et rum, hvor nye ord og nye betydninger kan opstå.” - Marie Bonfils, 30. oktober 2023

Om Marie Bonfils

Marie Bonfils (*1978, DK) arbejder med skulptur, tegning og tekst. Bonfils’ arbejde udspringer fra kroppen, dens former, dens tilstande og dens indre billeder. Materialevalg i gips, tekstil og malet pap til stål og bløde stoppematerialer er nøje udvalgt og selv mener hun, at håndens håndtering af materialet er essentiel for hendes kunstneriske proces. Ligesom der er en tydelig relation mellem form og materiale er der også en konstant vekselvirkning mellem krop og sprog, som lægger sig som metaforiske lag omkring hendes værker.

Uddannet fra Malmö Art Academy med en Master of Fine Art i 2015, ved Professor Emily Wardill. Medstifter af 51C, billedhuggerværkstedet i Trekroner.

Marie Bonfils har siden sin afgang fra akademiet langsomt, men sikkert udviklet og styrket sin praksis. I 2021 stod hun for en permanent offentlig skulptur faciliteret af Lunds Kunsthall, og har blandt andet udstillet i Galleri CC (2018), Galleri Arnstedt (2017) og Officin (2016). I forbindelse med sidste blev kunstnerbogen Niveauer af Usikkerhed udgivet af Forlaget Gestus.

Om Bonne Espérance

Bonne Espérance er et udstillingssted, som blev etableret i Valby i 2023, der har til formål at præsentere eksperimentelle projekter af en mangfoldig gruppe af kunstnere. Hensigten er at skabe rum for engageret produktion, diskussion og refleksion omkring kritiske kunstneriske diskurser. Der vil blive præsenteret cirka fire udstillinger om året. Udstillingsstedet drives af Jóhan Martin Christiansen, og er placeret i forlængelse af hans kælderatelier.

Fakta

Projektet er blevet til i samarbejde mellem Marie Bonfils og Bonne Espérance.

I forbindelse med udstillingen har Mikkel Thykier skrevet en tekst om Bonfils værker.

Udstillingen er realiseret med generøs støtte fra Rådet for Visuel Kunst og Valby Lokaludvalg.

Åbningstider: lørdage kl. 12-16 og efter aftale

Tvær útgávur frá Vónbjørt Vang

soleiðis steig eg niður í undirverðina

tí eg eigi ein son

sum hvarv

myrkrið tók hann

og eg valdi at fara aftan á honum

 

Mikudagin tann 15. november 2023 kl. 17.00 útgevir Forlagið Eksil tvær bøkur eftir Vónbjørt Vang: Svørt orkidé og Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið. Bókaframløgan verður á Býarbókasavninum sama dag klokkan 17.00

Bókin Svørt Orkidé er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollagsjum eftir høvundan. Í lyriskum brotum, essaykendum pørtum, kollasjum, yrkingum, minnisbrotum, dagbókapettum, við tilsipingum og sitatum úr bókmentasøguni sigur ein mamma frá sínum royndum at eiga ein son, sum stríðist. Hon roynir at brúka skaldskapin at rúma sorgina ella máttloysinum, sum stendst av at vera mamma at einum barni, sum snávar í lívinum. Hon roynir at finna orð at lýsa sorgina, skommina, striðið og ómegdina av at vera mamma, men ikki at megna at hjálpa.

Ein partur av hesi bókini eru pappírskollasjur, ið eru kliptar og klistraðar saman burtur úr burturbeindum bókasavnstilfari, m.a. úr bókini Øldir og upphav eftir Jóannes Rasmussen, soleiðis at bókin eisini gerst eitt slag av tekstligari jarðfrøði, har orðini binda høvundan til staðið, til steinarnar, til fjøllini, til elligomlu jørðina, sum egið í savninum kennir seg at hava mist sambandið við. Soleiðis er tað er ein nærvera við orðini, sum snýr seg um landslagið og ítøkiligu jørðina, sum vit ganga á og eru partar av. At hugsa og sansa á pappíri, men eisini ígjøgnum og við pappíri.

 

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið

Ein rithøvundur er eitt menniskja,

sum hevur verri við

at skriva enn onnur.

Thomas Mann

Skriviørskan heldur fram, eg skrivi og skrivi, hugskot og tekstfragment koma flúgvandi, eg síggi heildina, og hvat tað skal innihalda. Tað er okkurt átrokandi og bráðneyðugt í míni skrift, sum eg sjáldan finni, sum at ein ósjónlig hond førkar meg frameftir, og mær ikki nýtist at brúka orku, orkan finst har frammanundan. Er hetta tað, mann kallar flow? Íblástur? Vónbjørt Vang

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið er eitt essay um at skriva. Eitt opið og erligt innlit í eina ritlistarliga ferð hjá einum høvundi, sum tekur tey fyrstu trilvandi fetini fram, til hon at enda fær hol á verkið, hon vil skriva. Teksturin í hesi bók er ein lættari umskrivað útgáva av einum essay, sum varð skrivað í samband við útbúgving í listarligum arbeiði/Ritlist. Bókin kann lesast sum sjálvstøðugt essay, men lesarin kann eisini hava gagn av at lesa hana saman við bókini Svørt orkidé eftir sama høvund.

Vónbjørt Vang (f. 1974) er rithøvundur, yrkjari, bókavørður, cand.mag í bókmentafrøði og BA í Ritlist. Svørt orkidé og Úr loggbókunum eru hennara triðja og fjórða útgáva.

Svørt orkidé - Vónbjørt Vang

Umbrot og kápa: Kirstin Helgadóttir

Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang

Ritstjórn: Kim Simonsen

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

Kostnaður: 250 kr.

 

Úr loggbókunum. 17 innlit í rithøvundaverkstaðið – Vónbjørt Vang

Vónbjørt Vang

Umbrot og kápa: Jovan Dimoski

Kollasjumyndir: Vónbjørt Vang

Ritstjórn: Kim Simonsen

Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl

Kostnaður 180 kr.

Altíð nevndur - ikki gloymdur - Til lukku Ole Wich

At Ole Wich heldur seg vera burturgloymdan og ignoreraðan innan føroyska listasøgu er ikki nakað nýtt. At hann knýtir hendan fyri hann sera ódámliga ósjónligheitstilstandin ikki bara til allar nationalistføroyingar í almindiligheit, men til undirritaða kritikara í serdeilisheit – ja, tað er heldur ikki nýtt, eg havi í so mong ár upplivað útspillingar av mínum persóni frá Ole Wich. Tí var eg heldur ikki júst bilsin av at síggja mítt egna navn í upplatingarrøðuni, sum Ole Wich helt, tá hansara føðingardagsframsýning læt upp herfyri í Listasavninum. Og eg ætlaði als ikki at oyðileggja hvørki føðingardagsfestligheitir ella sømdargávuheiðursróm, tá maðurin jú fer at fylla runt hvørja løtu. Men tá eg hoyri hansara ósonnu uppáhald endurtikin sum sannroyndir ymsastaðni í almenna rúminum, t.d. í Vágskálini í Kringvarpinum, ja so verði eg tíverri noydd at tala at.

Ein skjót uppteljing á Listablogginum og Listaportalinum vísir, at Ole Wich er nevndur har nakrar og tjúgu ferð, onkuntíð í tíðindaskrivum og aðrar tíðir í ummælum og viðmerkingum. Tá Ole skrivaði um Eivør, at hon var Færdig med de 40 mótmælti eg til dømis og skrivaði, at “Innleggið tykist sum heild órættvíst og sum eitt herðindi av persónliga motiveraðum uppmerksemisáhuga við einum tvangsdissidentiskum sjónarmiði at lata eina tílíka skolu oman yvir eina púra óseka og indiskutabelt gávuríka sangkvinnu, sum eyðsýniliga er so mikið eyðmjúk, at hon gongur inn uppá ynskið hjá drottningaligu fyrireikarunum um at syngja ein sang frá Lord of the Rings í staðin fyri at blást øll diademini av teimum kongaligu høvdunum við einum av hennara egnu, kraftmiklu sangum. Tí tað hevði hon eisini dugað...”.

Tað er Ole Wich, sum hevur gjørt omanfyristandandi kollasju av undirritaðu í leiklutinum sum honddukka hjá tveimum føroyskum listamonnum. Ole Wich er verri enn so einasta listafólkið, sum ikki dámar míni ummæli, men hann er í sínum viðmerkingum nógv tann mest manssjauvinistiski. Tað er hann til dømis, tá hann ferð eftir ferð umtalar meg sum eitt menniskja uttan sjálvstøðugar meiningar “Som jeg drillende har påpeget overfor Kinna, så betragter jeg hende hovedsagelig som en hånddukke på gamle malerplettede mandshænder. Hun vifter surt som et patetisk lem i den tomme luft og forsøger at genetablere gamle tiders definitionsret over, hvad færøsk kunst er og bør være..”.

Í 2011 helt eg ein fyrilestur, sum eisini var á Listablogginum, sum eg kallaði Ósøgur, tá var verkið hjá Ole Wich HomoFObia tikið sum dømi uppá effektiva politiska list og fyri at taka eitt nýggjari dømi skrivaði eg m.a. um Ólavsøkuframsýningina í ár, at “Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna...”. Soleiðis havi eg skrivað um eitt verk hjá Ole Wich, men eg havi eisini javnan funnist at hansara verkum, tá eg havi hildið tey verið veik og óoriginal ekkó av onkrum, sum gekk fyri seg í trýssunum og við fýrsaragrafikki.

Eg havi í ummælum skrivað tað, eg meinti og ofta havi eg ikki hildið verk hjá Ole Wich verið áhugaverd - hann hevur somuleiðis ikki verið høvuðsevni hvørki í mínum greinum ella framsýningum. Tað er møguliga har, skógvurin gnagar. Eg eri rættiliga ósamd í hansara analysu av føroyskari list í áðurnevndu røðu - henda frágreiðing vendir skeivt onkursvegna. Sjálvt um Føroyar eru fjarskotnar og føroysk list í mong ár snúi seg um landslagið, so eru listafólkini væl útbúgvin og upplýst og kenna tískil til eitt nú situationismu og avantgardismu og øll møgulig sløg av konseptlist tó at tey heldur í stóran mun hava lagt seg eftir at mála málningar. Tað er ein listasøgulig sannroynd, sum mann ikki kann gera nakað við. Tað er rætt, at ókommersiel og eksperimenterandi listasløg eru veik og ikki hava verið nógv dyrkað í Føroyum og at orsøkin er tengd at teirri sannroynd, at føroysk myndlist í stóran mun hevur verið fíggjað av privatum samlarum. Men soleiðis er tað bara. Púra vanlig fólk halda tað vera eins sjálvsagt at keypa eitt listaverk sum sofu og borð til stovuna. Tað kann mann halda vera smáborgarligt og konservativt, men henda serstaka føroyska siðvenja er eftir mínum tykki fullkomiliga einastandandi og púra grundleggjandi - vit elska list og tað er vakurt í sjálvum sær. At føroysk list hevur verið stuðlað á henda hátt merkir ikki, at føroyskir listamálarar eru afturúrsigldir, tvørturímóti - summir av samtíðarlistamálarunum eru í heimsflokki.

Tað passar ikki, at Ole Wich verður skúgvaður til viks innan føroyska listumhvørvið. Hugsa vit um tað, vildi ein slík óbótagerð í grundini verið ómetaliga løgin og out of character bæði fyri føroyingar og møguliga eisini fyri Ole Wich, tí nógv kann mann siga um føroyingar, men fólkalig eru vit heilt út í tað svakliga og nógv kann mann siga um Ole Wich, men smæðin er hann ikki. Um mann googlar Ole Wich eru sostatt hópin av føroyskum uppsløgum um mannin. Um mann t.d. hyggur inn á tíðarrit.fo sæst, at miðlarnar (tvs. frá fyrr í tíðini, tá vit enn høvdu skrivaðar miðlar, sum skrivaðu annað enn bíløgd vinnutíðindi fyri ymisk virki), hava tikið hjartaliga væl ímóti listamanninum, hvørs nógvu verkætlanir hava fingið manga heilsíðu í bløðunum millum ár og dag. Ole Wich er als ikki gloymdur av føroyskari listasøgu. Tað ber neyvan til eftir sum hann er partur av føstu framsýningini í Listasavni Føroya og javnan er við á Vár- og Ólavsøkuframsýningum. Hansara verk er viðgjørt í eitt nú SEKEL, Livandi List og øðrum listabókum. Tað er alt sum tað skal vera - føroyingar skulu ikki vera bangnir um at vit hava verið óblíð, tað hava vit ikki. Ole Wich er væl og virðiliga nevndur, ikki gloymdur og nú eisini við sømdargávu. Til lukku við tí og við sjeyti ára føðingardegnum - nú er tíðin kanska komin at tveita tann troytta offurmentalitetin.

Olaf Johannessen stórliga fagnaður í norðurlendskum miðlum

Listáhugaðir lesarar av donskum og svenskum bløðum hava seinastu tíðina upplivað ein føroyskan sjónleikara róstan sum ongantíð áður og tá talan er um tann tann mikið fagnaða og virðislønta sjónleikaran Olaf Johannessen er greitt, at hetta eru serstakliga jalig ummæli. Tað snýr seg um uppsetingina av Richard II hjá William Shakespeare á á Skuespilhusets Store Scene á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Leikurin verður framførdur 26.okt og 28.okt kl.20:00 og 29.okt kl.15:00. Her eru nøkur ummælisbrot

Kristelig Dagblad Kathrine Maria Amann: Fyrsta Danska uppseting av Richard ll er enn ein maktdemonstratión hjá Olafi Johannessen í tittulrolluni…… tann størsta genistrikan er valið av Olaf Johannessen til tittulrolluna. Johannessen tosar ikki bara flótandi Shakesspearskt. Hann fær tekstin at titra í hvørjari kyknu í kroppinum, við hvørjum eygnabrái, hvørjum handabragdi - leitandi ella neyvt - og í hvørjari evarska lítlu broyting í tónalagnum í røddini…. Johannessen er alla sýningina verdur.

CPHCULTURE Michael Søbye: … men leikurin er og verður Olaf Johannessensa. Hansara Richard II er eitt sjálvssmakkandi valdsmenniskja, sum ov seint gerst klókari. Olaf Johannessen spælur hann brillant við bæði stórlætnum lótum og raffineraðari fjarstøðu. Men fram um alt við einum altjóða formati, sum við eitt plaserar prestatiónina millum ársins bestu á einum donskum palli.

Dagens nyheter Kristina Lindquist: Rikard II á Det Kongelige Teater í Keypmannahavn er ein djúptøkin lýsing av einum blóðigum valdsstríði…. Jú veikari hann gerst politiskt, tess mætari gerst skapið av honum. Tað er ein maður sum er besettur av sær sjálvum sum tragiskum figuri, og tann føroyski Olaf Johannessen er bart út sagt sensationellur í titulrolluni. Hansara Richard II er ein neyðars sjónleikari, sum larmar og ger seg upp í leiklutinum sum “kongur”. Hann er sín egni hovnarr og sín egni gudur, og eg haldi enntá at tann, sum ikki skilur eitt orð av donskum hevði kunnað sæð tað. Johannessen ger hann koleriskan, forskrúvaðan, fullan av iva og við einum eygabrái, sum næstan fær hinar leikararnar at fána burtur.

Kulturkupeen Ulla Strømberg: Richard II på Det Kongelige Teater. Leikurin er harafturímóti nærum sublimur, tá ið Olaf Johannessen er á pallinum og spælur tað æviga nærveru/fráveruspæli, sum mangir leiðarar hava, tá ið teir staðfesta, at valdið kanska ikki sigur teimum nakað allíkavæl. Samstundis vita teir flestu leiðarar, at man ikki kann hava ein frákoyrdan leiðara rennandi runt - og tað er óansæð um tað er ein kongur ella, sæð við nútíðar eygum, ein floksleiðari ella hvønn man nú sum áskoðari kann síggja modernaðar paralellir til. Olaf Johannessen meistrar alt við síni kraftmiklu rødd, sum hann kann modulera, sum honum lystur.

Sydsvenskan Boel Gerell: Olaf Johannessen er brillantur í høvðusleiklutinum.

Weekendavisen Asker Hedegaard: Boye Olaf Johannessen er ein av teimum bestu í Norðurlondum... Júst tí er valið av Olaf Johannessen, ein av bestu teatursjónleikarunum í norðurlondum, til høvðusleiklutin ikki bert hóskandi, men nærum neyðugt…. Johannessen kann spæla tað størsta dramaði úti á sínum fingraspíssum. Ein rørsla, eitt ræddarlyft og eitt eygnabrá er nokk. Tað er eminent….

Carl Sørensen: Sjónleikurin hjá Olaf Johannessen er ein av teimum størstu, um ikki tann størsta sjónleikarapræstatiónin, eg havi sæð í ár. Í stórleikanum og fallinum hjá leiklutinum megnar hann ikki bert at geva leiklutinum, men sjálvum leikinum eina dimmensión, sum røkkur út um pallkantin. Ein performanse, sum tú bara eigur at uppliva.

FOTO: Emilia Therese

Ein virðisløn og onnur

Fríggjadagin 13.desember í 2013 og tað vil siga fyri næstan tíggju árum síðani fekk Teitur Lassen heiðurslønina, LISTIN 2013 handaða frá Listablogginum. Øll siga, at tíðin gongur so skjótt, men tá eg hugsi um hesi tíggju árini, so haldi eg, at eg veruliga merki tey, tí mangt er, sum tað ikki var og meðan okkurt er minni gott, eru Mentanarvirðislønir Landsins at fegnast um á hvørjum ári, serliga tá tað er tvær ferð um árið og Teitur verður virðisløntur. Hann var, sum fleiri onnur, eitt sindur bilsin, tí enn er hann lutfalsliga ungur og er Mentanarvirðislønin ikki fyri gamlar menn? Tað stutta svarið er: Nei, ikki longur og tað longra svarið er, at nú kunnu tey um miðjan aldur eisini vera við.

Tað eru longu fleiri ár síðani designarin og listakvinnan Barbara í Gongini fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017, tá var hon tveyoghálvtrýss. Árið fyri fekk operasangarin Rúni Brattaberg Mentanarvirðislønina, tá var hann eisini um hálvtrýss og haðani er ikki so heilt øgiliga langt niður til aldurin á Teiti, sum er seksogfjøruti. Men jú, vit vóru nøkur, ið gittu og funnu fram til fleiri, sum kundu havt henda heiður uppibornan t.d. myndlistamaðurin Arnold Vegghamar á Viðareiði. Vit tosaðu um fleiri týdningarmikil listafólk, t.d. Hans Tórgarð, ið sum sjónleikari, fyriskipari, leikstjóri og ikki minst týðari í mong ár hevur verið ein leiklistalig dynamo, sum hevur megnað at strekt sínar strálur báðumegin leiklistastríðið. Kanska hann fær eina aðru ferð ella onkur annar av teimum mongu, hvørs listaliga passión javnt og samt drívir teirra listaliga verk okkum øllum at gagni. Tað er jú tað keðiliga, at øll kunnu ikki fáa medalju. Vit kunnu tó ugga okkum við, at vit kortini øll somul eiga uppií almennu Mentanarvirðislønum Landsins. Tá vit á sinni handaðu Teiti heiðursløn fylgdi hvørki medalja, heiðursbræv ella hundraðoghálvtrýsstúsund krónur við. Tó fekk heiðurslønarmóttakarin eitt flott prent hjá Tóroddi Poulsen úr Steinprenti og eina grundgeving, sum enn kann lesast: ”Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik, og ársins heiðurslønarmóttakari er ein listamaður, sum er egin og hevur sýnt serligt dirvi til at vera trúgvur móti sær sjálvum og sínum egnu listarligu hugsjónum. Við verkinum Story Music, sum hann gav út í heyst, er listamaðurin komin heim. Í ummæli á Listablogginum varð tónleikurin á útgávuni lýstur sum eitt slag av Velbastað World Music. Sangurin "If you wait" verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, samlaða reglan ljóðar: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er nokk so nógv tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil, um at drála og um at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar. Fyrsta orðið, sum kemur fyri í "Story Music" er "Hopeful", og hetta orðið eyðkennir kensluna, sum hesin lurtarin situr eftir við, tá hon hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka av at hoyra hana. Story Music er eitt ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur. Útgávan er eisini sera væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, nú alsamt fleiri eru farin at virðismeta hitt einfalda lívið uttan materialismunnar ok - at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til. Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum tónasmíði. Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið..”.

Hesi seinastu tíggju árini er Teitur hildin fram at skriva skriva, framføra, framleiða og geva út sínar føroysku og útlendsku sangir í útgávum, sum altíð megna at koma óvart á. Her á Listaportalinum havi eg ummælt nakrar teirra.

Sí leinki:

https://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind

https://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?rq=teitur

https://www.listaportal.com/tidindi/2021/9/6/kosmopolitiskur-letingapoppur-av-velbasta?rq=teitur

Heystlist

torbjørn olsen

Meðan heystið spakuliga er farið at kólna, vaksur tørvurin á ljós og litum. Tá eru framsýningar og listupplivingar akkurát fyri og tær eru nógvar í løtuni. Í dag klokkan 15 verður nýggj standmynd hjá Hans Paula Olsen avdúkað í Funningi. Í Havn eru nógvar framsýningar - Í Listasavninum eru tvær; Tónar í list, sum er blandað og Identity hjá Joel Cole og klokkan 17 í dag 21.okt letur upp framsýning hjá Bárði Dal Christiansen í Gallarí Havnará. Í Williamsstovu framsýna Jórunn Justinussen og Sanna Emilia Dulavík og í Víngarðinum er framsýning hjá Jens Dam Ziska. Í Smiðjuni í Lítluvík framsýna Jensina Olsen og Janus Toftegaard sínar litríku myndir (sí niðast).

Í Steinprent læt upp framsýning í gjár við nýggjum málningum hjá Zachariasi Heinesen, Torbirni Olsen, Silju Strøm, Rannvá Kunoy og relieffum hjá Hanna Bjartalíð. Ein føgur koloristisk yrkislistaframsýning, vakurt uppsett á gráum veggum, sum verður viðmælt øllum at síggja. Jan Andersson og Fríða Matras Brekku vístu hvussu myndirnar hjá Rannvá Kunoy lýsa undurfult í framsýningarhølinum, tá ljósið er sløkt. Tað er áhugavert at fylgja við í hvussu myndamálið hjá Rannvá Kunoy so líðandi broytist og hvussu listakvinnan megnar at óítøkiliggera sjálvan grundsubstansin í málninginum. Málningaflatin er fleirtýðugur og her hómast eingi málningastrok. Í teimum nýggju málningunum í Steinprenti er skrúvað niður fyri litskiftiseffektini, sum nú í nøkur ár hevur fingið áskoðarar at framføra ein lítlan dans framman fyri myndunum hjá Rannvá Kunoy. Eteriska árinið sýnist meira subtilt og innarbeitt í myndunum. Teir tveir nýggju málningarnir eru lýsandi bláir og silvurlittir, merktir av einum serstøkum maskinkendum estetikki, sum minnir eitt sindur um negativar myndir ella transparentar glærur í fleiri løgum. Tað er gamaldags og futuristiskt í senn. Zacharias Heinesen framsýnir sera ymiskar myndir, sum vísa breiddina í hansara verki frá tí naturalistiska landslagsmálninginum til kompositiónir av formum og litum, ið tó at tað avmyndar bingjuskip ella býarpartar, sýnist fullkomiliga abstrakt. Zacharias Heinesen er ein sannur lit- og ljósmeistari, sum eg ikki verði troytt av at uppliva og enduruppliva. Listsamansetingarnar eru fantastiskar og umbroytast við ljósinum. Teir tveir málningarnir hjá Torbirni Olsen av útsýninum úr atelierinum í Vesturbýnum í Havn eru somuleiðis abstraktar, vakrar kompositiónir, har reyð og ljósareyð strok festa í grøn litbrigdi í eini ljómandi, dynamiskari og koloristiskari heild.

Torbjørn olsen - brotamynd

Jan Andersson bjóðar vælkomin

framsýningargestir

anna Djurhuus skoðar ein málning hjá zachariasi heinesen

Tvær myndir hjá rannvá kunoy í myrkri

silja strøm

zacharias heinesen

Torbjørn olsen

blómur í steinprent

Jensina olsen - í smiðjuni í lítluvík

janus toftegaard í smiðjuni í lítluvík

Til lukku, Teitur og tit (og vit)

Listin varð fagnað í kvøld nú Mentanarvirðislønir Landsins vóru latnar - Birita Mohr fekk serstøku virðislønina fyri sín leiklut innan yrkisleiklistina. Eilif Samuelsen fekk heiðursgávu Landsins fyri sínar mongu týðingar. Sømdargávu landsins fekk Ole Wich fyri útint listaligt avrik síðan hann kom til Føroyar í 1975 og síðst men ikki minst fekk Teitur Lassen Mentanarvirðisløn Landsins. Hjartaliga til lukku.

Life´s a piece of shit when you look at it

 

Í Norðurlandahúsinum situr ein einsamøll nakin kona á einum høgum stóli og øll tey, ið sum eg líða eitt lítið sindur av áskoðaraampa, skulu helst brúka tvær vikur ella tríggjar og eitt viðmæli frá mostur og pápabeiggja, ið sissar og vissar tey um, at tað er í fínasta ordan at fara til nakinsjónleik. Trupulleikin er bara tann, at hesin leikurin La Merda – Lortið einans verður framførdur tríggjar ferð aftrat, so í stuttum: Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki, sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D.Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverki, sum komandi dagarnar verður borðreitt á føroyskum. Leikurin hevur gingið eina sanna sigursgongd gjøgnum allan heimin síðan hann gjørdi hol í sjógv og vann allar virðislønirnar á Fringe festivalinum í 2012. Fólkini handan leikin, leikritahøvundurin Cristian Ceresoli, sjónleikarin Silvia Gallerano úr Italia og bretski framleiðarin Richard Jordan vóru øll til frumsýningina, so har var altjóða rómur í Norðurlandahúsinum premierukvøldið. Eg skal viðganga, at eg teir fyrstu minuttirnar var eitt sindur ørkymlað um intensitetin, nakinleikan og byrjandi tilvitskustreymin av orðum, sum serliga í fyrstani tykist óskipaður og ósamanhangandi við løgnum pausum. Tær gerast í støðum so drúgvar, at tú hugsar, at leikarin man hava gloymt onkra replikk og tað gjørdi hon vist onkuntíð í sínum tímalanga leiklistaliga tour de force av einum monologi, men fyri tað allarmesta eru steðgirnir ein tilvitaður partur av fraseringunum í einum verki, ið eins nógv er hugsað sum tónlist sum leiklist og sum er sett upp í trimum satsum, einum crescendo og finalu. Allur ampi hvørvur sum døgg fyri sól, tá megin í verkinum sleppur at fevna teg við sínum poetisku og dramatisku endurtøkum og at vísa seg rættiliga fasta og formsikra bygnaði. Tá samlar tú teg um menniskjað á pallinum og monologin. Kvinnan tosar við teg í trúnaði og vísir hvussu snild hon er og hvussu væl hon dugir at manipulera øll og alt men tíverri mest av øllum seg sjálva. Hon er nakin og kortini í grímu til reiðar at vera hvat sum helst um bara vit leggja hana til merkis. Andlitsbrøgdini hjá Duritu Dahl Andreassen eru so týðilig og serstøk, at mann ofta gloymir kroppin so nemandi og ekspressivur er mimikkurin. Mamma gentuna er larmandi fráverandi, vit hóma hennara myrka skugga í onkrari leysari viðmerking um, at dótturin ikki er rættsiktað, men hon skal nokk vísa henni skal hon. Pápin er henni ein stokkutur fløvi við eini lívsfatan, sum kvinnan endurtekur og avskeplar so at vit síggja hvussu lítil og miseydnað fyrimynd hann er. Tá gentan var bert trettan ára gomul beindi hann fyri sær, eitt trauma, sum hon ikki sleppur burturúr.

Leikurin La Merda snýr seg í stóran mun um kropp og at stýra kroppinum og tað er ikki lætt, tá krøvini hjá móttakaranum alla tíðina skifta. Hjá kvinnuni í leikinum er tað nakað lort, at hon hevur feit lør og er lítil. Og hvussu vit upplýstu samtíðarkonur nú einaferð kunna sannføra hvørja aðra um, at útsjónd er einki at snakka um og at fáfongd er stokkut, so er tað framvegis tað, vit snakka um og siga við hvørja aðra - oys tú sært gott út, simpulthen so flott, ert tú klænkað, trenar tú? Okkara kona í Norðurlandahúsinum roynir sum aðrar konur at disciplinera sín kropp og fáa stýr á honum við effektivum klænkikurum, men tað gongur ikki ov væl antin hon hungurstungin roynir (eins og høgguslokkurin) at eta ein av sínum egnu limum ella hon fer í holtur við eta ein heilan springara. Tónin er absurdur, men anoreksi og bulimi eru til og summi fólk eta springarar og tær eru eisini til, sum (javnan) eru so svangar, at tær kundu etið ein heilan hval. Tá tað kemur til skarpskeringar vita allar av, at feitar konur ikki kunnu brúkast sum standmyndir. Har ljómar onkur áhugaverdur resonansur millum italskt og føroyskt í sambandinum millum njótilsi og undirgang, sum minnir um andlátt á døgverða ella um Kingo “Din skaal synes honning, men drikken er led..” Á henda hátt sveiggjar kvinnan á pallinum millum ótálmaða sjálvsdyrkan og líka so ótálmað sjálvstikni. Vakra einfalda pallmyndin er full av myrkri og fær meg at hugsa um chiaroscuro ljós í myrkri í italskari list hjá Artemesia Gentilleschi til dømis, men sum leikur fer, kemur tú eisini í tankar um Pasolini og hansara allegori um menniskjans íbúgvandi fascismulort ella antilistaverkið hjá Manzoni Merda d´Artista við lorti frá listamanninum í dós. Og sjálvandi er verkið politiskt. At kvinnukroppurin er ein vígvøllur kann eingin ivast í, sum hevur lisið føroysku abortlógina frá 1956 fyri ikki at tala um seinasta kvinnufíggindaliga uppskotið um, at tær, ið ynskja abort skulu noyðast at hyggja at gitna klumpinum áðrenn tær sleppa at sleppa sær av við hann. So kunnu tær standa har og skamma seg.- Statt so har tín vemmiliga kona, tú, sum hevur havt sex uttan at tú ætlaði tær at fáa eitt barn, hygg hvat TÚ (púra einsamøll?) hevur gjørt - puha! Uppskotið er so óreint, men mest av øllum so absurd og groteskt, at tað klingar væl saman við kroppsfatanini í leikinum. Lortið er ein háaktuellur leikur, sum eisini speglar partar av Metoo uppgerðini, men talan er kortini ikki um eina ónuanseraða menninir hava alla skyldina ákæru – tað er meira komplekst; lortið er okkara alra.

Framførslur í Norðurlandahúsinum

Ley. 14. oktober 2023, kl. 16.00

Sun. 15. oktober 2023, kl. 16.00

Luttakarar
Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions

Fotomyndina tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Stof til eftertanke

Udstillingen med den spekulative titel, STOF TIL EFTERTANKE, der indeholder værker af færøske Alda Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og islandske Ýrúrari, er disponeret i Nordatlantens Brygges to forskellige udstillingsrum. Der er så stor forskel imellem de to udstillingsdele med henholdsvis islandsk og færøsk tekstilværker, at jeg indledningsvis opfatter det som to forskellige udstillinger. Nu, da jeg tilbage i Tórshavn sidder og skriver, forekommer det som om jeg har oplevet interessante værker af tre meget forskellige udstillere. - Det er altid interessant at besøge Nordatlantens Brygge i København, der er et af færøsk billedkunsts vigtigste udstillingssteder udenfor Færøerne – ikke mindst siden 2016, da cykel- og gangbroen åbnede mellem Nyhavn og Nordatlantens Brygge, har kulturhuset haft en meget central placering i den danske hovedstad. Det er ikke svært at finde ud af hvor i huset, islændingen er – det både ses og høres i Ýr Jóhannsdóttirs højmælte, storbyagtige og humoristiske udstilling. Det er nok at strække fortolkningen en tand for meget, men jeg kommer jævnligt til at tænke på politik, da jeg ser islandsk kunst og synes, at man på en eller anden måde kan se på kunsten, at Island måtte blive en selvstændig nation. Islændinge har ikke skyggen af den høflige/konfliktsky færøske forsigtighed, der jo måske ender med, at Danmark løsriver sig fra Færøerne før vi fra færøsk side er nået så langt. Ýrúaris projekt handler om genbrug eller upcycling og er dermed vendt imod vores overforbrug af tøj og tekstiler og de problemer, der er opstået på grund af en beskidt tekstilindustri uden menneskelige eller klimamæssige hensyn. Ýrúari tager sig af tøj, der skal smides væk på grund af huller og pletter. Hun reparerer de forskellige beklædningsgenstande og istedet for at forsøge at skjule det, fremhæver hun istandsættelsen. Projektet klinger på den måde grundlæggende humanistisk; vi fejrer det slidte og fejlene og All my mistakes have become masterpieces som Teitur sang engang og det er jo samme kærlige strategi som vi ser hos flere andre nyflippere i den unge generation, som af hjertet ønsker at være søde og gode mennesker og hvis kærlige omsorg også indbefatter tøj.

Forskellem mellem den islandske, kreative upcycling og de færøske værker nedenunder er mest tydelig i farver og materialer, men forskellen imellem de to færøske deltagere er i grunden også stor selv om de begge to bruger færøsk ufarvet uld i deres værker med fokus på bæredygtighed. Udstillingen er smukt disponeret i det grå betonrum med de dybtliggende, skønne lysindfald. Men sammensætningen af de to kunstneres værker klargør måske i virkeligheden mest hvor forskellige de er - der er et stykke imellem Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard designprægede finish og Alda Mohr Eyðunardóttirs på en gang rå og tænksomme tilgang. Men begge kunstnere er fremgangsrige og har haft stor succes forholdsvis tidligt i deres karrierer med store legater, opgaver og museumskøb. Alda Mohr Eyðunardóttir har siden sin bemærkelsesværdige debutudstilling, Flakar i 2019 i Tórshavn, vist et kunstnerisk talent af en ganske særlig karat, der allerede før hun er færdiguddannet på akademiet har resulteret i bl.a. en udstilling i forhallen i kunstmuseet i Tórshavn, der også ejer et af hendes værker. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard var med til at udsmykke Glasir College – hendes værk omfatter både design og billedkunst og hun fik i 2019 det store kunstnerlegat, Listafólkaløn. Kunstnerisk er udstillingen både et nybrud og en fortsættelse af de tanker, vi først ser udviklet i Tita Vinthers tekstile værker – hendes rolle som pioner i færøsk billedkunst må ikke undervurderes. Flere af Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaards abstrakte værker har både titler og en vis motivisk lighed med naturfænomener som Pollamjørki og Dimma, hvilket forekommer at være en fortsættelse af Tita Vinthers linje. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaards enestående flotte hovedværk, Dimma er vævet af færøsk uld i flere forskellige grå nuancer, som samles i afrundede former på billedfladen. Det monumentale, sanselige og i grunden ekspressive værk var udstillet på Kunstmuseet i Tórshavn i fjor på en udstilling med færøsk samtidskunst, hvor det fik fortjent opmærksomhed. De andre værker på udstillingen forekommer lidt mere minimalistiske og stramme i deres formsprog, feks Ljómlið og Ljóðfall. Alda Mohr Eyðunardóttirs værker svæver et eller andet sted imellem det konkrete og æteriske. Mellem materiale, associationer og poesi. På samme måde som hos Jóhan Martin Christiansen – der er et vigtigt forbillede for den yngre generation færøske billedkunstnere – er Alda Mohr Eyðunardóttirs værker stedspecifikke og refererer på en eller anden måde til det sted, de udstilles således også Nordatlantens Brygge, hvor et af bronzeværker forestiller uldsokker, hvilket peger tilbage til Nordatlantens historiske rolle som pakhus og transithal for varer til og fra Færøerne. Lignende henvisninger anes ligeledes i installationsværket midt i udstillingsrummet med hegn og skrøbelige hegnspæle, fremstillet af isomalt med skibskiks. Det er tankevækkende når hegn får hovedrollen på en kunstudstilling og at det lige præcis er samme slags hegn, som er så almindeligt på Færøerne, at det forekommer usynligt og kun bemærkes,når det ikke er der og fårene løber ud i trafikken. I færøsk billedkunsts traditionelle motivkreds er hegnet ofte del af landskabsfortolkninger, der i eksempelvis Steffan Danielsens rørende billeder giver en klar fornemmelse af isolation eller at være udenfor. Alda Mohr Eyðunardóttirs hegnværk er ikke helt så entydigt, men fascinerende med sine materielle grundmodsætninger mellem det autoritære stålhegn og pælenes skrøbelighed – en del af hegnet er også faldet ned. Det er et tilbagevendende træk i Alda Mohr Eyðunardóttirs værker, at de på en eller anden måde opløses og forfalder allerede imens de bliver skabt i et univers, som er grundlæggende melankolsk med værker, der er genereret af længsel og sorg.

Udstillingen på Nordatlantens Brygge fortsætter til 25.januar 2024

ragnhild hjalmarsdóttir højgaard dimma foto torben-eskerod

 

LORTIÐ - leikurin verður spældur hetta vikuskiftið

Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

Hóskvøldið 12. oktobur klokkan 19.30 verður forkunnug frumsýning í Norðurlandahúsinum. Tað eru Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen við leikbólkunum Leikhús SKIFT og GUT//Productions, sum í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions seta á pall altjóða leiklistaliga fenomenið La Merda ella LORTIÐ eftir italska Cristian Ceresoli. LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Í leikinum møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt, sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil MEYKA DA. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran. Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtir seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað - MEYKA DA.

LORTIÐ (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik - forbrúkarasamfelagið, har øll liggja undir fyri onkrum. Leikurin er eitt sorgarkvæði, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag, har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn - og fylgjurnar av strukturellu samfelagsbroytingunum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fótað sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar. LORTIÐ (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið LORTIÐ (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin varð róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum, men í Føroyum verður møguligt at síggja eina føroyska uppseting, tá ið Leikhús SKIFT og GUT//Productions í samstarvi og við seravtalu við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions sýna LORTIÐ (La Merda) í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Longd: 50 minuttir

Aldursmark: 16 ár

Tað verða 4 sýningar:

Frumsýning hósdagin 12. oktober kl. 19.30

Sýning fríggjadag 13. oktober kl. 19.30

Sýning leygardag 14. oktober kl. 16.00

Sýning sunnudag 15. oktober kl. 16.00

Keyp atgongumerki her: https://www.nlh.fo/fo?event=10125/lortid-la-merda

Hegn og hegni á Norðurbryggjuni

Alda Mohr Eyðunardóttir - Foto: Torben Eskerod

Framsýningin við spekulativa heitinum, EVNI TIL UMHUGSANAR/STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sæst íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. So stórur munur er millum teir báðir framsýningarpartarnar, at eg at byrja við helt tað vera tvær ymiskar framsýningar við ávikavist íslendskum og føroyskum tekstilverkum. Nú eg siti í Havn og skrivi, kemur mær til hugs, at eg havi upplivað ikki færri enn tríggjar framsýningar á Norðurbryggjuni við trimum sera ymiskum luttakarum.

Tað er altíð áhugavert at vitja Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, ið er eitt av týdningarmestu framsýningarstøðum og sýnisgluggum hjá føroyskari list uttan fyri Føroyar – ikki minst síðan súkklu- og gangibrúgvin læt upp millum Nyhavn og Norðurbryggjuna í 2016 hevur tað ligið væl fyri at spáka yvirum at fregnast hvat verður sýnt fram har.

Ikki er torført at finna út av hvar í húsinum, íslendingurin heldur til - tað sæst og hoyrist á øllum brøgdum á mælsku framsýningini hjá Ýr Jóhannsdóttir/Ýrúari, sum ger róp í og er stórbýarkend og humoristisk. Tað er ivaleyst at strekkja tulkingina eitt vet, men eg hugsi javnan um politikk, tá eg síggi íslendska list, at mann onkursvegna sær á henni, at Ísland mátti gerast sjálvstøðug tjóð. Tey hava ikki skuggan av okkara ósemjurædda varsemi, sum kanska fer at enda við, at Danmark loysir frá Føroyum áðrenn vit koma so langt (um ikki Sambandsflokkurin fixar tað áðrenn). Verkætlanin hjá Ýrúari snýr seg um endurnýtslu ella nýnýtslu og vendir sær í móti ovurnýtsluni av klæðum og tess trupulleikum orsakað av einum skitnum klædnaídnaði uttan menniskjalig og umhvørvislig atlit. Ýrúari tekur sær av klæðum, sum er burturbeind orsakað av holum og blettum. Hesi bøtir hon og heldur enn at krógva tað bøtta, leggur hon dent á tað. Verkætlanin klingar sostatt grundleggjandi humanistiskt; All my mistakes have become masterpieces sum Teitur sang á sinni og strategiin er tann sama sum hjá fleiri øðrum nýflipparum í unga ættarliðnum, ið av hjarta ynskja at vera fitt og góð eisini við klæðir.

Munurin millum ta íslendsku, kreativu nýnýtsluna og tey føroysku listaverkini er mest týðiligur í tilfari og litum, men munurin millum føroysku luttakararnar er í grundini eisini stórur, tó at báðar brúka ólitaða ull í verkum sínum við atliti til burðardygd. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áður, men samansetingin millum listakvinnurnar leggur onkursvegna dent á ymiskleikan; at verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava eitt meira designkent finish enn tann meira ráa myndlistin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Báðar listakvinnurnar hava havt stóra eydnu á teirra yrkisleið og hava eftir lutfalsliga stutta tíð skapað sær eitt navn á føroyska listapallinum við týdningarmiklum legatum, stórum uppgávum og savnsumboðan.  Alda Mohr Eyðunardóttir hevur síðani sína merkisverdu debutframsýning Flakar í 2019 í hølunum har sum Skálabúðin var í Havn, sýnt serligt listaligt hegni og hevur longu áðrenn hon er liðugt útbúgvin havt framsýning í Listasavninum, ið eisini hevur verk hjá henni i ogn. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur verið við at prýða Glasir, Noma og Hilton, hennara verk fevnir um bæði sniðgeving og list og hon fekk í 2019 Listafólkaløn frá almennu Føroyum við teirri grundgeving, at hon megnar at sameina modernað við siðbundið. Hugskotið at para verkini hjá Ragnhild Højgaard Hjalmarsdóttir og Aldu Mohr Eyðunardóttir tykist so mikið sjálvsagt, at tú fyrst undrast á, at mann ikki langt síðani hevur funnið uppá tað - fyri síðan at varnast, at munirnir helst eru størri enn tú fyrst hevði varhugan av og at onnur atlit enn tey listaligu tykjast tunnlig, tá tað um listaframsýningar ræður.

Listaliga myndar framsýningin bæði nýhugsan og framhald av hugsanum í tóvirkislistini hjá t.d. Titu Vinther. hvørs leiklutur sum listaligur vegari í føroyskari myndlist ikki má undirmetast. Fleiri av verkunum hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava heiti úr náttúruni, t.d. Pollamjørki og Dimma og tykjast í so máta sum eitt framhald av linjuni hjá Titu, ið sum kunnugt arbeiddi við tóvirki, men eisini við installatiónslist. Tað einastandandi flotta høvuðsverkið, Dimma er vovið av føroyskari ull í fleiri ymiskum gráum litrigdum, sum tá tú stendur framman fyri tað, savnast í avrundaðum skapum á myndaflatanum. Verkið var framsýnt í fjør á eini framsýning við føroyskari samtíðarlist og tók undirritaða áskoðara á bóli við síni sansaliga og í grundini ekspressiva brá. Verkið hekk sera væl í Listasavninum og ger tað somuleiðis á Norðurbryggjuni. Hini verkini tykjast meira minimalistisk, t.d. verkið Ljómlið, sum eru sjey smáar myndir úr vovnari ull og Ljóðfall, sum er ein installatión við myrkamorreyðum tógvi. Tað minti meg um okkurt verk, eg havi sæð, møguliga hjá Astrid Andreasen, men tykist eitt sindur japanskt í sínum stramma skapi og tilfarsligu minimalismu. Ein mosagrógvin steinur, ið stendur beint við verkið, er ikki partur av tí og er tískil at fata sum okkurt slag av tjóðskaparligari scenografi - akkurát tað er ongantíð gott.

Listin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sveimar onkrastaðni millum ítøkiligt og óítøkiligt. Millum tilfar, assosiatiónir og poesi. Á sama hátt sum í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið er ein týdningarmikil fyrimynd hjá yngra ættarliðnum av føroyskum listafólkum, taka verkini hjá Aldu javnan atlit til samanhangin, staðið ella støðuna, har tey verða framsýnd. Í framsýningini á Norðurbryggjuni, har bæði nýggj og eldri verk eru við, sipar t.d. bronsuverkið Hosur til søguliga leiklutin hjá Norðurbryggjuni sum pakkhús, vegamót og transithøll hjá vørum til og úr Føroyum. Somu tilsipingar hómast somuleiðis í installatiónsverkinum miðskeiðis í framsýningarhølinum úr m.a. hegni og skroypiligum hegnspelum, ið eru evnaðir  úr isomalt við skipskeks. “At byrgja meiningina inni, tá ið vit oyðileggja hana hvør sær” er heitið á verkinum og byrjanin uppá eina sonevnda bindiyrking, sum bæði er partur av verkinum og kann lesast á verklistanum. Tað er áhugavert at lata hegn fáa so stóran leiklut á eini listaframsýning og so júst hetta slagið av hegni, sum onkuntíð skal vera í seyðahøgum standi, men sum annars er so vanligt í Føroyum, at vit mest leggja tað til merkis, tá tað ikki er har og seyður rennur út á vegin. Innan føroyska myndlist er hegnið ofta partur av landslagslýsingum hjá t.d. Steffani Danielsen, har tað í støðum gevur ein varhuga av avbyrging og at vera uttanfyri. Hegnverkið hjá Aldu er ikki heilt so eintýðugt, men er hugtakandi við tilfarsliga grundmótsetninginum millum autoritera stálhegnið og skroypiligu pelarnar úr sukri og keks - ein partur av hegninum stendur uppi og hin er niðurdottin. Tað er afturvendandi í verkunum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, at tey onkursvegna upploysast og forfarast longu í síni skapan. Verkætlanin hjá Aldu tykist grundleggjandi melankolsk, verkini kykna úr sakni og sorg. Heitið “At tøva uppá klett” hevur listakvinnan brúkt áður um verk úr óviðgjørdari ull, men uppsetingin er sjáldsama væl eydnað á Norðurbryggjuni, har ullin hongur sum okkurt slag av gardinum fyri vindeygað. Tað er áhugavert at síggja hvussu verkið livir í ljósinum og gerst bæði grafiskt og sakralt eins og talan var um eina glasmosaikk í onkrum miðaldarkatedrali. Hetta árinið kemst partvíst av avrundaða vindeygahválvinum, men eisini av vakra ljósinum í framsýningarhølinum á Norðurbryggjuni, har framsýningin heldur fram til 28.januar í 2024.

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard - foto torben eskerod

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

alda mohr eyðunardóttir

Ýrúari

Ýrúari

Ragnhild Hjalmarsdóttir højgaard - foto torben eskerod

alda mohr eyðunardóttir

alda mohr eyðunardóttir

JÖRÐ: Ein nýtíðar mýta

Nýggj framførsla setur sjóneykuna á norðurlendska samleikan úr sjónarhorninum hjá kvinnum. JÖRÐ, ein framførsla, ið samantvinnar films-, dansi- og tónlist, verður framførd í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktobur.

Føroyska náttúran er unspoiled og untouched. Soleiðis verða Føroyar lýstar fyri umheiminum í ferðavinnulýsingum. Grønu oyggjarnar eru eitt paradís - seinasti óspilti bletturin á jørðini. Hetta er helst eisini tað, vit siga okkum sjálvum - at vit í okkara parti av heiminum hava eitt tætt tilknýti til náttúruna.

Gerandisdagurin boðar tó frá einum øðrum veruleika. Vit eru nýmótans, vit fylgja við - vit koyra bilar sum fá onnur, nýta Facebook og Netflix og flúgva uttanlands, og hóast vit eru eitt fjarskotið land, eru vit tætt knýtt at umheiminum.

Hesin tvídáttur í okkara samleika, ikki bara í Føroyum, men eisini í Norðurlondum er eitt av temunum í JÖRÐ. Ein framførsla, íð samantvinnar fleiri listagreinar og endurhugsar menniskjans samband við náttúruna og okkara pláss í heiminum. Ígjøgnum ljóð, fleiri løg av uppvørpum og dansi setur verkið náttúruna og mentanina, tað heimliga og tað alheimsliga upp ímóti hvørjum øðrum. Poppmentan, plastikk og høghælaðir skógvar møta norðurlendskum mýtum, hvøssum gróti og brúsandi brimi.

Verkið er eitt listarligt samstarv millum Mariu Guldbrandsø Tórgarð og Vár Bech Árting úr Føroyum, Lisen Pousette úr Svøríki, Tiia Kasurinen úr Finnlandi og Lil Lacy úr Danmark/USA - fimm listakvinnur, sum hava leitað saman tvørtur um landa- og listamørk. JÖRÐ er úrslitið, sum er sprottið úr samrøðum teirra millum um, hvørja áskoðan hesar kvinnur hava um sítt yrki, lond og menning í samfelagnum.

Júst hetta - sjónarhornið hjá kvinnuni kemur til sjóndar í framførsluni gjøgnum tulking av fleiri ikoniskum kvinnumyndum, m.a. Kópakonuni, Mariu moy, "Den lille havfrue", og Venus hjá Botticelli - allar eru kvinnumyndir, sum gjøgnum søguna eru tulkaðar av monnum, men sum í hesum verkinum eru í hondunum og verða tulkaðar av fimm kvinnum.

Gjøgnum uppvørpur, ljóðlist, dans og pallmynd kanna listakvinnurnar handan JÖRÐ, hvussu ymiskar listagreinar kunnu samstarva og soleiðis geva áskoðarunum eina víðkaða listauppliving. 

 Framførslan verður í Norðurlandahúsinum:

6. oktober, kl. 19.30

7. oktober, kl. 16.00

7. oktober, kl. 19.30

 Eftir frumsýningina 6. oktober bjóða Norðurlandahúsið  til listafólkaprát og eitt glas av brúsandi víni.

TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT

Hóskvøldið upplivdu vit leikin TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT, sum er triði leikur, ið Det Ferösche Compagnie setir upp í ár - tað er flott í sjálvum sær, men, tá mann hugsar um hvussu original, aktuel og nýskapandi hesi verk hava verið, er tað eitt satt bragd. Eg var sum ummælari fyri Vágskálina í KVF, sum kann hoyrast mikudagin klokkan 17.05.

Leikurin TÁ KRÍGGIÐ ER LIÐUGT verður pallsettur saman við ukrainska leikstjóranum Serhii Ilin í Norðurlandahúsinum. Serhii Ilin er flýddur úr sínum heimlandi undan krígnum sum herjar har. 22 februar 2022 hevði Serhii frumframførslu í leikhúsi í heimbýnum Odessa av leiki, sum hann hevði leikstjórnað. Tveir dagar seinni gjørdi russiski herurin innrás í Ukraina. Leikurin var umgangandi niðurlagdur tí leikhúsið skuldi nú brúkast til sjúkrahús. Serhii flýddu undan einum sambært honum, skilaleysum kríggi, Og 16. september kom hann sum flótti til Føroyar. Við leikinum "Tá kríggið er liðugt" ynskir hann, saman við Det Ferösche Compagnie, at geva føroyingum eina uppliving av hvat kríggj ger vid menniskju. Leikurin snýr seg um, ein sovjetskan hermann og eina týska kvinnu sum hittast á hermótinum í Berlin í síðstu døgunum í 2. verðaldarbardaga.

Verkætlanin er eitt samstarv við Norðurlandahúsið, Reyða Kross Føroyar og Røde Kors Danmark

EVNI TIL UMHUGSANAR (STOF TIL EFTERTANKE)

Alda Mohr Eyðunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Ýrúrarí

23. sep. 2023 – 28. jan. 2024

Framsýningin letur upp leygardagin 23. september kl. 15-17

Norðurbryggjan

Evni til umhugsanar er ein framsýning við verkum, virkað úr klæðum og ull, eftir trý listafók úr Norðuratlantshavi, sum øll arbeiða við burðardygd sum fortreyt fyri list teirra.

Íslendska klædnalistakvinnan Ýrúrari (Ýr Jóhannsdóttir) er hugtikin av leiklutinum, klæði spæla í tilveru okkara. Hon arbeiðir við troyggjum, sum eru tveittar burtur vegna smáskaðar og blettir. Skaðarnir gerast eitt útgangsstøði fyri listarligum inntrivi, har sjónliga umvælingin økir virðið á troyggjunum. Klædnaumvælingin leingir um tíðina, troyggjurnar kunnu brúkast, men á ein stuttligan hátt, lagaður til einstaklingin, og sum gevur troyggjunum ein annan, listarligan týdning, enn tær hava bara sum brúkslutir.

Unga føroyska listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av ull. Hon kennir seg “heima” í ullini, men hon hevur eisini kensluna av, at virkan av ull hongur saman við sorg. Sorgina yvir ta sannroyndina, at bæði djór og menniskju doyggja, og yvir tað, at tilfar verður vunnið burtur úr øðrum lívfrøðiligum verum fyri, at vit menniskju kunnu halda okkum heit. Í verkum sínum virkar Alda ullina við umsorgan, bæði tá hon stoypir eina bundna húgvu í bronzu, sum mamma hennara brúkti sum barn, tá hon skrivar yrkingar, og tá hon evnar til størri skurðmyndir og innsetingarlist (installatiónir).

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er føroysk klædnalistakvinna og -sniðgevi. Tilvirkan hennara tekur beinleiðis støði í ull. Hon vil fegin vísa virðing fyri hesum tilfarinum, sum er so rótfest í mentanini, hon kennir so væl heimanífrá, og sum hon fegin vil bera við sær inn í eina burðardygga framtíð. Arbeiðið hjá Ragnhild við ull er rótfest í eini greining av og hugleiðingum um, hvat hugtakið “virði” merkir. Ullin, sum áður var ein virðisskapandi tilvirkað vøra, er í ídnaðarsamfelagnum eisini vorðin ein avlopsvøra.

Reyði tráðurin í framsýningini er, at list og sniðgeving kunnu vísa til onnur virði í einari tíð við materiellari ovurnýtslu. Úr hesum næra og heimsspekiliga støðinum, har ullin er felagsnevnarin, til eina hugvegkjandi rannsakan av klæðum okkara.

Framsýningin heldur fram til og við 28. januar 2024.

SVART UPPÁ HVÍTT vernissage

Svend-Allan Sørensen

“Tað sær svart út” – minnast tit søguna um hyrdinnuna og skorsteinssóparan? -Tað sær svart út sigur tann lítla hyrdinnan við skorsteinssóparan, tá tey hyggja upp gjøgnum skorsteinin á veg út í stóru verð. Sum altíð eru tvey løg í frásøgnini hjá H.C.Andersen, sum sigur eina søgu fyri børnum, ið væl kunnu ímynda sær, at tað man síggja svart út í skorsteininum meðan tann vaksni, sum lesur søguna fyri børnum, brosar eitt sindur av naivitetinum og dupulta týdninginum, tá nakað, ið sær svart út ikki boðar frá góðum. Í Steinprenti sær tað svart út beint nú, men tað er uppá tann góða mátan, tí her er fult av framúrskarandi listaverkum. Við hesari framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini kunnu fáa burtur úr svørtum. Svart er grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu í fornari tíð prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan støðislitur, sum listafólkini brúka, tá tey tekna á litografiska steinin – men ofta eru tey fyrstu royndarprentini eisini svørt. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra, neyva ella stuttliga. Sum kurator er langt ímillum, at mann fær so spennandi uppgávur sum hesa, at gera eina SVART UPPÁ HVÍTT framsýning við ætlanini at vísa styrkina litografiska miðlunum. Eg vóni, at tit hugsa sum eg, at verkini styrkja hvørt annað og at tey tala ógvuliga beinleiðis til áskoðaran. Hetta er ein sterk framsýning við verkum, sum tretivu listafólk hava latið úr hondum og framleitt saman við verkstaðsfólkunum her í Steinprenti. Eitt av teimum eldru verkunum er tað hjá Per Kirkeby og tað er fyri meg eitt sindur serligt, tí tað var í sambandi við Ferðina til Føroya hjá Kirkeby um aldarskifti, at eg fyrstu verð skrivaði um virksemið í Steinprent. Tað var tá grafiska verkstaðið var í Listasavninum. Síðani er nógv vatn runnið í ánna og nógv hava tey fingið burturúr – tað síggja vit ikki minst um vit hyggja rundan um okkum. Her er nógv, men sambært Jan er hetta bara ein brotpartur av tí, sum er gjørt av svørtum prentum millum ár og dag. Tekstilverkið, sum hongur miðskeiðis í gallarínum, eitur Black Balls og er skapt til framsýningina. Við so nógvum ymiskum grafiskum listaverkum vildi eg hava eitt trídimensjonalt verk, ið kundi samla framsýningina visuelt - somu funktión vóni eg somuleiðis, at reyðu veggirnir hava. Black Balls er bæði brutalt og eymt. Monumentala støddin og dapri liturin geva verkinum eitt sera ógvusligt og harðligt brá - mann fær hugsamband við einar ovurstórar boksihandskar. Samstundis er okkurt lívfrøðiligt yvir hesum bøllingum, ið hanga hjálparleyst og darla í eini svartari lykkju eins og ein fótamørur ella ein av teimum ólukkuligu í kolasvarta sanginum, Strange Fruit hjá Billie Holiday. Tilfarið minnir um leður, sum í sær sjálvum eisini hevur nógvar assosiatiónsmøguleikar, humor og popptilsipingar, mann kemur í tankar um Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet, men tað valdast helst hvør mann er. Hyggið tit nú sjálvi og gevið tykkum góða tíð, tí her er nógv at síggja.

Framsýningin er at síggja í Steinprenti mánadag til fríggjadag frá klokkan 9-17 og leygardag kl 11-16. Vælkomin!

Kinna Poulsen, kurator

Ferniseringsblómur frá Árstíðunum

Ferniseringsfólk

Bjarne werner sørensen

tróndur patursson - randi samsonsen og í bakgrundini eitt verk hjá rannvá kunoy

portrett av steffan danielsen og janusi kamban, sum knud odde og olivur við neyst gjørdu

ein lítil fittur ferniseringsgestur

framsýningin var presenterað

Tekstilverk hjá Randi Samsonsen, prent hjá tróndi patursson, bjørn nørgaard og hansinu iversen

Nógv ymisk listaverk eru við á framsýningini

Claus Carstensen Tóroddur poulsen og louise sass

oxymoron

Janus Kamban 110

Í dag eru 110 ár síðan myndahøggarin, grafikarin, grundleggjarin og listafólkagóðgerðarmaðurin Janus Kamban sáli var borin í heim í Havn. Janus Kamban var partur av ættarliðnum av føroyskum listafólkum, sum fór niður á danska kunstakademiið í Keypmannahavn at nema sær útbúgving og sum, tá tey vóru heimafturkomin eftir 2.veraldarbardaga, bygdu upp eina blómandi føroyska myndlist. Janus Kamban gekk á kunstakademinum hjá Einari Utzon -Frank professara árini 1932-35 og 1936-40. Hann debuteraði á eini skulpturframsýning á Charlottenborg í Keypmannahavn í 1935.

Heima í Føroyum eru hansara standmyndir vorðnar ómissandi partar av okkara umhvørvi í Havn, Kvívík, Skopun, Vestmanna, Gøtu, Vági osfr, har tær standa ella hanga allar við formligum einfeldi og einum ávísum ævinleika yvir sær sum hava tær altíð verið her. Tað hava tær ikki! Og hvørja ferð hevur hart arbeiði ligið aftanfyri ikki bara við standmyndirnar sjálvar, men eisini við sjálvan hugburðin til list í almenna umhvørvinum, sum ikki altíð hevur verið góður - einki er komið av sær sjálvum. Fríggjadagin læt upp framsýningin Svart uppá hvítt í Steinprenti og har savnaði áhugin seg serliga um eina mynd av Janusi Kamban; tað var eitt prent hjá Olivuri við Neyst frá 2002. Kanska er áhugin grundaður av, at vit onkursvegna hava gjørt ov lítið burturúr honum? Hann fekk í 1999 almenna heiðursgávu, men henda heiðursgávan er av einari ella aðrari orsøk ikki nevnd á yvirlitinum yvir Mentanarvirðislønir landsins. Eg haldi, at vit skulu gera meira burtur úr Janusi Kamban, ið kanska var eitt av hesum fólkunum, hvørs leiklutur er so risastórur, at hann ikki heilt letur seg fata. Soleiðis er við summum, tey gera so nógv eisini fyri onnur og fyri listina sum heild, at mann venur seg við, at tey orna tað heila. Janus Kamban valdi at lata síni hús og sínar ognir til framtíðarlistina í Føroyum - tað er eitt stórfingið og óvanligt stig uttanlands - men í Føroyum hevur hetta slagið og niveauið av góðgerð verið fullkomiliga ókent innan listaøkið. Í sínum testamenti skrivar Janus: ”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”. -

Í 1993 (og í 2003) var afturlítandi framsýning í Listasavninum við verkum hjá Janusi Kamban og tvey ár seinni gav Listasavnið út bók um listamannin við fotomyndum hjá Ole Jensen og Ole Wich. Gunnar Hoydal skrivaði tekstin - hann lýsir so væl húsini soleiðis sum tey enn síggja út í bókini um Janus: “Stovan hevur huglag og búnað hvørt eftir øðrum. Her situr maður hjá sær sjálvum. Her er álvari, sum gongur varliga. Einki, sum vil sýnast, men mangt, sum verður brúkt og hevur søgu. Her er eldstaður, og á múraða vegginum er svørt jarnpláta av gomlum ovni feld inní við mynd av fimta Fríðriki og drotning hansara. Øðrumegin er veggur við bókum, mest bøkur um list, men hjá teimum eisini savn av bókum um samfelag og mannahugsan.. stovan er ikki stór, men tað skilst, at hon er rúm út í størri heim. Øðrvísi er við verkstaðnum. Hetta er rúmið inn í hansara egna heim, her starvast hann, og her er alt hansara egna verk. Rúmið er høgt og vindeyguni sita ovarlaga, her sæst ikki út, men fjørðurin er inni kortini og liggur við sínum ljósi uppi undir tróðrinum..” Gunnar Hoydal: Janus Kamban (1995 Listasavn Føroya).

Húsini hjá Janusi Kamban eru fullkomiliga einastandandi, teknað av Palla Gregoriussen arkitekti eftir leiðbeining og ynskjum frá Janusi sjálvum. Hesi hús og tess list, bøkur og innbúgv siga okkum søguna um ein óvanliga vitandi og visioneran listamann, sum var samkyndur í einum tíðarskeiði og landi, har tað var ómøguligt at vera tað alment. Og vit kunnu siga og endurtaka hundrað ferð, at kynsligur samleiki einki hevur við list at gera, men tað fer ongantíð at passa, tí listin er alt tað, sum vit eru, bæði tað, sum vit siga og ikki minst tað, sum vit ikki siga. Húsini hjá Janusi Kamban eru bygd til ein mann, sum visti, at hann altíð fór at liva einsamallur. Størsta rúmið í húsinum er atelierið. Tað er listin, sum hevur høvuðsleiklutin í hesum húsinum, í hesi tilveruni.

Liðin eru 8 ár síðani, at Listamannahúsið hjá Janusi Kamban varð sett á stovn og longu eru stórverk framd í atelierinum hjá Janusi sum úrslit av artist-in-residence skipanini t.d. flotta SPOR framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen í Listasavni Føroya í 2016 og stórfingni monumentali málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things frá 2021, sum hongur í nýggju politistøðini í Havn fyri bara at nevna okkurt dømi millum mong. Hesin møguleikin fyri at fáa listafólk at búleikast og arbeiða her er ómetaliga góður - kanska skuldu vit gjørt meira burturúr, t.d. sett á stovn eitt Janusarlegat, sum listafólkini, ið fáa uppihald í hansara húsi, kunnu søkja. Hevði hetta ikki verið ein upplagdur postur hjá Tórshavnar Kommunu at tikið sær av?

Kinna Poulsen