EVNI TIL UMHUGSANAR (STOF TIL EFTERTANKE)

Alda Mohr Eyðunardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Ýrúrarí

23. sep. 2023 – 28. jan. 2024

Framsýningin letur upp leygardagin 23. september kl. 15-17

Norðurbryggjan

Evni til umhugsanar er ein framsýning við verkum, virkað úr klæðum og ull, eftir trý listafók úr Norðuratlantshavi, sum øll arbeiða við burðardygd sum fortreyt fyri list teirra.

Íslendska klædnalistakvinnan Ýrúrari (Ýr Jóhannsdóttir) er hugtikin av leiklutinum, klæði spæla í tilveru okkara. Hon arbeiðir við troyggjum, sum eru tveittar burtur vegna smáskaðar og blettir. Skaðarnir gerast eitt útgangsstøði fyri listarligum inntrivi, har sjónliga umvælingin økir virðið á troyggjunum. Klædnaumvælingin leingir um tíðina, troyggjurnar kunnu brúkast, men á ein stuttligan hátt, lagaður til einstaklingin, og sum gevur troyggjunum ein annan, listarligan týdning, enn tær hava bara sum brúkslutir.

Unga føroyska listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av ull. Hon kennir seg “heima” í ullini, men hon hevur eisini kensluna av, at virkan av ull hongur saman við sorg. Sorgina yvir ta sannroyndina, at bæði djór og menniskju doyggja, og yvir tað, at tilfar verður vunnið burtur úr øðrum lívfrøðiligum verum fyri, at vit menniskju kunnu halda okkum heit. Í verkum sínum virkar Alda ullina við umsorgan, bæði tá hon stoypir eina bundna húgvu í bronzu, sum mamma hennara brúkti sum barn, tá hon skrivar yrkingar, og tá hon evnar til størri skurðmyndir og innsetingarlist (installatiónir).

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard er føroysk klædnalistakvinna og -sniðgevi. Tilvirkan hennara tekur beinleiðis støði í ull. Hon vil fegin vísa virðing fyri hesum tilfarinum, sum er so rótfest í mentanini, hon kennir so væl heimanífrá, og sum hon fegin vil bera við sær inn í eina burðardygga framtíð. Arbeiðið hjá Ragnhild við ull er rótfest í eini greining av og hugleiðingum um, hvat hugtakið “virði” merkir. Ullin, sum áður var ein virðisskapandi tilvirkað vøra, er í ídnaðarsamfelagnum eisini vorðin ein avlopsvøra.

Reyði tráðurin í framsýningini er, at list og sniðgeving kunnu vísa til onnur virði í einari tíð við materiellari ovurnýtslu. Úr hesum næra og heimsspekiliga støðinum, har ullin er felagsnevnarin, til eina hugvegkjandi rannsakan av klæðum okkara.

Framsýningin heldur fram til og við 28. januar 2024.