Listasavn Føroya kunngjørdi í gjár, at tey hava móttikið eina søguliga stórfingna gávu við Mikines-verkum, ið telur ikki færri enn seytjan listaverk hjá Sámali Joensen-Mikines - harímillum er okkurt høvuðsverk sum t.d. omanfyristandandi cafémynd. Á Listasavninum greiða tey frá, at tey í desember 2021 tóku ímóti eini dulnevndari Mikines-gávu. Tað vóru átta málningar og nú eytjan listaverk eru komin aftrat er greitt, at gávugevarin er Birte Schultz-Lorentzen, einkju eftir Torkil Mortensen. Tey vóru listasamlarar við serligum áhuga fyri listini hjá Sámal Joensen-Mikines. Saman keyptu tey fleiri verk til heimið beinleiðis frá listamanninum Mikines. Næstan 40 Mikines-verk keyptu tey yvir árini – til eina listasamling, ið samlað taldi yvir hundrað myndir. Í 1992 skipaði Birte fyri eini retrospektivari Mikines-framsýning í Den Frie Udstillingsbygningi í Keypmannahavn, og Mikines-verkini eru í fleiri førum lænt út til framsýningar; seinast í 2021 á Mikines-framsýningini á Johannes Larsen savninum í Kerteminde. Birte og Torkil vóru haraftrat við, tá Listasavn Føroya bleiv vígt í 1993, og tey høvdu ein virknan leiklut í minningarhaldinum á Mikinesar 100 áradegi í 2006 stutt áðrenn Torkil doyði.
Í sambandi við ta fornemmu listagávuna skrivar ein góður vinmaður hjá Torkili Mortensen, Erling Eidesgaard um hann - myndirnar herundir eru eisini frá Erling.
Torkil var føddur í 1935 og vaks upp á Tvørabakka. Hann var sonur Annu Mortensen (f. Vestergaard) og Martin Mortensen, sum doyði, tá Torkil var smádrongur. Sekstan ára gamal flutti hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv og síðani las til lækna.
Hann var ein sera dugnaligur og passioneraður lækni og ein úrmælingur innanfyri urologi á Sjællandi í mong Harrans ár.
Torkil var eitt lívsstykki, og kom sum ein hvirluvindur heim á Tvøroyri at ferðast um sumrarnar, har hann altíð búði á Tippinum hjá abbanum, Erling, og ommuni Jonu, sum var hansara systkinabarn. Hann spældi klaver, so húsið skalv, og ruskaði alla familjuna til við síni spruttandi orku og fekk okkum bæði til fjals og í fjøru. Einki var óført.
Hóast hann var 36 ár eldri enn eg, gjørdust vit bestu vinir, tá eg fyrst í 90unum flutti til Keypmannahavnar at lesa. Saman gingu vit til konsertir og til filmar, vit boksaðust, vit róðu kajakk saman og vit ferðaðust suður í Alpurnar at standa á skíð. Hann var tannáringur í sinni til tað allar síðsta.
Torkil og omman høvdu eitt serligt samband. Tað vistu vit øll. Og tá hann doyði 71 ára gamal, 30. juni í 2006, bleiv eg sendur suður at bera ommuni, ið tá var 88 ára gomul og viknað, deyðsboðini.
Tað tók henni dygt at Torkil, ið var nógv yngri enn hon, og sum hon var so sera góð við, var deyður. Og seytjan dagar seinni legði hon sjálv árarnar inn.
Tá Torkil fór til gravar norðan fyri Keypmannahavn, fekk eg tann heiður at bera. Og í samráð við einkjuna hevði eg við mær eina krukku av mold úr garðinum í barndómsheimi hansara á Tvørabakka til prestin at kasta á.