Altíð nevndur - ikki gloymdur - Til lukku Ole Wich

At Ole Wich heldur seg vera burturgloymdan og ignoreraðan innan føroyska listasøgu er ikki nakað nýtt. At hann knýtir hendan fyri hann sera ódámliga ósjónligheitstilstandin ikki bara til allar nationalistføroyingar í almindiligheit, men til undirritaða kritikara í serdeilisheit – ja, tað er heldur ikki nýtt, eg havi í so mong ár upplivað útspillingar av mínum persóni frá Ole Wich. Tí var eg heldur ikki júst bilsin av at síggja mítt egna navn í upplatingarrøðuni, sum Ole Wich helt, tá hansara føðingardagsframsýning læt upp herfyri í Listasavninum. Og eg ætlaði als ikki at oyðileggja hvørki føðingardagsfestligheitir ella sømdargávuheiðursróm, tá maðurin jú fer at fylla runt hvørja løtu. Men tá eg hoyri hansara ósonnu uppáhald endurtikin sum sannroyndir ymsastaðni í almenna rúminum, t.d. í Vágskálini í Kringvarpinum, ja so verði eg tíverri noydd at tala at.

Ein skjót uppteljing á Listablogginum og Listaportalinum vísir, at Ole Wich er nevndur har nakrar og tjúgu ferð, onkuntíð í tíðindaskrivum og aðrar tíðir í ummælum og viðmerkingum. Tá Ole skrivaði um Eivør, at hon var Færdig med de 40 mótmælti eg til dømis og skrivaði, at “Innleggið tykist sum heild órættvíst og sum eitt herðindi av persónliga motiveraðum uppmerksemisáhuga við einum tvangsdissidentiskum sjónarmiði at lata eina tílíka skolu oman yvir eina púra óseka og indiskutabelt gávuríka sangkvinnu, sum eyðsýniliga er so mikið eyðmjúk, at hon gongur inn uppá ynskið hjá drottningaligu fyrireikarunum um at syngja ein sang frá Lord of the Rings í staðin fyri at blást øll diademini av teimum kongaligu høvdunum við einum av hennara egnu, kraftmiklu sangum. Tí tað hevði hon eisini dugað...”.

Tað er Ole Wich, sum hevur gjørt omanfyristandandi kollasju av undirritaðu í leiklutinum sum honddukka hjá tveimum føroyskum listamonnum. Ole Wich er verri enn so einasta listafólkið, sum ikki dámar míni ummæli, men hann er í sínum viðmerkingum nógv tann mest manssjauvinistiski. Tað er hann til dømis, tá hann ferð eftir ferð umtalar meg sum eitt menniskja uttan sjálvstøðugar meiningar “Som jeg drillende har påpeget overfor Kinna, så betragter jeg hende hovedsagelig som en hånddukke på gamle malerplettede mandshænder. Hun vifter surt som et patetisk lem i den tomme luft og forsøger at genetablere gamle tiders definitionsret over, hvad færøsk kunst er og bør være..”.

Í 2011 helt eg ein fyrilestur, sum eisini var á Listablogginum, sum eg kallaði Ósøgur, tá var verkið hjá Ole Wich HomoFObia tikið sum dømi uppá effektiva politiska list og fyri at taka eitt nýggjari dømi skrivaði eg m.a. um Ólavsøkuframsýningina í ár, at “Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna...”. Soleiðis havi eg skrivað um eitt verk hjá Ole Wich, men eg havi eisini javnan funnist at hansara verkum, tá eg havi hildið tey verið veik og óoriginal ekkó av onkrum, sum gekk fyri seg í trýssunum og við fýrsaragrafikki.

Eg havi í ummælum skrivað tað, eg meinti og ofta havi eg ikki hildið verk hjá Ole Wich verið áhugaverd - hann hevur somuleiðis ikki verið høvuðsevni hvørki í mínum greinum ella framsýningum. Tað er møguliga har, skógvurin gnagar. Eg eri rættiliga ósamd í hansara analysu av føroyskari list í áðurnevndu røðu - henda frágreiðing vendir skeivt onkursvegna. Sjálvt um Føroyar eru fjarskotnar og føroysk list í mong ár snúi seg um landslagið, so eru listafólkini væl útbúgvin og upplýst og kenna tískil til eitt nú situationismu og avantgardismu og øll møgulig sløg av konseptlist tó at tey heldur í stóran mun hava lagt seg eftir at mála málningar. Tað er ein listasøgulig sannroynd, sum mann ikki kann gera nakað við. Tað er rætt, at ókommersiel og eksperimenterandi listasløg eru veik og ikki hava verið nógv dyrkað í Føroyum og at orsøkin er tengd at teirri sannroynd, at føroysk myndlist í stóran mun hevur verið fíggjað av privatum samlarum. Men soleiðis er tað bara. Púra vanlig fólk halda tað vera eins sjálvsagt at keypa eitt listaverk sum sofu og borð til stovuna. Tað kann mann halda vera smáborgarligt og konservativt, men henda serstaka føroyska siðvenja er eftir mínum tykki fullkomiliga einastandandi og púra grundleggjandi - vit elska list og tað er vakurt í sjálvum sær. At føroysk list hevur verið stuðlað á henda hátt merkir ikki, at føroyskir listamálarar eru afturúrsigldir, tvørturímóti - summir av samtíðarlistamálarunum eru í heimsflokki.

Tað passar ikki, at Ole Wich verður skúgvaður til viks innan føroyska listumhvørvið. Hugsa vit um tað, vildi ein slík óbótagerð í grundini verið ómetaliga løgin og out of character bæði fyri føroyingar og møguliga eisini fyri Ole Wich, tí nógv kann mann siga um føroyingar, men fólkalig eru vit heilt út í tað svakliga og nógv kann mann siga um Ole Wich, men smæðin er hann ikki. Um mann googlar Ole Wich eru sostatt hópin av føroyskum uppsløgum um mannin. Um mann t.d. hyggur inn á tíðarrit.fo sæst, at miðlarnar (tvs. frá fyrr í tíðini, tá vit enn høvdu skrivaðar miðlar, sum skrivaðu annað enn bíløgd vinnutíðindi fyri ymisk virki), hava tikið hjartaliga væl ímóti listamanninum, hvørs nógvu verkætlanir hava fingið manga heilsíðu í bløðunum millum ár og dag. Ole Wich er als ikki gloymdur av føroyskari listasøgu. Tað ber neyvan til eftir sum hann er partur av føstu framsýningini í Listasavni Føroya og javnan er við á Vár- og Ólavsøkuframsýningum. Hansara verk er viðgjørt í eitt nú SEKEL, Livandi List og øðrum listabókum. Tað er alt sum tað skal vera - føroyingar skulu ikki vera bangnir um at vit hava verið óblíð, tað hava vit ikki. Ole Wich er væl og virðiliga nevndur, ikki gloymdur og nú eisini við sømdargávu. Til lukku við tí og við sjeyti ára føðingardegnum - nú er tíðin kanska komin at tveita tann troytta offurmentalitetin.