Ein virðisløn og onnur

Fríggjadagin 13.desember í 2013 og tað vil siga fyri næstan tíggju árum síðani fekk Teitur Lassen heiðurslønina, LISTIN 2013 handaða frá Listablogginum. Øll siga, at tíðin gongur so skjótt, men tá eg hugsi um hesi tíggju árini, so haldi eg, at eg veruliga merki tey, tí mangt er, sum tað ikki var og meðan okkurt er minni gott, eru Mentanarvirðislønir Landsins at fegnast um á hvørjum ári, serliga tá tað er tvær ferð um árið og Teitur verður virðisløntur. Hann var, sum fleiri onnur, eitt sindur bilsin, tí enn er hann lutfalsliga ungur og er Mentanarvirðislønin ikki fyri gamlar menn? Tað stutta svarið er: Nei, ikki longur og tað longra svarið er, at nú kunnu tey um miðjan aldur eisini vera við.

Tað eru longu fleiri ár síðani designarin og listakvinnan Barbara í Gongini fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017, tá var hon tveyoghálvtrýss. Árið fyri fekk operasangarin Rúni Brattaberg Mentanarvirðislønina, tá var hann eisini um hálvtrýss og haðani er ikki so heilt øgiliga langt niður til aldurin á Teiti, sum er seksogfjøruti. Men jú, vit vóru nøkur, ið gittu og funnu fram til fleiri, sum kundu havt henda heiður uppibornan t.d. myndlistamaðurin Arnold Vegghamar á Viðareiði. Vit tosaðu um fleiri týdningarmikil listafólk, t.d. Hans Tórgarð, ið sum sjónleikari, fyriskipari, leikstjóri og ikki minst týðari í mong ár hevur verið ein leiklistalig dynamo, sum hevur megnað at strekt sínar strálur báðumegin leiklistastríðið. Kanska hann fær eina aðru ferð ella onkur annar av teimum mongu, hvørs listaliga passión javnt og samt drívir teirra listaliga verk okkum øllum at gagni. Tað er jú tað keðiliga, at øll kunnu ikki fáa medalju. Vit kunnu tó ugga okkum við, at vit kortini øll somul eiga uppií almennu Mentanarvirðislønum Landsins. Tá vit á sinni handaðu Teiti heiðursløn fylgdi hvørki medalja, heiðursbræv ella hundraðoghálvtrýsstúsund krónur við. Tó fekk heiðurslønarmóttakarin eitt flott prent hjá Tóroddi Poulsen úr Steinprenti og eina grundgeving, sum enn kann lesast: ”Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik, og ársins heiðurslønarmóttakari er ein listamaður, sum er egin og hevur sýnt serligt dirvi til at vera trúgvur móti sær sjálvum og sínum egnu listarligu hugsjónum. Við verkinum Story Music, sum hann gav út í heyst, er listamaðurin komin heim. Í ummæli á Listablogginum varð tónleikurin á útgávuni lýstur sum eitt slag av Velbastað World Music. Sangurin "If you wait" verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, samlaða reglan ljóðar: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er nokk so nógv tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil, um at drála og um at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar. Fyrsta orðið, sum kemur fyri í "Story Music" er "Hopeful", og hetta orðið eyðkennir kensluna, sum hesin lurtarin situr eftir við, tá hon hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka av at hoyra hana. Story Music er eitt ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur. Útgávan er eisini sera væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, nú alsamt fleiri eru farin at virðismeta hitt einfalda lívið uttan materialismunnar ok - at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til. Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum tónasmíði. Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið..”.

Hesi seinastu tíggju árini er Teitur hildin fram at skriva skriva, framføra, framleiða og geva út sínar føroysku og útlendsku sangir í útgávum, sum altíð megna at koma óvart á. Her á Listaportalinum havi eg ummælt nakrar teirra.

Sí leinki:

https://www.listaportal.com/tidindi/2018/6/14/ta-stra-t-ltla-teitur-i-want-to-be-kind

https://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?rq=teitur

https://www.listaportal.com/tidindi/2021/9/6/kosmopolitiskur-letingapoppur-av-velbasta?rq=teitur