Teitur Modern Era

Teitur - Modern Era EP 3000 x 3000pxl.jpeg

17 apríl gevur Teitur Lassen út nýggja útgávu. Tað er ein EP við 4 løgum, sum eitur Modern Era og sum Teitur eftir ætlan skuldi framføra á eini stórari turné. Ferðin er eyðvitað avlýst orsakað av covid-19, Teitur hevur sjálvur verið í sóttarhaldi, skilst á einum herligum sonevndum quarantine special innslagið, sum hann legði á youtube í síðstu viku (sí niðast). Tvey av løgunum á EP´ini eru givin út sum stakløg, tey eita Holiday Inn og Clara. Harumframt eru Enough og It´s on me. Síðstnevnda sangin gjørdi kendi danski jazzsangarin Cæcilie Norby, men hann ljóðar rættiliga nógv sum ein Teitursangur av tí ordiliga góða slagnum, sum næstan av tilvild mitt í øllum lyftir alt sinnið upp í eina ekstatiska eydnustøðu. At tónleikurin gevur einum slíkar upplivingar er kanska ikki heilt óvanligt, men mátin Teitur serverar hesar upplivingar er av sonnum óvanligur. Hann dugir at mynda eitt huglag og ein sang soleiðis, at hann tykjast vaksa upp burtur úr ongum og av tilvild, soleiðis at tú sum lurtari ert púra avslappað - alt er fullkomiliga vanligt og gerandisligt sum vart tú í ferð við at eta eina rugbreyðflís við hummus ella leggja handklæði saman. Sum lurtari sleppur tú øllum og gloymir alt, eisini væntanir um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka og tendra tína lukkukenslu og sorgblídni, men eisini okkurt skálkabrosið. Holiday Inn er ein festligur lættur sangur – minnir í uppbygging eitt sindur um okkurt frá Graceland hjá Paul Simon, kanska You can call me Al. Sama lætta, fríska huglag er yvir sanginum Clara, sum rímar við modern era. Clara er ein modernað smágenta, sum onkuntíð verður argað, tí hon ikki gongur í gentulitum, men heldur gongur í litum, henni dámar, tí soleiðis gera gentur í modernaðu tíðini. Staðfest verður: “She´s not a tomboy, she´s just Clara..”. Some people say she´s a boy pretender - she´s too young to know her gender..”. Sangurin um Claru snýr seg um og finst at okkara troyttandi tørvi til at avmarka hvønn annan í kassum, men sangurin er annars ikki innihaldstungur ella fingrapeikandi, hann er tvørtímóti lættur, góður og supercool. Teitur greiðir frá í tíðindaskrivi, at hann hevur innspælt Modern Era saman við hálendska framleiðaranum og tónleikaranum Reyn í hansara kirkjustudio í Hollandi: “Reyn er spælandi og stuttligur og djúpt inni í øllum aspektum av innspælingarprosessini. Tað passar okkum báðum at brúka nógv ljóðføri og vit hugsa ikki ordiliga um hvør spælir hvat, tí vit eru altíð samdir um hvat skal vera ella ikki vera har”. Teitur og Reyn spæla øll ljóðførini og spældu inn EP´ina uppá nakrar dagar, Robert Carranza ljóðblandaði upptøkurnar í Los Angeles nakrar vikur seinni. Teitur greiðir frá sanginum Clara, at hann er inspireraður av dóttir ein amerikanskan sangara og sangskrivaravin, Griffin House, sum eitur Clara. Heitið á útgávuni Modern Era kemur frá hesum sanginum og varð valt, tí tað sambært Teiti riggar til fotomyndina av ísfjøllum, sum australski myndamaðurin Simon Harsent tók í Grønlandi. Enough er ein vakur sangur, sum snýr seg um mótstríðandi kensluna, tá mann hevur mist onkran og ikki vil syrgja, og tú veitst ikki hvar tú skalt koyra tær góðu kenslurnar og helst bara vilt fagna og fegnast um alt tað góða, tú hevði saman við tí farna. Samanumtikið eru vit við útgávuni Modern Era á somu leið sum við útgávunum Story Music (2013) og I Want To Be Kind (2018) við góðum og hugsunarsomum sangum um tilveruna nú á døgum, sjónarmiðið er eyðmjúkt og kerligt, men við einum álvarsligum undirtóna um neyðug menniskjalig og umhvørvislig atlit. Hetta er gott at lurta eftir, og vit hava tíð til tað í løtuni - í so máta kann mann siga, at tað einasta keðiliga við útgávuni er, at hon ikki er ein dupult LP við øgiliga nógvum sangum.