tað lítla orðið sum ikki/ sleppur at siga tað/ sum tað er skapt til at siga

-Eg veit meg ikki nakrantíð áður hava sæð ein stav á permuni á einum yrkingasavni. Men tað fyrsta, eg sá, nú eg setti meg at lesa TANN ÁKÆRDA BOÐBERJAN hjá Tóroddi Poulsen var altso ein stavur, sum til alla eydnu vendir skrátt upp! Og sjálvt um innihaldið ikki er so uppøst sum mann kundi fryktað og vónað frá einum yrkjara, sum á okkara kurteisligu døgum kann finna uppá at veipa við stavi og yrkja Bókaklikudøgum ein vælupplagdan og uppibornan tátt, so er samfelagskritiskt bit í lýsingunum av eini samtíð í einari líkasælari tykisverð: “púrasta býtt eru/ tey framman fyri/ telduni og inni í/ eini fimleikarhøll/ fullari av/ fótasveitta og/ vánaligum/ hugflogi”.

Nýggjasta bókin hjá Tóroddi Poulsen er tann 48. í røðini av útgávum síðan debutsavnið, Botnfall, sum næsta ár fyllir fjøruti. TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN er ein typisk Tóroddbók soleiðis at skilja, at hon inniheldur yrkingar, ið tó at tær eru serstakliga ymiskar, eru Tóroddskar – tú ivast ongantíð í hvør upphavsmaðurin er. Okkurt er eitt slag av eygleiðingum og viðmerkingum til gerandisdagin og lívið, aðrar eru endurminningar frá barndómi, meðan summar eru meira abstraktar og kunnu snúgva seg um skapan og avskapan. Yrkjaraegið trívist væl í opnum lendi í bíðistøðu við gulum lyktum og lesarin fylgir glaður aftaná eftir breiða yrkingavegnum, har vit ganga inn í ein sannan riðil av góðum yrkingum, sum onkur teirra kanska gevur eina ábending um hvat gátuføra og eitt sindur hátíðarliga heitið á savninum merkir. - Boðberji er eitt heimagjørt orð, sum bæði minnir um ein boðbera altso ein, ið ber boð og so at berjast ella sláa.

hann bíðar

eftir boðum

at berja alt

niður í

gruggið

og aftaná

noyða onkran

at drekka

tað

Kanska er TANN ÁKÆRDI BOÐBERJIN sjálvur yrkjarin, sum í skjótt fjøruti ár hevur borðreitt sínar lyrisku úrdráttir fyri okkum í sínum gløggskygda botnfalli og gruggi. Eg veit ikki hvat hann er ákærdur fyri - kanska er tað hansara lívstíðardómur at skriva og skapa list og møguliga eru rekvisittir sum stavur og hoyritól farin at okkum á, at heldur ikki yrkjarin er ævigur. Hansara 48.bók kom út samstundis sum Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og sjálvandi skuldi hann verið boðin við. So kundi hann t.d. lisið upp fantastiskar yrkingar sum ta stuttligu “um eg var sjómaður” (s.66), ta stórfingnu spøkilsisyrkingina “SKIPIД (s.71) ella ta “heilt stóra yrkingina” (s.85), so at lurtarin slapp at njóta málsliga neyvleikan og listaliga og poetiska originalitetin hjá einum heilt einastandandi føroyskum yrkjara.