Hegn og hegni á Norðurbryggjuni

Alda Mohr Eyðunardóttir - Foto: Torben Eskerod

Framsýningin við spekulativa heitinum, EVNI TIL UMHUGSANAR/STOF TIL EFTERTANKE við verkum hjá føroysku Aldu Mohr Eyðunardóttir og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard umframt íslendsku Ýrúrari læt upp á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn 23.september. Framsýningarhølini á Norðurbryggjuni eru á tveimum hæddum og meðan verkini hjá teimum báðum føroysku listakvinnunum eru framsýnd í neðra, sæst íslendska nýnýtsluverkætlanin uppiá. So stórur munur er millum teir báðir framsýningarpartarnar, at eg at byrja við helt tað vera tvær ymiskar framsýningar við ávikavist íslendskum og føroyskum tekstilverkum. Nú eg siti í Havn og skrivi, kemur mær til hugs, at eg havi upplivað ikki færri enn tríggjar framsýningar á Norðurbryggjuni við trimum sera ymiskum luttakarum.

Tað er altíð áhugavert at vitja Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, ið er eitt av týdningarmestu framsýningarstøðum og sýnisgluggum hjá føroyskari list uttan fyri Føroyar – ikki minst síðan súkklu- og gangibrúgvin læt upp millum Nyhavn og Norðurbryggjuna í 2016 hevur tað ligið væl fyri at spáka yvirum at fregnast hvat verður sýnt fram har.

Ikki er torført at finna út av hvar í húsinum, íslendingurin heldur til - tað sæst og hoyrist á øllum brøgdum á mælsku framsýningini hjá Ýr Jóhannsdóttir/Ýrúari, sum ger róp í og er stórbýarkend og humoristisk. Tað er ivaleyst at strekkja tulkingina eitt vet, men eg hugsi javnan um politikk, tá eg síggi íslendska list, at mann onkursvegna sær á henni, at Ísland mátti gerast sjálvstøðug tjóð. Tey hava ikki skuggan av okkara ósemjurædda varsemi, sum kanska fer at enda við, at Danmark loysir frá Føroyum áðrenn vit koma so langt (um ikki Sambandsflokkurin fixar tað áðrenn). Verkætlanin hjá Ýrúari snýr seg um endurnýtslu ella nýnýtslu og vendir sær í móti ovurnýtsluni av klæðum og tess trupulleikum orsakað av einum skitnum klædnaídnaði uttan menniskjalig og umhvørvislig atlit. Ýrúari tekur sær av klæðum, sum er burturbeind orsakað av holum og blettum. Hesi bøtir hon og heldur enn at krógva tað bøtta, leggur hon dent á tað. Verkætlanin klingar sostatt grundleggjandi humanistiskt; All my mistakes have become masterpieces sum Teitur sang á sinni og strategiin er tann sama sum hjá fleiri øðrum nýflipparum í unga ættarliðnum, ið av hjarta ynskja at vera fitt og góð eisini við klæðir.

Munurin millum ta íslendsku, kreativu nýnýtsluna og tey føroysku listaverkini er mest týðiligur í tilfari og litum, men munurin millum føroysku luttakararnar er í grundini eisini stórur, tó at báðar brúka ólitaða ull í verkum sínum við atliti til burðardygd. Eg havi ikki hugsað so nógv um tað áður, men samansetingin millum listakvinnurnar leggur onkursvegna dent á ymiskleikan; at verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava eitt meira designkent finish enn tann meira ráa myndlistin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Báðar listakvinnurnar hava havt stóra eydnu á teirra yrkisleið og hava eftir lutfalsliga stutta tíð skapað sær eitt navn á føroyska listapallinum við týdningarmiklum legatum, stórum uppgávum og savnsumboðan.  Alda Mohr Eyðunardóttir hevur síðani sína merkisverdu debutframsýning Flakar í 2019 í hølunum har sum Skálabúðin var í Havn, sýnt serligt listaligt hegni og hevur longu áðrenn hon er liðugt útbúgvin havt framsýning í Listasavninum, ið eisini hevur verk hjá henni i ogn. Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur verið við at prýða Glasir, Noma og Hilton, hennara verk fevnir um bæði sniðgeving og list og hon fekk í 2019 Listafólkaløn frá almennu Føroyum við teirri grundgeving, at hon megnar at sameina modernað við siðbundið. Hugskotið at para verkini hjá Ragnhild Højgaard Hjalmarsdóttir og Aldu Mohr Eyðunardóttir tykist so mikið sjálvsagt, at tú fyrst undrast á, at mann ikki langt síðani hevur funnið uppá tað - fyri síðan at varnast, at munirnir helst eru størri enn tú fyrst hevði varhugan av og at onnur atlit enn tey listaligu tykjast tunnlig, tá tað um listaframsýningar ræður.

Listaliga myndar framsýningin bæði nýhugsan og framhald av hugsanum í tóvirkislistini hjá t.d. Titu Vinther. hvørs leiklutur sum listaligur vegari í føroyskari myndlist ikki má undirmetast. Fleiri av verkunum hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava heiti úr náttúruni, t.d. Pollamjørki og Dimma og tykjast í so máta sum eitt framhald av linjuni hjá Titu, ið sum kunnugt arbeiddi við tóvirki, men eisini við installatiónslist. Tað einastandandi flotta høvuðsverkið, Dimma er vovið av føroyskari ull í fleiri ymiskum gráum litrigdum, sum tá tú stendur framman fyri tað, savnast í avrundaðum skapum á myndaflatanum. Verkið var framsýnt í fjør á eini framsýning við føroyskari samtíðarlist og tók undirritaða áskoðara á bóli við síni sansaliga og í grundini ekspressiva brá. Verkið hekk sera væl í Listasavninum og ger tað somuleiðis á Norðurbryggjuni. Hini verkini tykjast meira minimalistisk, t.d. verkið Ljómlið, sum eru sjey smáar myndir úr vovnari ull og Ljóðfall, sum er ein installatión við myrkamorreyðum tógvi. Tað minti meg um okkurt verk, eg havi sæð, møguliga hjá Astrid Andreasen, men tykist eitt sindur japanskt í sínum stramma skapi og tilfarsligu minimalismu. Ein mosagrógvin steinur, ið stendur beint við verkið, er ikki partur av tí og er tískil at fata sum okkurt slag av tjóðskaparligari scenografi - akkurát tað er ongantíð gott.

Listin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sveimar onkrastaðni millum ítøkiligt og óítøkiligt. Millum tilfar, assosiatiónir og poesi. Á sama hátt sum í verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen, ið er ein týdningarmikil fyrimynd hjá yngra ættarliðnum av føroyskum listafólkum, taka verkini hjá Aldu javnan atlit til samanhangin, staðið ella støðuna, har tey verða framsýnd. Í framsýningini á Norðurbryggjuni, har bæði nýggj og eldri verk eru við, sipar t.d. bronsuverkið Hosur til søguliga leiklutin hjá Norðurbryggjuni sum pakkhús, vegamót og transithøll hjá vørum til og úr Føroyum. Somu tilsipingar hómast somuleiðis í installatiónsverkinum miðskeiðis í framsýningarhølinum úr m.a. hegni og skroypiligum hegnspelum, ið eru evnaðir  úr isomalt við skipskeks. “At byrgja meiningina inni, tá ið vit oyðileggja hana hvør sær” er heitið á verkinum og byrjanin uppá eina sonevnda bindiyrking, sum bæði er partur av verkinum og kann lesast á verklistanum. Tað er áhugavert at lata hegn fáa so stóran leiklut á eini listaframsýning og so júst hetta slagið av hegni, sum onkuntíð skal vera í seyðahøgum standi, men sum annars er so vanligt í Føroyum, at vit mest leggja tað til merkis, tá tað ikki er har og seyður rennur út á vegin. Innan føroyska myndlist er hegnið ofta partur av landslagslýsingum hjá t.d. Steffani Danielsen, har tað í støðum gevur ein varhuga av avbyrging og at vera uttanfyri. Hegnverkið hjá Aldu er ikki heilt so eintýðugt, men er hugtakandi við tilfarsliga grundmótsetninginum millum autoritera stálhegnið og skroypiligu pelarnar úr sukri og keks - ein partur av hegninum stendur uppi og hin er niðurdottin. Tað er afturvendandi í verkunum hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, at tey onkursvegna upploysast og forfarast longu í síni skapan. Verkætlanin hjá Aldu tykist grundleggjandi melankolsk, verkini kykna úr sakni og sorg. Heitið “At tøva uppá klett” hevur listakvinnan brúkt áður um verk úr óviðgjørdari ull, men uppsetingin er sjáldsama væl eydnað á Norðurbryggjuni, har ullin hongur sum okkurt slag av gardinum fyri vindeygað. Tað er áhugavert at síggja hvussu verkið livir í ljósinum og gerst bæði grafiskt og sakralt eins og talan var um eina glasmosaikk í onkrum miðaldarkatedrali. Hetta árinið kemst partvíst av avrundaða vindeygahválvinum, men eisini av vakra ljósinum í framsýningarhølinum á Norðurbryggjuni, har framsýningin heldur fram til 28.januar í 2024.

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard - foto torben eskerod

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard

alda mohr eyðunardóttir

Ýrúari

Ýrúari

Ragnhild Hjalmarsdóttir højgaard - foto torben eskerod

alda mohr eyðunardóttir

alda mohr eyðunardóttir