Í Norðurlandahúsinum situr ein einsamøll nakin kona á einum høgum stóli og øll tey, ið sum eg líða eitt lítið sindur av áskoðaraampa, skulu helst brúka tvær vikur ella tríggjar og eitt viðmæli frá mostur og pápabeiggja, ið sissar og vissar tey um, at tað er í fínasta ordan at fara til nakinsjónleik. Trupulleikin er bara tann, at hesin leikurin La Merda – Lortið einans verður framførdur tríggjar ferð aftrat, so í stuttum: Far! Tit mugu síggja hetta bragdið av einum leiki, sum er týddur og leikstjórnaður av Maritu S. Dalsgaard og tulkaður á palli av Duritu D.Andreassen. Nakinleikin, einsemið og konfrontatiónin eru alt partar av einum lýsandi, progressivum samtíðarlistaverki, sum komandi dagarnar verður borðreitt á føroyskum. Leikurin hevur gingið eina sanna sigursgongd gjøgnum allan heimin síðan hann gjørdi hol í sjógv og vann allar virðislønirnar á Fringe festivalinum í 2012. Fólkini handan leikin, leikritahøvundurin Cristian Ceresoli, sjónleikarin Silvia Gallerano úr Italia og bretski framleiðarin Richard Jordan vóru øll til frumsýningina, so har var altjóða rómur í Norðurlandahúsinum premierukvøldið. Eg skal viðganga, at eg teir fyrstu minuttirnar var eitt sindur ørkymlað um intensitetin, nakinleikan og byrjandi tilvitskustreymin av orðum, sum serliga í fyrstani tykist óskipaður og ósamanhangandi við løgnum pausum. Tær gerast í støðum so drúgvar, at tú hugsar, at leikarin man hava gloymt onkra replikk og tað gjørdi hon vist onkuntíð í sínum tímalanga leiklistaliga tour de force av einum monologi, men fyri tað allarmesta eru steðgirnir ein tilvitaður partur av fraseringunum í einum verki, ið eins nógv er hugsað sum tónlist sum leiklist og sum er sett upp í trimum satsum, einum crescendo og finalu. Allur ampi hvørvur sum døgg fyri sól, tá megin í verkinum sleppur at fevna teg við sínum poetisku og dramatisku endurtøkum og at vísa seg rættiliga fasta og formsikra bygnaði. Tá samlar tú teg um menniskjað á pallinum og monologin. Kvinnan tosar við teg í trúnaði og vísir hvussu snild hon er og hvussu væl hon dugir at manipulera øll og alt men tíverri mest av øllum seg sjálva. Hon er nakin og kortini í grímu til reiðar at vera hvat sum helst um bara vit leggja hana til merkis. Andlitsbrøgdini hjá Duritu Dahl Andreassen eru so týðilig og serstøk, at mann ofta gloymir kroppin so nemandi og ekspressivur er mimikkurin. Mamma gentuna er larmandi fráverandi, vit hóma hennara myrka skugga í onkrari leysari viðmerking um, at dótturin ikki er rættsiktað, men hon skal nokk vísa henni skal hon. Pápin er henni ein stokkutur fløvi við eini lívsfatan, sum kvinnan endurtekur og avskeplar so at vit síggja hvussu lítil og miseydnað fyrimynd hann er. Tá gentan var bert trettan ára gomul beindi hann fyri sær, eitt trauma, sum hon ikki sleppur burturúr.
Leikurin La Merda snýr seg í stóran mun um kropp og at stýra kroppinum og tað er ikki lætt, tá krøvini hjá móttakaranum alla tíðina skifta. Hjá kvinnuni í leikinum er tað nakað lort, at hon hevur feit lør og er lítil. Og hvussu vit upplýstu samtíðarkonur nú einaferð kunna sannføra hvørja aðra um, at útsjónd er einki at snakka um og at fáfongd er stokkut, so er tað framvegis tað, vit snakka um og siga við hvørja aðra - oys tú sært gott út, simpulthen so flott, ert tú klænkað, trenar tú? Okkara kona í Norðurlandahúsinum roynir sum aðrar konur at disciplinera sín kropp og fáa stýr á honum við effektivum klænkikurum, men tað gongur ikki ov væl antin hon hungurstungin roynir (eins og høgguslokkurin) at eta ein av sínum egnu limum ella hon fer í holtur við eta ein heilan springara. Tónin er absurdur, men anoreksi og bulimi eru til og summi fólk eta springarar og tær eru eisini til, sum (javnan) eru so svangar, at tær kundu etið ein heilan hval. Tá tað kemur til skarpskeringar vita allar av, at feitar konur ikki kunnu brúkast sum standmyndir. Har ljómar onkur áhugaverdur resonansur millum italskt og føroyskt í sambandinum millum njótilsi og undirgang, sum minnir um andlátt á døgverða ella um Kingo “Din skaal synes honning, men drikken er led..” Á henda hátt sveiggjar kvinnan á pallinum millum ótálmaða sjálvsdyrkan og líka so ótálmað sjálvstikni. Vakra einfalda pallmyndin er full av myrkri og fær meg at hugsa um chiaroscuro ljós í myrkri í italskari list hjá Artemesia Gentilleschi til dømis, men sum leikur fer, kemur tú eisini í tankar um Pasolini og hansara allegori um menniskjans íbúgvandi fascismulort ella antilistaverkið hjá Manzoni Merda d´Artista við lorti frá listamanninum í dós. Og sjálvandi er verkið politiskt. At kvinnukroppurin er ein vígvøllur kann eingin ivast í, sum hevur lisið føroysku abortlógina frá 1956 fyri ikki at tala um seinasta kvinnufíggindaliga uppskotið um, at tær, ið ynskja abort skulu noyðast at hyggja at gitna klumpinum áðrenn tær sleppa at sleppa sær av við hann. So kunnu tær standa har og skamma seg.- Statt so har tín vemmiliga kona, tú, sum hevur havt sex uttan at tú ætlaði tær at fáa eitt barn, hygg hvat TÚ (púra einsamøll?) hevur gjørt - puha! Uppskotið er so óreint, men mest av øllum so absurd og groteskt, at tað klingar væl saman við kroppsfatanini í leikinum. Lortið er ein háaktuellur leikur, sum eisini speglar partar av Metoo uppgerðini, men talan er kortini ikki um eina ónuanseraða menninir hava alla skyldina ákæru – tað er meira komplekst; lortið er okkara alra.
Framførslur í Norðurlandahúsinum
Ley. 14. oktober 2023, kl. 16.00
Sun. 15. oktober 2023, kl. 16.00
Luttakarar
Tulking: Durita Dahl Andreassen
Leikstjórn: Marita S. Dalsgaard
Tekstur: Cristian Ceresoli
Umseting: Marita S. Dalsgaard
Rúm: Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen
Ljós: Súni Joensen
Grafikkur: Kirstin Helgadóttir
Útgerð og tøkni: Steingrund
Foto: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Smyrsl: Billa Jenny Jónhardsdóttir
Framleiðsla: GUT//Productions og Leikhús SKIFT í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions
Fotomyndina tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré