SVART UPPÁ HVÍTT vernissage

Svend-Allan Sørensen

“Tað sær svart út” – minnast tit søguna um hyrdinnuna og skorsteinssóparan? -Tað sær svart út sigur tann lítla hyrdinnan við skorsteinssóparan, tá tey hyggja upp gjøgnum skorsteinin á veg út í stóru verð. Sum altíð eru tvey løg í frásøgnini hjá H.C.Andersen, sum sigur eina søgu fyri børnum, ið væl kunnu ímynda sær, at tað man síggja svart út í skorsteininum meðan tann vaksni, sum lesur søguna fyri børnum, brosar eitt sindur av naivitetinum og dupulta týdninginum, tá nakað, ið sær svart út ikki boðar frá góðum. Í Steinprenti sær tað svart út beint nú, men tað er uppá tann góða mátan, tí her er fult av framúrskarandi listaverkum. Við hesari framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini kunnu fáa burtur úr svørtum. Svart er grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu í fornari tíð prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan støðislitur, sum listafólkini brúka, tá tey tekna á litografiska steinin – men ofta eru tey fyrstu royndarprentini eisini svørt. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra, neyva ella stuttliga. Sum kurator er langt ímillum, at mann fær so spennandi uppgávur sum hesa, at gera eina SVART UPPÁ HVÍTT framsýning við ætlanini at vísa styrkina litografiska miðlunum. Eg vóni, at tit hugsa sum eg, at verkini styrkja hvørt annað og at tey tala ógvuliga beinleiðis til áskoðaran. Hetta er ein sterk framsýning við verkum, sum tretivu listafólk hava latið úr hondum og framleitt saman við verkstaðsfólkunum her í Steinprenti. Eitt av teimum eldru verkunum er tað hjá Per Kirkeby og tað er fyri meg eitt sindur serligt, tí tað var í sambandi við Ferðina til Føroya hjá Kirkeby um aldarskifti, at eg fyrstu verð skrivaði um virksemið í Steinprent. Tað var tá grafiska verkstaðið var í Listasavninum. Síðani er nógv vatn runnið í ánna og nógv hava tey fingið burturúr – tað síggja vit ikki minst um vit hyggja rundan um okkum. Her er nógv, men sambært Jan er hetta bara ein brotpartur av tí, sum er gjørt av svørtum prentum millum ár og dag. Tekstilverkið, sum hongur miðskeiðis í gallarínum, eitur Black Balls og er skapt til framsýningina. Við so nógvum ymiskum grafiskum listaverkum vildi eg hava eitt trídimensjonalt verk, ið kundi samla framsýningina visuelt - somu funktión vóni eg somuleiðis, at reyðu veggirnir hava. Black Balls er bæði brutalt og eymt. Monumentala støddin og dapri liturin geva verkinum eitt sera ógvusligt og harðligt brá - mann fær hugsamband við einar ovurstórar boksihandskar. Samstundis er okkurt lívfrøðiligt yvir hesum bøllingum, ið hanga hjálparleyst og darla í eini svartari lykkju eins og ein fótamørur ella ein av teimum ólukkuligu í kolasvarta sanginum, Strange Fruit hjá Billie Holiday. Tilfarið minnir um leður, sum í sær sjálvum eisini hevur nógvar assosiatiónsmøguleikar, humor og popptilsipingar, mann kemur í tankar um Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet, men tað valdast helst hvør mann er. Hyggið tit nú sjálvi og gevið tykkum góða tíð, tí her er nógv at síggja.

Framsýningin er at síggja í Steinprenti mánadag til fríggjadag frá klokkan 9-17 og leygardag kl 11-16. Vælkomin!

Kinna Poulsen, kurator

Ferniseringsblómur frá Árstíðunum

Ferniseringsfólk

Bjarne werner sørensen

tróndur patursson - randi samsonsen og í bakgrundini eitt verk hjá rannvá kunoy

portrett av steffan danielsen og janusi kamban, sum knud odde og olivur við neyst gjørdu

ein lítil fittur ferniseringsgestur

framsýningin var presenterað

Tekstilverk hjá Randi Samsonsen, prent hjá tróndi patursson, bjørn nørgaard og hansinu iversen

Nógv ymisk listaverk eru við á framsýningini

Claus Carstensen Tóroddur poulsen og louise sass

oxymoron