Sum sild í tunnu stóðu vit í vakra Richard Mortensen Salinum á Trapholt leygarmorgunin, tá framsýningin hjá Randi Samsonsen, THINGS MATTER læt upp. THINGS MATTER merkir lutir og tilfar og at ting hava týdning. Hetta er ein verkætlan, sum tekur støði í standmyndum, minnisvarðum og listaverkum í almenna rúminum sum heild. Føroyska listakvinnan, Randi Samsonsen hevur í samstarvi við danska listasavnið, Trapholt Museum í Kolding bjóðað áhugaðum til at endurgeva bundnar variantar av listaverkum í almenna rúminum. Listakvinnan hevur fleiri ferð verið niðri og havt fyrilestrar og workshops, har hon hevur greitt frá sínum hugskotum m.a. um, at luttakarar í verkætlanini umvegis hondarbeiði skapa eina ítøkiliga tilfarsliga, sansaliga relatión til verkini, sum tey binda.
Kollektiva íkastið er við til at tryggja sera áhugaðar og engasjeraðar móttakarar og tað varnaðust vit upplatingardagin, tá tað vakra Trapholtsavnið var á tremur av forvitnum gestum. Verkætlanin er grundleggjandi sosialt hugsað og Veluxgrunnurin hevur eisini tryggjað holla gransking í sambandi við verkætlanina. Tað, at involvera kollektivið í listaligar prosessir er altíð risky business og krevur heilt ómetaliga nógv. Tað hava vit so sæð á Ólavsøkuframsýningum til dømis, har tað er upp til kuratorar og fyriskiparar at fáa skil og týdning burtur úr teirri mangan óruddiligu heildini. Randi Samsonsen er ein sera generøs listakvinna, sum í THINGS MATTER verkætlanini hevur havt stóran avgerðarrætt viðvíkjandi litum og tí formliga yvirhøvur, tí hon hevur t.d. avgjørt júst hvat tógv og hvørjar stokkar, sum skulu brúkast, umframt stødd og litaval. Men sjálvt um teir 258 luttakararnir bæði hava brúkt “Randi-blátt” og “Randi-lilla” so verður úrslitið, tá mann bindur eina standmynd, rættiliga ljótt og klombrut. Soleiðis er tað bara og eg hugsi, at hetta tilfarstreytaða endaúrslitið eisini hevur verið hugsað av listakvinnuni frammanundan. At júst umskapanin frá tí flotta, harða, hátíðarliga og enntá autoritera framburðinum hjá standmyndum til okkurt fittari, minni og bleytari, sum minnir um heimabundnar bamsur og høsnabinding er týdningarmesti parturin av konseptuella verkinum THINGS MATTER eins og tað er í verkinum hjá Randi Samsonsen, sum á so mangan hátt brýtur upp úr nýggjum listaliga og skulpturelt. Teir 258 THINGS MATTER figurarnir eru monteraðir á og undir einum monumentalum, bláum sokkli, sum stendur í einum høgum rundbygningi. Meðan áskoðarin spákar oman gjøgnum hendan bygningin ber bæði til at síggja tað stóra THINGS MATTER verkið og skoða hvussu tað tekur seg út frá øllum síðum, men her eru eisini dømi um áhugaverdu listini hjá Randi Samsonsen framsýnd umframt filmstubbar og fotomyndir av prosessini og her er ikki lítið gjørt burturúr. Framsýningin THINGS MATTER verður hangandi eitt heilt ár á Trapholt Kunsmuseum fram til november í 2024.