Janus Kamban 110

Í dag eru 110 ár síðan myndahøggarin, grafikarin, grundleggjarin og listafólkagóðgerðarmaðurin Janus Kamban sáli var borin í heim í Havn. Janus Kamban var partur av ættarliðnum av føroyskum listafólkum, sum fór niður á danska kunstakademiið í Keypmannahavn at nema sær útbúgving og sum, tá tey vóru heimafturkomin eftir 2.veraldarbardaga, bygdu upp eina blómandi føroyska myndlist. Janus Kamban gekk á kunstakademinum hjá Einari Utzon -Frank professara árini 1932-35 og 1936-40. Hann debuteraði á eini skulpturframsýning á Charlottenborg í Keypmannahavn í 1935.

Heima í Føroyum eru hansara standmyndir vorðnar ómissandi partar av okkara umhvørvi í Havn, Kvívík, Skopun, Vestmanna, Gøtu, Vági osfr, har tær standa ella hanga allar við formligum einfeldi og einum ávísum ævinleika yvir sær sum hava tær altíð verið her. Tað hava tær ikki! Og hvørja ferð hevur hart arbeiði ligið aftanfyri ikki bara við standmyndirnar sjálvar, men eisini við sjálvan hugburðin til list í almenna umhvørvinum, sum ikki altíð hevur verið góður - einki er komið av sær sjálvum. Fríggjadagin læt upp framsýningin Svart uppá hvítt í Steinprenti og har savnaði áhugin seg serliga um eina mynd av Janusi Kamban; tað var eitt prent hjá Olivuri við Neyst frá 2002. Kanska er áhugin grundaður av, at vit onkursvegna hava gjørt ov lítið burturúr honum? Hann fekk í 1999 almenna heiðursgávu, men henda heiðursgávan er av einari ella aðrari orsøk ikki nevnd á yvirlitinum yvir Mentanarvirðislønir landsins. Eg haldi, at vit skulu gera meira burtur úr Janusi Kamban, ið kanska var eitt av hesum fólkunum, hvørs leiklutur er so risastórur, at hann ikki heilt letur seg fata. Soleiðis er við summum, tey gera so nógv eisini fyri onnur og fyri listina sum heild, at mann venur seg við, at tey orna tað heila. Janus Kamban valdi at lata síni hús og sínar ognir til framtíðarlistina í Føroyum - tað er eitt stórfingið og óvanligt stig uttanlands - men í Føroyum hevur hetta slagið og niveauið av góðgerð verið fullkomiliga ókent innan listaøkið. Í sínum testamenti skrivar Janus: ”Føroysk myndlist – og føroysk list yvirhøvur – hevur altíð haft áhuga mín: at sæð hana taka seg fram og mennast, og tað, hóast mangan ring líkindi, hevur verið ein fragd. Vantandi arbeiðsumstøður hjá teimum ungu listamonnunum eru vanlig fyribrigdi. Fyri at lætta um henda tørv er tað ynski mítt, at húsið á Klokkaragøtu 42, ið stendur eftir meg, verður latið listamonnum at arbeiða í. Ungum – og eldri – til í avmarkað tíðarskeið (t.d. 3 mánaðir ella upp til 1 ár) at gera eitt ávíst arbeiði. Somuleiðis standa útlendskum listamanni í boði, um tað kann geva føroyskum listamanni høvi at koma burtur (í býti), annað hvørt eftir avtalu við útlendskan mentanarstovn ella privat. Somuleiðis, um tað lá fyri annars, kundi ein rithøvundur fingið frið og náðir her yviri til eitt ávíst arbeiði”. -

Í 1993 (og í 2003) var afturlítandi framsýning í Listasavninum við verkum hjá Janusi Kamban og tvey ár seinni gav Listasavnið út bók um listamannin við fotomyndum hjá Ole Jensen og Ole Wich. Gunnar Hoydal skrivaði tekstin - hann lýsir so væl húsini soleiðis sum tey enn síggja út í bókini um Janus: “Stovan hevur huglag og búnað hvørt eftir øðrum. Her situr maður hjá sær sjálvum. Her er álvari, sum gongur varliga. Einki, sum vil sýnast, men mangt, sum verður brúkt og hevur søgu. Her er eldstaður, og á múraða vegginum er svørt jarnpláta av gomlum ovni feld inní við mynd av fimta Fríðriki og drotning hansara. Øðrumegin er veggur við bókum, mest bøkur um list, men hjá teimum eisini savn av bókum um samfelag og mannahugsan.. stovan er ikki stór, men tað skilst, at hon er rúm út í størri heim. Øðrvísi er við verkstaðnum. Hetta er rúmið inn í hansara egna heim, her starvast hann, og her er alt hansara egna verk. Rúmið er høgt og vindeyguni sita ovarlaga, her sæst ikki út, men fjørðurin er inni kortini og liggur við sínum ljósi uppi undir tróðrinum..” Gunnar Hoydal: Janus Kamban (1995 Listasavn Føroya).

Húsini hjá Janusi Kamban eru fullkomiliga einastandandi, teknað av Palla Gregoriussen arkitekti eftir leiðbeining og ynskjum frá Janusi sjálvum. Hesi hús og tess list, bøkur og innbúgv siga okkum søguna um ein óvanliga vitandi og visioneran listamann, sum var samkyndur í einum tíðarskeiði og landi, har tað var ómøguligt at vera tað alment. Og vit kunnu siga og endurtaka hundrað ferð, at kynsligur samleiki einki hevur við list at gera, men tað fer ongantíð at passa, tí listin er alt tað, sum vit eru, bæði tað, sum vit siga og ikki minst tað, sum vit ikki siga. Húsini hjá Janusi Kamban eru bygd til ein mann, sum visti, at hann altíð fór at liva einsamallur. Størsta rúmið í húsinum er atelierið. Tað er listin, sum hevur høvuðsleiklutin í hesum húsinum, í hesi tilveruni.

Liðin eru 8 ár síðani, at Listamannahúsið hjá Janusi Kamban varð sett á stovn og longu eru stórverk framd í atelierinum hjá Janusi sum úrslit av artist-in-residence skipanini t.d. flotta SPOR framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen í Listasavni Føroya í 2016 og stórfingni monumentali málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things frá 2021, sum hongur í nýggju politistøðini í Havn fyri bara at nevna okkurt dømi millum mong. Hesin møguleikin fyri at fáa listafólk at búleikast og arbeiða her er ómetaliga góður - kanska skuldu vit gjørt meira burturúr, t.d. sett á stovn eitt Janusarlegat, sum listafólkini, ið fáa uppihald í hansara húsi, kunnu søkja. Hevði hetta ikki verið ein upplagdur postur hjá Tórshavnar Kommunu at tikið sær av?

Kinna Poulsen

 

 

SVART UPPÁ HVÍTT letur upp í dag

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september klokkan 16.00 fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini kunnu fáa burtur úr svørtum. Svart er í veruleikanum púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan støðisligur. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva. Tað síggja vit í teimum mongu verkunum, ið verða framsýnd eftir: Randi Samsonsen, Hansina Iversen, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Erik Heide, Louise Aakerman Nielsen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Ian Mckeever, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Kathrine Ærtebjerg, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Heiðrikur á Heygum, Peter Carlsen, Knud Odde, Zven Balslev, Per Kirkeby, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Fríða Matras Brekku Kurator: Kinna Poulsen. Hjartaliga vælkomin til upplatingina.

 

Efterårets første udstilling i Steinprent er en sand fejring af den sorte farve og dens righoldige udtryksmuligheder. Udstillingen, som i flere år har været en drøm for litografen Jan Andersson, manifesterer sig nu på de hvide og til udstillingen rødmalede vægge. Inden for grafikken er sort grundlæggende – det er farven på det litografiske kridt eller tusj, som kunstneren tegner med på den litografiske sten, ligesom det allerførste prøvetryk oftest udføres i sort. Med sort går vi back to basics med en farve, der jævnligt diskvalificeres som farve, idet sort betragtes som fravær af det lys, der jo betinger farven. Den færøske billedkunstner Ingálvur av Reyni, der var begejstret for den franske kunstner Pierre Soulages, forklarer et sted, hvordan den sorte farve i virkeligheden tænder lyset i Soulages værker. Det er således dialektikken mellem det hvide papir og den sorte streg, der er med til at sikre en udstilling, fyldt af lys og mørke og alle mulige poetiske mellemstadier i de figurative og abstrakte værker. Hjertelig velkommen til fernisering på fredag d.8.september klokken 16-18, hvor man kan opleve værker af: Randi Samsonsen, Hansina Iversen, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Zacharias Heinesen, Olivur við Neyst, Erik Heide, Louise Aakerman Nielsen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Ian Mckeever, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Kathrine Ærtebjerg, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Heiðrikur á Heygum, Peter Carlsen, Knud Odde, Zven Balslev, Per Kirkeby, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger og Fríða Matras Brekku Kurator: Kinna Poulsen

 

Spennandi føroysk innsløg á bindifestivalinum Pakhusstrik 2023

Komandi vikuskifti, 8-10 septembur, verður bindifestivalur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Skráin er fjølbroytt og inniheldur eitt nú ymisk spennandi føroysk innsløg. Fríggjakvøldið verður ”Strik og Show,” har Miss Boogie (a.k.a. Finn Ferjá) upptraðkar og sama kvøld heldur Sissal Kristiansen fyrileystur um ull og burðardyggleika. 

Leygardagin heldur Randi Samsonsen fyrileysturin ”At se med huden,” og sunnudagin verður fyrileystur um ”Wool in the North” eftir Dorthea Joensen frá búnaðarmálaráðnum. Seinni tann dagin greiðir Sissal Kristiansen frá sínum stuttfilmi ”The Wool Islands”. Tað ber til at keypa lekkurt tógv úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi, og atgongd er ókeypis. Tó skal man keypa atgongumerki til ávís tiltøk.

Eyðun Johannessen in memoriam

Hesin mánadagurin er myrkagráur og endaleysur eins og vætan úr erva. Mjørki og surk og beint nú datt eitt blað av hyllitrænum uttan fyri gluggan. Fuglarnir, sum í alt summar hava látið og sungið bæði tíðliga og síðla, sita nú púra kúrrir. Teir hava helst longu fingið frænir av hesum, eg júst nú fekk boð um, at Eyðun granni er farin. Hann fer tískil ikki aftur at sita í havanum við avís og kaffi við sínum serstaka forvitna og reysta høvuðburði. Æviga svongu útiløguketturnar fara ikki aftur at fáa ræstan fisk í undirskálum frá Eyðuni og hann fer ongantíð aftur at læna ein supputerning til sós. Tað gjørdi hann bara einaferð, men tað var óluksáliga stuttligt og sjálvt um eisini tað er langt síðani, so fyllir tómrúmið av Eyðuni Johannessen júst sum hann sjálvur í mong ár fyllti sum menniskja og listafólk. Hann var 85 ár nú hann doyði í Keypmannahavn, har hann búði, tó at hann eisini mangan búði í húsunum í Rabarbukvarterinum, t.d. í sambandi við leiklistaligar arbeiðsuppgávur í heimbýnum.

Eyðun Johannessen, ið var føddur í Havn 28. apríl í 1938, var Føroya fyrsti yrkissjónleikari og leikstjóri. Saman við øðrum sjónleikarum stovnaði hann leikbólkin Grímu, ið hevur havt risastóran týdning bæði fyri leiklistina, sjónleikaraumhvørvið og ungar sjónleikarar, men eisini meira breitt fyri føroysku listfatanina og tað væl at merkja í einum landi, har yrkislistin ikki kom til skorin klæði. Eyðun Johannessen starvaðist frá 1979 til 1986 sum rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus og setti upp fleiri stórleikir t.d. Lykke-Per (Aarhus Teater 1988, tikin upp í DR 1989). Í 1997 kom hann á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, ið fáa veiting fyri lívið ella “livsvarig ydelse” og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik. Eyðun Johannessen fekk saman við Tove Jacobsen, sjónleikarakvinnu trý børn, Olaf, Anniku og Nicolinu. Nú Eyðun legði árar inn, var tað sum ein ríkur maður við heili tíggju abbabørnum umframt einum langabbabarni.

Sum yrkissjónleikari, leikstjóri og fyriskipari hevur Eyðun Johannessen so dyggiliga sett sítt árin á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir bæði um tað fólksliga sum Fólk og Dólgar í Kardemummubýnum hjá Torben Egner, ið mong okkara gleðast um, tá tað nokk so javnan hoyrist í Barnaútvarpinum. Men Eyðun Johannessen hevur eisini sum leikstjóri tulkað bókmentalig og dramatisk stórverk hjá t.d. Williami Heinesen, Henrik Ibsen, Samuel Beckett og August Strindberg; verk, ið hava ríkað okkum og gjørt okkum klókari. Sum leikstjóri megnaði hann at gera altjóða klassikarar viðkomandi fyri samtíðaráskoðaran við at leggja dent á eksistentiella leitan og tvístøður, ið vit kendu aftur og sum vit lærdu av ikki minst tí rótfestið var føroyskt. Tað var ikki uttan týdning, at sálmabrotið, sum varð floytað, meðan teir bíðaðu eftir Godot, var føroyskt (Harra Guð, títt dýra navn og æra) og at tann, sum tulkaði Beckett fyri okkum, kendi okkara mentan innanífrá. Eyðun Johannessen hevði ein serligan kærleika fyri samtíðardrama, hann leikstjórnaði og var við til at frumframføra nýggjar føroyskar leikir á Tjóðpalli Føroya; Tóm Rúm (2014), sum Marjun Kjelnæs skrivaði og Havfrúgvin (2016) hjá Jóanesi Nielsen. 2005 var H. C. Andersen Fagnaðarár í Danmark. Ein røð av listafólkum vóru tá tilnevnd at vera H.C. Andersen ambassadørar. Millum hesi var Eyðun umboðandi Føroyar. Eyðun hevði sostatt eitt slag av dupultum ambassadørleikluti, ið fevndi um bæði H.C.Andersen og Føroyar.

Í 2018, tá ið Eyðun fylti 80, skipaðu hann og Sprotin fyri kvøldsetu á Reinsarínum har nýútgivna bókaverkið, Míni leikapetti, var lagt fram við einastandandi fínu portrettmydini hjá Torbirni Olsen á permuni. Míni leikapetti eru endurminningar frá einum drúgvum og týdningarmiklum sjónleikaralívi. Hesar herligu endurminningar eru góðar at eiga ein dag sum í dag. Við inniligari samkenslu við familju og næstringar drýpa vit høvur í sorg, men við ævigum takksemi fyri føroyska leiklistavarðan, Eyðun Johannessen.

Kinna Poulsen

Jens Dam Ziska sýnir fram í Víngarðinum

Leygardagin 9.september klokkan 15 letur ein forkunnug framsýning upp í Víngarðinum við málningum hjá Jens Dam Ziska. Jens er leiðari fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum. Hann er nýliga komin heimaftur úr Los Angeles, har hann hevur nomið sær myndlistaliga útbúgving á UCLA, sum hann fullgjørdi við eini sonevndari MFA framsýning. Jens Dam Ziska er heimspekingur og vísindafólk umframt at hann er listamaður og eingin ivi er um, at tað liggja nógvar tankar og hugskot aftan fyri hansara praksis. Samstundis málar hann verk, ið sýnast serstakliga ítøkilig og til staðar fysiskt, tá tú skoðar tey. Hann arbeiðir við bæði abstraktum og figurativum myndaliðum og sjálvt um myndaheimurin kann fatast sum okkurt slag av nonfigurativum hugarensli, fært tú javnan hugasamband við ítøkiligt umhvørvi antin tað eru náttúrligir ella bygdir strukturar. Myndirnar eru ymiskar, summar flótandi, aðrar meira konstruktivar - tær folda seg út onkrastaðni í gloppum millum okkurt, sum minnir um gras ella steinar og okkurt annað, sum kundi verið geometri, men ofta eru tær beinu linjurnar ruflutar eins og myndirnar í støðum tykjast skøvutar og patineraðar sum hava tær staðið í onkrum støvutum kassa uppi á ovastaloft.

Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild. Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 9.september klokkan 15-17.

Har grør um gangandi fót - Steinprent

Heystið er produktivt tíðarskeið eisini í Steinprenti, har framsýningin SVART UPPÁ HVÍTT í løtuni verður fyrireikað. Hon letur upp fríggjadagin klokkan fýra og tað fara vit at skriva meira um. Men harumframt eru verk, framleidd í Steinprenti, javnan við á framsýningum eitt nú í Listasavni Føroya, har ein røð av træprentunum, sum Margrethe Odgaard gjørdi í Steinprenti í 2016 er at síggja á framsýningini Tónar í llistini. https://www.listaportal.com/tidindi/2016/7/15/y-arpeggios-eygnatnleikur-steinprenti - Í dag læt ein framsýning upp í Pakhuset í Viborg við verkum úr Steinprenti, har var nógv fólk og gott lag, sigur Jan Andersson, sum hevur sent nakrar myndir:

fólk á framsýning

erik heide

Marius olsen



SVART UPPÁ HVÍTT - Framsýning í Steinprenti

Á hillunum á verkstaðnum í Steinprenti standa allar møguligar fyrijáttandi metaldósir á tremur av øllum himmalsins litum. Glógvandi cadmium gult ella reytt - litir, sum verða blandaðir til enn fleiri litir eftir hugsan og ætlan hjá listafólkunum og sambært vitan hjá litografinum. Liturin verður smurdur uppá valsin og síðan lætt og elegant fluttur yvir á litografisku myndina í steinprentspressuni. Eitt prent í senn. Ein lit í senn. Men hvat um vit bara høvdu ein einstakan lit at skapa við, sum enntá er tann liturin, ið ofta hevur verið skýrdur at vera ein ikki-litur, nevniliga svart. - Hetta kemst av, at tað í stóran mun snýr seg um ljósvirði, tá talan er um litir. Teir ljóssterkastu litirnir eru grundlitirnir, reytt, blátt og gult og blandar tú teir saman fært tú ávikavist violett, grønt og orange, sum eisini eru bjartir, men missa ljósvirði fyri hvørja ferð tú blandar teir. Svart kann allýstast sum frávera av ljósi. Hetta er kortini bara sambært litástøði, til alla eydnu hava vit praktikararnar; listafólkini, sum javnt og samt seta spurningar og alla tíðina vilja víðka og fáa alt møguligt at bera til. Tí hava vit til dømis sæð í myndunum hjá Marius Olsen, at tað ber til at síggja myrkur, sum er skapt úr ljósi.

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september klokkan 16.00 fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini fáa burtur úr svørtum. Svart er í veruleikanum púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva.

Vælkomin á framsýng við verkum eftir:
Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Hansina Iversen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Erik Heide, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Cathrine Raben Davidsen, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Peter Carlsen, Zven Balslev, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Fríða Matras Brekku og Louise Aakerman Nielsen. Kurator: Kinna Poulsen & Steinprent.

Brot úr prentum hjá Hansinu Iversen, Tóroddi Poulsen, Bjarne Werner Sørensen og Mie Mørkeberg.

Leave me Breathless - fotomyndir

Jóhan Martin Christiansen hevur eina sera áhugaverda serframsýning í Danske Grafikeres Hus í Keypmannahavn í løtuni (inntil 10.september). Á framsýningini, sum hevur heitið, Leave Me Breathless verður framsýnd ein røð av koparprentum og gipsrelieffum, ið eru framleidd til framsýningina. Her eru myndir frá framsýningini, sum Torben Eskerod hevur tikið.

 


Hansina Iversen: Skjótt, tó ikki seint!

Røða á framsýning hjá Hansinu Iversen í Seglhúsinum 26/8-23

Skjótt, tó ikki seint – framsýningarheitið klingar ikki sørt kryptiskt eins og tað semantiskt er ein logiskur ómøguleiki. Tað tykist eisini løgið at brúka lýsingarorð sum skjótt og seint, ið vanliga verða nýtt um ferð. Tað er jú ein grundtreyt við málninginum, at hann stendur stillur í tíð og rúmi. Tá eg í okkara tíð standi í Uffizi-savninum í Firenze og síggi ta stórfingnu og fjálgu Mariumyndina hjá Giotto frá 1305, síggi eg tað sama sum áskoðarar sóu fyrst í 14.øld, tá hon var málað.

Hetta tilfarsliga haldførið og mótstøðuførið mótvegis tíðarinnar tonn er serligt fyri myndlistina. Í eini óstøðugari tilveru, sum frá tí degi, vit síggja ljósið er ein ferð móti myrkri og deyða, er myndlistin eins og smáir lýsandi flakar av ævinleika, vit á eini brennandi og søkkandi planet kunnu bjarga okkum yvir á, alt meðan vit loypa stein av steini á okkara ferð gjøgnum lívið. Einki varar ævigt, men kanska er myndlistin eitt sindur meira ævig enn t.d. gardinir – í øllum førum verður tann góða myndlistin ofta latin í arv frá einum ættarliði til tað næsta. 

Framsýningarheitið minnir meg um ein setning hjá yrkjaranum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen, sum einastaðni skrivar: Ikki lesa so skjótt, eg skrivi so spakuliga. -Inniliga áheitanin vísir hvussu hart tað leikar á hjá listafólkunum, sum við listini lata okkum sítt hjartablóð, men hon sigur eisini eitt sindur um hvussu týdningarmikil sjálv móttøkan av verkunum er og at vit gera okkum ómak eisini við hesum partinum.

Skjótt, tó ikki seint. Í logiska gloppinum fáa vit eitt flykrandi innlit í listaligu mannagongdina hjá Hansinu Iversen. Tí sjálvt um myndirnar sýnast pinnastillar her tær hanga á vegginum, eru strokini spor av rørslum hjá listakvinnuni, meðan hon skapti tær. Í dynamisku penslastrokunum uppliva vit fysisku umstøðurnar kring skapanina, vit hóma kroppin og fáa eina fatan av hvussu málingapensilin fyrst varð dripin í málingina og síðan førdur at løriftinum, fast ella leyst, skjótt ella seint, við stórum rørslum ella smáum – við nógvari máling ella minni. Málningurin er fullur av sporum allur sum hann er – tað er sum avtekningarnar av líkum, sum vit hava sæð í krimifilmum, har hon sjálv í frakka og hatti, Vera Stanhope, gongur runt á gerningstaðnum og skrásetir og kannar ymiskt, sum kann hava týdning fyri uppkláringina av brotsverkinum. Ein málningur er ein gerningsstaður, fullur av sporum, sum verða løgd fram fyri okkum at fata og tulka.

Eg veit ikki um tit hava lagt merki til tað, men listafólk – heilt nógv listafólk – hava tað ikki ordiliga gott við einum fyribrigdi sum vakurleika - at teirra verk verða skýrd at vera vøkur ella at litirnir í teimum eru lekrir, penir osfr. Tá vit siga, at okkurt er vakurt, er tað jú væl meint rós og tí kann reaktiónin tykjast løgin.

Í øldir var vakurleiki ein aðaltáttur innan mentan og list. Innan klassiska list, renesansu, men eisini seinni í 19.øld fekk vakurleikin vind í seglini fyrst sum umboðandi andaliga harmoni og kosmiska skipan, seinni var vakurleikin funnin í tjóðskaparsymbolum, í landslagnum og síðan innandura í heiminum, har listafólk lýstu familjuhugna og innilív. Eitt lyklaorð innan klassiska vakurleikafatan er hugtakið harmoni, sum sambært Aristoteles er sammerkt við tað, ið eru munagott ella væl eydnað og sum aftur er treytað av estetiskum fyribrigdum, proportiónum og einum at síggja til harmoniskum lutfalli millum partar og heild. Ímyndin hjá Platon um vakurleika er merkt av kendu sundurgreiningini millum ein ítøkiligan sansaheim og ein óítøkiligan hugskotsheim. Vakurleikin gerst týdningarmikil í hesum sambandi, tí tað er gjøgnum upplivingar av vakurleika, at menniskjað fær høvi at hóma tann ideala hugskotsheimin, sum er eitt slag av paradísi. – Tað er altso gjøgnum sansan av fagrari list, vit fáa innlit í nakað, sum er størri og hægri enn vit.

Hendan heildarkenslan er altso ein aðaltáttur innan listafatanina, sum í stóran mun heldur fram heilt til miðskeiðis í nítjandu øld, tá modernað list brýtur seg fram. Charles Baudelaire letur í 1857 kollveltandi yrkingasavnið Les Fleurs du mal úr hondum – tað elvdi til mikið kontrovers, balladu og sensur. Tað serliga við hesum savninum hevur ikki bara við dekadenta, provokerandi innihaldið at gera, men kemst eisini av einum varhuga av vakurleika, sum hómast har mitt í øllum tí dapra og sjúka. Við modernismuni fer ein grundleggjandi broyting fram í estetisku hugsjónini yvir ímóti eini tilvitaðari disharmoni. So líðandi verða nú onnur hugtøk brúkt um listina, at hon er erlig, sonn ella øðrvísi, djørv, líkist burturfrá og fer upp móti síni samtíð. Og tað er ein orsøk til, at eitt lýsingarorð sum ”vakurt” ikki kenst serliga positivt um samtíðarlist, tí tað indikerar, at verkið er pent, also vandaleyst, harmoniskt og harvið gamaldags.

Men tað kann eisini krevja dirvi at tora tað vakra og vakurleikin í myndunum hjá Hansinu Iversen er hvørki vandaleysur, einfaldur ella rutineraður, men broytist støðugt. Gáa vit eftir, er bæði litsamanseting og bygnaður merktur av onkrum merkiligum ella óvæntaðum, sum ikki var vakurt inntil vit gjørdust von við tað. Vit hava lært at virðismeta hetta slagið av vakurleika og tað er Hansina Iversen, sum hevur lært okkum hendan estetikkin. Hon málar framvegis nonfigurativar málningar við rundleittum formum, men finnur støðugt uppá nýtt - eisini tøkniliga. Listakvinnan hevur eina tíð eksperimenterað við airbrush/ spraymáling, sum hon brúkar aftrat penslunum í sínum oljumálningum. Hetta gevur listakvinnuni fleiri møguleikar og málningunum eitt meira samansett brá. Enn skyggir ljósið í teimum glógvandi litunum, har tølandi violett tendrar av lýsandi gulum. Og møguliga hómast metafysiskt endaloysi í myndarúminum, tó at hesir málningar fyri mær eru av hesari verð. Hetta eru tímiligar visiónir á tremur av passión, av lívsgleði, av máligleði og øllum møguligum óreguligum imperfektiónum, sum tilveran er full av. Onkrastaðni er tað eins og allur myndaflatin stendur í ljósum loga, aðrastaðni stendur øll kompositiónin og darrar og upp aftur aðrastaðni tykist tað ómøguligt at fokusera og finna runt millum kám, gul strok. Hetta er myndlist úr 2023, tað vil siga samtíðarlist, sum er merkt og mettað av okkara tíð við øllum, sum eyðmerkir hana antin tað eru skógareldar, flóðaldur ella krígsskuggar men eisini silvitni á vágni, morgundrekka, nývaskað klæði í vindinum á snórinum ella monumentalir fjallatindar í mótljósi.

Takk fyri.

Kinna Poulsen

 

“Tónar í list” letur upp

Fríggjadagin tann 25. august kl. 16-18 letur upp nýggj serframsýning um serliga sambandið millum tónleik og myndlist upp á Listasavni Føroya

Tónleikur og myndlist eru uppá nógvar mátar tætt knýtt og hava verið tað gjøgnum tíðirnar. Hetta sæst týðiliga aftur í alheimslistini men eisini í føroyskum høpi. Fleiri av listafólkunum, ið hava búð ella virkað í Føroyum gjøgnum tíðirnar, hava funnið stóran íblástur í tónleikinum og hava avmyndað m.a. tónleikarar, konsertir og ymisk tónleikaverk í myndlist síni.

Á framsýningini “Tónar í list” kanst tú uppliva eitt breitt úrval av listaverkum, ið á ein ella annan hátt lýsa ella arbeiða við tónleiki. Framsýningin fevnir um eitt nú málningalist, grafikk, skurðmyndir, innsetingarlist og video.

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Sven Havsteen-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum, Phillipe Carré.

 Á skránni til upplatingina:

-       Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin og setur framsýningina

-       Lyon Hansen spælir nøkur løg

-       Drekkivørur og okkurt gott til góman verður at fáa

 Verið hjartaliga vælkomin á Listasavn Føroya fríggjadagin 25. august kl. 16:00

Maibritt Marjunardóttir - ein listakvinna á veg!

Maibritt Marjunardóttir er eitt navn, vit í vaksandi mun eru farin at leggja til merkis á Várframsýningum og øðrum bólkaframsýningum. Kanska minnast tit eina serstaka standmynd á Várframsýningini fyri tveimum árum síðani, sum var bundin úr VHS-bondum? Hon stóð har við sínum organiskt amorfa skapi og sá út at vera dottin av mánanum beint niður á steinflisarnar í Listaskálanum. Tað sama var galdandi fyri tað verkið, eitt systurverk, sum Maibritt framsýndi sama ár á Ólavsøkuframsýningini, har amorfa skapið var sett upp í móti einum rektangulerum rammuskapi. Hesar standmyndir eru hugtakandi formliga og tilfarsliga og sameina hugnaligt hondarbeiði við døkka avantgardulist, tað kenda við tað fremmanda og so snýr tað seg í stóran mun um at granska tilfarið. Tað er sjálv samansetingin millum bleyta formin og tað harða, skróvandi tilfarið, ið ger standmyndirnar áhugaverdar. Listakvinnan endurnýtur eitt tilfar á óvæntaðan hátt. Standmyndirnar gerast hervið partar av nýmaterialistiska rákinum seinastu árini, sum vit eisini hava sæð í verkum hjá Jóhan Martini Christiansen, Randi Samsonsen og Jón Sonna Jensen.

Maibritt Marjunardóttir gekk á Designskúlanum í Kolding og tók yvirbygningin á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Umframt luttøku á ymiskum framsýningum hevur hon arbeitt við klædnaplaggum og hevur eitt nú samstarvað nógv við Eivør og gjørt fleiri av pallbúnunum hjá mætu sangarinnuni. Í løtuni tekur Maibritt lut á eini framsýning á Röhska Museum í Svøríki. Og meðan vit gleða okkum til at síggja meira frá hesi áhugaverdu listakvinnuni, kunnu vit hyggja at nøkrum myndum frá teirri framsýningini. Her er leinki til heimasíðuna hjá Röhska

  https://rohsska.se/en/exhibitions/nordic-fashion-now-knitwear-and-print/

 

Jóhan Martin Christiansen framsýnir hjá Danske Grafikere

Hetta praktfulla koparprentið verður partur av framsýningini Leave Me Breathless hjá Jóhan Martini Christiansen, sum letur upp í Danske Grafikeres Hus í Sølvgade Keypmannahavn fríggjadagin 18.august 17-20. Far og hygg!

Leave Me Breathless
a solo exhibition by Jóhan Martin Christiansen

Opening Friday August 18th, 2023, at 5-8pm

Danske Grafikeres Hus
Sølvgade 14, 1307 Copenhagen K, Denmark

Exhibition period: August 19th – September 10th, 2023
Opening hours: Thursday/Friday 1-5pm and Saturday/Sunday 11am-3pm

In the exhibition Leave Me Breathless a series of copper prints and plaster reliefs created specifically for Danske Grafikeres Hus is presented. The exhibition title has several meanings; the title has the air of both light-hearted yet melancholic universe of pop music but is simultaneously imbued with ferocity and fervour.

The elongated, vertical plaster reliefs spread over the exhibition spaces’ two floors, as a kind of small portals the viewer can step into, yet at same time they are completely concrete. The reliefs are plaster casts of cardboard and construction materials found on streets, building sites and similar places. One materiality transferred into another materiality. The surface of the reliefs may appear plain, but it represents a micro-landscape filled with memories and stories that slowly reveal themselves to the viewer. The reliefs appear both hard and fragile, corporeal, and industrial at the same time.

The new prints use a stretched version of the baroque image of St. Sebastian painted by Peter Paul Rubens in around 1614 as a starting point. A mythological figure always swinging between pleasure and torment. Saint Sebastian – today a central reference in the queer milieu – has been painted by many artists throughout history of art, typically in the nude as a physically beautiful youth with arrows pierced into his body and his gaze directed towards the hereafter. In the new copper prints, through the restless markings and deconstructed motif, the body appears more ambiguous.

In connection with the exhibition, a poster-catalogue with new texts by poet Beinir Bergsson and art critic and curator Kinna Poulsen is presented. The poster catalogue is designed by Svanna Højgaard Joensen.

The copper prints have been created in collaboration with Printer’s Proof and at the Danish Art Workshops. The exhibition has been generously supported by Den Hielmstierne-Rosencronske Stiftelse, Fjølrit, Grosserer L.F. Foghts Fond, Københavns Kommune, Lizzi og Mogens Staal Fonden, Poul Johansen Fonden, Mentanargrunnur Landsins, Almanna- og Mentamálaráðið, and
Statens Kunstfond.

Jóhan Martin Christiansen (b. 1987) is a visual artist and holds an MFA from Malmö Art Academy (2014). Christiansen primarily works with sculpture and installations, but video and graphics are also part of his practice. His work revolves around natural and constructed environments, queer body memory, the baroque and pop music. Latest exhibitions include You are a flower and in the winter I miss U, Heerz Tooya (BG, 2022), Tell It To My Heart, Steinprent (FO, 2021), Speaking in Tongues, Møstings Hus (DK, 2020), and TRACES, National Gallery of the Faroe Islands (2016)

Grafisk list í Kunstpakhuset

Í Kunstpakhuset í Ikast letur 12.august upp ein áhugaverd framsýning við grafiskari list, sum hevur heitið Painting is Dead. Vit kenna fleiri av listafólkunum frá Steinprenti. Lesið tíðindaskrivið her:

”Painting Is Dead” Udstillingen manifesterer grafik som et radikalt medie. Billedkunstnere Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har samlet kunstnerne, der arbejder med grafik og aftryk med flest mulige tilgange.

Maleriet blev, efter fotografiets opfindelse, erklæret dødt af den franske maler Paul Delaroche i 1840. Det er siden genopstået og er blevet slået ihjel flere gange, og nu sker det én gang til med udstillingen ”Painting Is Dead”, der manifesterer grafik som det radikale medie, det er.

Der har de sidste ca. 20 år været en stigende tendens til at grafikken er blevet dyrket på egne præmisser. Mediets forskellige materialiteter har været og er i højsædet. Man har tydeligt set, hvordan litografiet har fået lov at afsløre sig selv som litografi. Man ser litostenens kanter i trykket, hvor de tidligere var udeladt, med det resultat at litografiet kom til at ligne reproduceret maleri. Man ser også, at træsnittets stok træder frem, det samme med kobberpladens kanter og ridser. Man ser sågar det grafiske tryk forlade væggene.

Billedkunstnerne Lene Desmentik og Svend-Allan Sørensen har i samarbejde med Kunstpakhuset samlet en række nationale og internationale kolleger, der i sjælden grad maler, men arbejder med grafik og aftryk som, om ikke primært, så som selvstændigt medie afmonteret fra netop maleriet. Painting Is Dead viser derfor værker af billedkunstnere, der arbejder med grafikken med flest mulige konsekvente tilgange. Emma Nishimura arbejder rumligt og konceptuelt med grafikken og Karin Lorentzen arbejder med naturens direkte aftryk i sine afstøbninger af blomster. En kunstner som Ragnar Kjartansson bruger grafikken side om side med videoværker og performance. Claus Carstensen har alle dage arbejdet bredspektret med grafik i en konceptuel praksisform. Keramiker Vinni Frederiksen har fået som opgave at finde et bindeled mellem keramik og grafik. Udstillingen vil være absolut omfangsrig og vise grafiske tryk i oplag, unikatryk, originalgrafiske magasiner og skulpturelle grafiske værker, der bringer Kunstpakhusets rum i spil.*

Kunstnerne: Anne Marie Ploug, Claus Carstensen, Emma Nishimura (CAN), Ester Fleckner, Hanni Bjartalíð (FO, FI), Idun Baltzersen (NO, SE), John Kørner, Julie Ebbing (NO), Karin Lorentzen, Knud Odde, Lene Desmentik, Magne Furuholmen (NO), Majbritt Birk Kristensen, Ragnar Kjartansson (IS), Svend-Allan Sørensen, Viktoria Wendel Skousen, Vinni Frederiksen og Zven Balslev

Udstillingsperiode: 12.august – 17.september, 2023

Fernisering: 12.august 202

At mála við aldum og aðrar søgur

Eija Mäkivuoti sýnir fram í Víngarðinum

Leygardagin 5.august klokkan 15 letur upp forkunnug framsýning í Víngarðinum við verkum hjá finsku fjøllistakvinnuni, Eija Mäkivuoti. Hon býr og arbeiðir í Helsinki, men er javnan á ferð í Norðurlondum ikki minst í Føroyum, sum hon hevur vitjað óteljandi ferð. Hon hevur ofta verið á G! og hevur samstarvað við fleiri føroyskar tónleikabólkar, sum hon hevur fotograferað. Herfyri hevði hon eina hugtakandi minnisframsýning fyri Mikkjali G.Hansen & SIC/ Fighters They Bleed í Smiðjuni í Lítluvík. Í 2015 gav Sprotin út vøkru listafotobókina hjá Eiju Mäkivuoti; Havin hjá Birgit við myndum og søgum úr Føroyum, sum Eija sær okkara land og fólk.

Her um leiðir kenna vit hana helst best fyri fotomyndirnar, men á komandi framsýningini í Víngarðinum verða eisini vatnlitsmálningar og kollasjur at síggja. Nógv ymiskt hevur veitt listakvinnuni íblástur, bæði ítøkilig støð í náttúruni og í listafólkabústaðinum í húsunum hjá Janusi Kamban, har Eija hevur búð og arbeitt fram móti framsýningini. Hesar upplivingar verða knýttar saman við listaástøði og hugsanum innan sonevnda hydrofeminismu og nýmaterialismu.

Verkini snúgva seg í stóran mun um vatn og sjógv, sum listakvinnan bæði er hugtikin av myndevnisliga, samstundis sum hon persónliga ikki er heilt álvilig við havið – hon fær sjóverk av at sigla og hevur leingi verið bangin fyri at svimja. Ein partur av framsýningini snýr seg um kvinnur við sjógv, her listakvinnan tekur støði í fotomyndum m.a. úr Skjalasavninum. Á ein hátt kann sigast, at framsýningin eisini er farin at snúgva seg um viðurskiftini hjá Eija Mäkivuoti við sjógv. Hon hevur arbeitt tætt við sjógv og hevur t.d. gjørt vatnlitsmyndir í samstarvi við vatnið í aldum, hvørs rørslur hava blandað litirnar og verið við til at forma myndirnar. Listakvinnan verður sjálv til staðar á vernissage í Víngarðinum 5.august klokkan 15-17. Hjartaliga vælkomin!

Stuðlar: Society of Swedish Literature in Finland and the exhibition/ residency by Gustaf Packaléns Mindefond. Last year's working periods e.g. to the Faroes was supported by The Swedish Cultural Foundation in Finland, the Finnish-Danish Foundation and Arts Promotion Centre Finland

ÓF 2023

Á hvørjari ólavsøku er Ólavsøkuframsýningin í Listasavninum eitt mást og ein av ársins týdningarmestu framsýningum. Hesa ferð hevur Listafelagið biðið Kirstin Helgadóttir um at kuratera og tá eg frætti, at hon hevði valt at gjøgnumkuratera framsýningina og ikki sum siður einaferð var á ólavsøku, at lata tað vera frítt hjá fólki at senda inn verk til sensur - fekk hetta meg at vænta eina ruddiliga og stramt kurateraða framsýning. Í staðin líkist Ólavsøkuframsýningin 2023 eini veruligari Ólavsøkuframsýning við nógvum ymiskum framsýnarum og ramasjang og tað er stuttligt og undirhaldandi við fleiri skiftandi hugløgum. Ólavsøkuframsýningin er í sjálvum sær kaotisk av lyndi og fær helst illa verið annað, tá mann kjokkar 29 ymiskar framsýnarar inn í Listaskálan.

Tað fyrsta, sum møtir áskoðaranum, er ein veggur við gipsverkum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tað er á vegginum, sum ikki eigur at vera í Listaskálanum, tí hann kemur uppfyri og minkar um heildarupplivingina av sjálvum framsýningarhølinum. Men sigast skal, at veggurin sjáldan hevur verið vakrari upphongdur enn beint nú, gipsverkini hjá Jóhan Martini hanga á honum í einari friðsælari, monumentalari og miðsavnaðari uppheinging. Framsýningarheitið, Gerandisopinberingar stendur skrivað á veggin vinstrumegin í tveimum orðum, eg veit ikki hví - samansett navnorð verða vanliga skrivað saman í einum orði á føroyskum. Men líkamikið; heitið riggar merkiliga væl til hesi stillisliga hátíðarligu verk, sum eru stoypt úr nøkrum so gerandisligum sum pappeskjum. Við síðuna av eru Ævig tár, t.e. verk hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, sum mann kennir aftur alt fyri eitt - so skroypiligt, sentimentalt og samstundis listaliga búgvið, tað er. Hinumegin á balkongini heldur poetiskt stillisliga huglagið fram í vøkru kollasju- og yrkingarøðini um náttúru; Øldir og upphav hjá Vónbjørt Vang og teimum um somu tíð geometrisku og organisku felagsverkunum hjá Jón Sonna Jensen og Trinu Gaard. Tá mann so gongur trappurnar oman í salin, líkist tað meira eini ordiligari Ólavsøkuframsýning við fólkum, ballónum og bummfallera! Mitt í rúminum stendur ein stór svørt standmynd úr viði. Tað er Tempul til T – Plássið, ið tú tekur upp í verðini eftir Guðrið Poulsen, sum minnir eitt sindur um eitt klatristativ og tað vóru børnini ólavsøkuaftan ikki sein at finna út av og brúka kreativt – tað var herligt at síggja. Ikki langt frá hesum verkinum hanga nøkur vøkur relieff hjá Hanna Bjartalíð, sum júst herfyri fekk listaløn tillutaða og sum komandi trý árini ætlar at arbeiða í størri skala. Tað er gott, tí vit á standmyndaøkinum treingja til ta nýhugsan, sum m.a. hansara skulpturella list hevur umboðað í mong harrans ár.

Tað er sum kunnugt Listafelag Føroya, ið síðan 1948 hevur skipað fyri teirri týdningarmiklu Ólavsøkuframsýningini – á hvørjum ári bjóðar Listafelagið einum nýggjum persóni at fyriskipa framsýningina heilt eftir sínum egna høvdi og sannføring. Í ár var tað altso Kirstin Helgadóttir, grafikari og listakvinna, ið fekk heiðurin og uppgávuna, sum hon hevur loyst væl saman við 28 ymiskum listafólkum undir felagsheitinum Gerandisopinberingar. Temaframsýningar kunnu til tíðir tykjast meira fýrkantaðar enn áhugaverdar, men soleiðis er ikki við ÓF 2023, tí evnið er serstakliga ymisliga viðgjørt. Gerandisopinberingar er kanska eisini eitt so mikið opið og samansett hugtak, ítøkiligt og abstrakt, at tað leggur upp til ymiskleika. Ole Wich hevur gjørt eitt ordans Ólavsøkuframsýningarverk, sum fekk framsýningargestir at stúrsa við og at kjakast. Tað er ein fallosfigurur úr viði, sum hongur andbráður á vegginum, gjøgnumgataður av ljósareyðum pílum og við flirtandi eygnavippum sum stýrifjaðrum. Listaverkið er stuttligt og gevur saman við heitinum, Dianas bytte varhugan av eini kynspolitiskari samtíðarviðmerking til ta mangan útsettu støðuna hjá dreingjum og monnum í súginum eftir Metoobylgjuna.

Ólavsøkuframsýningin er sera fjølbroytt við 45 verkum (umframt yrkingar og myndir í myndaskránni), sum tøkniliga og tilfarsliga fevna nokk so breitt um poesi, relieff, standmynd, málningar, dans, pappírsklipp, video, installatión og kanska performance – eg kom eitt sindur seint til upplatingina – tað kann mann koma til, tá mann situr væl og leingi og tað regnar úti. Men eg hugsi, at onkur performance møguliga hevði verið partur av verkinum hjá Jens Ladekarl Thomsen og Mariu Guldbrandsø Tórgarð, sum m.a. inniheldur eitt video av einum mutlandi sangara - tað plagar annars at vera áhugavert at hoyra hvat Bartal hevur at siga og syngja og møguliga er ymiskt eisini sagt har, tí installatiónin er átøk einum palli við tveimum mikrofonum - installatiónin tykist yvirhøvur eitt sindur eksperimenterandi, garasjukend og skitin og har luktar hóskandi nógv av fukti í rúminum, sum vanliga plagar at vera forrúmið hjá permanenta bingjuverkinum hjá Tróndi Paturson. Hini bæði videoverkini á Ólavsøkuframsýningini eru bæði stødd handan veggin í norðara enda á Listaskálanum og eru áhugaverd og ymisk; kanska skuldi verkið hjá Hauge Djernis í Gongini sloppið at breitt seg einsamalt har. Hetta er ein at síggja til lutfalsliga einføld installatión við heitinum, The Game of Life, har videoupptøka av onkrum kyktum (- er tað silvurfiskar? - huff eg hati silvurfiskar -), ið verður varpað uppá gips, skapað sum ein hvítkálkaður steinveggur – hevur mann verið á ves í til dømis kjallarinum á Essabar, so sær veggurin á leið soleiðis út og fuktur og luktur og tess meira tú hyggur, jú meira kropsligt árin fær hetta verkið, so at tað fer at skriða av hesum ógvuliga vanliga skaðadjóri, sum hevur livað á jørðini í 300 milliónir ár og sum enntá hevur funnið sær veg inn í ta fínu framsýningarskránna hjá Kirstin Helgadóttir í ein av prostatekstunum hjá tí altíð áhugaverda og viðkomandi Beini Bergsson. Hetta sama slagið av list, ið vekir sansaligar endurminningar, finna vit í framúr fínu keramikkflísaverkunum hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus av wc-gólv- ella veggjastrukturum við implementeraðum fotomyndum. Tað tykist so óendaliga privat og persónligt, men er samstundis universalt, bæði fjálgt og órógvandi - tað minnir um at vitja ommu onkuntíð fyrr í tíðini, har munur var millum eygnalappar og rumpulappar og alt møguligt týdningarmikið, men mann minnist ikki ordiliga hvat. Nakað nógv av minni týdningarmiklum verkum eru við á framsýningini og uppsetingin kundi somuleiðis tikið betur kvalitativ atlit til einstøku verkini, men samanumtikið er støðið á Ólavsøkuframsýningini høgt og so er tað nokk so herligt at kuratera eina framsýning uppá handan mátan, t.e. bæði óruddiligt og sjenerøst. Okkurt er hent við list í hesari øldini, ið hevur flutt alt listaøkið – eisini listamóttakarin á eitt hægri støði. Og júst hetta er eitt møguligt svar til viðmerkingina, eg fái um, at eg ikki eri eins hvøss og negativ sum eg plagdi at vera í mínum ummælum. Støðan er heilt einfalt ikki líka skramblut sum hon var. Tað er t.d. hugvekjandi, at sjálvt um eg kann telja upp í fleiri hendur av markantum føroyskum listafólkum, sum IKKI eru við á Ólavsøkuframsýningini og sjálvt um allir framsýnarar á ÓF23 neyvan eru ella verða myndlistafólk, ja, so sýnist heildin áhugaverd og væl hugsað. Framsýningin er inspirerandi sum slíkar skulu vera tað og fáa meg at hugsa, at onkuntíð skuldi mann gjørt eina totala top of the pops Ólavsøkuframsýning.

Gerandisdagsopinberingarnar eru fjølbroyttar og kunnu snúgva seg um náttúruupplivingar sum tær av fossunum hjá Øssuri Johannessen. Í fleiri førum snýr tað seg um at halda uppá egnan sjálvsavgerðarrætt - ikki tjóðskaparliga (als ikki!), men meira persónliga sum í fínu verkunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir ”Tornurósa vakti seg sjálva” og hjá Elin Josefinu Smith Wollfsen við herliga heitinum ”JEG GERI SUM JEG VILL” - eingin uppíblanding neyðug! Eitt afturvendandi rák seinnu árini er crossover list og tað, at fleiri luttakarar í Ólavsøkuframsýningini eru listafólk innan onnur listasløg enn tað myndlistaliga, tey eru rithøvundar, grafikarar, dansarar, tónleikarar osfr. Poesi hevur fingið eitt serligt pláss á framsýningini, ið sæst bæði beinleiðis í verkunum, men eisini á heitum sum hjá Bruno Mikael Eysturstein í hansara áhugaverdu uppseting av einum cartoonkendum oljumálningi og bátaróðri "Navigating the Chiaroscuro Abyss: A Voyage Beyond Tempestuous Veils".

Fleiri av teimum yngru listafólkunum eru í ferð við útbúgving og menning. Tað er gott. Í sambandi við ÓF23 hava fleiri teirra kastað seg út í tað mest torføra, avdúkandi og krevjandi listaslagið yvirhøvur; málaríið - tað er imponerandi og verður kanska eisini gott. Videoverkið hjá Búa Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel er vakurt og rørandi og hevði uppiborið eina staðseting púra einsamalt inni í einum rúmi, men tvætl; Listaskálin er nú einaferð sum hann er! Tað kunnu og skulu vit ikki broyta uppá. Við øllum sínum avmarkingum, radiatorum og kontaktum, so er hann okkara listakatedralur, sum minnir á hvussu stutt tað er síðani, at føroysk list yvirhøvur var til og hvussu týdningarmiklan leiklut Listafelagið hevði og hevur fyri listina í Føroyum.

Framsýningin er opin til og við sunnudagin 13. august, og Listasavn Føroya er opið allar dagar frá kl. 11-17. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen og Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen, Æsa Tróndardóttir Frýdal.

Hóskvøldið 3. august er kvøldaropið á Listasavni Føroya. Vit varpa ljós á Ólavsøkuframsýningina, ið hevur heitið “Gerandisopinberingar”. Fyrst lesur Beinir Bergsson, rithøvundur, stuttar tekstir, sum hann hevur skrivað til framsýningina, og síðani verður farið runt í serframsýningini saman við Kirstin Helgadóttir, fyriskipara, har hon greiðir frá framsýningini, og útvaldum listafólkum, sum siga eitt sindur um verkini hjá sær.

guðrið poulsen

Ole Wich

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Anný Djurhuus Øssursdóttir

Hanni Bjartalíð

jóhan martin christiansen

hauge djernis í gongini

Billa Jenny Jonleifsdóttir

Jens Dam ziska

Øssur johannessen

Búi Rouch, Annie Jammeh og Anna Schübel

Bruno Mikael Eysturstein

Alda Mohr Eyðunardóttir

Æsa Tróndardóttur Frýdal

Ólavsøkuframsýningar

Ólavsøkuframsýningarnar eru mangar í ár. Í Smiðjuni í Lítluvík letur framsýning upp ólavsøkuaftan klokkan fýra við verkum hjá Sigrun Gunnarsdóttir og Astri Luihn. Sirið Stenberg, landstýriskvinna setir framsýningina, og Petra Iversen syngur. Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club letur upp í Müllers Pakkhúsi longu 27.juli kl 16 og samstundis letur framsýning upp í Gallarí Havnará við Kára Svensson. Í Steinprent er eisini opið á ólavsøku sum vant. Har er ein framsýning við blandaðari dygdarlist.

Um mann hevur hug at síggja ta “ordiligu” Ólavsøkuframsýningini, sum Listafelag Føroya hevur skipað fyri síðan 1948, fer mann sum siður er í Listasavn Føroya ólavsøkuaftan klokkan trý. Har hevur Kirstin Helgadóttir kuraterað eina framsýning  við listafólkum, sum hon hevur valt út. Framsýningin hevur undirheitið Gerandisopinberingar. Luttakarar á framsýningini: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anna Malan Jógvansdóttir, Anný Øssursdóttir Djurhuus, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Brandur Patursson, Bruno Mikael Eysturstein, Búi Rouch, Elin Josefina Smith Wolffsen, Guðrið Poulsen, Hanni Bjartalíð, Hauge Djernis í Gongini, Jens Dam Ziska, Jens Ladekarl Thomsen, Maria Guldbrandsø Tórgarð, Jógvan Andreas á Brúnni, Jóhan Martin Christiansen, Frank O. Berari, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Sunniva Ingrið Jacobsen, Tordis Vang, Jón Sonni Jensen og Trina Gaard, Rannvá Holm Mortensen, Vár Samuelsen, Vónbjørt Vang, Øssur Johannesen og Æsa Tróndardóttir Frýdal.


Eivør 40

Í dag fyllir Eivør Pálsdóttir fjøruti ár. Tað er ikki forferdiliga nógv at fylla og á Listaportalinum plaga vit ikki at feira fólk fyrr enn árini hava fjølgað um avrikini, men í hesum førinum gera vit eitt undantak, tí sum listafólk er henda daman úr Syðrugøtu í serflokki. Og tó, at Eivør er í besta aldri, er hon sera roynd fyri ikki at siga gomul í garði innan tónleikin – liðin eru ikki minni enn 23 ár síðani hennara fyrstu útgávu, tá øll gjørdust varug við hennara framúrskarandi rødd og sjáldsama musikalitet –  sum partur av Clickhaze vann Eivør Prix Føroyar í 2001, men at syngja byrjaði hon longu sum undurbarn og restin er tónleikasøga.

Eivør Pálsdóttir er ein einastandandi góður sangskrivari, miðlari, performari, tónleikari og sangari við heilt sjáldsama musikalskari og vakrari ræddarmegi og fyri hetta er hon heiðrað fleiri ferð og á ymiskan hátt – í 2021 fekk hon tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins og sama ár riddarakross, men hon er eisini heiðrað av sínum starvsfelagum Danske Komponister og Sangskrivere DJBFA – hon hevur vunnið nógvar FMA virðislønir og í 2016 fekk hon trý ára starvsløn frá almennu Føroyum úr Mentanargrunninum. Í einum eldhugaðum ummæli, sum eg skrivaði eftir eina framúr konsert fyri seks árum siðani í Sjónleikarahúsinum í Havn varð staðfest, at ”Tað eru ómetaliga fá menniskju, sum klára at umsita og miðla so stórar kenslur á so stórbæran og sannførandi hátt, sum Eivør. Tað ger hon við eini rødd, sum ikki bara er eitt náttúrugivið sansaligt fenomen eins og ein fossur onkran dýggjvátan dag, men sum hon við venjing og royndum hevur forfínað til eitt instrument, ið ger júst tað, hon setir sær fyri at gera uttan mun til um tað er høgt ella lágt, stillt og inniligt, stórsligið ella løtt við villskapi. Tað var fantastiskt at uppliva. Bæði rørandi og gleðiligt; hjartað stóð fleiri ferð til at bresta av øllum kenslunum, sum tónleikaligi autoriteturin vakti í okkum. Sangurin um Mjørkaflókar var so rørandi framførdur, at eg haldi, at vit øll somul í huganum brustu í sjóðheitan grát um øll okkara elskaðu, sum hvørva av alzheimer, demens og av deyða og løtu seinni vóru vit í tónleikaligari ekstasu av Boxes..”.

Virkisleiðin hjá Eivør er fjølbroytt og altjóða – hon er í heilum uttalands á turné og framførir í veldugum høllum í USA og kring Europa saman við øllum møguligum – tað hoyra vit kanska ikki so nógv um her heima, men altíð kemur hon ”hoym” at uppfylla sín náttúrliga leiklut sum drottningin av G! við stórliga fagnaðum framførslum. Hennara higartil síðsta útgáva, Segl kom í 2021 – tað var ein liveútgáva av Segl (2020) og vit gleða okkum til at hoyra nýtt frá henni. Mítt føðingardagsynski skal vera, at vit fara at hoyra meira til Eivør í Kringvarpsútvarpinum bæði á runda føðingardegnum, men eisini aðrar dagar. Hjartaliga til lukku Eivør!

Kinna Poulsen Listaportal


Kathleen Jamie

Í dag 16.juli var eitt tiltak í Listasavni Føroya, har vit upplivdu skotska yrkjaran, Kathleen Jamie lesa upp yrkingar og í samrøðu við Ivan Niclasen. Tiltakið var samskipað av Forlagnum Eksil og Listasavni Føroya, við hjálp frá The Scottish Poetry Library. Sjálvt um tað vardi stutt, var tiltakið gott ikki minst hjá okkum við Lista-G-abstinensum, sum koma, tá mann ikki fer á G! at vitja festivalin í festivalinum. Tað verður vónandi betri í næsta ár. Tað var ein fragd at hoyra yrkingarnar og uppliva henda jarðbundna, gløgga og poetiskt flúgvandi yrkjaran og hennara vakra skotska mál. Her lesur hon nakrar yrkingar: https://poetryarchive.org/poet/kathleen-jamie/

Her er yrkingin The Spider:

Kathleen Jamie

The Spider

When I appear to you
by dark, descended
not from heaven, but the lowest
branch of the walnut tree
bearing no annunciation,
suspended like a slub
in the air's weave -
and you shriek, you shriek
so prettily I'm reminded
of the birds - don't they also
cultivate elaborate beauty, devour
what catches their eye?
Hence my night shift,
my sulphur and black striped
jacket - poison - a lie
to cloak me while, exposed,
I squeeze from my own gut
the one material;
Who tore the night?
Who caused this rupture?
You, staring in horror
- have you never considered
how the world sustains?
- the ants by day
clearing, clearing,
the spiders mending endlessly.

Við áliti og treiskleika

Sekundini eftir leiklok er deyðakvirt í salinum. Vit sita pinnastill í sundurknúsilsi og ærufrykt av djúpu perspektivunum í leikinum, vit hava sæð. Upplivingin situr enn í kroppinum nú eg siti dagin eftir og royni at seta saman nakrar setningar, sum kunnu lýsa upplivingina. Shakespeare skrivaði leikin fyri 417 árum síðan, men hvussu kundi hann vita so nógv um okkum og okkara tíð, um okkara viðferð av gomlum og minnisveikum medborgarum, um okkara fáfongd, máttloysi, um okkara vantandi eyðmýkt, um okkara sjálvgóða tekkingarhuga og æviga óvilja til at sleppa valdi?

Skal eg vera heilt erlig, so ræddist eg eitt sindur at fara í Sjónleikarhúsið í gjárkvøldið. Har skuldi eg uppliva dapra sorgarleikin um Lear Kong við einum minnisveikum sjónleikara í høvuðsleiklutinum og einum uppslítandi leiklistastríði í huganum; -dupultdepri við depri omaná, hugsaði og tað svartskygnið kemur ikki av ongum; eg havi havt bæði stríð og minnissvinn so óunniliga tætt at mær, at eg eri farin at ímynda mær hetta sum persónligar lívstreytir (pessimisma er sum kunnugt frægasti taktikkur; antin verður mann positivt bilsin ella fær mann rætt!).

Við øllum mínum fyrivarni fekk eg kortini keypt tað í føroyskum høpi ikki serliga bíliga atgongumerki og tað gjørdi eg í grundini, tí eg ikki havi upplivað leiklistabólkin Det Ferösche Compagnie framføra nakað, sum ikki á onkran hátt var listaliga viðkomandi og áhugavert. Eg hevði sostatt álit á listini og tað kann mangan loysa seg. Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.

Søgugongdin í leikinum er í stuttum, at tann avgamli og ráðaríki Lear Kongur av Britannia boðar frá, at hann fer at leggja frá sær og ynskir at býta ríkið millum sínar tríggjar døtur. Hetta ger hann í veruleikanum fyri ikki at missa valdið og krevur trúskaparlyfti frá teimum trimum. Tær báðar elstu døturnar gera sum hann ynskir, men ikki tann yngsta; gløgga yndisdótturin Cordelia. Hon er fívilin, autentiska menniskjað, sum gjøgnumskoðar lúnsku ætlanirnar hjá pápanum. Hon verður rikin burtur, meðan tær eldru systrarnar válka sær í valdinum, sum korrumperar bæði tær og alt rundanum. Ein áhugaverd parallelsøga er tann um ráðgevan Gloucester jall og synir hansara – báðar søgur snúgva seg um at ganga til grundar tí mann ikki dugir at raðfesta ekta fram um falskt, rætt fram um skeivt, kærleika fram um hatur. Við ambitiónum um status og vald verður kósin soleiðis løgd fram móti kríggj og glatan.

Samstundis sum tey óndu flenna og tey góðu gráta verða løgini pilkað av fólkunum, so at vit síggja menniskjað í øllum hennara elendiga veldi. Vit kenna øll Lear Kong ha? Hann er stjórin, sum ikki hevur álit á, at tú megnar at loysa tínar arbeiðsuppgávur. Hann er tað gamla tvørballið, sum noktar at flyta seg úr ljósinum, har hann stendur og skuggar fyri, at nakar annar sleppur at blóma og tað er langt úti inntil tú sjálv verður júst tað tvørballið, sum noktar at lata nakran annan taka pallin. Í leikinum síggjast so mangir menniskjansligir veikleikar, tvørsagnir og vantandi evni at standa ímóti ónskapi og líkasælu. Og beint nú meðan eg skrivi sigur útvarpsmaðurin, at í minsta lagið 289 børn eru druknað á veg um Miðjarahavið til Europa higartil í ár og at ein ráðharri er farin frá í Rumenia orsakað av óskili á ellisheimum í Bukarest, har búfólkini vóru misrøkt og pínd. Tað er ófatiligt og tað er beint her í ófatiliga myrkrinum, at Shakespeare spískar pennin.

Uppsetingin av Lear Kongi spyr hvørt ein sjónleikari við Alzheimers kann spæla sjónleik. Skjóta svarið er nei, tað kann mann ikki, tí minnið er grundleggjandi fyri ein sjónleikara. Men hesin sjónleikurin letur upp fyri øðrum svarum enn teimum skjótu svarthvítu. Sjónleikur er eitt kollektivt listaslag - ivaðist tú nakrantíð í hesum, far so og hygg í Sjónleikarhúsinum. Her verður søgan um eina passioneraða sjónleikarfamilju søgd – ja ikki bara eina, tí Tórgarðsystkini eru øll framúrskarandi á palli og Shakespeare liggur jú serliga væl fyri hjá teimum – pápi teirra Axel týddi m.a. Shakespeare til føroyskt og Hans Tórgarð heldur fram hetta týdningarmikla arbeiði við málsligum og kreativum yvirskoti. Tær báðar Súsanna Tórgarð og Gunnvá Zachariasen spæla sínar hástóru drottningaleiklutir við sannførandi skálkabrosi og humor og Kristina Sørensen Ougaard er aftur hesa ferð eitt satt undur av einum sjónleikara, sum ongantíð trilvar ella stetlar og støðugt hevur eina einastandandi teiming og nærveru. Í samspælinum við Biritu Mohr vísir hon harumframt ein serligan opinleika, sum er rørandi at uppliva. Tó, at Birita Mohr í løtum verður eitt lítið sindur órólig og burturhugað, tykist hon sum heild trívast væl á pallinum í samspæli við sínar kollegar. Eg dugi ikki at meta um tað etiska í verkætlanini sum so - hetta hava longu ein prestur og ein avvarðandi tosað um í Ljóðaranum og síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli. Men við støði í egnum royndum veit eg, at hetta avgjørt ikki er ein hóskandi model fyri ein og hvønn minnisveikan persón - øll eru vit ymisk eisini á hasum økinum. Sum heild er castingin gjøgnumførd og neyv. Búi Dam spælir sjálvur tann ambitiøsa geykaungan Edmund við hóskandi blandi av lifri og fanansskapi og ókvæmisorðastreymurin frá Riu Tórgarð fer ikki frá mær aftur – heilt fantastiskt. Egi Dam hevði sjálvur ein ikki so lítlan leiklut í samspæli við Biritu Mohr um høvuðspersónin Lear og tað var imponerandi at síggja tær ymisku fasettirnar í hansara spæli frá stillisligu byrjanini til hann sum hálvnakni og ørligi Lear fer at fylgja biddaravísmanninum. Eisini her hómast humor og innilig likamlig nærvera í spælinum. Bæði Gloucester jallur og sonur hansara Edgar fáa syrgiligar lagnur, sum eru úrslitið av góðvarni, eksistentiellum leti ella eini ávísari líkasælu viðvíkjandi teirra íbornu aðalsprivilegium. Í góða spælinum hjá ávikavist Hans Tórgarð og Bárði Persson fær tragedian í hesum partinum av leikinum ekspressivt bit – tað er flott og sterkt spælt.

Nógvir leikarar eru við og mong onnur, sum eiga rós fyri, at Lear Kongur eydnast sum eitt slóðbrótandi listaverk og her kemur mítt einasta hjartasuff, sum viðvíkur leikskránni. Mikið apropos tosinum um førleikar, sum hvørva, so er sjónin á tygara ummælara ikki so super sum hon var og eg dugi í hvussu er illa at lesa allan tekstin, sum stendur við appilsingulum á svartari grund. Mær hevði eisini dámt betur um leikararnir vóru presenteraðir við mynd og leikluti og um referatið stóð skrivað í nútíð og leikskráin var ein ordiligur bóklingur við plássi til tingini. Hetta eru smáting, sum ivaleyst hava við støðuna hjá Det Ferösche Compagnie at gera og sum eisini verður viðmerkt í heilsanini í leikskránni frá kreativa framleiðaranum, Duritu Sumberg Poulsen, ið ger vart við vánaligu umstøðurnar hjá fríyrkisleiklistafólki í Føroym. Sum skilst er henda uppsetingin eitt úrslit av hørðum stríði og treiskleika - tað er sanniliga harmiligt, at so dugnalig listafólk skulu blíva við at hava so óvirðiligar arbeiðsumstøður.  

Leikurin um Lear Kong kann tykjast fløkjaligur við hópin av søgugongdum og evnisviðgerðum, sum díkja á áskoðaran, men í Sjónleikarhúsinum í gjárkvøldið tóktist einki torskilt sum so. Vit áskoðarar sótu heilt úti á kantinum á stólinum, sansabumbað av einum sonnum fýrverki av tónleiki og kreativari scenografi við dramatiskum og stuttligum detaljum. Dánjal á Neystabø hevur skapt spennandi tónleikin, sum hevur sera stóran týdning í leikinum bæði sum partur av huglagsmyndum og frásøgn, men eisini sum eitt framúrskarandi sceniskt og dramatiskt element; yvirhøvur er hornorkesturgongan við dugnaligu tónleikarunum serstakliga væl hugsað. Fleiri listaligar orsøkir eru til, at leikurin um Lear Kong ikki kennist deprimerandi og at áskoðarin eftir leiklok ikki kennir seg niðurboygda, men harafturímóti kveikta. Eitt er, at leikurin er framúr væl tulkaður av sjónleikarum ljós, ljóði, tónasmiði, tónleikarum, scenografi, effektum og búnum – scenografurin, Sámal Blak hevur sín egna máta at gera tingini uppá – tað er fantastiskt – eisini, tá hann innflytur elementir frá splatter & western í ein renesansuleik. Búnar og stíling hjá Sólvør Helgadóttir og Døgg Nónsgjógv er somuleiðis praktfult á at skoða og so er talan jú um ein tekst hjá William Shakespeare og tann dygdin fornoktar seg ikki. Hann letur tað dramatisku niðurferðina hjá persónunum verða mótsvaraða av eini øvugtari gongd, sum kyndir okkurt slag av ljós í myrkrinum. Báðir teir villeiddu høvuðspersónarnir gerast onkursvegna klókari sum leikur líður. Gloucester verður klárskygdur, tá eyguni eru horvin og enntá Lear Kongur fær varhugan av sínum egnu skeivu raðfestingum. Og so er tað vælgerandi og so typiskt fyri Shakespeare, at allar møguligar ásannanir og lívsinnlit nettupp ikki geva atgongd til nýggjar møguleikar, eitt fagurt nýtt ljósareytt lív sum í amerikanskum animatiónsfilmum, har tey vøkru og perfektu liva lukkuliga í allar ævir. Shakespeare lýsir tilverunnar treytir soleiðis sum tær eru meðan vit ota okkum fram móti eggini og teirri bíðandi avgrundini. Her er eingin fyrireikandi aðalroynd – hetta er tað.  

Det Ferösche Compagnie hevur við Búa Dam sum leikstjóra enn einaferð megnað tað ótrúliga; at skapa eitt viðkomandi aktuelt og sterkt, føroyskt listaverk, sum samstundis er ein heiðurskvøða ikki bara til mammu leikstjóran, sjónleikaran, Biritu Mohr, men sum eisini inniheldur eina samfelagskritiska greining av okkara viðferð av minnisveikum medborgarum. Tað er heilt ófatiliga væl hugsað og gjørt – ikki við peikifingrum, rópi og garteran, men við púra vanligari menniskjansligheit og einari sannari flóðaldu av kærleika og tað er kærleikin, sum vætir eygnakrókin og sum ger, at mann fer upplyft úr Sjónleikarhúsinum út aftur í myrkrið.

Kinna Poulsen

Framsýningin hjá Silju Strøm er opin eftir avtalu

Nógv fólk hava sæð framsýningina í Víngarðinum við málningum hjá Silju Strøm. Komandi vikuskifti verður stongt, men hevur onkur hug at síggja framsýningina, ber til at gera avtalu við kuratorin á kip@glasir.fo

Talan er um oljumálningar á pappír og plátu. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks. Koloristiskt sýnast myndirnar somuleiðis samanhangandi við lýsandi bráum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í gulum, ljósareyðum ella ljósabláum támi. Tað snýr seg framvegis um viðurskifti millum menniskju og umhvørvið sum tað gjørdi fyrr hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning í Steinprenti við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari. Myndirnar eru sterkar og samantrunkaðar sum listaligir bótamolar við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum. Við fjarstøðu sært tú myndirnar sum abstraktar við litum, rørslum og bygnaði, men tá tú ert komin eitt sindur nærri, varnast tú ymisk skap, ið spakuliga daga undan og samlast í tínum hugaheimi. Framsýningarheitið er somuleiðis fleirtýtt; I WANTED ANOTHER LANDSCAPE, ANOTHER TONGUE er ein setningur, sum Silja hevur lænt úr eini skaldsøgu hjá Virginia Woolf, har hann verður brúktur til at lýsa vakurleikan, ið er so vakur, at hann ikki kann lýsast við orðum. Myndirnar tykjast merktar av stórari máligleði, men sjálvt um málningarnir bæði formliga og innihaldsliga tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini fleiristaðni ein farri av sorgblídni. Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av frástøðu við sær og óbundna orðingin fevnir um fleiri sløg av longsli – tá talan er um tungumál, kemur mann kanska eisini í tankar um, at Silja seinnu árini hevur havt fleiri heimlond, Bretland, har hon býr í dag, Skotland, har hon var útbúgvin og Føroyar her hon vaks upp í Vestmanna.

Komandi dagarnar er so statt opið í Víngarðinum eftir avtalu og annars er opið 20.-22. Juli og 27. juli.