Y Arpeggios – eygnatónleikur í Steinprenti

Summarið er í hæddini og fólk flest hava frí. Ein mikudag ella var tað kanska hósdagin fór eg malandi omaneftir og endaði á Skálatrøð í Steinprenti. Her hava tey eftir øllum at døma ikki havt frí í seinastuni. Her er synestesi og spegling á skránni. Á vegginum á verkstaðnum hanga fleiri nýggj prent, sum eg ikki havi sæð áður. Hetta eru sermerkt prent við fleirlittum rundum skapum. Tað eru træprent síggi eg á árringunum, sum hómast serliga í teimum ljósu litflatunum.

Listakvinnan

Á verkstaðnum gongur ein í reyðum arbeiðsklæðum. Tað vísir seg at vera ein brosandi listakvinna við blíðum, brúnu eygum, sum eitur Margrethe Odgaard. Tað er hon, sum hevur gjørt nýggju prentini. Margrethe er tekstilsniðgevi, sum nýliga hevur fingið tillutaða heimsins størstu designheiðursløn, ið verður handað í november; - tað er Torsten og Wanja Söderbergs pris uppá eina millión svenskar krónur. Í grundgevingini fyri tilnevningini stendur, at "tilgongdin hjá Margrethe Odgaard er um somu tíð handverkarahegnislig sum hon er taktil og gjøgnumhugsað. Listakvinnan hugsar við hondunum. Út frá bæði poetiskum og reglubundnum lit- og mynsturuppritum skapar hon samanhangir í eini hugtakandi prosess, ið er full av musikaliteti. Listarliga visiónin er drivin fram av ynskinum um at skapa og at ríka á ein hátt, har vitan, hugskot og gávur verða býtt á áhaldandi og gávumildan hátt”. Margrethe Odgaard er fødd í 1978 og útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademis Skoler for Arkitektur, Design og Konservering, umframt at hon hevur lisið á Rhode Island School of Design i USA.

Prentini

Prentini eru vøkur, men tykjast eisini at verða gjørd eftir onkrari ávísari skipan, so eg spyrji listakvinnuna hvat hetta er fyri nakað. Hon greiðir mær frá, at hetta er myndasíðan av Y Arpeggios hjá Teiti Lassen. Tey bæði Teitur og Margrethe eru vinfólk, hava gingið í skúla saman og hava í mong ár ætlað at gera eina felags verkætlan, sum nú gjørdist veruleiki við Y Arpeggios.

Y Arpeggios

Teitur Lassen hevur í nøkur ár arbeitt við sonevndum arpeggio tónarøðum, sum hann speglar og sum tilsamans mynda smáar, einfaldar, men sera vakrar og hugfarsligar klaverkompositiónir. Margrethe Odgaard er hugtikin av speglingini og av tónleikinum, ið kyknar í henni, og saman gjørdu hon og Teitur av at gera eina bókaútgávu við nótum og myndum. Træið, sum er brúkt til træpláturnar, er frá altjóða framleiðaranum av dygdartrætilfari, Dinesen, sum hevur latið listakvinnuni fimm træplátur úr ymiskum træsløgum, hvør rund pláta er sett saman við sínari spegling og pláturnar eru síðani brúktar til tær fimm myndirnar, sum avmynda fimm tónaverk.

Synestetiskt litaval

Litirnir eru eisini valdir eftir einari ávísari synestetiskari skipan. Tankar um synestesi, um augenmusik, tónleikamálarí og samsvar millum tey ymisku sansaøkini eru gamlir og hava verið frammi í listasøguni síðani renesansuna. Fleiri royndir hava verið gjørdar at staðfesta skipanir við føstum lutfalli millum litir og tónar og Margrethe Odgaard hevur tikið støði í hesum skipanum hjá m.a. Isac Newton o.ø.

Verkætlanin gongur fyri seg á nógvum stigum við fleiri speglingum og skipanum av litum og tónum. Hon kann tykjast eitt sindur torskild, men ta løtuna, tá Margrethe spældi eitt av klaververkunum fyri mær á telduni meðan eg hugdi at myndini, sum verkið hevði íblást, tóktist alt so einfalt og greitt, at eg varð rørd. Eg sá tónleikin, tónarnar, sum spakuliga kyknaðu eins og byrjanir frá hvør sínari síðu, reytt vinstrumegin og grønt høgrumegin. Í huganum fylgdi eg parallellu ferðini hjá tónunum og litunum móti hvørjum øðrum. Hetta var ein hugtakandi uppliving og eg hugsi, at vit kunnu gleða okkum til útgávuna. Fyribils kunnu prentini síggjast og keypast í Steinprenti.

IMG_0361.jpg