SVART UPPÁ HVÍTT - Framsýning í Steinprenti

Á hillunum á verkstaðnum í Steinprenti standa allar møguligar fyrijáttandi metaldósir á tremur av øllum himmalsins litum. Glógvandi cadmium gult ella reytt - litir, sum verða blandaðir til enn fleiri litir eftir hugsan og ætlan hjá listafólkunum og sambært vitan hjá litografinum. Liturin verður smurdur uppá valsin og síðan lætt og elegant fluttur yvir á litografisku myndina í steinprentspressuni. Eitt prent í senn. Ein lit í senn. Men hvat um vit bara høvdu ein einstakan lit at skapa við, sum enntá er tann liturin, ið ofta hevur verið skýrdur at vera ein ikki-litur, nevniliga svart. - Hetta kemst av, at tað í stóran mun snýr seg um ljósvirði, tá talan er um litir. Teir ljóssterkastu litirnir eru grundlitirnir, reytt, blátt og gult og blandar tú teir saman fært tú ávikavist violett, grønt og orange, sum eisini eru bjartir, men missa ljósvirði fyri hvørja ferð tú blandar teir. Svart kann allýstast sum frávera av ljósi. Hetta er kortini bara sambært litástøði, til alla eydnu hava vit praktikararnar; listafólkini, sum javnt og samt seta spurningar og alla tíðina vilja víðka og fáa alt møguligt at bera til. Tí hava vit til dømis sæð í myndunum hjá Marius Olsen, at tað ber til at síggja myrkur, sum er skapt úr ljósi.

Á framsýningini SVART UPPÁ HVÍTT, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 8.september klokkan 16.00 fara vit back to basics. Her ber til at síggja svart uppá hvítt hvussu ríkur tann svarti liturin er og hvussu nógv listafólkini fáa burtur úr svørtum. Svart er í veruleikanum púra grundleggjandi innan myndlistina heilt frá holumálningunum, har tey hava brúkt m.a. trækol at tekna við. Griksku krukkurnar vórðu prýddar við svørtum mynstrum og svart var eisini tíðliga brúkt sum konturstrika kring figurar í ymsum tekningum og málningum. Innan grafikkin var svart somuleiðis frá byrjan grundleggjandi. Svart er ein ómetaliga sterkur litur við stórar megi og nógvum ymiskum møguleikum, ið fevna tað sorgblíða, tað aggressiva, men eisini tað vakra ella neyva.

Vælkomin á framsýng við verkum eftir:
Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen, Hansina Iversen, Vibeke Mencke Nielsen. Marius Olsen, Erik Heide, Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Svend- Allan Sørensen, Bjarne Werner Sørensen, Bárður Oskarsson, Bárður Jákupsson, Cathrine Raben Davidsen, Jóhan Martin Christiansen, Mie Mørkeberg, Peter Carlsen, Zven Balslev, Peter Laugesen, Lív Maria Róadóttir Jæger, Fríða Matras Brekku og Louise Aakerman Nielsen. Kurator: Kinna Poulsen & Steinprent.

Brot úr prentum hjá Hansinu Iversen, Tóroddi Poulsen, Bjarne Werner Sørensen og Mie Mørkeberg.