Leygardagin 9.september klokkan 15 letur ein forkunnug framsýning upp í Víngarðinum við málningum hjá Jens Dam Ziska. Jens er leiðari fyri útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum. Hann er nýliga komin heimaftur úr Los Angeles, har hann hevur nomið sær myndlistaliga útbúgving á UCLA, sum hann fullgjørdi við eini sonevndari MFA framsýning. Jens Dam Ziska er heimspekingur og vísindafólk umframt at hann er listamaður og eingin ivi er um, at tað liggja nógvar tankar og hugskot aftan fyri hansara praksis. Samstundis málar hann verk, ið sýnast serstakliga ítøkilig og til staðar fysiskt, tá tú skoðar tey. Hann arbeiðir við bæði abstraktum og figurativum myndaliðum og sjálvt um myndaheimurin kann fatast sum okkurt slag av nonfigurativum hugarensli, fært tú javnan hugasamband við ítøkiligt umhvørvi antin tað eru náttúrligir ella bygdir strukturar. Myndirnar eru ymiskar, summar flótandi, aðrar meira konstruktivar - tær folda seg út onkrastaðni í gloppum millum okkurt, sum minnir um gras ella steinar og okkurt annað, sum kundi verið geometri, men ofta eru tær beinu linjurnar ruflutar eins og myndirnar í støðum tykjast skøvutar og patineraðar sum hava tær staðið í onkrum støvutum kassa uppi á ovastaloft.
Koloristiskt kemur mann í tankar um ymsar fínar landslagstulkarar og abstraktar málarar, føroyskar sum altjóða, sum mann kundi nevnt og neymdroppað, men tað er kanska meira áhugavert beint her at staðfesta, at okkurt er uppá spæl í málningunum hjá Jens Dam Ziska, ið er egið fyri listamannin og merkt av samtíðarligum zeitgeist, sum hómast hjá øðrum ungum listafólkum - eisini innan onnur listasløg. Kanska er talan um ein nýggjan inniligleika, ein longsul eftir tilfarsligum og innihaldsligum autentisiteti, ið treiskast upp ímóti serliga slagnum av líkasælu, ið kann fylgja við einum høgt útviklaðum vitanarstigi post-internet og sum heild. Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 9.september klokkan 15-17.