Kathleen Jamie
/Í dag 16.juli var eitt tiltak í Listasavni Føroya, har vit upplivdu skotska yrkjaran, Kathleen Jamie lesa upp yrkingar og í samrøðu við Ivan Niclasen. Tiltakið var samskipað av Forlagnum Eksil og Listasavni Føroya, við hjálp frá The Scottish Poetry Library. Sjálvt um tað vardi stutt, var tiltakið gott ikki minst hjá okkum við Lista-G-abstinensum, sum koma, tá mann ikki fer á G! at vitja festivalin í festivalinum. Tað verður vónandi betri í næsta ár. Tað var ein fragd at hoyra yrkingarnar og uppliva henda jarðbundna, gløgga og poetiskt flúgvandi yrkjaran og hennara vakra skotska mál. Her lesur hon nakrar yrkingar: https://poetryarchive.org/poet/kathleen-jamie/
Her er yrkingin The Spider:
Kathleen Jamie
The Spider
When I appear to you
by dark, descended
not from heaven, but the lowest
branch of the walnut tree
bearing no annunciation,
suspended like a slub
in the air's weave -
and you shriek, you shriek
so prettily I'm reminded
of the birds - don't they also
cultivate elaborate beauty, devour
what catches their eye?
Hence my night shift,
my sulphur and black striped
jacket - poison - a lie
to cloak me while, exposed,
I squeeze from my own gut
the one material;
Who tore the night?
Who caused this rupture?
You, staring in horror
- have you never considered
how the world sustains?
- the ants by day
clearing, clearing,
the spiders mending endlessly.
Við áliti og treiskleika
/Sekundini eftir leiklok er deyðakvirt í salinum. Vit sita pinnastill í sundurknúsilsi og ærufrykt av djúpu perspektivunum í leikinum, vit hava sæð. Upplivingin situr enn í kroppinum nú eg siti dagin eftir og royni at seta saman nakrar setningar, sum kunnu lýsa upplivingina. Shakespeare skrivaði leikin fyri 417 árum síðan, men hvussu kundi hann vita so nógv um okkum og okkara tíð, um okkara viðferð av gomlum og minnisveikum medborgarum, um okkara fáfongd, máttloysi, um okkara vantandi eyðmýkt, um okkara sjálvgóða tekkingarhuga og æviga óvilja til at sleppa valdi?
Skal eg vera heilt erlig, so ræddist eg eitt sindur at fara í Sjónleikarhúsið í gjárkvøldið. Har skuldi eg uppliva dapra sorgarleikin um Lear Kong við einum minnisveikum sjónleikara í høvuðsleiklutinum og einum uppslítandi leiklistastríði í huganum; -dupultdepri við depri omaná, hugsaði og tað svartskygnið kemur ikki av ongum; eg havi havt bæði stríð og minnissvinn so óunniliga tætt at mær, at eg eri farin at ímynda mær hetta sum persónligar lívstreytir (pessimisma er sum kunnugt frægasti taktikkur; antin verður mann positivt bilsin ella fær mann rætt!).
Við øllum mínum fyrivarni fekk eg kortini keypt tað í føroyskum høpi ikki serliga bíliga atgongumerki og tað gjørdi eg í grundini, tí eg ikki havi upplivað leiklistabólkin Det Ferösche Compagnie framføra nakað, sum ikki á onkran hátt var listaliga viðkomandi og áhugavert. Eg hevði sostatt álit á listini og tað kann mangan loysa seg. Í grundini er álit eitt aðalmál í framførsluni av Lear Kongi - tað skilja vit frá fyrsta sekundi, tá maðurin, sjónleikarin Egi Dam kemur inn á pallin haldandi um konu sína, Biritu Mohr, sjónleikara, meðan hann prátar um hennara byrjan innan sjónleik, um stovnanina av Grímu og ymiskt, sum eitt langt og ríkt sjónleikaralív hevur borið við sær, men hey, so er ein lítil fittur fívil har og minnir okkum á, at tað var eina heilt aðrastaðni, hetta sjónleikaralívið byrjaði og tað var við leikinum Fívilin, sum Birita Mohr spældi púra sjálv. Gjøgnum allan Lear Kong er henda sama mannagongdin brúkt, at Birita á pallinum verður mint á hvat tað er, hon í leikluti sínum sum Lear Kongur, skal siga. –”Tú sigur…. ” verður endurtikið aftur í aftur ella ”Í sjónleikinum, sum vit spæla…” er tað soleiðis og soleiðis. Tað minnir um, tá børn spæla og tey minna hvønn annan á hvat tað er, sum gongur fyri seg. Mannagongdin vísir seg at vera eitt einastandandi effektivt amboð námsfrøðiliga sæð – eisini í sambandi við at miðla Shakespeare. Tað er eins og viljin til at forklára minnisveika starvsfelaganum tað, hon skal siga, rakar okkum øll, sum tessvegna betur skilja tað, sum verður sagt. Tað vísir seg sum, at tá tann sonevndi fjórði veggurin verður brotin av áðum, ið eru so sjálvsagdar og menniskjansliga átrokandi sum hesar, ja, so gongur tað á ongan hátt út yvir listaliga støðið. Tað er eitt sindur sum við ævintýrunum hjá H.C.Andersen, sum kunnu fatast á fleiri stigum, ið væl at merkja ikki eru stigskipað soleiðis, at ein fatan er flottari enn hin.
Søgugongdin í leikinum er í stuttum, at tann avgamli og ráðaríki Lear Kongur av Britannia boðar frá, at hann fer at leggja frá sær og ynskir at býta ríkið millum sínar tríggjar døtur. Hetta ger hann í veruleikanum fyri ikki at missa valdið og krevur trúskaparlyfti frá teimum trimum. Tær báðar elstu døturnar gera sum hann ynskir, men ikki tann yngsta; gløgga yndisdótturin Cordelia. Hon er fívilin, autentiska menniskjað, sum gjøgnumskoðar lúnsku ætlanirnar hjá pápanum. Hon verður rikin burtur, meðan tær eldru systrarnar válka sær í valdinum, sum korrumperar bæði tær og alt rundanum. Ein áhugaverd parallelsøga er tann um ráðgevan Gloucester jall og synir hansara – báðar søgur snúgva seg um at ganga til grundar tí mann ikki dugir at raðfesta ekta fram um falskt, rætt fram um skeivt, kærleika fram um hatur. Við ambitiónum um status og vald verður kósin soleiðis løgd fram móti kríggj og glatan.
Samstundis sum tey óndu flenna og tey góðu gráta verða løgini pilkað av fólkunum, so at vit síggja menniskjað í øllum hennara elendiga veldi. Vit kenna øll Lear Kong ha? Hann er stjórin, sum ikki hevur álit á, at tú megnar at loysa tínar arbeiðsuppgávur. Hann er tað gamla tvørballið, sum noktar at flyta seg úr ljósinum, har hann stendur og skuggar fyri, at nakar annar sleppur at blóma og tað er langt úti inntil tú sjálv verður júst tað tvørballið, sum noktar at lata nakran annan taka pallin. Í leikinum síggjast so mangir menniskjansligir veikleikar, tvørsagnir og vantandi evni at standa ímóti ónskapi og líkasælu. Og beint nú meðan eg skrivi sigur útvarpsmaðurin, at í minsta lagið 289 børn eru druknað á veg um Miðjarahavið til Europa higartil í ár og at ein ráðharri er farin frá í Rumenia orsakað av óskili á ellisheimum í Bukarest, har búfólkini vóru misrøkt og pínd. Tað er ófatiligt og tað er beint her í ófatiliga myrkrinum, at Shakespeare spískar pennin.
Uppsetingin av Lear Kongi spyr hvørt ein sjónleikari við Alzheimers kann spæla sjónleik. Skjóta svarið er nei, tað kann mann ikki, tí minnið er grundleggjandi fyri ein sjónleikara. Men hesin sjónleikurin letur upp fyri øðrum svarum enn teimum skjótu svarthvítu. Sjónleikur er eitt kollektivt listaslag - ivaðist tú nakrantíð í hesum, far so og hygg í Sjónleikarhúsinum. Her verður søgan um eina passioneraða sjónleikarfamilju søgd – ja ikki bara eina, tí Tórgarðsystkini eru øll framúrskarandi á palli og Shakespeare liggur jú serliga væl fyri hjá teimum – pápi teirra Axel týddi m.a. Shakespeare til føroyskt og Hans Tórgarð heldur fram hetta týdningarmikla arbeiði við málsligum og kreativum yvirskoti. Tær báðar Súsanna Tórgarð og Gunnvá Zachariasen spæla sínar hástóru drottningaleiklutir við sannførandi skálkabrosi og humor og Kristina Sørensen Ougaard er aftur hesa ferð eitt satt undur av einum sjónleikara, sum ongantíð trilvar ella stetlar og støðugt hevur eina einastandandi teiming og nærveru. Í samspælinum við Biritu Mohr vísir hon harumframt ein serligan opinleika, sum er rørandi at uppliva. Tó, at Birita Mohr í løtum verður eitt lítið sindur órólig og burturhugað, tykist hon sum heild trívast væl á pallinum í samspæli við sínar kollegar. Eg dugi ikki at meta um tað etiska í verkætlanini sum so - hetta hava longu ein prestur og ein avvarðandi tosað um í Ljóðaranum og síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli. Men við støði í egnum royndum veit eg, at hetta avgjørt ikki er ein hóskandi model fyri ein og hvønn minnisveikan persón - øll eru vit ymisk eisini á hasum økinum. Sum heild er castingin gjøgnumførd og neyv. Búi Dam spælir sjálvur tann ambitiøsa geykaungan Edmund við hóskandi blandi av lifri og fanansskapi og ókvæmisorðastreymurin frá Riu Tórgarð fer ikki frá mær aftur – heilt fantastiskt. Egi Dam hevði sjálvur ein ikki so lítlan leiklut í samspæli við Biritu Mohr um høvuðspersónin Lear og tað var imponerandi at síggja tær ymisku fasettirnar í hansara spæli frá stillisligu byrjanini til hann sum hálvnakni og ørligi Lear fer at fylgja biddaravísmanninum. Eisini her hómast humor og innilig likamlig nærvera í spælinum. Bæði Gloucester jallur og sonur hansara Edgar fáa syrgiligar lagnur, sum eru úrslitið av góðvarni, eksistentiellum leti ella eini ávísari líkasælu viðvíkjandi teirra íbornu aðalsprivilegium. Í góða spælinum hjá ávikavist Hans Tórgarð og Bárði Persson fær tragedian í hesum partinum av leikinum ekspressivt bit – tað er flott og sterkt spælt.
Nógvir leikarar eru við og mong onnur, sum eiga rós fyri, at Lear Kongur eydnast sum eitt slóðbrótandi listaverk og her kemur mítt einasta hjartasuff, sum viðvíkur leikskránni. Mikið apropos tosinum um førleikar, sum hvørva, so er sjónin á tygara ummælara ikki so super sum hon var og eg dugi í hvussu er illa at lesa allan tekstin, sum stendur við appilsingulum á svartari grund. Mær hevði eisini dámt betur um leikararnir vóru presenteraðir við mynd og leikluti og um referatið stóð skrivað í nútíð og leikskráin var ein ordiligur bóklingur við plássi til tingini. Hetta eru smáting, sum ivaleyst hava við støðuna hjá Det Ferösche Compagnie at gera og sum eisini verður viðmerkt í heilsanini í leikskránni frá kreativa framleiðaranum, Duritu Sumberg Poulsen, ið ger vart við vánaligu umstøðurnar hjá fríyrkisleiklistafólki í Føroym. Sum skilst er henda uppsetingin eitt úrslit av hørðum stríði og treiskleika - tað er sanniliga harmiligt, at so dugnalig listafólk skulu blíva við at hava so óvirðiligar arbeiðsumstøður.
Leikurin um Lear Kong kann tykjast fløkjaligur við hópin av søgugongdum og evnisviðgerðum, sum díkja á áskoðaran, men í Sjónleikarhúsinum í gjárkvøldið tóktist einki torskilt sum so. Vit áskoðarar sótu heilt úti á kantinum á stólinum, sansabumbað av einum sonnum fýrverki av tónleiki og kreativari scenografi við dramatiskum og stuttligum detaljum. Dánjal á Neystabø hevur skapt spennandi tónleikin, sum hevur sera stóran týdning í leikinum bæði sum partur av huglagsmyndum og frásøgn, men eisini sum eitt framúrskarandi sceniskt og dramatiskt element; yvirhøvur er hornorkesturgongan við dugnaligu tónleikarunum serstakliga væl hugsað. Fleiri listaligar orsøkir eru til, at leikurin um Lear Kong ikki kennist deprimerandi og at áskoðarin eftir leiklok ikki kennir seg niðurboygda, men harafturímóti kveikta. Eitt er, at leikurin er framúr væl tulkaður av sjónleikarum ljós, ljóði, tónasmiði, tónleikarum, scenografi, effektum og búnum – scenografurin, Sámal Blak hevur sín egna máta at gera tingini uppá – tað er fantastiskt – eisini, tá hann innflytur elementir frá splatter & western í ein renesansuleik. Búnar og stíling hjá Sólvør Helgadóttir og Døgg Nónsgjógv er somuleiðis praktfult á at skoða og so er talan jú um ein tekst hjá William Shakespeare og tann dygdin fornoktar seg ikki. Hann letur tað dramatisku niðurferðina hjá persónunum verða mótsvaraða av eini øvugtari gongd, sum kyndir okkurt slag av ljós í myrkrinum. Báðir teir villeiddu høvuðspersónarnir gerast onkursvegna klókari sum leikur líður. Gloucester verður klárskygdur, tá eyguni eru horvin og enntá Lear Kongur fær varhugan av sínum egnu skeivu raðfestingum. Og so er tað vælgerandi og so typiskt fyri Shakespeare, at allar møguligar ásannanir og lívsinnlit nettupp ikki geva atgongd til nýggjar møguleikar, eitt fagurt nýtt ljósareytt lív sum í amerikanskum animatiónsfilmum, har tey vøkru og perfektu liva lukkuliga í allar ævir. Shakespeare lýsir tilverunnar treytir soleiðis sum tær eru meðan vit ota okkum fram móti eggini og teirri bíðandi avgrundini. Her er eingin fyrireikandi aðalroynd – hetta er tað.
Det Ferösche Compagnie hevur við Búa Dam sum leikstjóra enn einaferð megnað tað ótrúliga; at skapa eitt viðkomandi aktuelt og sterkt, føroyskt listaverk, sum samstundis er ein heiðurskvøða ikki bara til mammu leikstjóran, sjónleikaran, Biritu Mohr, men sum eisini inniheldur eina samfelagskritiska greining av okkara viðferð av minnisveikum medborgarum. Tað er heilt ófatiliga væl hugsað og gjørt – ikki við peikifingrum, rópi og garteran, men við púra vanligari menniskjansligheit og einari sannari flóðaldu av kærleika og tað er kærleikin, sum vætir eygnakrókin og sum ger, at mann fer upplyft úr Sjónleikarhúsinum út aftur í myrkrið.
Kinna Poulsen
Framsýningin hjá Silju Strøm er opin eftir avtalu
/Nógv fólk hava sæð framsýningina í Víngarðinum við málningum hjá Silju Strøm. Komandi vikuskifti verður stongt, men hevur onkur hug at síggja framsýningina, ber til at gera avtalu við kuratorin á kip@glasir.fo
Talan er um oljumálningar á pappír og plátu. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks. Koloristiskt sýnast myndirnar somuleiðis samanhangandi við lýsandi bráum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í gulum, ljósareyðum ella ljósabláum támi. Tað snýr seg framvegis um viðurskifti millum menniskju og umhvørvið sum tað gjørdi fyrr hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning í Steinprenti við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari. Myndirnar eru sterkar og samantrunkaðar sum listaligir bótamolar við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum. Við fjarstøðu sært tú myndirnar sum abstraktar við litum, rørslum og bygnaði, men tá tú ert komin eitt sindur nærri, varnast tú ymisk skap, ið spakuliga daga undan og samlast í tínum hugaheimi. Framsýningarheitið er somuleiðis fleirtýtt; I WANTED ANOTHER LANDSCAPE, ANOTHER TONGUE er ein setningur, sum Silja hevur lænt úr eini skaldsøgu hjá Virginia Woolf, har hann verður brúktur til at lýsa vakurleikan, ið er so vakur, at hann ikki kann lýsast við orðum. Myndirnar tykjast merktar av stórari máligleði, men sjálvt um málningarnir bæði formliga og innihaldsliga tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini fleiristaðni ein farri av sorgblídni. Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av frástøðu við sær og óbundna orðingin fevnir um fleiri sløg av longsli – tá talan er um tungumál, kemur mann kanska eisini í tankar um, at Silja seinnu árini hevur havt fleiri heimlond, Bretland, har hon býr í dag, Skotland, har hon var útbúgvin og Føroyar her hon vaks upp í Vestmanna.
Komandi dagarnar er so statt opið í Víngarðinum eftir avtalu og annars er opið 20.-22. Juli og 27. juli.
Tíðin er ein døkk mekanikk
/Vakri ljósablái bóklingurin er so tunnur og eteriskur, at hann næstan fer á flog áðrenn mann so mikið sum hevur blaðað upp á fyrstu síðu við skýgerðum. Men eftir sum perman sigur, at hetta er WICKED FYSIKK hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, so visti eg frammanundan, at talan er um eina yrking av hesari verð – eg hoyrdi nevniliga yrkjarinnuna lesa hana upp á einum tiltaki í sambandi við G! í fjør og var tá (innantanna) á gosi og hugtikin um hesa serstøku yrking.
Bóklingurin minnir í skapi bæði um eina listafólkabók og eitt zine, t.e. eitt tekstalslag, ið ofta fevnir um sjálvútgivin verk við tekstum/myndum, ið er margfaldað í kopimaskinu. Eins og ein listafólkabók eru eintøkini talmerkt; mítt eintak er sostatt nummar 20 av tilsamans 42 og at talan er um eina ”veruliga” bókaútgávu, sum kann keypast (fyri 21 krónur (!!)), sæst á ISBN eyðmerkingini aftast. Eg havi seinni fingið upplýst frá Lív Mariu Róadóttir Jæger, at talan er um eina sonevnda chapbook og at hon kann keypast um mann vendir sær til hana ella á bandcamp-síðuni hjá SUPERVISJÓN: https://supervisjon.bandcamp.com/album/wicked-fysikk
Tøl og nummur tykjast yvirhøvur hava ein rættiliga stóran leiklut í yrkingini, sum fyri tað fyrsta er býtt upp í fýra talmerktar partar. Harumframt gongur onkur obskur teljing fyri seg uttast høgrumegin á blaðsíðunum í bóklinginum, ið tú fyrst kanst mistaka fyri reglutøl, men tað heldur ikki heilt. Eg hugsi, at tað kanska er okkurt slag av notutilsping til Aristoteles, ið sum skilst er eitt útgangsstøði hjá yrkingini – eisini í hesum føri upplýsti yrkjarinnan meg um, at talan er um eina sonevnda Bekkers-nummerering, sum er ein citatiónskipan sum verður brúkt spesifikt til at finna runt í teksti og verkum hjá Aristoteles tvørtur um ymiskar útgávur/umsetingar gjøgnum tíðinar. Fysikkin hjá Aristoteles er eitt savn av vísindaligum tekstum um ymisk náttúrufyribrigdi, sum grikski filosoffurin og fjølfrøðingurin skrivaði í fleiri ritgerðum. Heimsmyndin hjá Aristoteles var geocentrisk og tók støði í teimum fýra frumevnunum, í rørslum, broytingum, íkomu og hvørving við atliti til sansir, minni og tilvit. Sjálv havi eg eina nógv betur hilling á hinum útgangsstøðinum hjá yrkingini, t.e. popphittið Wicked Game hjá Chris Isaak frá 1989 og sum David Lynch hevði við í síni døkku grimdarromansu, Wild at Heart í 1990, tá ungdómar av álvara tóku innsmikrandi dapra sangin um ólukkuligan kærleika til sín. Millum okkum lesandi fyrst í hálvfemsunum var sangurin koyrdur á repeat og var ein formidabul og nógv nýttur klemmi-og fríggisangur.
Aristoteles skilir í millum tað, sum er í rørslu og tað, sum stendur stilt og tað er við hesum setningi í parentes, at yrkingin byrjar við eini staðfesting av, at okkurt er úr natúr meðan annað ikki er. Síðan stinga nakrir meira gerandisligir og samtíðarligir lutir seg upp sum sofa, sjónvarp og videolag - spurt verður um hvar hesi passa inn. Endurtikna reglan ”minni um skýggj/ minni um skýggj” festir í myndirnar av skýggjum í bóklinginum og leiðir okkum yvir í næsta part, sum lýsir eitt minni um videolagið hjá Herb Ritts av Wicked Game, har tónleikarin Chris Isaak og supermodellin Helena Christensen spæla forelskaði á eini strond í Hawaii. Videolagið verður í huganum á yrkjaraegnum til eitt slag av skapanarsøgu um tey fyrstu menniskjuni á jørð, sum ”koma úr aldunum/ næstan nakin”. Teir báðir leikararnir verða lýstir sum mann sær teir í videolagnum í sansaligum nærmyndum av húð og eygnavippum og við samkennandi eitt sindur barnsligari empati: ”hvassi hvassi pálmin/ hon gníggjar kroppin har/ eg haldi at hon fær ilt”. Yrkjaraegið roynir at skipa hesi minni sambært kategoriseringini hjá Aristoteles av tí, sum er í rørslu og tað, sum er stilt. Triðja brot snýr seg um at minnast tíðina, sum fer; egpersónurin er bangin fyri at gloyma og minnast sítt lív gjøgnum sjónvarpsrásina MTV.
”…eg minnist aftureftir
gjøgnum linsuna í einum kamera
eg skilji at tíðin er ein døkk mekanikk
ein rond millum land og sjógv á monokromum Hawaii
í einum videolag…”
Umframt at vera væl útborin intellektuelt við vitan um samtíðarrák og -poesi og við eini sermerktari yrkjararødd og tóna, dugir Lív Maria Róadóttir Jæger at skriva so at tað bæði situr og flýgur og tað er ein nógv sjáldnari eginleiki enn mann skuldi trúð. Hon er fødd í 1981, er útbúgvin mag art innan filosofi og gav í 2015 út yrkingasavnið Hvít Sól. Í 2020 kom seinasta yrkingasavnið higartil, Eg skrivi á vátt pappír, sum hon fekk Virðisløn M.A.Jacobsens fyri, men inn í millum hevur hon gjørt ymiskt annað á listútbúgvingini á setrinum, har hon starvast og ymiskt crossover – eitt nú verða hennara tekstir ofta brúktir í tónleikaverkætlanum eins og teir til tíðir verða til visuella poesi í steinprentum og eini flottari veggjaryrkingsáheitan til landsstýrismannin í mentamálum, sum var inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad.
WICKED FYSIKK er altso ein skapanarsøga, sum yrkjaraegið ger sær við støði í einum monokromum videolagi frá 1991, har ítøkilig element sum vatn, pálmatrø, lava- og sandstrond umskarast við skýggj, gos og damp, ið eru ólikamlig og óítøkilig eins og minnið. Í fjórða parti av yrkingini verða tær fyrstu staðfestingarnar endurtiknar, men nú eru náttúrufyribrigdini skift út við minnini, ið eisini eru natúr. Eisini her eru praktfullar orðingar um tey bæði æviga spilnaknu frummenniskjuni, Helenu og Chris, sum altíð fara at vera til - tað klæðir yrkingunum, tá tær flyta seg undan sínum hugsaða varsemi og stoyta seg út av eggini.
”teirra videohúð
teirra grovu stelkar
tey fara ongantíð í klæðir
tey fara altíð at vera til!
teirra børn búgva í pálmunum
og teirra armar eru stórvaksin bløð
hárið er fræhvítt kokos
og sólin skínur millum teirra tenn”
Ein stórur trupulleiki við hesari ljósabláu útgávuni er, at hon fær lesaran at brellast - so kæra Lív, skriva meira! Nógv meira!
Ein bleyt framsýning við broddi
/Neyvan er broddur mjúkur at strúka, tí tað eru tey ytstu grovu hárini á seyðaullini, vit kalla brodd. Broddur kann somuleiðis sipa til okkurt hvasst ella spískt, sum stingur seg fram - tað kundi tessvegna ligið okkurt progressivt í at kalla eina framsýning fyri Brodd og tað ger tað eisini - í øllum førum partvíst á framsýningini, Broddur, ið somuleiðis fevnir um mjúkar flatar. Framsýningin læt upp í dag, 2.juli í Müllers Pakkhúsi. Meðan eg gekk runt og skoðaði tey fínu verkini, fekk eg brádliga tann tankan, at vit møguliga hava gjørt tóvirkislistini eina bjarnartænastu við øllum teimum mongu tilfarsligu, handverkligu, siðsøguligu og eftirhondini eisini rættiliga eksotiserandi (ferðafólkavinaligu) frágreiðingunum, sum partú skulu knýtast uppí hana. - Alt gott um ull sum Føroya gull og burðardygt tilfar osfr. men skal tekstillistin javnsetast við aðra myndlist í okkara tíð, má hon leggja ullarprátið á hillina - samanbera vit við oljumálningar, standmyndir og installatiónslist, so fevna tey listaverkini eyðvitað um annað og meira enn bara sítt tilfar og tøkni. Fleiri dømi eru á framsýningini um tekstilverk, ið onkursvegna transcendera sítt ullinta upphav og gerast poetisk.
Gamaní er framsýningin í Müllers Pakkhúsi, sum tað hoyrist á framsýningarheitinum og fleiri verkheitum, miðsavnað um ull sum tilfar við dømum úr t.d.húsbúnaði, húsabjálving og klædnadesign og einki er at ivast í, at ull sum tilfar eisini er høvuðsevnið á temakvøldinum, sum verður hóskvøldið í sambandi við framsýningina, men tað er kortini heilt týðiligt, at tey listaligu atlitini hava ligið frammarlaga - tað sást á mátanum framsýningin er sorterað og disponerað, so at tað er ein fragd at skoða hesi abstraktu høvuðsverkini úr føroyskari listasøgu og samtíðarlist.
Tað eru tær báðar listakvinnurnar, Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, sum skipa fyri framsýningini, ið verður at síggja alla vikuna til 9.juli frá klokkan 12 til 18. Súsan og Ragnhild framsýna sjálvar stórfingin verk sum til dømis stóra vovna verkið hjá Ragnhild, sum hon framsýndi á framsýningini BROT í Listasavninum. Tað er millum tey nýggjaru listaverkini á afturlítandi framsýningini í Müllers Pakkhúsi; eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við at síggja til óstøðugum organiskum formatiónum, sum sveima í svarthvíta myndaflatanum og tykist umbroytast meðan tú hyggur. Fiskastykki hjá Súsan í Jákupsstovu er ein fjálg og vøkur vovin mynd frá umleið 1980 við dekorativum, geometriseraðum gráum og bláum mynstri og við heitari gulum og brúnligum skapum rundanum. Myndevnisliga útgangsstøðið er tikið í snøgga saltfiskaskapinum og mynstrunum, tá fiskurin varð breiddur - sum listakvinnan upplivdi sum smágenta á fiskastykkinum í Sørvági - men alt tað hevur í roynd og veru lítlan og ongan týdning fyri fatanina av einum tílíkum konstruktivistiskum verki, ið skapar sín egna sjálvstøðuga heim av formum og litum, sum broytist alt eftir hvagar tú hyggur og fokuserar á myndaflatanum. Mann má geva sær tíð at hyggja, at mann varnast øll frábrigdini og forskjótingarnar, ið henda tá tú skiftir millum at lata eygað hvíla á staklutum og heildum,
Framsýnarar: Astrid Andreassen, Ása Hátún, Neysting, Guðrun & Guðrun, Poulina Jóanesardóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Súsan í Jákupsstovu, Tita Vinther, Thorup Copenhagen, Ulladukkurnar (livandi verkstova) og Wuul.
Hóskvøldið 6.juli klokkan 18 verður temakvøld í sambandi við framsýningina. Framløgur: Alfred Olsen um húsabjálving, Dorthea Joensen, frá Búnaðarstovuni, Sissal Kristiansen um lesull, Dorit Hansen og Guðrun Elttør, um Spinnaríið, Wuul, um Ullarulluna, Súsan í Jákupsstovu.
súsan í jákupsstovu
Tita Vinther
blómur á ferniseringsdegnum
ragnhild hjalmarsdóttir højgaard
Poulina jóanesardóttir
Ása hátún
súsan í jákupsstovu
astrid andreasen
Astrid andreasen brotmynd
thorup copenhagen - ragnhild hjalmarsdóttir højgaard
Fernisering: Framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk 2023
/Fríggjadagin 30. juni kl. 16-18 letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp
Skrá:
Kl. 16:00
- Karina Lykke Grand, savnsstjóri, bjóðar vælkomin
- Bárður Dal Christiansen, formaður í Føroysk Myndlistafólk, heldur røðu
- Knút Háberg Eysturstein spælir nøkur løg
Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri framsýningini. Siðvenja fyri framsýningina er, at øll kunnu senda verk inn til metingar hjá eini úrvalsnevnd. Í ár hevur felagið heitt á allar sínar limir at sýna fram, og í felag hava tey gjørt framsýningina. Á framsýningini kanst tú uppliva eitt fjølbroytt úrval av nýggjari list hjá limunum í felagnum.
Føroysk Myndlistafólk er ein felagsskapur fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast. Ein týðandi liður í hesum arbeiði hevur síðani 1990 verið at skipa fyri eini árligari framsýning á Listasavni Føroya.
Listasavn Føroya og Føroysk Myndlistafólk bjóða ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er opin til og við 23. juli.
Summarframsýning í Steinprenti
/Ársins summarframsýning fevnir sum vant millum annað um verk hjá dygdargóðu listafólkunum, ið hava arbeitt í Steinprent í seinastuni. Úr ymsum hornum í norðanlondunum og heiman hava vit fingið vitjanir, ið hava havt við sær nýggj sjónarmið, íblástur og ikki minst stimbrandi eldhug listafólksins, sum ger verkstað okkara til eitt livandi arbeiðsumhvørvi. Millum hesi eru Anna Seppälä úr Finnlandi, sum síðan 1998 á ymiskan hátt hevur ríkað føroyska listapallin við litfagra og ekspressiva blómuheimi sínum. Dansknorska Nina Kleivan vitjaði fyri fyrstu ferð á Steinprenti og legði fyri eitt spennandi nýtt samstarv við teim avbjóðingum ið fylgja við. Eisini Julie Sass hevur í mong ár eftirhondini gjørt seg sjónliga í Føroyum, har hon fleiri ferð er vend aftur at framsýna í hølum okkara, á Listasavn Føroya og nýligani í Víngarðinum. Hanni Bjartalíð, sum herfyri fekk Listafólkalønina frá Mentanargrunni Landsins, framsýnir spildurnýggj trærelieff. Matstovan ROKS er prýdd frá loft til kjallara við verkum hjáTóroddi Poulsen. Í hesum sambandi hevur hann seinastu tíðina gjørt eina røð av steinprentum í tráð við hetta konseptið. Fríða Matras Brekku, ið var við til at stovna grafiska verkstaðin í sínari tíð, og Louise Aakerman Nielsen, sum eisini arbeiðir í Steinprenti, eru báðar grafikarar, við drúgvum royndum innan ymsar arbeiðshættir. Við á framsýningini eru eisini nýggju steinprentini hjá Rannvá Kunoy, ið er ein listakvinna, sum av álvara hevur gjørt vart við seg í altjóða listaheiminum. Undurfulla og serstaka litevnið, hon nýtir til málningar sínar hava vit í fleiri ár gjørt litografiskar royndir og nú eru fyrstu áhugaverdu úrslitini at síggja.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið bæði í framsýningarhølinum og á verkstaðnum.
Mikkjal Matras Andersson, Steinprent.
hanni bjartalíð
tóroddur poulsen og Hansina iversen
hanni bjartalíð
rannvá kunoy - detail
anna Seppälä
nina kleivan
tóroddur poulsen
louise aakerman nielsen
julie sass
BankNordik-savnið keypt verk frá Silju Strøm
/Sambært tíðindaskrivi eru trý ár liðin av fimm ára avtaluni millum BankNordik og Sjálvsognarstovnin BankNordik-savnið um stuðul til keyp av føroyskari samtíðarlist. Við stuðlinum, kr. 450.000 hesi árini, hevur BankNordik-savnið keypt 32 listaverk frá átta listafólkum, sum ikki frammanundan eru í savninum.
Í juni mánaði 2023 ognaði BankNordik-savnið sær seks nýggj listaverk eftir Silju Strøm. Silja Strøm er fødd 16.1 1987 í Keypmannahavn og er uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur nomið sær útbúgving í Skotlandi frá The Glasgow School of Art 2007-2011, BA Hons Fine Art (Painting and Printmaking) og á The Academy of Fine Art, Vienna, Austria 2009-2010. Silja Strøm býr og arbeiðir í London, men vitjar javnan heim til Føroya, har hon arbeiðir og hevur sersýningar. Hon hevur havt fleiri framsýningar bæði úti og her heima og hevur verið við til at listprýða nýggju løgreglustøðina í Havn saman við Anker Mortensen. Silja Strøm gongur nýggjar listaligar leiðir eins og fleiri av teimum ungu listafólkunum í Føroyum. Stílurin hjá henni er bæði abstraktur og figurativur, og hon nýtir nógv kroppin sum myndevni, har hon lýsir og viðger viðurskifti millum menniskju, umhvørvi, lutir og annað, sum er rundanum okkum. Heitini á listaverkunum hjá Silju Strøm hava í sær eina søgu. Onkur teirra vísa til, hvat gongur fyri seg á myndunum á ein neutralan hátt, meðan onnur heiti eru poetisk orðað og hava onkursvegna skaldsligan dám. Í listaverkunum verða soleiðis søgur fortaldar bæði við heitinum og í sjálvari myndini. So tað fer fram ein ørgrynna av hendingum í myndunum. Listaverkini hjá Silju Strøm eru ljós og hava ein dám av lættleika, sum pastelllitirnir eisini stuðla undir. Litirnir liggja í fleiri løgum og eru tíðum gjøgnumskygdir og skapa rúmd í myndunum. Úrslitið er í stóran mun eitt ljóst ævintýrikent huglag í myndunum, sum avspegla lívsgleði og vón. Listin hjá Silju Strøm er áhugaverd, men øðrvísi. Tað krevur tol og umhugsni hjá áskoðaranum at sundurskilja og fata, hvat veruliga gongur fyri seg í myndunum; hvat søgurnar hjá Silju Strøm fortelja. Ein spennandi ferð inn í listina hjá einum listafólki.
LISTAFÓLKALØNIR 2023
/Nevndin hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár fyri at arbeiða burturav við bókmentum, myndlist og tónlist:
Marjun Syderbø Kjelnæs, Hanni Julius Bjartalíð og Dánjal Dam á Neystabø
Bókmentalig faknevnd segði um Marjuna Syderbø Kjelnæs:
“Marjun Syderbø Kjelnæs er ein av okkara virknastu høvundum, sum hevur givið dygdargóðan skaldskap út í 20 ár. Hon er vorðin viðurkend fyri sínar skaldsøgur, yrkingasøvn og leikir. Hon hevur vunnið virðislønir og hevur gjørt vart við seg bæði heima og altjóða. Seinast eru hennara verk Karmageitin og Gentukamarið tilnevnd bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hon hevur framman undan roynt nýggjar leiðir við listarligum samstørvum við m.a. tónleikaranum Eivør Pálsdóttir og filmsleikstjóranum Sakaris Stórá. Marjun Syderbø Kjelnæs hevur arbeitt yrkisliga við skriving seinasta árið, og mett verður, at framsøknu ætlanir hennara um m.a. triðja verki í triologiini fara at bera á mál.”
Í nevndini sótu: Óluva Klettskarð og Sámal Soll
Myndlistalig faknevnd segði um Hanna Julius Bjartalíð:
“Hanni Julius Bjartalíð er serkendur listamaður á høgum listaligum stigi. Hann hevur eitt afturkenniligt úttrykk, sum hann hevur støðugt ment og dýpt í fleiri áratíggju. Hanni Bjartalíð hevur rannsakað tilfar og tilgongdir og hevur haldgóðar royndir í at mála, prenta, tekna, gera relieff og standmyndir, bæði smáar og stórar. Hansara ætlan er at menna eitt monumentalt, skulpturelt myndamál við støði í abstraktum myndamáli. Lýsta menningin av monumentalum skulpturum er áhugaverd og slóðbrótandi í føroyskum høpi og hevur altjóða dygdir”.
Í nevndini sótu: Solveig Hanusardóttir Olsen og Dagmar Malena Winther
Tónlistalig faknevnd segði um Dánjal Dam á Neystabø:
“Dánjal D. Á Neystabø er nærlagdur, umhugsin og effektivur. Listaliga eru hansara avrik á einum høgum støði, og hansara ætlanir eru sera spennandi. Eisini her er talan um bæði tvørlistaligt, og tvørfakligt arbeiði, ið bendir á framskygni og evni til at flyta mørk. Her er eisini talan um samarbeiði sum koblar Føroyrar saman við útheimin. Dánjal D. Á Neystabø virkar til at hava nógv uppá hjarta, og hevur víst við sínum undanfarnu avrikum at tað er talan um haldfastar og gevandi útgávur bæði til børn og vaksin, og ofta øll í senn! Hetta prógvar at hann er førur fyri at skapa list við høgum listaligum virði og góðsku sum ríkar um okkara mentan”.
Í nevndini sótu: Per I. Højgaard Petersen og Atli Kárason Petersen
Umsóknir á sera høgum stigi
Inn komu 23 umsóknir, flestu teirra vóru á einum sera høgum listaligum stigi. Torført hevur verið at taka dagar ímillum dygdargóðu umsóknirnar. Samstundis fegnast vit um fjølbroytnið og gróðurin, sum er á teimum ymsu yrkislistaøkjunum.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, og lønirnar verða veittar umsøkjarum við støði í verkevni ella verkætlan, sum eftir nevndarinnar meting hava listalig og faklig dygdareyðkenni. Listafólkið skal í einum tríára skeiði arbeiða burturav við síni list. Listafólkalønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Nevndarinnar vegna
Nils Ohrt, virkandi formaður
Sjáldsama vøkur antologi
/RITLIST II 2023
Í dag fekk eg ta nýggju antologiina við tekstum hjá lesandi á Ritlist á Útbúgvingini í Listaligum Arbeiði á Fróðskaparsetrinum upp í hendurnar og hugsaði beinanvegin um ta gomlu ummælaraklisjéina um bókina, sum lá væl í hondunum, tí tað ger hon, útgávan ella rættari útgávurnar - tí talan er um fimm hefti, har tey fimm lesandi Súsanna Tórgarð, Katrin Joensen-Næs, Durita Midjord, Beinir Bergsson og Rannvá Glerfoss hava skrivað hvør sítt - og tey eru sjáldsama vøkur. Sniðgevingin hjá Billu Jenný Jónleifsdóttir er superestetisk og modernað við mjúkt litaðu, rómahvítu, ljósagulu, grábláu, og violettu permunum og so báðum ráhvítu gummibandunum, sum halda heftunum saman, men sum jú eisini bera brá av at vera okkurt slag av lummabókum. Tað er væl hugsað og undirstrikar prosesskendu tekstirnar, ið sum heild eru serstakliga ymiskir og jú eisini tekstbrot, ið eru fingin burturúr ymsum evnisviðgerðum í lestrartíðini. Her eru yrkingar, stuttsøgur, dømi um konseptuella skriving og aðrir tekstir, sum eru skrivaður við støði í skiftandi uppgávum, evnum og tekstasløgum. Og tó, at onkur einstakur tekstur møguliga var meira áhugaverdur at skriva enn at lesa er niveauið í lagi - havi sum heild lisið heftini við áhuga og gleði. Her eru yrkingar og prosa, monologar og orðaskifti, sosialrealistiskar persóns- og samfelagslýsingar, heimildaryrking og marrukendar framtíðarvisiónir. Høvundarnir eru ymiskir hvat viðvíkur aldri og royndum – og kanska kunnu vit siga, at tað er eitt sermerki við teimum, sum higartil hava valt at lesa á BA-útbúgvingini innan Listaligt Arbeiði á Fróðskaparsetrinum, at tey eru ymisk, ung og eldri. Hetta er kanska ikki so merkiligt um hugsað verður um, at vit ikki høvdu møguleikan her á landi fyri at velja tílíkar útbúgvingar fyrr enn í 2019, tá hendan útbúgvingin varð sett á stovn. Eftir ætlan skulu fleiri listaligar leiðir leggjast aftrat teimum báðum; ritlist og tónlist, sum útbúgvingin higartil fevnir um. Felags fyri báðar leiðir er, at námsevnini eru bæði verklig og ástøðilig. Endamálið við býtinum er, at tann lesandi ognar sær verkligan førleika til sjálvstøðugt listaligt arbeiði og fær grundleggjandi ástøðiliga vitan til at hugsa greinandi um list og egið skapandi listaligt arbeiði. - Stóri diversiteturin millum tey lesandi kann allarhelst vera avbjóðandi hjá lærarum og næmingum, men eg hugsi eisini, at ymiskleikin eisini kann geva næmingunum eitt breiðari menniskjaligt og bókmentaligt innlit, um tey lesandi megna at brúka hvønn annan. Um hugsað verður um stóru nøgdina av fólki við listaligum gávum her á landi, hevur tað týdning, at tey kunnu útbúgva seg í einum listaligum og akademiskum umhvørvi. Tað er týdningarmikið, at eitt tílíkt umhvørvi finst og at listaliga verkið hjá teimum lesandi, sum í hesum føri eru tekstir, verða virdir, lisnir, rættaðir, ritstjórnaðir og givnir út.
Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi. Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00.
Ritlist II
Forlagið Eksil 2023
Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl
Prent: Føroyaprent
Sniðgeving: Billa Jenny Jónleifsdóttir
Bókin er sett við: Gulim/Batang
Kostnaður: 300 kr
Bókaútgáva: RITLIST II 2023
/Mikukvøldið 21. juni klokkan 19.00 kanst tú uppliva undirskógin í føroyskum bókmentum. Lesandi frá Ritlist á Fróðskaparsetrinum og Forlagið Eksil skipa fyri útgávutiltaki, nú RITLIST II: Antologi verður útgivin. Ritlist er partur av BA-útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya.
Í hesi fínu útgávu við fimm smáum ritlingum savnaðir við einum elastikki, hava tey lesandi arbeitt við ymiskum tekstrøddum: ein framtíðardystopisk frásøgn um Føroyar, heimildaryrkingar, goymdar og gloymdar dagbókingar, monologar og stuttsøgur.
Tey, sum skriva eru:
Súsanna Tórgarð
Katrin Joensen-Næs
Durita Midjord
Beinir Bergsson
Rannvá Glerfoss
Tað eru Lív Maria Róadóttir Jæger og Kim Simonsen, ið hava ritstjórnað og samskipað útgávuna saman við teimum lesandi.
Upplestur verður úr hesum spildurnýggju tekstum í Reinsarínum mikukvøldið 21.juni klokkan 19.00.
Dupult, ivasamt, øvugt og fleirítýtt
/Statens musum for kunst Barok – Ud af mørket
- á listaferð í Keypmannahavn
Mánadagin eftir upplivingarríkan túr í Keypmannahavn siti eg og skrivi og hugsi. Havi verið mangar tílíkar listatúrar í danska høvuðsstaðnum, sum hevur ein týdningarmiklan leiklut fyri føroyska list – ein leiklut, sum eg havi tað eitt sindur dupult við nú hesin leiklutur er farin at broytast og vaksa nú stórir danskir grunnar sum Statens Kunstfond og Ny Carlsbergfondet í heilum koma okkum til hjálpar, tá føroyskir stovnar keypa listaverk. - Be careful what you wish for hugsi eg, tá eg lesi gleðiboðini, at Listasavn Føroya endiliga fær sína tiltrongdu útbygging og at danskir grunnar standa fyri meira enn helvtarupphæddini.
Høvið til listatúrin hesa ferð var annars virðislønarhandanin av sonevndu AICA virðislønunum – havi í nøkur ár verið partur av nevndini í donsku deildini av AICA – sum er eitt altjóða kritikarafelag. At eg eri biðin at vera við í slíkum felag er í sær sjálvum tekin um, at danski áhugin fyri føroysku listini er við at taka dik á seg og nú altso eisini á maktcentralum støðum innan listina í Danmark. Eitt annað dømi um tað sama er at ein føroysk framsýning, BROT – Færøsk samtidskunst i stort format kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska. Listasavn Føroya var millum tær shortlistaðu framsýningarnar hjá AICA – (tað endaði við at vera LOOMING við Amalie Smith á Holstebro Kunstmuseum, sum vann heiðurin at vera skýrd ársins framsýning). Fyri meg persónliga er tað altíð sera áhugavert at hitta aðrar norðurlendskar kritikarar, men spurningurin er um vit ikki áttu at havt okkara egnu deild av AICA og jú, eg veit; tá høvdu vit møguliga ikki verið so nógvir limir...
Út úr myrkrinum
Barokkframsýningin á Statens Museum for Kunst, sum hevur sama undirheiti sum mín bók um Tórodd Poulsen, er fyrimyndarliga góð eisini sjálvt um hon er fyriuttan spanskar og italskar barokkmeistarar sum Velazquez, Caravaggio og Gentilleschi. Á SMK hava tey í staðin valt at arbeiða burðardygt og skilagott og miðsavna seg um sítt egna ríka savn av barokklist og hartil nýtt høvið til at restaurera ymisk barokk høvuðsverk – tað er imponerandi at sjá og meðan eg gangi og hyggi at teimum stórfingnu glógvandi verkunum, sum eksellera við effektum og illusionistiskum brøgdum samstundis sum allar møguligar løgnar kantutar detaljur í málningum og prentum tykjast at kalla modernaðar, hugsi eg: Áttu vit í Føroyum bara ein einasta evarska lítlan hálendskan barokkmáling og eitt evarska stórt italskt barokkverk. Høvdu vit bara havt eina einstaka avstoyping av eini standmynd hjá Bernini (umframt aðrar úr fornøld og renesansu), so at eisini vit kundu víst okkara ungu og børnum tann velduga ítøkiliga samanhangin, europeisku listasøguna, sum eisini vit eru partur av, tó at føroysk myndlist byrjaði nógv seinni. Føroysk samtíðarlist tykist onkursvegna barokk, men hví tað og á hvønn hátt er nýmaterialisma skyld við barokka list?
Tað munu vera meira enn tjúgu ár síðani, at eg fyrstu ferð legði til merkis og undraði meg um, at eingin føroysk list var at síggja í Statens Museum for Kunst. Eg var á eini norðurlendskari framsýning við landslagslist einaferð fyri langari tíð síðani - tá mátti verið so upplagt at framsýnt onkur verk hjá føroyskum listafólkum antin har ella í føstu framsýningini hjá almenna danska tjóðarsavninum. Hinvegin so gera vit sjálvi ikki nógv burtur úr danskari list í Listasavni Føroya - hesum verður tað møguliga betur pláss fyri eftir útbyggingina.
Í kirkju?
Á Charlottenborg Kunsthal hevur Alexander Touborg umskapt framsýningarhølini til eina kirkju. Tað er í øllum førum heitið á framsýningini; Kirkjan, ið jú er eitt alt annað enn einfalt heiti, ið tykist ikki sørt ósmæðið funnið uppá av viðurkenda listamanninum. Kirkjan er ikki bara eitt gamalt hús – hon er eisini full av ómissandi funktiónum og tungum eksistentiellum týdningum. Fyri mítt viðkomandi hevur kirkjan myndað karmarnar kring nakrar grundleggjandi hendingar t.d. tá eg havi skula sagt mínum nærmastu farvæl. Allir partar av dópum og jarðarferðum,sálmar, prædikur, urguspæl, kórsangur, kirkjufólk er millum míni eymastu minni – hetta eru hendingar, sum hava verið við til at formað meg sum menniskja. Hvussu umsetir tú tílíkt mentalt tankagóðs til list? - Touborg hevur í fyrsta lagi valt at umdefinera framsýningarhølini til eitt kirkjurúm skipað í einum stórum høvuðsrúmi við síðuskipum. Vindeygaprýðingin er dominerandi partur av framsýningini og minnir at byrja við um vøkru glasmosaikkirnar, sum kunnu síggjast í undurfullum miðaldarkatedralum kring Europa. Talan er um klár og litføgur geometrisk mynstur, sum speglast í gólvinum og lita rúmini gul, blá og reyð. Tú varnast kortini nokk so skjótt, at talan ikki er um glasmosaikk, men um litað plastfolie, sum eru límað á vindeyguni á Charlottenborg og tað tykist onkursvegna lamenterandi grunt. Teir tríggir monumentalu, gulu og reyðu málningarnir fyri endan á hølinum sýnast meira autentiskir, men vinna ikki ordiliga frama í plastljósstrálushowinum í hølinum. Teir smáu Paul Kleekendu málningarnir hjálpa ikki nógv uppá støðuna á framsýningini. Súreplarondin í tí eina rúminum tykist grunn á sama hátt, - jú, vit kunnu ímynda okkum, at súreplið skal seta onkran kritiskan spurning við mátan, sum kirkjan so mangan hevur viljað stýrt uttan um kunnskapin, men sum áskoðari veitst tú ikki ordiliga hví súreplini ikki líkjast súreplum og hví tey eru málaði sum tey eru – dekorativt sum var tað Matisse, ið málaði. Einastaðni hongur ein kristusfigurur og sveimar við blaðgulli á aftan. Tilfarsvalið undirstrikar onkursvegna fátækradømi í tilfarinum á framsýningini, sum á so mangan hátt vísir til stórfingna miðaldar og renesansulist – eitt nú krossarnar hjá Giotto í t.d. Santa Maria Novella í Firenze.
Hvørt meta-listaligt simulacrum og tilvísingar eydnast ella ikki, er eitt komplekst samspæl millum verk og samtíð, har tú sum áskoðari tekur støðu til um tær assosiatiónir, tú fært, geva meining, innihaldsliga, tilfarsliga konseptuelt. Tað er jú ikki í sjálvum sær trupult at brúka bíligt tilfar í samtíðarlist, tvørturímóti, men onkuntíð riggar tað ikki. - Tað er eins og framsýningin hjá Alexander Touborg setir seg ímillum stólarnar og tykist hvørki nóg innilig ella nóg kritisk. Eg gangi inni á Charlottenborg og undrist um, at hetta staðið, sjálv miðjan í danskari listamaktini; ein framsýning, stuðlað av øllum, kuraterað og gjølliga hugsað og gjørd við av ikki bara einum dugnaligum listafólki, men eisini hópin av hjálparum á øllum stigum, kundi gerast so slættlig.
Kirken Charlottenborg Kunsthal
Hvar blíva tey vaksnu av?
Uttanfyri síggi eg í telefonini, at Føroya Symfoniorkestur nú aftur leggur seg eftir at framføra russiskar tónar á heystkonsertini 24.september. Tað er fyrsta symfoni hjá Prokofiev, sum jú varð føddur í Donetsk Ukraina – mann hoyrir fyri sær barnsliga tvøran skellilátur og undrast um hvar tey vaksnu blivu av, tá skráin hjá FSO skuldi leggjast og hví tað brádliga gjørdist so øgiliga umráðandi at spæla russiskan tónleik javnt og samt og allatíð. Eg fái mær kaffi og verði í betri lag, tá eg lesi tað gjølliga, vælargumenteraða og sera atfinningarsama ummælið hjá unga ummælaranum á Information, Bodil Skovgaard Nielsen av Kirken. Tað er vælgerandi at lesa, er kritiskt og gløgt og letur upp fyri egnum hugsanum og metingum júst sum tann neyðuga hvassi Skannarin 2.0, sum eg lurtaði eftir, tá eg var komin heim aftur á hotellið. Og tað kann vera, at tey bæði Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen ljóða meira avrundað vaksin enn áðurnevndi ummælari, men kritikkurin er eins neyðugur og hann er hvassur, serliga áminningin um hvat journalistikkur er og hvat journalistikkur aldeilis ikki er.
Samtíðarlist fyrr og nú
Komst tú úr Føroyum og gekst tær eina gallarírundferð í Keypmannhavn fyri tjúgufimtan árum síðani, kundi tú tað sama havt ferðast við eini rúkandi DeLorean tíðarmaskinu til framtíðina – so risastórur var munurin millum ta klassisku modernistisku føroysku hálvabstraktu landslagslistina og so tað, tú kundi síggja av (merkverdigari!) samtíðarlist uttanlanda. Vit hava framvegis landslagslistina, men hon er bara eitt av mongum sporum í føroysku samtíðarlistini, sum í sinn og skinn ikki er nógv øðrvísi enn listin aðrastaðni og hvør veit – møguliga høvdu vit klárað áðurnevnda kirkjurúmið eitt sindur betur enn tað var gjørt á Charlottenborg. Kristiligur inniligleiki er okkum í hvussu er ikki eins fremmandur og hann tykist vera mitt í stórbýnum.
Truth is like poetry nikolaj kunsthal
Ein onnur kirkja
Skt. Nikolaj Kirke liggur miðskeiðis í miðbýnum og er ein gomul miðaldar- og renesansukirkja, sum í mong ár hevur virkað sum samtíðarlistahøll; Nikolaj Kunsthal. Tað er áhugavert at síggja framsýningina hjá danska listamanninum, Mikkel Carl, ið hevur brúkt tað gamla kirkjurúmið til eina totalinstallatión við heitinum Truth Is Like Poetry. Framsýningin er á mangan hátt eyðkend fyri sína samtíð – hon er spektakuler, effektfull, refererandi og simulerandi. Á sama hátt sum áðurnevndi Alexander Touborg, hevur Mikkel Carl viðgjørt vindeygu og ljós, so at framsýningarrúmið verður ljósareytt og ljósagrønt – miðskeiðis sveimar ein rundur spegil og innfangar áskoðaran í kirkjurúminum. Spegilin er primitivt settur saman, so at tú sært skoytini sum var tað ein skúlaverkætlan ella eitt hálvfemsaraverk og sjálvandi er tað tilvitað simulacrum og møguliga eisini eitt nikk til listasøguna hjá Nikolaj Kunsthal, sum í trýssunum var karmur kring eina týdningarmikla fluxusframsýning, men eg veit ikki ordiliga. Júst sum á Charlottenborg tekur tað ein hálvan minutt at uppdaga alla kunstigheitina, at steintalvur og -múrar er málað masonitt og aftur her stoytir tilfarsliga fátækradømið áskoðaran frá sær.
Leave me Breathless
Tað er sera løgið at uppliva tað øvugta í einum nýopnaðum framsýningarstaði í Valby, har føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen brúkar ein part av sínum atelieri á Værkstedsvej til gallaríið Bonne Espérance. Jóhan Martin Christiansen hevur sjálvur eina vakra framsýning, Leave me Breathless í Ole Vinter Room, fundarrúminum hjá grafiska verkstaðnum Printersproof á Værkstedsvej. Tað er ein røð av gipsverkum, ið eru stoypt við papptilfari frá staðnum. Gipsið er litað í ymisk ljósareyð litbrigdi og hongur eins og ein relieffrond høgt á vegginum í háloftaða hølinum - um somu tíð upphevjað og ítøkilig.
AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE claus carstensen
List um makt
Claus Carstensen er komin til nummar 88 av framsýningum, sum hann fyri tað mesta framsýnir í sínum egnu framsýningarhølum við atelierið á Værkstedsvej. Henda nýggja framsýningin, AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE er sett saman av nýggjum málningum og kollasjum hjá Claus Carstensen sjálvum, sum hann hevur gjørt við støði í eini teknirøð um Michel Foucault. Enn sum áður er tað maktin, sum upptekur Claus Carstensen, bæði tann politiska, filosofiska og persónliga við ymiskum avbrigdum av avmakts ella valdssýningum hjá samfeløgum, stýrum og einstaklingum. Nýggju verkini hjá Claus eru á tremur í myndum og týdningum, sum umskarast í rundleiddum og diagonalum kompositiónum, ið halda áfram at generera sambond í huganum á áskoðaranum. Møguliga hevur mann ein fyrimun um mann frammanundan kennir ikonografiina í myndaverkinum hjá Claus Carstensen, ið er merkt av endurnýtslu – eisini ítøkiliga, tí á allarflestu myndunum eru partar m.a. av steinprentum, sum Claus hevur gjørt í Steinprenti í Havn. Tað sama er galdandi fyri verk á Marie Kirkegaard Gallery inni í býnum. har Claus Carstensen og Manuel Ocampo framsýna áhugaverd felagsverk.
manuel ocampo & claus carstensen - marie kirkegaard gallery
Upplatingarframsýningin í Bonne Espérance, Hi, it´s Travis hjá Kaare Golles er í grundini alt møguligt, sum tú ikki roknaði við, tá tú gekk ta myrku trongu leiðina oman í eitt lítið kjallaragallarí í Valby. Tó, at framsýningin er einføld við lutfalsliga fáum verkum, er hon djúp, hørð og sera viðkomandi og aktuel, eins og hon er tilfarsliga sannførandi uttan heimagjørdar kloddaloysnir. Heilsandi heitið hevur ein lættan og tilvildarligan tóna inntil tú finnur út av, at talan er um kroysta høvuðspersónin í filminum Taxi Driver, Travis Bickle. Longu áðrenn mann hevur samlað seg mentalt um hvat er hvat á framsýningini, verður mann konfronterað við einum píkatráði, tað er eitt stoypt verk, ið er monterað á veggin beint við inngongdina. Hetta snýr seg um pínu. -Tað følir tú næstan áðrenn tú nært at hugsa og soleiðis er eisini restin av framsýningini, ið elvir til fjølbroyttar kenslur og hugsanir um avbyrging og einsemi, okkara skroypiligheit í nútíðar- og framtíðarsamfelagnum. Her er einki nips ella prýði, men ein rein og hørð framsýning við rættiliga maskulinum estetikki, sum eisini ber brá av fýrsarasligum industrial býarestetikki. Videoverkið á eini snildfon er ein merkiliga veruleikakend blanding av myndastreymunum, sum flest fólk skrolla ígjøgnum dagliga, eins og tað er ein samtíðarlig telefontulking av telefonsamrøðuni í Taxi Driver, har Travis fær tað endaliga afturvísingina frá Betsy. Í filminum uppliva vit samrøðuna sum ein monolog hjá Robert de Niro, meðan videoverkið er eitt kjatt millum Travis og Betsy við ómetaliga neyvari timing og psykologiskum ansi fyri ójavnleikanum millum áhaldandi fyrispurningarnar frá tí altráa manninum og so tær drúgvu pausurnar millum stuttu snubbutu svarini frá avvísandi kvinnuni.
Listasavn Føroya – fortíð, nútíð og framtíð
/18. juni eru 30 ár liðin, síðani ljósfylti bygningurin, sum í dag húsar fasta savninum hjá Listasavni Føroya, varð vígdur. Tær eyðkendu pyramidurnar úr viði og glasi, reistar við íblástri frá siðbundna føroyska byggisiðinum, prýða og renna saman við vakra, grøna umhvørvinum í Viðarlundini, har bygningurin í sjálvum sær er eitt listaverk í serflokki. Palli Gregoriussen arkitektur sniðgav Listasavn Føroya í samstarvi við Niels F. Truelsen. Palli Gregoriussen teknaði eisini Listaskálan frá 1970.
30 ár eru farin, men stundir eru ikki til at standa í stað. Tíðin er búgvin til at hyggja frameftir við stórari virðing og ansi fyri tí farna, og tí ið hevur verið. Listasavn Føroya er í dag tað føroyska savnið við flest gestum árliga, og við heimsins størsta savni av føroyskari list, setir hetta serliga stór krøv til karmarnar, ið skulu húsa listini í framtíðini. Listasavnið skal áhaldandi mennast sum miðlandi mentanardepil, so ein stórur partur av mentanararvi føroyinga kann varðveitast á bestan hátt og koma flest møguligum til gagns.
Við fleiri enn 28.000 vitjandi árliga, og við 2800 listaverkum í fasta savninum, er tíðin komin at taka eitt lop móti framtíðini, har savnið kann rúma tí stóra eftirspurninginum frá gestum, vaksandi altjóða áhuga og liva upp til altjóða savnskrøv.
Við at hyggja eyðmjúk aftur á tey 30 ár, ið eru farin, hyggja vit nú at teimum komandi 30 árunum við ágrýtni.
Komið við á ferð inn í framtíð Listasavnins, tá nýggj framsýning letur upp 16. juni. Framsýningin tekur okkum við aftur til byrjanina, til dagin í dag og leiðir okkum inn í eina bjarta framtíð fyri føroyska list.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. juni kl. 16-18.
Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, heldur røðu. Heilsa frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, verður lisin. Kl. 16:45 verður ein skaldslig ferð í myndlistini, tá Búi Rouch og Gunnvør Hoydal Brimnes lesa yrkingar um myndir og list ymsastaðni á savninum. Kl. 17:15 spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg.
Listasavn Føroya bjóðar ábit.
Sunnudagin 18. juni kl. 11 – 17 verður somuleiðis ókeypis atgongd fyri allar gestir.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Listasavn Føroya
Nýggj útgáva við Teiti Lassen og Aarhus Jazz Orchestra
/Í dag er útgávan “Songs From A Social Distance” hjá Teiti & Aarhus Jazz Orchestra útkomin á Stunt Records í samstarvi við Arlo & Betty Recordings.
Útgávan fevnir um 10 løg, sum snúgva seg um korona og hendingar sum fara fram um eina vitjan á eitt posthús í Los Angeles, samstundis sum Black Lives Matters mótmæli og endurvalið av Trump leikar í. Orðini eiga Amerikanski rithøvundurin Roy Freirich, tónleikur og útsetingarnar hevur Teitur gjørt.
Upptøkurnar vórðu framdar í Aarhus Domkirke við fjarstøðu eftir at ein konsertferð var avlýst, tá ið ikki var loyvi at fara á konsert.
Aarhus Jazz Orchestra er stjórnað av Søren Møller.
AICA listummælarafelagið handar ársins virðislønir
/Hóskvøldið 15.juni letur danska listummælarafelagið AICA ársins kritikaravirðislønir á Charlottenborg í Keypmannahavn.
PRESSEMEDDELELSE Kunstkritikernes valg afsløres ved prisfest på Charlottenborg den 15. juni, når AICA – Foreningen af Danske Kunstkritikere d. 15. juni uddeler den nye kunstkritikerpris i flere kategorier. Desuden modtager en kunstkritiker en særpris for kunstkritisk virke, kåret af 15. Juni Fonden, som har støttet Kunstkritikerprisen.
Det er med stor glæde, at Foreningen af Danske Kunstkritikere, den danske afdeling af AICA International, d. 15. juni kan fejre den danske kunstscene med uddelingen af årets Kunstkritikerpriser for aktiviteter i 2022. Kunstkritikerprisen er kritikernes egen pris og uddeles hvert år til initiativer på den danske kunstscene med det formål, at sætte kunsten og den fagligt funderede kunstkritik på dagsordenen. Tre priser uddeles af AICA – desuden uddeles en særpris for kunstkritisk virke, kåret af 15. Juni Fonden, som generøst har støttet Kunstkritikerprisen.
Prismodtagerne nomineres af foreningens medlemmer og udvælges af en jury udpeget af bestyrelsen. Fejringen finder sted med en ceremoni og efterfølgende reception på Kunsthal Charlottenborg d. 15. juni 2023 kl. 17.00.
Der uddeles i år priser i følgende kategorier Årets udstilling 2022, Årets kunstpublikation 2022, samt Årets kunstbegivenhed. Desuden uddeles 15. Juni Fondens pris til Årets Kunstkritiker – en særlig pris, der uddeles af 15. Juni Fonden selv. Vinderne annonceres i forbindelse med ceremonien og offentliggøres senere sammen med juryens motiveringer i særskilt pressemeddelelse, der udsendes umiddelbart efter prisuddelingen.
Juryen har shortlistet følgende udstillinger i kategorien Årets udstilling
1) OFFSPRING - Pierre Huyghe, Kunsten i Aalborg
2) BROT – Færøsk samtidskunst i stort format kurateret af Anna Maria Dam Ziska. Listasavn Føroya / Kunstmuseet i Thorshavn
3) LOOMING - Amalie Smith, Holstebro Kunstmuseum
Juryen har shortlistet følgende publikationer i kategorien Årets kunstpublikation:
1) Lennart Gottlieb: Olivia Holm Møller – Raderinger og kunstnerliv, Holstebro Kunstmuseum og Forlaget Frydenlund
2) Lasse Krog Møller: Kartotek: En kunstsamling, forlaget Asterisk
3) Bibliotek for ny kunstteori, Informations Forlag
Juryen har shortlistet følgende begivenheder i kategorien Årets Kunstbegivenhed
1) Vejen Kunstmuseums udvidelse og istandsættelse
2) Kunstteater: Gøglerne, Den Frie Udstillingsbygnings underetage
3) Museum for Fremtiden, v/ Teater Sort/Hvid i Kunsthal Aarhus og i Teater Sort/Hvid i København
15. Juni Fondens særpris til årets kritiker annonceres af fonden i forbindelse med uddelingsceremonien på Kunsthal Charlottenborg:
Om juryen
Vinderne er udpeget af en jury bestående af kunstskribent og anmelder ved bl.a. Kristeligt Dagblad Lisbeth Bonde, tidligere inspektør på Nuuk Kunstmuseum og redaktør for kunst.gl og Neriusaaq, skribent og kurator Stine Lundberg Hansen samt kritiker ved webmagasinet kunsten.nu Trine Rytter Andersen på baggrund af indstillinger fra foreningens medlemmer.
FAKTA:
Om Kunstkritikerprisen:
Kunstkritikerprisen er kritikernes egen pris og uddeles hvert år til initiativer på den danske kunstscene nomineret af kunstkritikerforeningens medlemmer. Foreningen har uddelt prisen siden 1994 for at fejre kunsten og for at sætte kunsten og den fagligt funderede kunstkritik på dagsordenen.
Om AICA Danmark: AICA Danmark, Foreningen af Danske Kunstkritikere, er den danske sektion af AICA International, Association Internationale des Critiques d’art, som blev grundlagt i 1950 for at genstarte den kritiske diskussion, som var blevet kvalt under fascismen i Anden Verdenskrig. Organisationen har hovedkontor i Paris, er under UNESCO’s beskyttelse og har mere end 4.500 medlemmer globalt. AICA International arbejder for at sikre forståelse for kunstkritik og skabe øget ytringsfrihed. Medlemmer af AICA Danmark deltager også i det internationale arbejde, blandt andet via den faglige årskongres og tværgående udvalgsarbejde. Formålet for den danske sektion af AICA International er:
- At fremme kunstkritikken som disciplin og bidrage til udvikling af dens metoder
- At fremme de etiske og professionelle interesser for foreningens medlemmer og at forsvare deres rettigheder
- At opretholde et aktivt nationalt og internationalt netværk for foreningens medlemmer og at opmuntre til direkte møder
- At bidrage til fælles forståelse af den visuelle kunst og æstetik i alle kulturer
- At stimulere professionelle relationer på tværs af politiske, geografiske, etniske, økonomiske og religiøse grænser
- Upartisk at forsvare retten til at tænke og ytre sig frit og modsætte sig vilkårlig Censur
Med venlig hilsen,
Bestyrelsen i AICA Danmark
Louise Steiwer, Peter Michael Hornung, Christian Salling, Kinna Poulsen og Kristian Handberg
AICA – Foreningen af Danske Kunstkritikere
kunstkritikerne@gmail.com / www.aica.dk
Kunstkritikerprisen er muliggjort takket være generøs støtte fra 15. Juni Fonden.
Instant classic
/Eg las í áðni, at pápadagur er 5.juni og mátti lesa umaftur og kekka dato, tí plagar sovorði nakað ikki at vera sunnudag? Tá mammur skulu belembrast við drekka uppá song og hvat veit eg og pápadag mánadag? Er tað tí amboðshandlarnir hava opið tá? Ok, tað hava bókabúðir eisini og eg nýti hervið høvið at skjóta upp nýggja yrkingasavnið hjá Kim Simonsen sum pápadagsgávu.
Yrkingasavnið við demonstrativt drúgva og typiskt kimsimonsenska heitinum Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum inniheldur yrkingar, ið bera brá av at vera instant classic ikki minst tær skroypiligu pápayrkingarnar, sum fingu meg at hugsa um Søren Ulrik Thomsen og Jóanes Nielsen, ið einaferð skrivaði um at byggja Føroyar á aldum. Eg havi hoyrt Kim Simonsen lisið yrkingarnar upp fleiri ferð, men tað er ikki einasta grund til hesa instant classic, meðan eg lesi. Bókin er góð.
Yrkingasavnið hjá Kim Simonsen er býtt upp í fýra partar - tað byrjar og endar við, at pápin er deyður og leiklutirnir grundleggjandi umbýttir soleiðis, at sjómaðurin, ið einaferð sigldi høvini, fer at verða fevndur av aldunum, tá sjógvur fer at fylla alla jørðina. Frá deyða einstaklingsins verður samband knýtt til sjálvt tilverugrundarlagið og haðani klingar ein tilveruligur tóni gjøgnum alla bókina - eg komi í tankar um rullandi tíðirnar hjá Ingemann og slægt skal følge slægters gang, men her er tað altso sjógvurin, ið eigur seinasta orðið. Vistfrøðilig poesi um samanhangin millum menniskjað og alt annað lív á jørðini – tað kundi bent á okkurt lagnutungt og politiserandi, men tíbetur er talan ikki um dómadagsmálandi atfinningar av menniskjans æviga oyðileggjaralyndi. Savnið er hinvegin fyllt av inniligari undran um lívið í øllum tess lívsløgum har einki er primitivt, men alt einastandandi.
Nýggja hvítabókin hjá Kim Simonsen er eitt sera vakurt yrkingasavn – eisini ítøkiliga við reinu hvítu permuni og ultramarinbláu innpermuni. Minimal uttaná – innaní ein flóðalda av kenslum og longsli, sum allatíðina verður hildin uppá pláss og ikki sleppur at útvikla seg til ekspressivt melodrama og sjóðheitan grát. Einfeldin fevnir eisini yrkingarnar, sum eru fullkomiliga symbolfríar. Einfeldin klæðir Kim Simonsen, ið als ikki tørvar myndamál, tá hann ítøkiliga yrkir um túgvur av “deyðagrasi,/ har stráini hanga tung/ av smáum perlandi glerpípum, meðan sólin skínur á glerið/ og skyggir aftur í eyguni á mær. “. Deyðagras er eitt gott føroyskt orð um følnað gras og tá sólin hitar glerpípurnar í deyðagrasi, kemur ímyndin av lívi púrasta ótarnað fram fyri lesaran – her er okkurt við neyvu náttúrueygleiðingunum, ið minnir um Whipstitches, yrkingasavnið hjá Randi Ward meðan navnadroppingin og endurtøkan av relativiserandi orðingini “Spurningurin er” fekk meg at hugsa um fenomenoligiirnar hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, men talan er helst bara um samtíðaryrking sum tekstaslag og sum aftrat tí ekstistentiella eisini snýr seg um lívfrøði og filosofi við einum nýmaterialistiskum grundsjónarmiði. Elementið, grundtilfarið er vatn, av vatni eru vit komin og til vatn skulu vit verða.
Hetta er fyrst og fremst eitt yrkingasavn, ið er skrivað inn í tómrúmið, sum var skapt, tá eitt menniskja doyði. At megna at gera slíkt uttan um tær sentimentalu klisjéirnar er alt annað enn lætt. Tí er yrkingasavnið hjá Kim Simonsen eitt framúrskarandi avrik. Nýggja forlagið, Verksmiðjan við Vónbjørt Vang eigur eisini rós fyri góða úrslitið og einum væl ritstjórnaðum, lisnum (!) og rættlisnum yrkingasavni.
Silja Strøm framsýnir í Víngarðinum
/I Wanted another Landscape, another Tongue
Leygardagin 3.juni klokkan 15 letur ein framsýning upp við verkum hjá Silju Strøm í Víngarðinum í Havn. Hóast hesir málningarnir tykjast á tremur í orku og lívsgleði, hómast eisini ein farri av sorgblídni í teimum. Elegantu bylgjandi figurlinjurnar eru eyðkendar fyri listakvinnuna, men hennara myndarúm eru vorðin nógv meira samansett og kompleks.
Silja Strøm er úr Vestmanna við útbúgving frá The Glasgow School of Art – hon býr í London, men ferðast ofta heim til Føroya og hevur gjørt part av framsýningini í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban. Hon hevur havt nógvar framsýningar úti og heima t.d. serframsýningina Listaleikir í Listasavni Føroya í 2019 og hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn.
Í málninginum (sæst í erva her) við sama longsulsfulla heiti sum framsýningin, I Wanted another Landscape, another Tongue, tekur tað eina góða løtu at týða hvat gongur fyri seg á myndini, ið bæði er figurativ og abstrakt við einum løgnum geometriskum strikubygnaði í miðgrundini, men so bera vit eyga við dansararnar, ið taka saman hendur í einum ringi miðskeiðis á eini skógarfløtu í einum málandi hurlivasa av grønum trøum, gulum bløðum, ljósabláum vatni og fleirlittum málningastrokum, ið undirstrika ekstatiska huglagið. Myndevnið minnir um longsulsfullu lýsingarnar hjá fauvistum og øðrum modernistum av naknum dansarum í einum arkaiskum og arkadiskum felagsskapi. Myndirnar bera brá av at hanga saman t.d. koloristiskt við lýsandi strokum av reyðum, gulum og bláum við komplementerum skuggum, sum alt samalt savnast í sveimandi ljósareyðum ella pastellittum támi. Mátin, myndin er skorin í erva, so at hon tykist ójøvn og organisk, bendir somuleiðis á, at hon er partur av eini størri heild.
Tað snýr seg framvegis um gerandisviðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvið hjá listakvinnuni, ið einaferð hevði eina framsýning við heitinum The People and the Things, men Silja Strøm hevur ment seg nógv sum málari og tað sæst á nýggju málningunum. Teir eru sterkir, flóta næstan yvir við fleiri fláum og samanhangi millum tær, soleiðis at huglagið letur seg lesa í fleiri stigum og tað sama er galdandi fyri poetiska framsýningarheitið: Mær tørvaði eitt annað landslag, eitt annað tungumál. Tátíðarformurin hevur okkurt slag av sorgblíðari frástøðu við sær eins og óbundna orðingin ikki er eintýðug, men heldur fevnir um fleiri sløg av longsli.
Vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 3.juni klokkan 15-17, tá listakvinnan verður til staðar.
Mentanarnátt 2023 - setanarrøðan hjá Hansinu Iversen
/Á mentanarnáttini 2.juni 2023
Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð.
Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni.
Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av list, sum prýðir veggir og rúm og hetta vísa tey errin fram fyri vitjandi á mentanarnáttini.
Mentanarnáttin gevur okkum møguleika at síggja listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava keypt listina frá listafólkunum fyri at stuðla teimum. Listafólkini fingu eitt sindur av inntøku burturúr og kundu keypa sær tilfar og annað til, at arbeiða víðari við listini. Soleiðis riggar skipanin, samanumtikið enn, tó hava listafólk eisini møguleikan at søkja um stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag.
Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki klárar seg og stuðul verður hugsaður sum góðgerð og verður latin við subjektivum umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin samtykt skipan millum gevara og takara.
Stuðulsskipanin, sum vit hava til listafólk, og her tosi eg um listafólk innan allar listagreinar, sjónleikarar, tónleikarar, rithøvundar, myndlistafólk o.s.fr., er mannminkandi fyri listafólkini og snópislig fyri gevaran. Gevarin er aloftast eitt vælmeinandi umboð fyri skipanina og frøðist um, at kunna lata einum listafólki stuðul. Listafólkið nígur og ber fram takkarkvøðu. Í eina stokkuta tíð er listafólkinum lív lagað. Og um listafólkið ikki bukkaði so djúpt og við føgrum orðasnildum frambar sítt stóra takksemi, -hvat var tað tá ikki eitt ótakksamt vittuggi, ið ikki átti annað uppiborið enn sítt ússaliga lív.
Hesi viðurskifti í skipanini, hava skapt eina mentan, sum máar støðið undan javnvágini. Tað eru tó tey, á báðum veingjum, ið ynskja hesi viðurskifti á haldgott støði, tey, ið vilja, at listafólk fáa burðardyggar arbeiðsumstøður, tí tey halda, at listin hevur týdning fyri samfelagið.
Í 1929 var bókin ”a room of one´s own”, útgivin hjá Virginiu Woolf.” A room of one`s own”, tað kundi kanska verið sagt “egið kamar” ella - at hava sítt egna rúm -, ella kanska heldur, at hava sítt egna arbeiðsrúm. Virginia Woolf skrivaði um tað, at hava sítt egna rúm, um tað skuldi bera til at skriva. Hvussu umráðandi tað var fyri skrivingina, at fáa arbeiðsnáir við at hava sítt egna kamar at skriva í. Og um tað, at hava ráð til at hava sítt egna kamar, sítt egna arbeiðsrúm. Viðmerkingin hjá Virginiu Woolf var skrivað fyri næstan hundrað árum síðani: Hon var listafólk og gjørdi vart við týdningin av at hava arbeiðsnáir í egnum rúmi tá ein arbeiðir við listini burturav.
Listafólk í Føroyum hava leingi gjørt vart við hetta, men vanta enn sítt egna arbeiðsrúm. Nøkur hava, - tey flestu hava ikki, tí tey hava ikki ráð og tí at rúmini eru ikki til. Tað tikist ikki at vera rúm fyri listafólkum, - men hóast tað, so eru tey her.
Mentan er eitt vítt hugtak og føroysk mentan tað sama. Eitt heilt einastandandi fyribrigdi í Føroyiskari mentan er, at nærum øll, ella kanska øll? heim í landinum eiga originala list á vegginum. Føroyingar ogna sær originala list til at prýða um heimið, - eins náttúrliga sum at útvega sær innbúgv til heimið. Hetta er ein heilt serlig mentan, sum valla finst aðrastaðni í heiminum, - og gævi hon stendur við.
Hóast tað ikki tikist at vera rúm fyri listafólkunum, so er, í Føroyum, rúm fyri teirri lidnu listavøruni, tí lidna úrslitinum. Og tað er pláss fyri haldgóðu listini. Og haldgóð list verður skapt í góðum umstøðum í arbeiðsligum umhvørvi. Við tíðini, mugu vit royna, at fáa javnvág ímillum gevaran og móttakaran, millum stuðulin og listafólkini. Vit eiga at leggja eitt haldgott støði undir listalívið og finna rúmini og fylla tey við fulltíðarstarvandi listafólkum, ið hava ráð, tí eisini tey fáa løn fyri sítt arbeiði.
Takk!
Góða mentanarnátt!
Marius Olsen 60
/litografiskt katalog til eina framsýning í steinprenti í 2015