Mentanarnátt 2023 - setanarrøðan hjá Hansinu Iversen

Á mentanarnáttini 2.juni 2023

Góðu fólk, vælkomin á mentanarnátt, ið verður hildin í Havn fyri 22 ferð.

Alt fleiri lata dyrnar upp á mentanarnáttini. Tað sæst á umfatandi skránni.

Nógv teirra, ið lata dyrnar upp, stovnar, - privatir sum almennir og kommunalir hava stórt savn av list, sum prýðir veggir og rúm og hetta vísa tey errin fram fyri vitjandi á mentanarnáttini.

Mentanarnáttin gevur okkum møguleika at síggja listaverkini í teimum ymsu stovnunum og fyritøkunum, sum vit annars ikki hava atgongd til, tí vanliga er bert opið fyri starvsfólki, ið dagliga arbeiða har. Hesir stovnar, - bankar, móttøkuhús o.a., hava keypt listina frá listafólkunum fyri at stuðla teimum. Listafólkini fingu eitt sindur av inntøku burturúr og kundu keypa sær tilfar og annað til, at arbeiða víðari við listini. Soleiðis riggar skipanin, samanumtikið enn, tó hava listafólk eisini møguleikan at søkja um stuðul og løn frá mentanargrunninum í dag.

Skipanin, sum er ment gjøgnum tíðina, til at útvega listafólki pening, verður kallað stuðul. Listafólk verða stuðlað. Ein, ið verður stuðlaður er ein, ið ikki klárar seg og stuðul verður hugsaður sum góðgerð og verður latin við subjektivum umráðingum um, hvussu nógv í er hóskandi at geva og ikki hvat virði er í arbeiðinum hjá listafólkinum. Listafólkið má taka til takkar fyri tað, sum tað fær. Ongin skriftfestur sáttmáli er millum partarnar, - ongin samtykt skipan millum gevara og takara.

Stuðulsskipanin, sum vit hava til listafólk, og her tosi eg um listafólk innan allar listagreinar, sjónleikarar, tónleikarar, rithøvundar, myndlistafólk o.s.fr., er mannminkandi fyri listafólkini og snópislig fyri gevaran. Gevarin er aloftast eitt vælmeinandi umboð fyri skipanina og frøðist um, at kunna lata einum listafólki stuðul. Listafólkið nígur og ber fram takkarkvøðu. Í eina stokkuta tíð er listafólkinum lív lagað. Og um listafólkið ikki bukkaði so djúpt og við føgrum orðasnildum frambar sítt stóra takksemi, -hvat var tað tá ikki eitt ótakksamt vittuggi, ið ikki átti annað uppiborið enn sítt ússaliga lív.

Hesi viðurskifti í skipanini, hava skapt eina mentan, sum máar støðið undan javnvágini. Tað eru tó tey, á báðum veingjum, ið ynskja hesi viðurskifti á haldgott støði, tey, ið vilja, at listafólk fáa burðardyggar arbeiðsumstøður, tí tey halda, at listin hevur týdning fyri samfelagið.

Í 1929 var bókin ”a room of one´s own”, útgivin hjá Virginiu Woolf.” A room of one`s own”, tað kundi kanska verið sagt “egið kamar” ella  - at hava sítt egna rúm -, ella kanska heldur, at hava sítt egna arbeiðsrúm. Virginia Woolf skrivaði um tað, at hava sítt egna rúm, um tað skuldi bera til at skriva. Hvussu umráðandi tað var fyri skrivingina, at fáa arbeiðsnáir við at hava sítt egna kamar at skriva í. Og um tað, at hava ráð til at hava sítt egna kamar, sítt egna arbeiðsrúm. Viðmerkingin hjá Virginiu Woolf var skrivað fyri næstan hundrað árum síðani: Hon var listafólk og gjørdi vart við týdningin av at hava arbeiðsnáir í egnum rúmi tá ein arbeiðir við listini burturav. 

Listafólk í Føroyum hava leingi gjørt vart við hetta, men vanta enn sítt egna arbeiðsrúm. Nøkur hava, - tey flestu hava ikki, tí tey hava ikki ráð og tí at rúmini eru ikki til. Tað tikist ikki at vera rúm fyri listafólkum, - men hóast tað, so eru tey her.

Mentan er eitt vítt hugtak og føroysk mentan tað sama. Eitt heilt einastandandi fyribrigdi í Føroyiskari mentan er, at nærum øll, ella kanska øll? heim í landinum eiga originala list á vegginum. Føroyingar ogna sær originala list til at prýða um heimið, - eins náttúrliga sum at útvega sær innbúgv til heimið. Hetta er ein heilt serlig mentan, sum valla finst aðrastaðni í heiminum, - og gævi hon stendur við.

Hóast tað ikki tikist at vera rúm fyri listafólkunum, so er, í Føroyum, rúm fyri teirri lidnu listavøruni, tí lidna úrslitinum. Og tað er pláss fyri haldgóðu listini. Og haldgóð list verður skapt í góðum umstøðum í arbeiðsligum umhvørvi. Við tíðini, mugu vit royna, at fáa javnvág ímillum gevaran og móttakaran, millum stuðulin og listafólkini. Vit eiga at leggja eitt haldgott støði undir listalívið og finna rúmini og fylla tey við fulltíðarstarvandi listafólkum, ið hava ráð, tí eisini tey fáa løn fyri sítt arbeiði.

Takk!

Góða mentanarnátt!