Marius Olsen 60

litografiskt katalog til eina framsýning í steinprenti í 2015

Í dag fyllir listamaðurin, suvereni grafikarin, Marius Olsen seksti ár. Hann býr og arbeiðir í Finnlandi, men vitjar stundum aftur til heimbýin, har hann hevur arbeiðsuppihald í Steinprenti umframt framsýningar. Marius er kendur sum tann triði av listapowerbrøðrunum úr eyðkenda Olsenbandanum, tí hesir brøður hansara eru framúr listamenn eins og hann sjálvur eisini handverkliga – teir duga allir at fáa fram ófatiligan vakurleika og eru kanska meira líkir enn mann skuldi hildið við serligum áhuga fyri ljósi og skugga (teir vóru heili fimm brøður, ið allir dámdu at tekna, tá teir vóru børn).

Í føroyskari list er Marius Olsen í grundini eisini eitt slag av missing link ella ein sovorðin millumfigurur, ið er elst av teimum yngru ella yngst av teimum eldru. Hann er tann listamaðurin, sum helt fast í landslagnum, men gav tí eina meta-listaliga viðgerð, sum ger okkum varug við, at okkurt slag av frástøðu er komið millum okkum og landslagið. Einastaðni síggja vit klassiska føroyska myndevnið av eini bygd við havið og so miðskeiðis sveimar ein løgin UFO, ið vísir seg at vera speglingin av eini lampu í vindeygaglasinum. Myndirnar hjá Mariusi seta sær sjálvum og áskoðaranum spurningar og aktivera okkum, sum hyggja, og tær eru ongantíð heilt eintýðugar. Tí eydnaðist tað listamanninum í 1994 at gera eitt politiskt listaverk, ið tó at tað er sprottið úr krepputíðum, er leyst frá tíð og stað og harvið ein modernaður klassikari innan føroyska grafiska list. Á sama hátt sum fína sendirøðin O móðirland, setir henda myndin, Flaggstong, spurningin um hvønn tjóðskaparligan samleika vit vilja hava

Tað er eyðkent fyri listamannin, at hansara myndir ikki bert fagna sublima vakurleikanum í landslagnum, men innihalda fleiri fláir og sum onkursvegna nerta við samtíðina, sjálvt um myndevni í støðum næstan kunnu tykjast náttúruromantisk. Í summum førum er tað sum um listamaðurin spælir sær við romantiskar klisjéir sum t.d. í myndini av ryggvendu persónunum, sum at síggja til standa við sjóvarmálan og skoða út yvir brim, sjógv og sjónarringin, ið hvørvir í eini ljósglæmu. Myndevnið minnir um kenda málningin, Der Wanderer über dem Nebelmeer, sum Caspar David Friedrich málaði í 1818, og sum er ein romantisk grundmynd av pinkalítla menniskjanum í veldugu náttúruni, skoðandi út yvir eitt náttúrunnar endaloysi. Janus Djurhuus rakar sama romantiska háspenta tóna í kendu yrkingini Ódn frá 1902 við byrjanraregluni ”Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”. Huglagið í myndini hjá Mariusi Olsen sýnist kortini modernað og samtíðarligt m.a. orsakað av einum serligum dynamikki í kompositiónini, leysu figurtekningini, serstøku stoffligheitini í myndini, sum er bæði neyv og cool og sera eyðkend fyri Marius Olsen. Í 2016 var ein stór afturlítandi framsýning við prentunum hjá Mariusi Olsen í Norðurlandahúsinum og samstundis gav Sprotin út eina risastóra bók við myndum og tekstum. Hjartaliga til lukku, Marius!