Dupult, ivasamt, øvugt og fleirítýtt

Statens musum for kunst Barok – Ud af mørket

- á listaferð í Keypmannahavn

Mánadagin eftir upplivingarríkan túr í Keypmannahavn siti eg og skrivi og hugsi. Havi verið mangar tílíkar listatúrar í danska høvuðsstaðnum, sum hevur ein týdningarmiklan leiklut fyri føroyska list – ein leiklut, sum eg havi tað eitt sindur dupult við nú hesin leiklutur er farin at broytast og vaksa nú stórir danskir grunnar sum Statens Kunstfond og Ny Carlsbergfondet í heilum koma okkum til hjálpar, tá føroyskir stovnar keypa listaverk. - Be careful what you wish for hugsi eg, tá eg lesi gleðiboðini, at Listasavn Føroya endiliga fær sína tiltrongdu útbygging og at danskir grunnar standa fyri meira enn helvtarupphæddini.

Høvið til listatúrin hesa ferð var annars virðislønarhandanin av sonevndu AICA virðislønunum – havi í nøkur ár verið partur av nevndini í donsku deildini av AICA – sum er eitt altjóða kritikarafelag. At eg eri biðin at vera við í slíkum felag er í sær sjálvum tekin um, at danski áhugin fyri føroysku listini er við at taka dik á seg og nú altso eisini á maktcentralum støðum innan listina í Danmark. Eitt annað dømi um tað sama er at ein føroysk framsýning, BROT – Færøsk samtidskunst i stort format kuraterað av Onnu Mariu Dam Ziska. Listasavn Føroya var millum tær shortlistaðu framsýningarnar hjá AICA – (tað endaði við at vera LOOMING við Amalie Smith á Holstebro Kunstmuseum, sum vann heiðurin at vera skýrd ársins framsýning). Fyri meg persónliga er tað altíð sera áhugavert at hitta aðrar norðurlendskar kritikarar, men spurningurin er um vit ikki áttu at havt okkara egnu deild av AICA og jú, eg veit; tá høvdu vit møguliga ikki verið so nógvir limir...

Út úr myrkrinum

Barokkframsýningin á Statens Museum for Kunst, sum hevur sama undirheiti sum mín bók um Tórodd Poulsen, er fyrimyndarliga góð eisini sjálvt um hon er fyriuttan spanskar og italskar barokkmeistarar sum Velazquez, Caravaggio og Gentilleschi. Á SMK hava tey í staðin valt at arbeiða burðardygt og skilagott og miðsavna seg um sítt egna ríka savn av barokklist og hartil nýtt høvið til at restaurera ymisk barokk høvuðsverk – tað er imponerandi at sjá og meðan eg gangi og hyggi at teimum stórfingnu glógvandi verkunum, sum eksellera við effektum og illusionistiskum brøgdum samstundis sum allar møguligar løgnar kantutar detaljur í málningum og prentum tykjast at kalla modernaðar, hugsi eg: Áttu vit í Føroyum bara ein einasta evarska lítlan hálendskan barokkmáling og eitt evarska stórt italskt barokkverk. Høvdu vit bara havt eina einstaka avstoyping av eini standmynd hjá Bernini (umframt aðrar úr fornøld og renesansu), so at eisini vit kundu víst okkara ungu og børnum tann velduga ítøkiliga samanhangin, europeisku listasøguna, sum eisini vit eru partur av, tó at føroysk myndlist byrjaði nógv seinni. Føroysk samtíðarlist tykist onkursvegna barokk, men hví tað og á hvønn hátt er nýmaterialisma skyld við barokka list? 

Tað munu vera meira enn tjúgu ár síðani, at eg fyrstu ferð legði til merkis og undraði meg um, at eingin føroysk list var at síggja í Statens Museum for Kunst. Eg var á eini norðurlendskari framsýning við landslagslist einaferð fyri langari tíð síðani - tá mátti verið so upplagt at framsýnt onkur verk hjá føroyskum listafólkum antin har ella í føstu framsýningini hjá almenna danska tjóðarsavninum. Hinvegin so gera vit sjálvi ikki nógv burtur úr danskari list í Listasavni Føroya - hesum verður tað møguliga betur pláss fyri eftir útbyggingina.

Í kirkju?

Á Charlottenborg Kunsthal hevur Alexander Touborg umskapt framsýningarhølini til eina kirkju. Tað er í øllum førum heitið á framsýningini; Kirkjan, ið jú er eitt alt annað enn einfalt heiti, ið tykist ikki sørt ósmæðið funnið uppá av viðurkenda listamanninum. Kirkjan er ikki bara eitt gamalt hús – hon er eisini full av ómissandi funktiónum og tungum eksistentiellum týdningum. Fyri mítt viðkomandi hevur kirkjan myndað karmarnar kring nakrar grundleggjandi hendingar t.d. tá eg havi skula sagt mínum nærmastu farvæl. Allir partar av dópum og jarðarferðum,sálmar, prædikur, urguspæl, kórsangur, kirkjufólk er millum míni eymastu minni – hetta eru hendingar, sum hava verið við til at formað meg sum menniskja. Hvussu umsetir tú tílíkt mentalt tankagóðs til list? - Touborg hevur í fyrsta lagi valt at umdefinera framsýningarhølini til eitt kirkjurúm skipað í einum stórum høvuðsrúmi við síðuskipum. Vindeygaprýðingin er dominerandi partur av framsýningini og minnir at byrja við um vøkru glasmosaikkirnar, sum kunnu síggjast í undurfullum miðaldarkatedralum kring Europa. Talan er um klár og litføgur geometrisk mynstur, sum speglast í gólvinum og lita rúmini gul, blá og reyð. Tú varnast kortini nokk so skjótt, at talan ikki er um glasmosaikk, men um litað plastfolie, sum eru límað á vindeyguni á Charlottenborg og tað tykist onkursvegna lamenterandi grunt. Teir tríggir monumentalu, gulu og reyðu málningarnir fyri endan á hølinum sýnast meira autentiskir, men vinna ikki ordiliga frama í plastljósstrálushowinum í hølinum. Teir smáu Paul Kleekendu málningarnir hjálpa ikki nógv uppá støðuna á framsýningini. Súreplarondin í tí eina rúminum tykist grunn á sama hátt, - jú, vit kunnu ímynda okkum, at súreplið skal seta onkran kritiskan spurning við mátan, sum kirkjan so mangan hevur viljað stýrt uttan um kunnskapin, men sum áskoðari veitst tú ikki ordiliga hví súreplini ikki líkjast súreplum og hví tey eru málaði sum tey eru – dekorativt sum var tað Matisse, ið málaði. Einastaðni hongur ein kristusfigurur og sveimar við blaðgulli á aftan. Tilfarsvalið undirstrikar onkursvegna fátækradømi í tilfarinum á framsýningini, sum á so mangan hátt vísir til stórfingna miðaldar og renesansulist – eitt nú krossarnar hjá Giotto í t.d. Santa Maria Novella í Firenze.

Hvørt meta-listaligt simulacrum og tilvísingar eydnast ella ikki, er eitt komplekst samspæl millum verk og samtíð, har tú sum áskoðari tekur støðu til um tær assosiatiónir, tú fært, geva meining, innihaldsliga, tilfarsliga konseptuelt. Tað er jú ikki í sjálvum sær trupult at brúka bíligt tilfar í samtíðarlist, tvørturímóti, men onkuntíð riggar tað ikki. - Tað er eins og framsýningin hjá Alexander Touborg setir seg ímillum stólarnar og tykist hvørki nóg innilig ella nóg kritisk. Eg gangi inni á Charlottenborg og undrist um, at hetta staðið, sjálv miðjan í danskari listamaktini; ein framsýning, stuðlað av øllum, kuraterað og gjølliga hugsað og gjørd við av ikki bara einum dugnaligum listafólki, men eisini hópin av hjálparum á øllum stigum, kundi gerast so slættlig.

Kirken Charlottenborg Kunsthal

Hvar blíva tey vaksnu av?

Uttanfyri síggi eg í telefonini, at Føroya Symfoniorkestur nú aftur leggur seg eftir at framføra russiskar tónar á heystkonsertini 24.september. Tað er fyrsta symfoni hjá Prokofiev, sum jú varð føddur í Donetsk Ukraina – mann hoyrir fyri sær barnsliga tvøran skellilátur og undrast um hvar tey vaksnu blivu av, tá skráin hjá FSO skuldi leggjast og hví tað brádliga gjørdist so øgiliga umráðandi at spæla russiskan tónleik javnt og samt og allatíð. Eg fái mær kaffi og verði í betri lag, tá eg lesi tað gjølliga, vælargumenteraða og sera atfinningarsama ummælið hjá unga ummælaranum á Information, Bodil Skovgaard Nielsen av Kirken. Tað er vælgerandi at lesa, er kritiskt og gløgt og letur upp fyri egnum hugsanum og metingum júst sum tann neyðuga hvassi Skannarin 2.0, sum eg lurtaði eftir, tá eg var komin heim aftur á hotellið. Og tað kann vera, at tey bæði Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen ljóða meira avrundað vaksin enn áðurnevndi ummælari, men kritikkurin er eins neyðugur og hann er hvassur, serliga áminningin um hvat journalistikkur er og hvat journalistikkur aldeilis ikki er.

Samtíðarlist fyrr og nú

Komst tú úr Føroyum og gekst tær eina gallarírundferð í Keypmannhavn fyri tjúgufimtan árum síðani, kundi tú tað sama havt ferðast við eini rúkandi DeLorean tíðarmaskinu til framtíðina – so risastórur var munurin millum ta klassisku modernistisku føroysku hálvabstraktu landslagslistina og so tað, tú kundi síggja av (merkverdigari!) samtíðarlist uttanlanda. Vit hava framvegis landslagslistina, men hon er bara eitt av mongum sporum í føroysku samtíðarlistini, sum í sinn og skinn ikki er nógv øðrvísi enn listin aðrastaðni og hvør veit – møguliga høvdu vit klárað áðurnevnda kirkjurúmið eitt sindur betur enn tað var gjørt á Charlottenborg. Kristiligur inniligleiki er okkum í hvussu er ikki eins fremmandur og hann tykist vera mitt í stórbýnum.

Truth is like poetry nikolaj kunsthal

Ein onnur kirkja

Skt. Nikolaj Kirke liggur miðskeiðis í miðbýnum og er ein gomul miðaldar- og renesansukirkja, sum í mong ár hevur virkað sum samtíðarlistahøll; Nikolaj Kunsthal. Tað er áhugavert at síggja framsýningina hjá danska listamanninum, Mikkel Carl, ið hevur brúkt tað gamla kirkjurúmið til eina totalinstallatión við heitinum Truth Is Like Poetry. Framsýningin er á mangan hátt eyðkend fyri sína samtíð – hon er spektakuler, effektfull, refererandi og simulerandi. Á sama hátt sum áðurnevndi Alexander Touborg, hevur Mikkel Carl viðgjørt vindeygu og ljós, so at framsýningarrúmið verður ljósareytt og ljósagrønt – miðskeiðis sveimar ein rundur spegil og innfangar áskoðaran í kirkjurúminum. Spegilin er primitivt settur saman, so at tú sært skoytini sum var tað ein skúlaverkætlan ella eitt hálvfemsaraverk og sjálvandi er tað tilvitað simulacrum og møguliga eisini eitt nikk til listasøguna hjá Nikolaj Kunsthal, sum í trýssunum var karmur kring eina týdningarmikla fluxusframsýning, men eg veit ikki ordiliga. Júst sum á Charlottenborg tekur tað ein hálvan minutt at uppdaga alla kunstigheitina, at steintalvur og -múrar er málað masonitt og aftur her stoytir tilfarsliga fátækradømið áskoðaran frá sær.

Leave me Breathless

Tað er sera løgið at uppliva tað øvugta í einum nýopnaðum framsýningarstaði í Valby, har føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen brúkar ein part av sínum atelieri á Værkstedsvej til gallaríið Bonne Espérance. Jóhan Martin Christiansen hevur sjálvur eina vakra framsýning, Leave me Breathless í Ole Vinter Room, fundarrúminum hjá grafiska verkstaðnum Printersproof á Værkstedsvej. Tað er ein røð av gipsverkum, ið eru stoypt við papptilfari frá staðnum. Gipsið er litað í ymisk ljósareyð litbrigdi og hongur eins og ein relieffrond høgt á vegginum í háloftaða hølinum - um somu tíð upphevjað og ítøkilig.

AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE claus carstensen

List um makt

Claus Carstensen er komin til nummar 88 av framsýningum, sum hann fyri tað mesta framsýnir í sínum egnu framsýningarhølum við atelierið á Værkstedsvej. Henda nýggja framsýningin, AFFAIRE BRIGITTE DEWÈVRE er sett saman av nýggjum málningum og kollasjum hjá Claus Carstensen sjálvum, sum hann hevur gjørt við støði í eini teknirøð um Michel Foucault. Enn sum áður er tað maktin, sum upptekur Claus Carstensen, bæði tann politiska, filosofiska og persónliga við ymiskum avbrigdum av avmakts ella valdssýningum hjá samfeløgum, stýrum og einstaklingum. Nýggju verkini hjá Claus eru á tremur í myndum og týdningum, sum umskarast í rundleiddum og diagonalum kompositiónum, ið halda áfram at generera sambond í huganum á áskoðaranum. Møguliga hevur mann ein fyrimun um mann frammanundan kennir ikonografiina í myndaverkinum hjá Claus Carstensen, ið er merkt av endurnýtslu – eisini ítøkiliga, tí á allarflestu myndunum eru partar m.a. av steinprentum, sum Claus hevur gjørt í Steinprenti í Havn. Tað sama er galdandi fyri verk á Marie Kirkegaard Gallery inni í býnum. har Claus Carstensen og Manuel Ocampo framsýna áhugaverd felagsverk.

manuel ocampo & claus carstensen - marie kirkegaard gallery

Upplatingarframsýningin í Bonne Espérance, Hi, it´s Travis hjá Kaare Golles er í grundini alt møguligt, sum tú ikki roknaði við, tá tú gekk ta myrku trongu leiðina oman í eitt lítið kjallaragallarí í Valby. Tó, at framsýningin er einføld við lutfalsliga fáum verkum, er hon djúp, hørð og sera viðkomandi og aktuel, eins og hon er tilfarsliga sannførandi uttan heimagjørdar kloddaloysnir. Heilsandi heitið hevur ein lættan og tilvildarligan tóna inntil tú finnur út av, at talan er um kroysta høvuðspersónin í filminum Taxi Driver, Travis Bickle. Longu áðrenn mann hevur samlað seg mentalt um hvat er hvat á framsýningini, verður mann konfronterað við einum píkatráði, tað er eitt stoypt verk, ið er monterað á veggin beint við inngongdina. Hetta snýr seg um pínu. -Tað følir tú næstan áðrenn tú nært at hugsa og soleiðis er eisini restin av framsýningini, ið elvir til fjølbroyttar kenslur og hugsanir um avbyrging og einsemi, okkara skroypiligheit í nútíðar- og framtíðarsamfelagnum. Her er einki nips ella prýði, men ein rein og hørð framsýning við rættiliga maskulinum estetikki, sum eisini ber brá av fýrsarasligum industrial býarestetikki. Videoverkið á eini snildfon er ein merkiliga veruleikakend blanding av myndastreymunum, sum flest fólk skrolla ígjøgnum dagliga, eins og tað er ein samtíðarlig telefontulking av telefonsamrøðuni í Taxi Driver, har Travis fær tað endaliga afturvísingina frá Betsy. Í filminum uppliva vit samrøðuna sum ein monolog hjá Robert de Niro, meðan videoverkið er eitt kjatt millum Travis og Betsy við ómetaliga neyvari timing og psykologiskum ansi fyri ójavnleikanum millum áhaldandi fyrispurningarnar frá tí altráa manninum og so tær drúgvu pausurnar millum stuttu snubbutu svarini frá avvísandi kvinnuni.