Mentan og list í 2022

Tað er týsdagur triði januar - jólateljiljósið stendur kalt og stadnað í vindeygakarminum og er brádliga farið at síggja út sum fjákut órudd saman við restini av tí áður so glæsiliga jólapyntinum. Tað er januar og havragrýnstíð. Uttanfyri skýmir næstan áðrenn tað lýsir í. Tað er januar og hann er júst sum hann plagar, eirindaleysur uttan aðrar glottar enn onkra hendinga øra ætlan um klænkingarkur og annað feittbrennarí. Í morgunsendingini í útvarpinum í morgun vóru teir annars so kátu morgunvertirnir so mikið mótfalnir, at teir fóru í holt við ramsa upp allar feriudagar í 2023 líkasum messandi upp móti voldemortsku januarniðuni - men eg veit ikki um tað hjálpti, minnist bara, at tey søgdu, at ólavsøka verður fríggjadag og leygardag og tað er eitt sindur meh.

Men tjúgutrýogtjúgu klingar ikki nógv meira futuristiskt enn tveyogtjúgu ella øll hini árstølini í hesi øldini. Meðan krúnusóttin herjaði á fyrsta sinni spáddu summi tjúguni at gerast okkum eitt veitslukent tíðarskeið eins og eftir Sponsku sjúku, men gakk. Hesi tjúguni minna yvirhøvur ikki um brølandi stuttliga tíðarskeiðið við konstantum ballsting, náttklubbaroki, syrutum surrealismusjónum og garvillum charlestondansi. Mann fær tann keðiliga tanka, at vit møguliga hava droppað uppsvingið og eru kavað beinleiðis niður í depressiónina við kríggi, ótta og pengamangul. Tað góða við at vera á botninum sigst vera, at so slepst ikki longur niður og tann støðan er rímiliga stabil um ikki annað, havragrýn er gott og annars kann eldur kykna í gamalt fýrverk – tað segði hann í øllum førum í útvarpinum. Nú tey sendu ”Árið, ið fór í mentan” lurtaði eg spent – var sjálv onnur at greiða frá myndlistaárinum og tað gekk skjótt fyri seg. Gamaní gongur eitt ár skjótt, men at klára alt uppá so stutta tíð er ikki lætt, tí tað er kortini hent nógv á listaøkinum, tá mann fer at hugsa seg um. Kortini er tað gott, at tey í Nón skipa fyri einari yvirlitssending fyri mentanarárið, tí ein tílík samanumtøka jú eisini minnir okkum á hvussu dýrabær listin er.

rannvá kunoy un éclat de soleil 2022

Í París

Mítt 2022 var, sum eg segði í sendingini, serstakliga hendingaríkt og mest myndlistaligt; eg upplivdi flóvisliga fáar konsertir og allir teir mongu góðu filmar hjá Filmsfelagnum, sum fóru framvið… Ei heldur upplivdi eg ársins mest fagnaða sjónleik, Lykkenborg, hevði atgongurmerki, men fekk corona sama dag.

Eg kurateraði átta framsýningar í 22 og skrivaði nógv fleiri greinar og bókatekstir um føroyska og útlendska list. Árið byrjaði stórsligið við framsýningini Un Éclat de Soleil í Le Bicolore í París. Tað var ein framsýning um ljós, ið fevndi gongdina í føroyskari málningalist frá 20. til 21.øld frá figuratión til abstrakta list. Við á framsýningini vóru verk hjá Ingálvi av Reyni, Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy. Útgangsstøði var tikið í sálminum hjá Kingo Som den gyldne sol frembryder, har sólarljósið og glæman fær serliga megi orsakað av myrkrinum rundanum. Ljósið hevur havt ein týdningarmiklan leiklut í føroyskari myndlist heilt frá byrjan og er hetta sjálvandi knýtt at landslagnum, ið hevur verið høvuðsmyndevni. Men í roynd og veru er ljómandi ljósið og skæru litirnir í føroyskari myndlist eisini ávirkað av franskari myndlist umvegis danska Kunstakademiið í Keypmannahavn, sum í nógv ár var staðið, har føroysk listafólk fingu sína útbúgving. Her var tað, at áhugin kyknaði fyri franskari list og fyri París, hagar danskir professarar og listafólk ferðaðust fyri at uppliva franskar fyrimyndir. Millum hesar var Aksel Jørgensen professari, sum við íblástri í impressionismu og serliga listarligum hugskotum hjá Paul Cézanne menti ein koloristiskan flatumálning, ið fekk stóra ávirkan á føroyska myndlist og grundaði eina serliga glitrandi kolorismu, sum enn glógvar í føroyska málarínum. Áðrenn framsýningina varð eg ávarað um atfinningarsamar franskar ummælarar, men tá av tornaði vóru teir sera blíðir allir sum ein – eitt úrval kann lesast niðast í hesi greinini: https://www.listaportal.com/tidindi/2022/1/24/sum-gjgnum-sortar-skggja

olaf johannessen takkar fyri heiðurin

Mentanarheiður

Sjónleikarin Olaf Johannessen fekk Mentanarvirðisløn Landsins og segði tað vera størsta heiður í eini væl fyrireikaðari og frambornari takkarrøðu. Sjálvt um upphæddirnar á Mentanarvirðislønunum hvørki eru prístalsreguleraðar ella á nakran annan hátt hækkaðar í mong harrans ár, er eingin ivi um, at hesar virðislønir framvegis eru til stóran heiður hjá móttakarunum, sum umframt Olaf vóru Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, ið fingu Heiðursgávu landsins og Martin Joensen, sum fekk Serstøku virðisløn landsins. Júst hetta við heiðrinum er grundleggjandi partur av Mentanarvirðislønunum, sum á hvørjum ári vekja stóran ans - hátíðarhaldið verður jú varpað út beinleiðis. Sum sjónvarpsproduktión er hetta hátíðarhald ein avbjóðing m.a. tí mann ikki skal filma áhoyrararnar – tá hevði verið ov lætt at gitt. Fleiri hildu tróttarfagnaðarsendingin vera eina meira undirhaldandi seinding og tað kann vera. Men hetta, at at mentanarvirðislønarhátíðarhaldið á hvørjum ári verður varpað út beinleiðis í Kringvarpinum er týdningarmikið og er ein váttan um ta virðing, vit sum samfelag hava fyri Mentanarvirðislønunum og tess móttakarum.

Í røðu síni til drottningina í sambandi við fimti ára hátíðarhaldið avdúkaði danski statsministarin 14.januar, at gávan frá fólkatinginum er ein listagáva. Talan er um eitt listaverk, ið skal setast upp við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn. Tríggjar listakvinnur skulu gera verkið í felag, danska Gudrun Hasle, grønlendska Jessie Kleeman og føroyska Hansina Iversen.

Yrkjaraheiður og almennar mentanaríløgur

Yrkjarin Beinir Bergsson varð í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins og fekk sera nógva umrøðu í Danmark í DR og Weekendavisen, har hann fekk eitt fyri føroyskar bókmentir sjáldsama eldhugað ummæli. Listafólkalønina fingu Katrin Ottarsdóttir, Anker Mortensen og Ria Tórgarð. Maria Guldbrandsø Tórgarð, fekk gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum fyri 2021, Alda Mohr Eyðunardóttir fekk gávugóðsið fyri 2022. Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Kim Simonsen fekk starvløn í hálvt ár frá Mentanargrunninum og undirritaða, Kinna Poulsen fekk eitt ár til verkætlan um samtíðarlist í Føroyum. Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan.  Grunnurin fekk 118 umsóknir, og søkt var um knappar 33,5 mio. kr. Grunnurin læt í ár slakar 3,5 mió kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Tilsamans vóru 107 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2022.

Legat og virðislønir

Í desember varð boðað frá, at ein gávurík føroysk listakvinna, Anna Malan Jógvansdóttir var í hópinum, tá VELUX grunnurin gav seks rithøvundum í ríkisfelagsskapinum legat til skriviuppihald á universitetum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tankin við verkætlanini er at styrkja samskiftið millum londini og millum hugvísindi og skapandi list. Umframt Onnu Maluna Jógvansdóttir fara Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad at flyta inn á hvør sítt universitet, har tey fara at skriva.

Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Terningar, Sær ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi. Um síðstnevndu stóð skrivað her á Listaportalinum: ”Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk...Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit..”

Dánial Hoydal og Annika Øyrabø vunnu Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina "Abbi og eg og abbi", ið snýr seg um ein abba, sum broytist og er farin at gloyma. Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út bókina í 2021, sum eisini vann M.A.Jacobsens Barnamentanarvirðisløn. Útnorðurráðið lýsti í tilnevningini Abba og eg og abba soleiðis: ”Dánial Hoydal varpar við bókini ljós á eitt eymt og viðkomandi evni á ein virðiligan og barnavinaligan hátt. Lætt og sakliga gevur bókin høvi at práta um demens, sum rakar nógvar familjur. Dánial Hoydal dugir væl at lýsa tað álvarsama saman við eitt sindur av skemti og løttum orðaspæli, so at vónin sleppur at liva. Tað ger tað lættari at skilja og tosa um tað, sum tyngir. Annika Øyrabø dugir kynstri at skapa eina søgu bara við myndum. Við skuggum og dýpd skapa hennara pappírsklipp eitt trívíddar rúm, sum gevur lesaranum kensluna av at gerast eitt við søguna um dreingin og abban. Frá sjónarhorninum hjá dreinginum, síggja vit hvussu orð og gerðir hjá abbanum broytast, so hvørt sum hann byrjar at gloyma. Við einføldum orðum og spælandi stíli lýsir Dánial Hoydal broytingina og serliga sambandið millum teir báðar. Í eini annars vónleysari støðu, merkist ein hiti og gleði”.

hanni bjartalíð (2022)

Hanni Bjartalíð

Árið hjá Hanna Bjartalíð var listaliga munagott. Hann framsýndi fleiri ferð í Steinprenti. Í mars hevði hann eina framúrskarandi serframsýning, sum eg lýsti við hesum orðum: Listaverkini tykjast ómetaliga einføld og avklárað og eru tað, tey eru. Tað er bara, tá mann skal seta orð á verkini og lýsa hvat tey eru og gera, at mann varnast hvussu komplekst og fjølbroytt og øðrvísi tey eru – á tremur av mótsetningum, so stuttlig, at tú brestur í sjóheitan grát, so fitt og hugnalig, at tað rennur tær kalt niður eftir rygginum, so vakurt, at tað er til at fáa nervasamanbrot av. Myndamálið hjá Hanna Bjartalíð kann tykjast naivt ella góðvarið, men hevur ongantíð verið tað. Tvørturímóti er hesin listamaðurin serstakliga tilvitaður um sítt úttrykk, sítt tilfar og vísir allar listaligar snildur í listaverkum, ið bert við allarfyrsta eygnabrá tykjast vandaleys og vøkur. Soleiðis eru tey skapað. Ivaleys. Halda vit. Avmarkaða støddin av hansara verkum skapar tryggleika hjá áskoðaranum, sum torir at nærkast teimum, so vit standa heilt tætt við nøsini í myndarúminum og hyggja. Pastellitir komponeraðir í yndisligari heild geva okkum eina kenslu av fullkomnari harmoni, okkurt er stuttligt, vakurt, fitt, herligt og dukkuhúskendu smálutirnir sipa somuleiðis til eina óttaleysa barnaverð, sum mann eina løtu kann njóta og hugsa afturá. Men so kemur hann sníkjandi – tómleikin, tað krakeleraða, imperfektiónin, skeivleikin, tað slitna, tað løgna, tað ókenda í tí kenda og har standa vit við nøsini upp móti Das unheimliche.

Í apríl var yrkingaupplestur í Steinprenti og ein pop up listaframsýning við orðum og myndum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og Claus Carstensen. Nakað seinni á árinum hongdi Lív Maria Róadóttir sína yrking LANDSSTÝRISMAÐUR upp á ein vegg í miðbýnum í Havn. Sjálv uppsetingin, installeringin av yrkingini var listarlig og harmoneraðu við veggin, har hon hekk - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Talan var um eina aktivistiska, politiska yrking, sum var grundað á m.a. America hjá Ginsberg og kanska riggaði hon – í øllum førum varð landsstýrismaðurin koyrdur og restin er søga.

Hansina iversen beauty is in your mind 2022

Hansina Iversen og Arnold Vegghamar

Á grækarismessu læt framsýning hjá Hansinu Iversen upp í Víngarðinum við stórfingnum drama, glitrandi ljósi, men eisini lýsandi myrkri og vakurleika í málningum og steinprentum. Framsýningarheitið Beauty is in Your Mind er eitt sitat frá listakvinnuni, Agnes Martin, hvørs verk og tankar um list inspirera Hansinu Iversen. Sitatið er knýtt at eini hending, tá ein smágenta gjørdist hugtikin av eini rósu inni hjá Agnes Martin. Listakvinnan spurdi gentuna um hon helt rósuna vera vakra. -Ja, svaraði gentan, rósan er vøkur. Síðan tók Agnes Martin rósuna og helt henni aftan fyri ryggin og spurdi síðan gentuna uppaftur, um hon enn helt rósuna vera vakra – Ja, svaraði gentan, rósan er enn vøkur. – ”Skilir tú”, segði listakvinnan við smágentuna; ”vakurleikin er ikki í rósuni, vakurleikin er í tínum sinni”. 

Í mars framsýndi Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará í Havn. Hann byrjaði at mála longu í 50´unum og var ein av næmingunum á navnframa Listaskeiðnum, sum Ingálvur av Reyni, Jack Kampmann og Janus Kamban skipaðu fyri á vetri 1958-59. Sum kunnugt hevur Arnold Vegghamar arbeitt sum gullsmiður, hann er sjálvlærdur listamaður, ið seinastu mongu árini hevur málað burturav sum yrkislistamaður. Stóra framsýningin, sum var í Listasavni Føroya í 2010 var lutvíst afturlítandi og har sást menningin hjá Arnold Vegghamar frá naturalistiskum, impressionistiskum og koloristiskum pointillistisku landsløgum til teir fínu einføldu málningarnir, sum hann hevur málað hesi seinnu árini. Hann mátti verið eitt upplagt evni til Listavirðisløn Nólsoyar Páls, sum Klaksvíkar Kommuna letur ella plagdi at lata.

Landslagið umaftur

Í Listasavninum var framsýningin “Landslagið í broyting”, sum eg lýsti við m.a. hesum orðum: Fátt man vera fagnað í Føroyum sum okkara landslag. Tá ymisk afturvendandi veður- og ljósfyribrigdi so sum kavi, sólarris, norðlýsi ella vesturskin gera um seg, er heilt galið. Tá eru sosialir miðlar á tremur í náttúrumyndum, vit eru so errin sum kundu vit sjálvi havt uppfunnið og skapt landslagið. - Í veruleikanum er føroyska landslagið so mikið trivialiserað, at tað stadnaði til klisjé fyri langari tíð síðan. Tískil er landslagið (líka sum havið, bygdin osfr) eitt slitið útgangsstøði at brúka sum framsýningartema - ikki ikki bara á teirri føstu framsýningini á Listasavninum, men eisini á serframsýningum sama stað. Her er ein ávísur vandi fyri, at verkætlanin gerst so ovurtýðilig og pedagogisk, at listalig mál og dygd koma í aðru røð. Kreativa landslagið á balkongini, har listsøguliga menningin verður lýst í tíðarrøð við ymsum tilfarum er stuttlig – ikki minst hjá børnum. Og nettupp barnapjátur var tað fyrsta, sum hoyrdist í tí eg trein innar í Listasavnið, har fleiri borð eru til taks hjá børnum, har tey kunnu klippa, klistra og tekna. Tað er gleðiligt, at børn verða boðin inn á okkara listasavn – vit skulu bara minnast til, at eisini tá tað snýr seg um børn (serliga tá) er listarlig dygd tað týdningarmesta. Okkum nýtist hvørki at tosa hart ella at tala til børn um list, sum skiltu vit betur enn tey – har eru vit vaksnu ofta trekari enn tey.

Danskir grunnar verða í vaksandi mun brúktir til fígging av føroyskari list. T.d. stuðlaði Ny Carlsbergfondet Listasavni Føroya við eini góðari millión til listainnkeyp. Átta listaverk eftir Sigrun Gunnarsdóttur, Edward Fuglø, Aldu Mohr Eyðunardóttur, Astri Luihn, Brand Patursson, Súsan í Jákupsstovu og Titu Vinther vóru harvið partur av savninum. Karina Lykke Grand, stjóri var takksom fyri stuðulin: “Vit eru ótrúliga glað fyri, at Ny Carlsbergfondet velur at játta eina so stóra upphædd til at keypa føroyska list. Tað er av stórum týdningi, at Listasavn Føroya leypandi kann leggja nýggj høvuðsverk aftur at samlingini og á henda hátt vísa tað besta av føroyskari list. Stuðulin fer til at keypa stór, týdningarmikil verk, ið øll eru rættiliga nýggj – tey eru frá 2006 til 2022. Fjølbroyttu verkini eru við til at styrkja samlingina og vísa fleiri rák innan føroyska list.”

Bruno Mikael Eysturstein (2022)

Orsakað av umvæling læt ársins Várframsýning eitt sindur seint upp í Listasavninum 24.juni, har vóru 25 framsýnarar. Av hesum var meira enn helvtin ikki myndlistafólk burturav – summi starvast innan onnur listaøki og onnur eru áhugafólk. Sostatt var framsýningin átøk eini Ólavsøkuframsýning, sum vit altso hava fingið tvær av um árið - tann eina er stýrd av Listafelagnum, hin av Felagnum Føroyskum Myndlistafólkum. Og sjálvt um talan eru um eitt sera festligt tiltak við nøkrum góðum verkum, røðum, mati og drekka og góðum lagi, vágaði eg í mínum ummæli (einaferð enn) ljósasløkkjarapositiónina við at staðfesta, at tað sum heild verður ov nógv framsýnt í Listasavni Føroya við ov lakari dygd.

Trom

Krimi er ein merkiliga kensluleys sjangra og tí kendist tað løgið, at fleiri ummælarar funnust at nýggju røðini ”Trom” fyri vantandi kenslusemi. Tað tjóðskaparliga fyllti heilt nógv í føroyska kjakinum um røðina, sum gekk heitt allastaðni millum gomul og ung – tað var næstan sum fyrr í tíðini, tá øll hoyrdu og sóu somu sendingar, tí rásin var eittans. Eg ætlaði bara at hyggja eftir einum einstøkum parti, men fekk meg ikki til at sløkkja fyri krimirøðini, ið sum heild var flottari og meira føroysk enn eg hevði væntað. Har lá eg í tímansvís á sofuni og tráhugdi at ”Trom” – men tað var ikki so nógv orsakað av plottspenningi. Eg hugdi at lýsingini av føroyska samfelagnum, teimum ymisku húsunum og heimunum við møblum og lutum, ið sum heild hóskaðu sera væl til persónarnar, teirra lyndi og lønarstig. Og eg hevði tað í grundini ikki heilt øðrvísi, tá eg fyrst í hálvfemsunum slúkti bókina ”Blíð er summarnátt á Føroyalandi” (1990) hjá Jógvani Isaksen, sum ”Trom” partvíst er bygt á – harumframt hevur Tórfinnur Jákupsson, ið  skrivaði krimirøðina saman við Donna Sharpe, tikið støði í bókunum, ”Gráur oktober”, ”Krossmessa” og ”Norðlýsi”. Tað kann væl vera, at summir leikarar spældu betur enn aðrir - Olaf Johannessen er fullkomiliga framúrskarandi. Men Mariann Hansen spælir eisini sera sannførandi og tað sama er galdandi fyri ikki minst tær ungu kvinnurnar í røðini, Helenu Heðinsdóttir og Sissal Drews Hjaltalin. Danski høvuðsleikarin, Ulrich Thomsen er frá fleiri síðum kritiseraður fyri kensluloysi og vantandi mimikk, eg veit ikki hvat fólk hava væntað. Tá tað kemur til andlitsbrá er Ulrich Thomsen eins minimalur sum hann er genialur. Tað er hansara velduga faðiruppgerð, ið ber geniala filmin, Festen, har hann fær fleiri nervasamanbrot og hysterisk herðindi uttan at nakað sum helst hendir við andlitinum. Kortini er senan, tá hann vaðar inn móti landi við ókendu dóttrini í ørmunum, ein tann mest rørandi í allari røðini, flott fotograferað sum ein modernað pietá.

8.mars læt upp framsýning við verkum hjá Guðrið Poulsen, Miu Smith, Turið Teitsdóttir, Rannvá Mortensen, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríðu Berg í Gallarí Havnará. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard líkjast abstraktum tekningum við eini fínari livandi striku, sum so vísir seg at vera myndað úr fínari, bundnari ull og tykjast um somu tíð skroypilig og sterk.

Matur og list

Á ROKS er myndlist bæði uttan og innan. Tað er listamaðurin, Tóroddur Poulsen, ið hevur gjørt listaverk til matstovuna og sum harumframt hevur teknað búmerkið, prýtt vínkort, fyriklæði, mat, vínskrá og júneymit – sjálvt inni á vesinum ber til at njóta listina hjá Tóroddi Poulsen, tí eisini har svimja ymiskir pussfiskar á vegginum. Yvirhøvur eru listamaðurin og matstovan eitt sjáldsama gott match, tað síggja vit á myndevnunum, men serliga á stílinum og dygdini. Eins og ROKS er Tóroddur eisini serføroyskur og altjóða í senn. Listamaðurin tykist hava tikið myndevnisliga støði í matskránni, tí har eru nógvir fiskar og sjógæti á myndunum, m.a. ein nokk so herligur høgguslokkur, sum hevur gløs við víni á øllum tentaklum.

Bárður Jákupsson

Í mai hevði Bárður Jákupsson framsýning í Steinprenti Summar av myndunum hjá Bárði Jákupsson eru figurativar, onkrar illustrativar, meðan aðrar eru rættiliga abstraktar og kagað vit í bøkurnar, sum eru skrivaðar um hann, eru serliga oljumálarí og akvarel hansara høvuðstøkni, tó at steinprent eisini verður nevnt. Eina tíð hevur Bárður av ymsum orsøkum arbeitt við hús og ikki í atelierinum. Hetta sigur hann vera orsøkina til, at hann er farin í holtur við at skera linoleum, ið er høgligt at fáast við – eisini á stovuborðinum. Tað liggur væl fyri hjá Bárði at skera linoleum - bleyta plátan er sum skapt til hansara mjúku bylgjandi linjur, sum hann hevur nýtt til tess at lýsa gongdina í Brúsajøkilskvæði í eini røð við seks linoprentum. Listamaðurin hevur lýst hendingarnar í kvæðinum skemtiliga og rokaliga við klassiskum myndamáli, ið bæði fær okkum at hugsa um ornamentini í landsløgunum hjá Elinborg Lützen og tey stuttligu trøllini hjá Williami Heinesen, men strikan er tann hjá Bárði, sum summi okkara lærdu at kenna fyri næstan fimti árum síðani í eini kritahvítari kettlingabók.

Eitt verk hjá jón sonna jensen og rosé til vernissage

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni hevur havt nógv um at vera í listaárinum, ið fór. Hann hevur tikið lut á fleiri framsýningum m.a. MECHANICAL POSES í Víngarðinum, sum eg lýsti við hesum orðum: Ein røð av skapilsum hanga á vegginum eins og skulpturel relieff. Tey eru øll snarað og boygd avbrigdi av klassiska byggilistaliga súluskapinum, hvørs rørslur síggjast í tilfarinum eins og bylgjur ella rukkur. Verkini bera brá av onkrum mekaniskum ella funktionellum; rørum og installatiónum. Samstundis er eitt týðiligt organiskt brá yvir teimum kúputu ella innskaraðu formunum. Yvirflatan er matt, mjúk og aðrastaðni blonk og sýnist sum heild sera varierað. Verkini hava eitt hugtakandi sansaligt at kalla hedonistiskt brá, ið verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í fleiri av verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar húð og kropp og og nakað, sum beint tvørturímóti er ónatúrligt og kulturelt…

Túsundáraritið

Í mai kom Túsundáraritið, sum er eitt listablað hjá Gwenaël Akira Helmsdal Carré og Sigmund V.P.Zachariassen.við 200 hondnummereraðum eintøkum. Eg havi blaðað í mínum eintaki, sum er nummar 136 og er ein poetisk kollasja við umskarandi myndum av øllum møguligum slag og setningum, sum kunnu hava samband ella ikki við myndatilfarið. Róð verður fram undir ymsar samanhangir, ið tó ikki verða forkláraðir. Kanska kunnu myndirnar lýsast sum estetiskt øvugtar av teimum náttúruyndisligu fotomyndunum, vit eru von við frá Instagram og ferðafólkaídnaðinum. Dentur tykist vera lagdur á underground, grafitti og órudd, men so er eisini ein ordiliga flott yacht í rokanum - hon siglur onkrastaðni í suðurlondum við órógvandi tekstinum Hví eri eg her? Tingini verða vend við og fremmandgjørd, meðan óruddið hinvegin fær virði og meining eins og eykalutir, ið skulu brúkast seinni.

flora heilmann

Á Landsbókasavninum vóru myndir hjá listakvinnuni, Floru Heilmann framsýndar. Av tí, at innrammaðu myndirnar verða framsýndar í glasmontrum, er eitt sindur ríkiliga nógv av glasi ímillum mynd og áskoðara, men framsýningin er kortini áhugaverd av tí, at talan er um verk hjá einum av okkara listaligu grundleggjarum og tað fari eg sjálv at hava við mær í komandi undirvísing og miðlan. Lesið meira um framsýningina her https://www.listaportal.com/tidindi/2022/8/3/slbrtarin-flora-heilmann-150-r

Á Sjómannadegnum í Klaksvík skipaðu Súsan í Jákupsstovu og Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard fyri eini listaframsýning á Spinnarínum, har eisini framløgur vóru. Har vóru verk eftir Astrid Andreassen, Ásu Hátún, Poulinu Jóannesardóttir, Súsan í Jákupsstovu, Ragnhild Hjalmardóttur Højgaard, Jórun Høgnesen, Guðrun & Guðrun, Thorup Copenhagen og Neysting. Í Gamla Seglhúsinum var nógv virksemi í 2022. Átta listamenn høvdu framsýning har m.a. Torbjørn Olsen og Heðin Kambsdal.

 

Barbara í Gongini

Ein áhugaverd framsýning var MUTATIONER hjá Barbaru í Gongini og soninum, Hauge í Gongini Djernis, ein uppliving á Norðurbryggjuni, ið um somu tíð var stórbær og sorgblíð og fekk meg at hugsa, at eitt tíðarskeið er av. Sjálvt um tey framsýndu designini hjá Barbaru ikki sýnast serliga gomul, so hava flest teirra fleiri ár á baki og tessvegna er talan jú um eina partvíst retrospektiva framsýning og tað var serligt í sjálvum sær at vera til eina retrospektiva Barbara í Gongini framsýning!!! Avantgarde og retrospektiv í einum – frammanfyri og aftanfyri í senn. Hauge er uppvaksin í Keypmannahavn, men heldur sjálvur, at Føroyar hava týdning fyri hann sum hálvan føroying. Eg havi bara upplivað listina hjá Hauge í Gongini Djernis einaferð áður – tað var á teirri áhugaverdu framsýningini í Norðragøtu, Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS. Hansara verk og framsýningin MUTATIÓNIR sýna sama áhuga fyri at seta saman tað talgilda og analoga og fleiri staðni er tað, tú heldur vera náttúra nakað annað. Náttúrufrumevni, klettar, sjógvur og okkurt, sum minnir um korallriv kunnu í veruleikanum vera úrslitið av talgildum og listaligum strategium og myndaglitchum.

randi samsonsen 2022

List í Miklagarði

Eina av teimum heilt stóru listupplivingum í 2022 hevði eg í Miklagarði so løgið tað ljóðar. Tað var ein ferðaframsýning av standmyndum hjá Randi Samsonsen, sum byrjarði í SMS. Heitið á framsýningini When will you come to see you like I do? stavar frá jazzlagnum “The Beauty of All Things” hjá Kurt Elling og Laurence Hobgood. Framsýningin fevndi um fimm stórar heklaðar standmyndir, sum eg lýsti við hesum orðum: Standmyndirnar eru bleytar og sýnast um somu tíð einfaldar og kompleksar, ítøkiligar og abstraktar, fjálgar og gátuførar. Tilfarið tykist banalt onkursvegna og minnir um barndóm og heklaðar grýtulappar samstundis sum verkini við sínum larmandi infunktionaliteti og monumentalu stødd heilt týðiliga eru annað og meira enn hugnalig. Í staðin tykjast tey ágangandi og full av ósøgdum spurningum. Tilfarsliga snýr tað seg um vondina, tað taktila í heklingini, hvussu vit sansa tilfarið, hvussu okkara húð minnist heklaðu yvirflatuna. Tilfarið er eisini hugsað sum mótsetningur til alt annað massaframleitt tilfar inni í matvøruhandlinum, ið fyri tað mesta er papp, plastikk og metal.

gudrun hasle

Gudrun Hasle

Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum hevur í fleiri ár verið ein listalig stórhending í Føroyum, sum listáhugað gleða seg til. Í ár var einki undantak. Inger Smærup Sørensen kurateraði framsýningina Jeg leder efter ordne hjá donsku listakvinnuni Gudrun Hasle. Listin hjá Gudrun Hasle hevur eitt hálvfjersaraligt feministiskt brá - her hugsi eg bæði um arbeiðshátt, seyming og brodering og um tað kvinnutematiska innihaldið, men sjeytiárini hómast somuleiðis í áhugaverda spenningsøkinum millum tað privata og intima í verkunum, ið eisini nerta tað politiska og monumentala. Tøkniliga kann listin hjá Hasle variera, men á framsýningini í Norðurlandahúsinum var talan um tekstillist og brodering; nógv av verkunum vóru myndað av orðum, sum eru broderað og seymað á myndaflatan. Stavingin avdúkar, at listakvinnan er orðblind, meðan setningarnir innihaldsliga spegla vantandi sjálvsálit og varhugan av ikki at røkka. Í verkinum ”Der er raler”, ið hekk aftarlaga í skálanum, eru 6 reglur, sum skulu fylgjast, ið allar hava krøv til intelligens, útsjónd, heimið, mammuleiklutin og listafólkaleiklutin. Regla 5 ”Jeg må ikke være trat” sigur okkum, at verkætlanin er órealistisk, tí tað ber ikki til vera perfekt á so mongum økjum.

EINKI HEITI

Tað eru somuleiðis hetta at vera menniskja og listafólk, sum heldur á at vera viðkomandi lýst í yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen. Hann fær ómetaliga nógv innihald at rúmast í sínum reglum, ikki minst, tá hann snarar teimum á. Øvugtleikin er ikki bara orðaspæl, tvætl, spei ella hittinorð – her er ein týdningarmikil samanhangur millum háttalag og tað, sum hann roynir at siga og tað er í grundini ófatiligt hvussu hann støðugt megnar at orða hetta av nýggjum eisini í bók nummar 45, sum inniheldur 45 yrkingar ella har á leið. Sjálvmótsigandi heitið á yrkingasavninum EINKI HEITI vísir til eina hevd innan modernistiska list, har myndlistaverk eru uttan heiti. Hetta er aftur treytað av, at myndevni og funktión verður alsamt meira opið, har móttakarin støðugt fær størri leiklut og álit og tessvegna ikki nýtist eitt heiti til tess at skilja listaverkini. Orðingin sipar sjálvsagt eisini til listaliga universið hjá Tóroddi Poulsen, sum ofta brúkar sonevndar negatiónir sum kreativt útgangsstøði í yrkingum og myndum, har “einki” ella “ikki” eru afturvendandi. Tað áhugaverda við negatiónum er, at tær í grundini ikki upploysa týdning. Tá mann til dømis lesur um eitt træ, sum IKKI var har, verður semantiska tómrúmið, ið stendst av negatiónini merkt av hesum trænum ella fyribrigdinum, sum var nevnt í negativum skapi og tá verður tað ordiliga spennandi at vera lesari í einum meira abstraktum og óítøkiligum fatanarrúmi, ið er meira merkt av døggi, ljósstrálum, támi og varhuga enn av tí ítøkiliga. Yrkingin NÝBROT snýr seg um okkurt slag av umvæling, men hesa ferð ikki av eini standmynd ella nú ert tú eitt skip – skipið er í hvussu er í hvussu er ikki longur lossað við bókmentum ella siðsøgu. Hetta gongur fyri seg í náttúruni á bønum, har sóljur siga sannleikan við summardáar og kokkurin fer niður í maskinrúmið at heinta berjalyng meðan boð verða send eftir hornorkestrinum. Hetta er ein fantastisk yrking, ið minnir um eina listaliga installatión, sett saman av ítøkiligum og óítøkiligum lutum, ið mynda ein listaligan nýbygning, sum er meira enn bara eitt far.

I LET DIFFERENT LIGHT IN er ein sermerkt framsýning hjá Julie Sass, sum framvegis kann síggjast í Víngarðinum. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um ljós og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt.

fríða matras brekku

Framsýningin Myndaódnin 2022 er eisini framvegis at síggja í Steinprenti. Fyrsta framsýning av hesum slagi var í Steinprenti í 2009 og síðani hevur hon verið á hvørjum ári sæð burtur frá onkrum einstøkum koronufráviki. Framsýningin við verkum eftir fimtan listafólk tekur saman um nógva virksemið, sum hevur verið í Steinprenti í brátt farna ári. Tvey av verkstaðsfólkunum eru við á framsýningini. Tað eru Louise Aakerman Nielsen og Fríða Matras Brekku. Fyrrnevnda hevur í mong ár savnað saman eitt myndasavn úr bløðum og tíðarritum, sum hon tekur útgangsstøði í. Í onkrum førum snýr tað seg um kollasjur, ið eru yvirførdar til litografiska steinin. Hetta úrslitar í spennandi grafiskum verkum við fáum litum við denti á huglagið í rúmum, sum eisini ofta eru merkt av myndum í myndunum. Fríða Matras Brekku sýnir fram fínar smáar litblýants- og vatnlitsmyndir av fuglum og blómum við hópin av detaljum og litbrigdum ikki minst í litríku tulkingunum av irisblómuni, ið tykjast afturhaldandi og ótálmaðar í senn.

Í oktober var Geytin í Norðurlandahúsinum og í sjónvarpinum, har vit sóu filmarnar, harav fleiri vóru góðir, t.d. Ver her hjá Mariu Winther Olsen, Tokskinnarin hjá Terja Mohr og Sálarkvøl eftir Eir í Ólavsstovu. Síðstnevndi er ein heimildarfilmur um listakvinnuna Elina Josefinu Smith, hann bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina. Við heiðrinum fylgja eisini ávikavist 40.000 krónur fyri Geytan, ið Runavíkar kommuna læt, og 30.000 krónur fyri Áskoðaravirðislønina, ið Tórshavnar kommuna læt.

Fríggjadagin 25. november kl. 17-20 læt fína framsýningin "Dear, my dear" upp í gomlu gentukostdeildini, sum er hølið hjá LISA í Hoydølum. Tað vóru ung norðurlendsk listafólk, sum framsýndu. Charlie-Vince Jakobson (SE), Melanie Kitti (SE), Albin Werle(SE), Vár Bænadikta Samuelsen (FO), Amanda F. Koch-Nielsen (DK) Alda Mohr Eyðunardóttir (FO) & Anný Djurhuus Øssursdóttir (FO).

Ragnhild hjalmarsdóttir højgaard - brot 2022-2023

BROT eitur ein hugtakandi framsýning av føroyskari samtíðarlist í stórum formati, sum hongur í Listasavninum inntil 16.januar. Framsýnarar eru: Alda Mohr Eyðunardóttir, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Hansina Iversen, Jens Dam Ziska, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Randi Samsonsen, Rannvá Kunoy og Silja Strøm. Møguliga hava framsýnararnir havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru spildurnýggj. Nýggjasta verkið á framsýningini er ein veldug installatión hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.

jóhan martin christiansen tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg 2022

marjun syderbø kjelnæs gentukamarið 2022

Gentukamarið

Leikurin Gentukamarið hjá Marjun Syderbø Kjelnæs var framførdur á Tjóðpallinum og eg skrivaði, at hann snýr seg um at blíva listafólk líka nógv sum hann snýr seg um at blíva kvinna. Vit áskoðarar varnast alt fyri eitt myndina av einum av tiltiknu kamarsmálningunum hjá listamytuni Vincent van Gogh, sum hongur í Gentukamarinum beint við tað reyða plastikkspeglið. Tað er herliga fýrsaraligt, eisini hasin serligi laksaljósareyði liturin á innbúgvinum í gentukamarinum. Tónleikurin er hugtølandi, bæði tann sorgblíði og til tíðir lagnutungi tematónleikurin hjá Joachim Holbek, sum er innspældur saman við føroyskum strúkarum, og tað herliga finska tangolagið móti endanum. Møguliga vóru tónleikasenurnar við bust sum mikrofon, eitt sindur langdrignar ella flóvisligar ella fjákutar, eg veit ikki, men tær vóru eisini afturkennandi stuttligar ikki minst, tá mann kennir tónleikin, t.d. fýrsaralandapláguna hjá Rose Laurens, Africa – eg eigi singleplátuna (!) og jú, tónleikurin hevði stóran týdning í gentukamarinum – alt tað eg minnist. “In dark, deep jungle I hear the wild drum/ My heart beats faster, knowing my time's come/ The voodoo master, waiting for nightfall/ Draws signs of magic on my white woman skin. – Altíð hesin forbrendi hugur at geva seg undir viljan hjá onkrum øðrum ella hvør var tað, sum vildi hvat - aftaná paradigmuskiftið eftir metoo er hetta í øllum førum ómodernað, men gentukamarið minnast vit og tað er ikki minst afturkennandi í fínu, neyvu scenografiini hjá Siggi Óli Pálmason. - Grundhugskotið um at fara aftur í gentukamarið at hitta seg sjálva er frálíkt. Eg skilji væl feministisku motivini í leikinum, men ímyndi mær, at bæði gentu- og dreingjakamarsuniversini ikki er eins afturlatin og tessvegna heldur ikki so óhugnalig sum tey einaferð vóru, nú samskiftið millum ættarliðini tykist nógv meira opið. Leikurin tvinnar fleiri søgur saman og tekur støði í eini tilveruligari kreppu hjá vaksnu konuni, ið er fráskild og hvørs fyrrverandi maður skal giftast uppaftur. Hon fer heim til síni gomlu foreldur og inn í sítt gamla kamar, har Veran bíðar eftir henni og konfronterar hana við gomlum og nýggjum ræðslum. Fyrst og fremst er tað kærleikin og óttin, sum bindur konuna. Tað er sum móðirdjórið í The Wall hjá Pink Floyd, sum uggar sonin og sigur “Hush now, baby, baby, don't you cry/ Mamma's gonna make all of your nightmares come true/ Mamma's gonna put all of her fears into you...”. Hatta elaklæna markið millum stundvísiliga umsorgan og sjúkliga stúran. Dukkurnar taka gentuna og konuna av ræði, móðirskyldan og skuldarkenslurnar lamma hana. Tann vakrasti parturin av leikinum er tann abstrakta paralellfrásøgnin um gentuna, sum vaks og vaks og bleiv so stór, at hon ikki passaði inn nakrastaðni. Í tí absurda endanum á søguni kenna vit umhvørvishøvundin aftur, men lýsingin av hvussu likamið á teirri risastóru deyðu gentuni nørir um fiskastovnar og fólkasálir, minnir eisini um onkra yrking hjá Tóroddi Poulsen. Tað var jú hansara Venclagrein um ummæli, sum var upprunin til Gentukamarið og eg haldi kanska, at hann hómast í einum av teimum mongu negativu røddunum í gentukamarinum. Til alla lukku tykist frásøgnin lyfta seg upp um persónligt agg og fornermilsi og hin søgan um gentuna við hugflognum, sum rakk longur enn til alt tað vanliga og sum lýgur seg meira áhugaverda, er eisini hjartanemandi. Í hesum universinum ræður skommin og Beinta Clothier spælir sín leiklut sum vaksna konan við hóskandi undirgeving og vónloysi. Hans Tórgarð lyftir somuleiðis sín velduga leiklut sum veran, ið er á palli longu áðrenn leikurin byrjar og allan vegin til endan. Hann er veran, sum tá hon vaknar, førkar seg sum ein dukka, men vaksur og verður ígongdsetari og innlimar alt tað, sum gentan og konan hava at stríðast við. Tað er tann innara røddin, sum ógvuliga sjáldan er mild og rósandi og sum krevur av henni, at hon skal siga sína søgu í trimum pørtum og tað ger hon eitt sindur treyðugt, men síðani kemur ferð á og vit uppliva eitt nú smá brot av tølandi ungdómsløtum sunnanfyri. Har kemur Bartal Augustinussen sum eitt frískt, musikalskt og stuttligt lot inn í innibyrgda gentukamarið.

Anker mortensen frá framsýningini hetta merkiliga lýsið í víngarðinum 2022

Listprýðing

Eg upplivdi eina ómetaliga væl eydnaða listprýðing hjá Anker Mortensen og Silju Strøm í nýggju politistøðini í Havn. Prýðingin hjá Anker Mortensen hevur felagsheitið “Vindurin blæsur hvar sum hann vil” – tað eru seks málningar, ið allar hanga í eini trappu. Myndirnar eru sera ymiskar, tann størsta og ovasta myndin er til dømis 300 x 500 cm til støddar meðan tann minsta er 5 x 5 cm. Ein hvít ikon við einum uvidenhedens sky er komin við og eitt pinkalítið gult prent, men annars er blátt høvuðslitur í myndunum. Listamaðurin greiðir frá, at málið var at skapa rò í einum umhvørvi, har ógvusligar og skakandi hendingar kunnu koma fyri og at blái liturin hevur tann eginleikan. Blátt er somuleiðis ein litur, sum Anker Mortensen er farin at brúka so nógv, at hann er vorðin høvuðslitur, bæði ultramarinblátt og parisarablátt í ymiskum blandingum, sum hann málar í fleiri løgum við rundleittum skapum, ið breiða seg kring allan myndaflatan í málningunum, sum bæði tykjast sansaligir og andaligir. Vindurin, sum blæsir sitatið er bíbilskt og kemur frá Johannes 3.8: ”Vindurin blæsur, hvar sum hann vil, og tú hoyrir dunið av honum; men tú veitst ikki, hvaðan hann kemur, og hvar hann fer; soleiðis er tað við einum og hvørjum, sum er føddur av andanum”. Tann stóri málningurin, sum hongur ovast, er eitt tað mest hugtakandi verið, eg sá í fjør og eitt høvuðsverk ikki bara í samlaða verkinum hjá listamanninum, men eisini í føroyskari myndlist sum heild og júst tí er tað spell, at hann hongur eitt sindur aftanfyri ein veggjakant – hetta eigur at verða broytt og eg havi skilt, at ætlanir eru um tað. Tó at talan er um ein oljumálning minnir málihátturin um fresco við týðiligum avmarkingum av teimum málaðu skapunum. Innanfyri hómast ein tysjandi riðil av teknum og tekningum við abstraktum figuratiónum. Kompositiónin er dynamisk við skapum, ið at síggja til bylgja á myndaflatanum. Bygnaðurin minnir um eitt landslag soleiðis sum vit síggja tað hjá Williami Heinesen t.d. stóra verkinum í auluni í Finsen, men eisini í málningum hjá Tommy Arge, har steinar og strukturur verður lýstur dekorativt við denti á eina artistiskt spælandi konturstriku. Hjá Anker verða fleiri av hesum tekningunum til einstakar figurar, ið minna um blómur, bátar og hús, teknað við barnsligum upprunaskapi. Okkurt er ljósareytt, limegrønt, turkis og violett, men heildin er ljómandi blá, óítøkilig við ullintum kantum og hjartanemandi vøkur.

Bæði Anker Mortensen og Silja Strøm arbeiða ofta við sera smáum formatum – tað er áhugavert at síggja hvussu bæði eru farin upp í stødd til hesa prýðingsuppgávuna í nýggju politistøðini – bæði listafólkini klára uppskaleringina sera væl. Málningurin hjá Silju mátar 208 x 340 cm - hann er málaður ella fullførdur í atelierinum í húsunum hjá Janus Kamban, har Silja Strøm búði nakrar mánaðar í fjør. Blái liturin hevur eisini ein stóran leiklut í verkinum hjá Silju, ið hongur í móttøkuni á Politistøðini. Hetta er ein framúrskarandi vakur, ljósur og lættur málningur við hópin av figurativum og abstraktum myndevnum, ið savnast í eini dynamiskari kompositión við tveimum diagonalum linjum. Miðskeiðis á myndaflatanum er ein dansiringur og kring tey dansandi hómast umhvarvið av einum spjøddum landslagi. Myndin líkist í grundini teimum smáu myndunum á framsýningini This is an ambiguous face, sum var í Víngarðinum í 2020. Tó at hesar myndir vóru uml 30 x 40 cm smáar vóru tær innihaldsliga stórar - um at bresta av skapum, strokum, litum og figurum. Í hesum myndunum eins og í nýggja stóra prýðisverkinum gongur alt fyri seg á einari og somu fláini – her er also ikki nøkur forgrund, miðgrund og bakgrund, og kortini gevur ymisliga støddin og staðsetingin av figurunum varhugan av skiftandi frástøðu – t.d. um vit hyggja at trøunum í myndini. Myndin er bæði figurativ og abstrakt og abstraktu myndaliðirnir eru líka nógv frammi í myndarúminum sum teir figurativu. Myndin kann beint nú síggjast í Listasavninum, har hon er partur av framsýningini BROT, sum eg havi nevnt fleiri ferð og sum Anna Maria Dam Ziska kurateraði.

Hetta var eitt sindur av tí eg upplivdi í fjør og nú gleði eg meg til listupplivingar í nýggja feska árinum. Um nakar lesari megnaði at lesa heilt hertil, hevur hon ella hann av sonnum uppiborið eina hjartans heilsan um eitt eydnuberandi og mentanargott nýggjár, vit hoyrast!

Kinna Poulsen

silja strøm

Torbjørn olsen vinnuportrett 2022 (framsýnt í gamla seglhúsinum)

Ein av litografisku steinunum hjá lív mariu róadóttir jæger

og eitt petti av hennara yrking landsstýrismaður

hanni bjartalíð

Steinbrá gavetryk – Åbningstider i Steinprent i juledagene

Nu nærmer julen sig hastigt, men medlemmer af Steinbrá har stadig mulighed for at hente deres gavetryk i Steinprent. Det er en af Færøernes mest etablerede og elskede billedkunstnere, Zacharias Heinesen, der har skabt årets gavetryk.

Gavetryk er et gratis litografisk tryk, som grafikforeningen Steinbrá giver sine medlemmer omkring juletid. Alle interesserede kan blive medlemmer - det koster 500 kroner pr år (2000 kroner for virksomheder), hvorefter man kan vælge sig et litografi. Steinbrá støtter op omkring Steinprents arbejde og har mere end 600 medlemmer.  

Zacharias Heinesens billeder minder motivisk og kompositionelt om hans klassiske fortolkninger af Færøerne, der i de nye tryk træder frem med i en klar, mørkeblå kontur. Der er noget legende let over billederne i den pastelfarvede kolorit med glitrende gult, lyseviolet, lyserødt, lysegrønt og lyseblåt, altså lysende farver, der jo gør godt her i den mørke tid. Alle er velkomne i Steinprent for at få et gavetryk/blive medlemmer. Man kan også se udstillingen Myndaódnin 2022 med et bredt udsnit af litografier, skabt i årets løb og andre gode værker.

I juledagene er åbningstiderne:

Onsdag 21.des 9-17

Thorsdag 22.des 9-17

Fredag 23.des 13-17

Lørdag 24.des lukket

Onsdag 28.des 13-17

Thorsdag 29.des 13-17

Fredag 30.des 13-17

Lørdag 31.des 9-12

zacharias heinesen

zacharias heinesen

zacharias heinesen

juletræet af restpapir

Fríða matras brekku

 

 

Jauchzet, frohlocket...

william heinesen.bach - 1940

Yvirskriftin her eru byrjanarorðini í jólaoratoriinum hjá Johann Sebastian Bach og eitt satt fagnaðarróp, ið verður at hoyra í Vesturkirkjuni leygardagin klokkan 16. Her fer Havnarkórið saman við solistum og orkestri at framføra undir leiðslu av Leif Hansen. Fyri nøkrum árum síðani skrivaði Leif eina grein um verkið:

Kendi tónasmiðurin Igor Stravinsky varð einaferð spurdur um, hvat tónleikaverk var tað týdningarmesta í tónleikasøguni. Hann svaraði: Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach

Kenslur og tónleikur

Tónleikur hevði í barokktíðini sum eina av sínum høvuðsuppgávum at lýsa kenslurnar ella affektinar hjá menniskjum. Útgangsstøðið var grikska etoslæran, sum sigur, at tónleikur er íborin eginleikan til at ávirka menniskju á ymiskan hátt. Serliga var tað í teirri tá nýggju tónleikagenruni, operatónleikinum, at hetta tónleikaæstetiska fyribrygdið kom til sín rætt. Tær skiftandi sinnisstøðunar hjá ymisku persónunum í operuni skuldu tónasmiðurin royna at lýsa í tónum eisini.

Tónasmiðurin og tónleikateoretikarin Johan Adolph Scheibe (1708-76) sigur í Der kritische Musikus: “Vit hava í tónleikinum við sinnisrørslur at gera; tónasmiðurin skal úttrykkja, styrkja ella doyva tær.” Hetta var sambært Scheibe ein av høvuðsuppgávunum hjá tónasmiðunum. Barokktónasmiðirnir høvdu so við og við hópin av koventionellum tónleikahættum til at úttrykkja kenslur við, eitt nú gleði, sorg, øði, angist, pínu osfr. Tó er hetta ikki at skilja so, at tónasmiðinir vóru bundnir niður av hesum tónlistaligu ”viðtøkum”. Barokktíðarskeiðið er nevniliga merkt av stórum ymiskleika tónaskaldunum ímillum, ikki minst tá hugsað verður um tónleikaslag, uppfinningarsemi og talent.

Tann trúgvandi Bach

J.S. Bach livdi í einari mentanarligari og átrúnarligaru broytingartíð. Millum absolutismu og upplýsingsstíð og millum lutherska ortodoksi og pietismu. Bach hevði sítt religiøsa útgangsstøði í teirri luthersku ortodoksiini. Teir lærdu handan hesa læru royndu í 1600-talinum at seta tankarnar hjá Luther í føst játtanarrit og avvísti øllum øðrum kristnifatanum sum vranglæra. Ofta verður tó í tónleikasøgubókmentum víst á, at Bach við sínum vali av tekstum og teksthøvundum í sínum vokalverkum m.a. kantatunum, tykist hella til pietismuna.

Pietisman var ein rørsla, sum kom fram í byrjanini av 1700-talinum við áherðslu á persónliga, livandi og fróma trúgv. Um júst val av tekstum sigur danski tónleikagranskarin Søren Sørensen í einari av sínum bókum: “Den religiøse poesi, der stod til Bachs rådighed, var gennemgående ret ubehjælpsom i formen og indholdsmæssigt præget av pietismens hang til svulst og svælgen i Jesu blod” Sørensen tekur fram høvundar ella, sum tað eitur í kantatunum, librettistar sum Neumeister, Salomo Franck og navnframa Picander, allir virkaðu í pietistiska tíðarskeiðnum og vóru ávirkaðir av tí. Dømi um slíkar tekstir eru fyrstu orðini úr Kantatu nr. 199 (BWV 199): Mein Herze schwimmt in Blut (Mítt hjarta svimur í blóði). Men tekstinir munna hava talað til Bach og kirkjuliðini har Bach hevði sína arbeiðsgongd. Her skal tó sigast at dyrkanin av tí, sum bleiv eyðkenni fyri pietismuna hevði sína byrjan í ortodoksiini við m.a. týska teologinum Valentin Weigel (1533-88). Hesin Weigel legði áherðslu á, at Guð møtir hinum einstaka menniskjanum í sálini, umframt, at hann leggur dent á bøn, askese og strangan etiskan lívshatt. Pietisman helt seg eisini í ávísum førum í sínari heilt privatu guðsrelatión kunna verða kirkjuna fyri uttan. Hetta liggur langt frá tí kristnifatan, sum Bach hevði, sum júst bygdi á kirkjuna og ta boðan, ið gekk út frá henni. Tá Bach skuldi brúka sálmar, tær sonevndu koralunar, til kantaturnar, passióninar og oratoriini ,valdi hann oftast eldri sálmayrkjarar úr ortodoksa tíðarskeiðnum. Nevnast kann, at Paul Gerhard (1607-76) og Johann Rist (1607-67) eiga átta av teimum 15 koralunum í Jólaoratoriinum og at Bach í allari sínari kantatuproduktión bert í einstakum førum brúkar sálmar, sum eru yrktir í 1700-talinum. Kantatunar, Bach skrivaði áleið 300 kantatur harav tær 200 eru til skjals í dag. Kantatan hevði í stóru protistantisku kirkjunum stóran leiklut í sjálvari liturgiini. Kantatan varð framførd eftir at presturin hevði lisið evangeliið upp frá altarinum. Eftir at kantatan varð framførd fór prestur á prædikustólin og las enn einaferð dagsins evangelium og helt síðani dagsins prædiku. Var kantatan tví-deild kundi seinni partur verða framførdur eftir prædikuna. Kantatan var oftast uppbygd soleiðis at byrjað varð við einum satsi fyri kór og orkestur – oftast yvir eitt citat úr bíbliuni og endaði við einum koralsatsi yvir eitt kent lag. Inn ímillum hesa rammu finna vit oftast solistisk innsløg, sum recitativir, ariur og arioso, kórsatsir við instrumentalum for- millum- og eftirspæli. Í byrjanini av 18. øld bleiv kantatan útviklað soleiðis at hon fekk brá av at verða ein musikalsk, religiøs-dramatisk eind. Kantatan gjørdist somuleiðis ein sera vældámdur tónleikaformur millum tónaskøld. Nevnast kann at Telemann skrivaði ikki færri enn 1518 kantatur og Graupner við heili 1418.

Kristniboðan í orð og tónum – Soli Deo Gloria

Kantaturnar eru fyrst og fremst hugsaðar sum kristinboðan. Tónleikasøgumaðurin Alfred Einstein (1880-1952) (ikki at blanda við Albert) kallaði kantatunar hja Bach biblia pauperum (bíblia teirra fátæku) í tónleiki. Einstein metir Bach at verða tann størsta kristniboðaran síðani Luther. Bach ber ikki ein telogiskt abstraktan boðskap fram, men ein boðskap, ið er beinleiðis og vælskiljandi, sprottin úr hansara myndríka musikalska hugflogi.

Í sínum kantatetónleiki útleggur Bach tær fundamentalu trúargreinanar í kristendóminum, klárari, eirindarleysari og djúpri enn nakar hevur gjørt.

Alfred Einstein

Kanska er hetta orsøkin til, at Bach javnan í tónleikabókmentum verður kallaður Hin fimti evangilisturin ella Tónleikans apostul. Jólaoratoriið er ikki eitt veruligt oratorium, sjálvt um Bach sjálvur brúkti hetta heitið. Verkið er nevnuliga samansett av seks kantatum ætlaðar at framføra ein til hvønn dagin Jóladag, 2. jóladag, 3. jóladag, Nýggjársdag, sunnudag eftir nýggjár og á Trettandu. Jólaoratoriið kann síggjast sum eitt slag av kompendium yvir allar tær formtypur, sum Bach brúkti í sínum kantatum. Her eru einfaldar koralir, recitativ (skiftivís secco og accompagnato) og ariur í ymiskum formum. Og so eru tað teir stóru kórsatsinir við instrumental for,-millum og eftir- spølum. Kantatunar hjá Johann Sebastian Bach bera ovurhonds nógv dømi um tónleikaæstetiskar grundreglur, sum vóru galdandi í barokktíðarskeiðnum. Tónleikurin skal lýsa kenslunar hjá einum menniskja, sum verður ávirkað av einumhvørjum. Trúarinnar affektir: Gleði og takksemi fyri lívið, skaparverkið og uppreisnina. Sorg og angist fyri deyðanum og vónin og longsulin til ævigt lív. Altjóða kendi tónleikagranskarin Peter Ryom skrivar í einari av sínum bókum, at tað júst er hesin parturin av kristnitrúnni, sum kantatunar hjá Bach lýsa. Tónleikagranskarar flest eru á einum málið um, at vit í kantatunum, sum samlað eru ein fimtingur av øllum tónleikinum frá Bach’sa hond, finna tónlistarligu hæddina, ikki bara hjá Bach sjálvum, men í øllum tíðarskeiðnum sum heild. “Jauchzet, frohlocket! auf, preiset die Tage” - Jólini eru veruliga í hondum.

rembrandt jesu føðing 1646

Jól í Steinprenti

Fríggjadagin hittust vit til heitt gløgg og gott prát í Steinprenti og Peter Carlsen var við okkum í ondini eins og hann plagar. Hansara jólaprent ovast her er eitt verk, sum vit gleða okkum at taka fram á hvørjum ári, men har er hópin av góðum, stuttligum, vøkrum, speiskum, fittum, løgnum, herligum, kulum, hugfarsligum, eksistentiellum og rørandi myndum í Steinprenti, har Myndaódnin hongur fram til jóla gerandisdagar frá 9-17 og leygardag frá 11-16. Far bara og hygg - og ert tú limur í áhugafelagnum Steinbrá (tað kunnu øll blíva, tá tey ynskja tað) - kanst tú nýta høvið til at kjósa tær eitt av vøkru gávuprentunum hjá Zachariasi Heinesen - limaskapur kostar 500 - prentið hevði annars kostað 1600 krónur, so har ber til at gera eitt satt listakvett. Her eru myndir frá tiltakinum.

Vakra ferniseringsbukettin frá Árstíðunum

lagið var bara gott

detalja úr verki hjá hanni bjartalíð

hanni bjartalíð

tóroddur poulsen

verk hjá tóroddi og jólatræið

akvarelmynd hjá fríðu matras brekku

ferniseringsgestur skoðar hanna bjartalíð

jólatræið og verk hjá hanna bjartalíð

gestir

og gløggið var gott

nýtt prent hjá julie sass

julie sass

fríða ornar fyri

eitt fínt prent hjá louise aakerman nielsen, sum hevur fyriskipað myndaódnina í dag saman við hinum í steinprentcrew

Vísu mennirnir hjá peter carlsen og verk hjá lív mariu róadóttir jæger

fólk og list

mánalýsiskvøld


Gløgg list í Steinprenti

Hanni Bjartalíð tekning

Fríggjadagin 9.desember klokkan 16 letur Myndaódnin 2022 upp í Steinprenti. Fyrsta framsýning av hesum slagi var í Steinprenti í 2009 og síðani hevur hon verið á hvørjum ári sæð burtur frá onkrum einstøkum koronufráviki. Framsýningin við verkum eftir fimtan listafólk tekur saman um nógva virksemið, sum hevur verið í Steinprenti í brátt farna ári og sum mann kann njóta afturvið einum glasi av flógvum gløggi.

Litografiskur steinur við mynd hjá Julie Sass

Abstrakt prent

Á framsýningini í ár verður eitt gott bland av føroyskum og donskum listafólkum. Nýggjastu verkini á framsýningini eru tey hjá donsku listakvinnuni Julie Sass, sum júst hevur gjørt fýra abstrakt heliografi/steinprent á verkstaðnum, ið tykjast merkiliga løtt og ómakaleys samstundis sum bygnaðurin er samansettur og kompleksur. Hansina Iversen gjørdi fyrr í ár eina heila røð av steinprentum, sum eisini eru abstrakt. Hansina er málari og grafikari, ið eftirhondini er sera roynd innan steinprentstøknið. Royndirnar geva henni dirvi til at komponera at síggja til fløktar myndaflatur, ið eru so fullar av øllum møguligum formum, at tú ivast um myndaflatin ikki fer at bresta Men tá myndin er liðug, hendir tað løgna, at strok og fleiri løg av glógvandi litum at síggja til tvinnast saman til avkláraðar kompositiónir, ið innihalda orku og ró.

Hansina Iversen

Zacharias Heinesen

Steinbrá gávuprent

Zacharias Heinesen hevur gjørt ársins gávuprent. Gávuprent eru ókeypis prentmyndir, sum grafikkfelagið Steinbrá letur limum sínum um jóltíðir. Limir og øll, sum hava hug at blíva limir – tað kostar 500 kr um árið fyri einstaklingar og 2000 fyri fyritøkur – kunnu á hvørjum árið kjósa sær eitt prent av fýra møguligum. Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprent og í Steinprenti hevur ein rúgva av fólki verið eftir gávuprentum og tað gleðast tey um í Steinprenti. Myndirnar hjá Zachariasi minna um hansara klassisku tulkingar av føroyska umhvørvinum í bygd og bý, ið trína fram við klárum myrkabláum konturstrikum. Litavalið er pastel ella bommlitt við glógvandi gulum, ljósaviolettum, ljósareyðum, ljósagrønum og ljósabláum. Sjálvt um grágrønu líðirnar í støðum sýnast heystkendar, tykist ljósið vælgerandi várligt í hesum litríku myndunum.

Fríða Matras Brekku

Rúm og ótálmaðar blómur

Framsýningin letur jú upp dagin eftir valið og tá er upplagt at framsýna verkið hjá Marius Olsen av Tinganesi við blonkum flaggdúki. - Í skrivandi stund vita vit ikki hvør fer at ráða fyri borgum komandi 4 árini. Tvey av teimum, sum arbeiða fast í Steinprenti eru við á framsýningini. Tað eru Louise Aakerman Nielsen og Fríða Matras Brekku. Fyrrnevnda hevur í mong ár savnað saman eitt myndasavn úr bløðum og tíðarritum, sum hon tekur útgangsstøði í. Í onkrum førum snýr tað seg um kollasjur, ið eru yvirførdar til litografiska steinin. Hetta úrslitar í spennandi grafiskum verkum við fáum litum við denti á huglagið í rúmum, sum eisini ofta eru merkt av myndum í myndunum. Fríða Matras Brekku sýnir fram fínar smáar litblýants- og vatnlitsmyndir av fuglum og blómum við hópin av detaljum og litbrigdum ikki minst í litríku tulkingunum av irisblómuni, ið tykjast merkiliga afturhaldandi og ótálmaðar í senn. Tey flestu av teimum framsýndu verkunum eru grafisk verk, men nøkur undantøk eru sum hesar hjá Fríðu.

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð framsýnir eisini nakrar einastandandi fínar tekningar og relieff við eini ørgrynnu av áhugaverdum staklutum og myndum í myndarúminum. Her gløða og brenna litirnir upp móti hvørjum øðrum, so at áskoðarin verður í ørviti. Alt er dekorerað, alt eru mynstur, alt er list t.d. í tekningini ovast av einum reyðum rúmi, sum í sjávum sær gevur hugasamband við Strindberg og Matisse, ið báðir gjørdi hvør sítt slóðbrótandi reytt rúm sum skaldsøgu og mynd. Vindeygað í tekningini hjá Hanna fær teg at hugsa um bæði Van Gogh og Gauguin ella kanska um okkurt symbolistiskt verk hjá Ferdnand Hodler. Kortini er hetta totalt Hanni Bjartalíð uppá allar møguligar og ómøguligar mátar. Aftanfyri skenkin sæst yvir á eitt verk hjá honum uppi yvir eini grønari plantu. - Tey eru heilt framúrskarandi hesi nýggju verkini og eg haldi, at jú fleiri litir og detaljur eru í verkunum hjá hesum listamanninum, tess meira átrokandi gerst tómleikin, mørkini, kanturin og avgrundskenslan. Aftaná øll tingini, hvat er so eftir? Restir til onnur at rudda upp. Relieffini eru eitt sindur meira einføld, men eru kortini merkt av somu kenslu av horror vacui við hópin av staklutum, ið verða sett upp móti eksistentiellari tyngd.

Jólasiðir í Steinprenti

Á hvørjum ári verður tað serliga jólatræið tikið fram, sum Louise Aakerman Nielsen hevur gjørt burtur úr strimlarestum frá prentarbeiðnum. Tað plagar at vera hugnaligt – eisini at síggja teir tríggjar vísu menninar í andlitinum á Peter Carlsen, ið sum siður er, er partur av framsýningini. Harumframt verða verk at síggja hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, Bárði Jákupsson, Tróndi Patursson, Bruno Kjær, Claus Carstensen, Tóroddi Poulsen og Karen Bohøj.

Marius Olsen

Louise Aakerman Nielsen

Bruno Kjær

Fríða Matras Brekku

Artist Talk við Julie Sass

í dag, sunnudagin 4.desember klokkan 18 verður viðtal við listakvinnuna Julie Sass í Víngarðinum. Hon fer at greiða frá sínum myndum og síni list. Høvi verður eisini at síggja serstøku og flottu framsýningina, sum læt upp í gjár. I LET DIFFERENT LIGHT IN eitur framsýningini, har listakvinnan framsýnir málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í vár varð løgd fram í Listasavninum. Hjartaliga vælkomin til tiltakið.


Julie Sass sýnir fram í Víngarðinum

MOONLIGT, SHADOW, MALERI, MIXED MEDIA, 40 X 50CM, 2022

Leygardagin 3.desember klokkan 15-17 verður nýtt ljós í Víngarðinum, tá framsýningin I LET DIFFERENT LIGHT IN hjá Julie Sass letur upp. Her framsýnir listakvinnan málningar og verk á pappíri, sum snúgva seg um mánalýsi og skugga. Myndirnar eru abstraktar og dynamiskar við ferð á strokunum. Samstundis sum máliprosessin tykist spontan og vill, eru myndirnar merkt av gjølligari umhugsan – tú fært varhugan av einum serligum neyvleika í onkrum, ið samstundis er eins og ein ferð í tí ókenda. Hetta eru verk, tú kanst hyggja leingi eftir. Tá varnast tú hvussu sterkur myndabygnaðurin er, hvussu skroypilig javnvágin er. Litirnir eru tónaðir niður og vit uppliva eitt samandrigið árin við onkrum, ið kemur til sjóndar í myrkrinum og møguliga stígur fram eins og var tað veruligt. Í framsýningarheitinum staðfestir listakvinnan, at hon letur eitt øðrvísi ljós inn í myndirnar. Við tað, at svart er høvuðslitur í myndunum á framsýningini tykist orðingin øvug; sum kunnugt er svart fullkomiliga fyriuttan ljósvirði. Ljósið upp móti tí svarta verður silvurkent sum mann kann uppliva tað eina fullmánanátt. Ymsastaðni hómast dreymakendar eftirmyndir av landsløgum, ið minna um tær um somu tíð serstakliga neyvu og abstraktu tekningarnar og tekstirnar í artistbókini, Vandretilstande, sum í vár varð løgd fram í Listasavninum.

Julie Sass hevur tikið lut á mongum framsýningum her á landi saman við m.a. føroyskum listafólkum t.d. Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, í Norðurlanda-húsinum á listaeventinum á G!Festivalinum og í Steinprenti, eins og hon hevur samstarvað við føroysk listafólk eitt nú sum kurator. Listakvinnan hevur í skjótt tíggju ár samstarvað við Steinprent, har hon hevur framleitt nógv prent og bøkur. Hon er fleirtáttað listakvinna, sum fæst við málningalist, tekstil og grafikk, eins og hon hevur kuraterað framsýningar, eisini onkrar, har føroysk listafólk hava verið umboðað.

Julie Sass er útbúgvin á Det Kongelige Danske Kunstakademis Billedskoler og New York University (MFA). Hon hevur givið út fleiri bøkur og hefti m.a. í sambandi við framsýningar, hon hevur kuraterað umframt artist books m.a. Volume Rhythm Matter og Lemon Mood, sum báðar eru framleiddar í Steinprenti og eru partar av savninum hjá The MET í New York. Fyri kortum kom bókin Image: Temporary Constellation, har ymiskir høvundar, listafólk, kuratorar og onnur skrivað um útvald verk hjá Julie Sass. Hjartaliga vælkomin til vernissage leygardagin 3.december kl.15-17 og artist talk millum listakvinnuna og kurator, Kinna Poulsen 4.december kl.18. Víngarðurin ART & WINE Tróndargøta 31 Tórshavn.

 

 

 

 

Anna Malan Jógvansdóttir fingið skrivilegat

Ein gávuríkur føroysk listakvinna, Anna Malan Jógvansdóttir var í hópinum nú VELUX grunnurin gav seks rithøvundum í ríkisfelagsskapinum legat til skriviuppihald á universitetum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tankin við verkætlanini er at styrkja samskiftið millum londini og millum hugvísindi og skapandi list. Umframt Onnu Maluna Jógvansdóttir fara Sørine Steenholdt, René Jean Jensen, Peder Frederik Jensen, Alen Meskovic og Maja Lee Langvad at flyta inn á hvør sítt universitet, har tey fara at skriva. Anna Malan Jógvansdóttir fekk longu Mentanarviðisløn Landsins, fyri ungt listafólk, tá hon var 21 ár. Virðislønin var latin fyri hennara fyrsta yrkingasavn Undirfloyma frá 2015. Í 2020 fekk hon eisini Ebbu-virðislønina, fyri sína bók Psykosudrotningin sigur frá.

Á heimasíðuni hjá VELUXgrunninum stendur, at Anna Malan gleðir seg: "Jeg glæder mig til at være en del af et læsende og skrivende fællesskab, hvor jeg kan udforske, hvordan vi som mennesker laver transaktioner af symboler og værdier igennem skrivekunsten. Det vil forhåbentlig give mig større indblik og forståelse i forhold til mit eget litterære arbejde, samt hvad poesi betyder for andre." Verkætlanin er ment í samstarvi við m.a. Fróðskaparsetur Føroya - legatið fevnir um 200.000 krónur um árið í tvey ár.

Hjartaliga til lukku, Anna Malan Jógvansdóttir.

Lesið meira her: https://veluxfoundations.dk/da/seks-forfattere-bliver-writers-in-residence

Julie Sass I LET DIFFERENT LIGHT IN

Moonligt, shadow, maleri, mixed media, 40 x 50cm, 2022

Lørdag d.3.december kl.15-17 kan Víngarðurin opleves i et nyt lys, da Julie Sass´ udstilling åbner med malerier og værker på papir, der er skabt med månen og skyggen som ledetråde.

Billederne er abstrakte og dynamiske med fart over penselsstrøgene. Samtidig som man fornemmer noget spontant og vildt i maleprocessen, er værkerne præget af en sær nøjagtighed og en fornemmelse af, at det, der præsenteres malerisk for os, er en ny rejse ud i det ukendte. Farvene er alle nedtonede og vi oplever fortættede værker, der står som ‘noget’, der kommer til syne i mørket og på den måde måske fremstår som virkeligt? Kompositionen forekommer arkitektonisk stærk, samtidig med at balancen er skrøbelig. Titlen er en del af processen, hvor billedkunstneren og forfatteren, Julie Sass forsøger at sætte ord på hvad der er på færde i de nye billeder. Eftersom bundfarven er primært sort, er der en interessant modstilling i den lysfyldte udstillingstitel, idet sort jo er fuldstændig blottet for lysværdi. Samtidig er billederne i allerhøjeste grad præget af et sølvlignende lys, der glitrer i mørket som det kunne gøre en fuldmånenat. Flere steder aner man drømmeagtige efterbilleder af landskaber, der minder om de på en gang yderst præcise og abstrakte tegninger og tekster i artistbogen fra tidligere i år, Vandretilstande.

Julie Sass har i snart ti år samarbejdet med Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, hvor hun har fremstillet en del grafiske tryk og bøger. Hun har et flerfacetteret udtryk og arbejder som billedkunstner med maleri, tegning, tekstil og grafik og har tillige kurateret en del udstillinger bl.a. med færøske billedkunstnere. Hun har udstillet mange gange på Færøerne, i Steinprent, Nordens Hus, Listasavn Føroya, Færøernes Kunstmuseum og på kunsteventet på den årlige G!Festival i Syðrugøta. Julie Sass er uddannet fra Det Kongelige Danske Kunstakademis Billedskoler og New York University (MFA), senere også det kunstteoretiske studie Teori&Formidling, ved Det Kongelige Danske Kunstakademi (MA). Hun har udgivet flere bøger og hæfter bl.a. i forbindelse med udstillinger, hun har kurateret og artist books, hvoraf Volume Rhythm Matter og Lemon Mood, der er fremstillet i samarbejde med Steinprent, indgår i The METs samling i New York. Fornylig udkom bogen, Image: Temporary Constellation, hvor forskellige forfattere, herunder kunstnere, kuratorer og andre kollegaer skriver om udvalgte værker af Julie Sass.

- Hjertelig velkommen til fernisering d.3.december kl.15-17 og artist talk mellem kunstneren og kurator, Kinna Poulsen d.4.december kl.18. Víngarðurin ART & WINE Tróndargøta 31 Tórshavn

Listaframsýning í Hoydølum

Fríggjadagin 25. november kl. 17-20 letur framsýningin "Dear, my dear" upp í gomlu gentukostdeildini, sum er hølið hjá LISA í Hoydølum.

Hoydalar hevur verið karmur um sterkar kenslur, deyða og lærdóm. Tuberklasjúklingar komu niðan í dalin at søkja sær heilsubót og umsorgan, seinni fyltist hann við lívligum ungdómi, sum kom at nema sær vitan. Nú er soppur funnin í bygningunum, so at staðið, sum einaferð var bygt til lungasjúklingar, er skaðiligt fyri heilsuna, og næmingarnir eru fluttir aðrastaðni. Í larmandi tómrúminum hoyrist eftirljóð av látri og lívi. Bygningarnir standa sum spøkilsir og minna á fyrrverandi endamál síni, eins og eitt hylki av tí sum teir einaferð vóru. Framsýningin "Dear, my dear" tekur støði í staðnum og virkseminum, ið er farið fram har. Verkini eru framleidd við vón um at vit aftur á hesum stað kunnu finna heilsubót á ein nýggjan hátt.

Vit arbeiða við fleirættaðum listagreinum og tilfarið. M.a. spælihættir, ið framkalla nýggja samrøður, arvalutir við nýggjum týdningum og sandpappírstekningum.

Framsýningin er eisini opin leygardagin 26 november og sunnudagin 27. november frá kl.13- 16.

Charlie-Vince Jakobson (SE), Melanie Kitti (SE), Albin Werle(SE), Vár Bænadikta Samuelsen (FO), Amanda F. Koch-Nielsen (DK) Alda Mohr Eyðunardóttir (FO) & Anný Djurhuus Øssursdóttir (FO).


Leyst um list 5

Ein tann stytsta yrkingin hjá danska yrkjaranum, J.P.Jacobsen er bara ein einstøk regla, sum ljóðar: “Lys over landet - Det er det, vi vil! Hon er skrivað í 1884 í eini heilt aðrari tíð enn okkara, men er kortini full av uppreistrarhuga og vilja til nýbrot. Eri komin í tankar um hana fleiri ferð síðstu tíðina bæði av góðum og ringum, men mest góðum. Tí tað tykist sum um sjálvt tað mest ultrakonservativa stýri her á landi ikki megnar at halda menningini frá durum. Ein varligur varhugi av, at knotur eru í føroyskum kvinnum, monnum og yrkjarum verður váttaður í Niels Finsensgøtu beint við AUTO, har eitt brak av einari yrking hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger hongur og har hon eisini skal lesast.

Skal ikki greinast...

Høgrumegin á gjøgnumskygda, broyskna pergamentpappírinum, sum yrkingin er skrivað á eru nakrir diskleymarar, sum tað eitur á nýføroyskum, har tað stendur, at yrkingin ikki skal analyserast, ummælast ella siterast uttan fyri samanhang. Tað er spell og øhm orsaka! Eftir mínum tykki verða allar góðar yrkingar betri av at verða greinaðar og miðlaðar. Men ynskið um, at lesarin skal uppliva yrkingina í sjálvum sær, har hon hongur, er væl skiljandi, tí tað er nakað serligt soleiðis at uppliva eina yrking í býarrúminum. Tað stendur somuleiðis viðmerkt, at yrkingin er inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad. Langyrkingin hjá síðstnevndu, Öppet brev till Europa frá 2018 er grundað á yrkingina hjá Ginsberg í skapi og orðingum, men snýr seg um tað sjálvgóða Fort Europa, sum verður útskammað. Tað er eyðsýniliga ein ynskt reaktión í hesum døgum; at móttakarin skal skamma seg (huff). Yrkingin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er meira miðsavnað og meira lokal enn tann um Europa, men setningar og innihald fyrihalda seg til Farrokhzad og Ginsberg eisini við setningum, sum eru nøkulunda eins, t.d. ”America why are your libraries full of tears” – LANDSSTÝRISMAÐUR, TÍNI BÓKASØVN ERU FULL AV TÁRUM”. Yrkingarnar eru skrivaðar í sama stíli sum tann hjá Ginsberg við einum hugtakandi blandi millum nakað (sera) alment og okkurt ógvuliga persónligt, millum hugtøk og kenslur.

Ein veggur við sárum

Yrkingin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger víkir frá nevndu yrkingum innihaldsliga og grafiskt. Tað fyrsta mann sær, tí tað er grafiskt drigið fram og skrivað við stórum stavum, er LJÓS LJÓS LJÓS og jú, tað treingja vit til bæði so og so - ikki minst móti haturstalu og útihýsing. Sjálv uppsetingin, installeringin av yrkingini er listarlig og harmonerar onkursvegna við veggin, har hon hongur - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Veggurin er ómetaliga vakur – hann minnir meg altíð um tann gjøgnumholaða Jesupápan í grúfulla/poetiska Isenheimaltarinum hjá Matthias Grünewald. Talan er um eina aktivistiska, politiska yrking, sum er ómetaliga effektiv, tí hon er so djúpt menniskjalig, anstendig, kærleiksfull og sár, at hon heldur fær lesaran at tára enn at mann fær hug at fara uppá barrikadurnar at kríggjast. Yrkingin endurtekur LJÓS í royndini at geva okkum tað, hon stavar. Hon vendir sær til ein landsstýrismann og tó, at hann er ónevndur, ivast eingin hvønn talan er um. Sum tað stendur “TÍNI GROVU ORÐ/ STINGA SEG ÓSLIGIN UPP Í TÍ MJÁA GRØNA/ KRAFTIG VIÐ GRØNREYÐUM KNUPPUM/ INNVASIV MILLUM OKKUM MENNISKJU…”. Tað eru sjálvandi orðini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, sum herfyri segði seg ikki kunna peika á ein samkyndan statsministara og sum heldur ikki vildi góðtaka málið um sammøður. Hann hevur nú í longri tíð talað við tveimum tungum í politiskum dupultspæli og tá støður gerast hættisligar, vísir hann til tann hevur ein hægri stjóra enn Løgtingið og tað eru hansara veljarar kanska ikki heilt ónøgdir við. Hansara óvilji móti at fylgja fólkaræðisligum mannagongdum skaffaði honum 634 atkvøður til Fólkatingsvalið – hann fær ivaleyst nógv fleiri á einum komandi løgtingsvali, men fyri brúkaran eg meini borgaran er spurningurin um ein tílíkur maður kann brúkast til nakað, tá hann hevur fleiri stjórar. Beint sum eg nú siti og seti hesa greinina saman, verður boðað frá, at løgmaður hevur koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi. Grundgevingin er, at løgmaður hevur mist tolið við landsstýrismanninum, ið gongur egnar leiðir. Tað kann vera, at okkurt verður lagt aftrat hesum – mann saknar í hvussu er eina greiða formliga staðfesting av, at homofobiskur hugburður og útihýsing av samkyndum medborgarum ikki kann góðtakast í almennum politiskum høpi. Vit vilja ljós, líkarætt og javnbjóðis virðing okkara millum og tað kann ikki orðast betri enn í hesi yrkingini hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum eg hervið viðmæli øllum at lesa.

ROKS

Tað er ikki bara í Niels Finsensgøtu, at tú verður listaliga tikin av bóli. Um tú heldur fram gjøgnum miðbýin oman í Gongina, hendir tað sama í matstovuni ROKS, sum heldur til í Fútastovu. Har er Tóroddur Poulsen vorðin húskunstnari – tað kann tykjast sum eitt slag av lagnunnar speisemi, at avantgardu- og provolistamaðurin er vorðin húsfólk í einari gastromiskari háborg sum ROKS, men tað er ikki bara stuttligt, tí tað riggar, kanska tí har er samsvar millum listafólk og matstovu í tí óhátíðarliga, skemtiliga forminum við dirvinum til at royna nýtt og við atliti til umhvørvið, sum nógvar av myndunum hjá Tóroddi Poulsen snúgva seg um. Tóroddur Poulsen hevur teknað, málað og gjørt steinprent, ið eru hongd upp aftrat teimum, sum vóru frammanundan í matstovuhølinum. Við inngongdina, har sum mann heingir frakkan frá sær er ein lítil fittur vatnlitsmálningur av eini butterfly úr pizzatríkantum við níggju pussfiskum uttanum. Eyðkent fyri listamannin er sjálvt tað mest einfalda fult í tilsipingum, higartil finni eg trinnar. Tað er fyrst tann fína propellin, ið sipar til fína gestin, ið sær seg sjálvan í speglinum beint undir myndini. Pizzapettini minna á Føroya fyrstu pizzamatstovu, sum var í Fútastovu í fýrsunum og so er ROKS jú ein fiskamatstova og tað hevur eisini ávirkað myndprýðingina, ikki minst á vesinum, har ein ørgrynna av fiskum svimja eftir vegginum. Teir eru nokk so herligir, so mann má fyrigeva teimum gestum, sum eru komnir til at nápa ein fisk við heim. Listamaðurin er sjálvur serliga errin av hesi kriminellu kærleiksjáttan og ynskir fiskatjóvunum alt gott. Hann hevur gjørt eitt steinprent í tveimum avbrigdum, sum hanga á hvør sínari hædd á matstovuni. Tað er ein dekorativ turkis/blá fiskatorva, ið fyrst fekk meg at hugsa um kendu klippmyndina Sjódregilin hjá Williami Heinesen. Men á myndini hjá Tóroddi eru nøkur abstrakt skap, sum WH ikki hevði funnið uppá at mála ella klipt. Hesi skapini líkjast myrkum holum og eru vøkur, spennandi og óhugnalig. Torvur og onnur kumulerað myndevni eru eyðkend fyri listamannin, antin tað snýr seg um súkklarar, tólar, spannir ella víngløs. Á vindeyganum sunnanfyri hevur ein høgguslokkur úr at gera við reyðvínsgløsum í øllum tentaklum.

Heimurin tódnaður

Nú ein dagin hevði ein av mínum facebookvinum, Janis Ian eitt uppslag, sum fekk øði í grindina um eitt evni, sum er nógv frammi í okkara tíð, ið sýnist alt meira futuristisk, merkiliga gamalkend og so sera løgin. - Hygg bara at fyrsta setninginum, sum eg skrivaði beint her omanfyri. Eg eri facebookvinur hjá Janis Ian. Tað er tónleikarin, sangarin og sangskrivarin, sum eg dyrkaði sum hálv- ella heilgud í fyrru helvt av fýrsunum, tá eg plagdi at framføra hennara sangir saman við Paula í Sandagerði og øðrum góðum fólkum. Eg elskaði at syngja In the Winter, Seventeen og Between the lines og sang allar á kvøldsetum í Kringvarpshøllini, sum vóru beinleiðis útvarpaðar. Mamma tók uppá band heima í køkinum. Nú er heimurin so mikið tódnaður, at eg eri vinur við sjálva kelduna – eri forrestin eisini vinur við Yoko Ono og jú, eg veit væl, at tað ikki er sum ordiligir vinir og at sovorðin kend fólk munnu hava onkran at skriva fyri seg, men hon sjálv Janis virkar øgiliga autentisk og mær dámar at fylgja við og lesa hennara støðulýsingar, ið ofta eru skemtiligar og neyvar anekdotir um gerandisdagin saman við konuni Pat í Nashwille. Janis Ian er sera virkin á FB, skrivar fleiri uppsløg um dagin, eins og hon svarar, tá onkur viðmerkir.

Picasso

Herfyri var uppslagið ein mynd av listamanninum Picasso saman við eini listdefinitión – listúrmælingurin skal hava sagt, at list er burturbeining av tí óneyðuga. Hópin av slíkum sitatum, sum allýsa alt millum himmal og jørð, florera á sosialum miðlum, har tey eru nakað av tí allarkeðiligasta - Tey eru eins ópersónlig og tey eru “klók” og aðruhvørja ferð er tað ivasamt hvørt orðingin veruliga kemur frá viðkomandi kenda persóni, sum stendur undir. Og so eru sitatini altíð á enskum um tað er Kierkegaard, Bourgeois, Sokrates, Heidegger ella.. ja, Picasso.

Vantandi nuansur

Nevnda uppslag førdi eina melduródn av viðmerkingum, ið ikki snúgva seg um sitatið sum so, men um, at Janis Ian finnur uppá at endurgeva eitt bakbeist sum Pablo Picasso, ið var ljótur við konufólk, sjálvsfegin, yvirpriviligeraður hvítur maður osfr. Ein ósjónligur motorur í øsingini er fatanin av listakvinnuni Janis Ian, at hon sum lesbisk, samfelagskritisk kvinna verður fatað sum vinstrahallin og progressiv, ið tískil má forvæntast at taka greiða frástøðu til gamlar misogynist-testestoronmálarahetjur sum Picasso. Viðmerkingarnar á FB eru kenslubornar og primitivar, men tær flestu snúgva seg um, at Picasso fór illa við konufólkum og hevð fleiri í senn. Kjakið er merkt av vantandi nuansum, ið eru grundað á fløktar millumforkláringar og hjátýdningar, ið heldur skapa trupulleikar enn loysa teir. Kunnu vit øll semjast um, at Picasso var ein verri ein? Avgjørt! Var hann hartil uppfinnari av analytiskari og syntetiskari kubismu og ein tann týdningarmesti listamaðurin í tjúgundu øld? Ja eisini tað. Í streyminum av Metoo og cancelculture hava nuansurnar lyndi til at hvørva. Vit døma fortíðina í nútíðarbrillum og uttan at vit heilt geva okkum far um tað, kunnu moralskir dómar lita okkara hugsan eisini um listina. Á nevnda tráði hjá Janis Ian eru fleiri, sum skriva um hvussu vánalig verkini hjá Picasso eru uttan annars at grundgeva fyri hesa hugsan.

Glashús

Einki er at ivast í, at metoo-uppgerðin, sum byrjaði í 2006, var tiltrongd, men mær dámar illa, at vit líta at fortíðini við post-metoobrillum og døma hana eftir nútíðarligum málistokki. Tað er ikki bara søguleyst, býtt og respektleyst at krevja av listafólkum í farnari tíð, at tey skulu uppføra seg samsvarandi siðvenjum í okkara tíð – tað er eisini vónleyst. Tey kunnu ikki koma aftur at prógva seg sum betri menniskju, tí tey eru deyð. Vit, sum eru heppin enn at trína dansin oman á moldum, kunnu fegnast um okkara møguleika at vera góð og hampilig hvønn tann einasta dag. Men jú snjallari og meira fordømandi og hevnisøkin almenni retorikkurin verður, tess skroypiligari tykjast okkara glashús, tess tyngri kennast krøvini um perfektión og lýtaloysi.

Nuansur

Nei,ikki er tað lætt, men nuansurnar hava týdning – eisini á hvørjum beistastigi eitt evt. listafólk er og tað kann eisini broytast alt eftir hvussu eventuellar brotsgerðir verða fataðar av skiftandi tíðum. Yvirbølmennið av øllum, Adolf Hitler, sum tíverri ikki slapp inn á Kunstakademiið í Wien, tá hann søkti í 1907 og 1908, teknaði og málaði fittligar myndir, sum líkjast teimum, sum generera likes í túsundatali á sosialum miðlum. Kortini er Adolf ikki høgt í metum fyri sínar tekningar aðrastaðni enn millum tey við serligum ella sjúkligum áhuga fyri nazitíðini. Spurningurin í hvønn mun tað ber til at njóta list hjá bakbeistum er javnan frammi m.a. í filminum Murder Mystery on Manhattan, tá karakterurin Larry Lipton/ Woody Allen sigur, at tað illa i ber til hjá honum at lurta eftir Wagner uttan at fáa eina ávísa trongd til at hertaka Pólland.

Kanslaður filmsleikstjóri

Woody Allen er jú sjálvur fallin í ónáði og í fleiri førum ákærdur fyri kynsliga misnýtslu og tó, at hann er fríkendur í rættinum, er hann í stóran mun útihýstur ella kanslaður serliga í USA. Nú stendur eftir øllum at døma so illa til, at hann má uttanlands at gera film – í hvussu er er hann í løtuni við at taka upp sín fyrsta fransktmælta film í París, sum verður fíggjaður av europiskum grunnum. Í einum viðtali við sponsku heimasíðuna abc.es samanber hann brá úr cancelmentanini við ta sonevndu McCarthyismuna og heldur, at vit í framtíðini fara at skammast og siga við okkum sjálvi “Harraguð bóru fólk seg soleiðis at og varð tað góðtikið? At lærarar, universitetsprofessarar vórður koyrdir, at vísindafólk komu í ringt orð, at sjónleikarar vóru settir á svartalista?”. Tá eg í morgun bar eyga við FB-síðuna hjá Janis Ian sá eg, at hon hevur viðmerkt sín upprunaliga post við hesum orðum: “Um tú ætlaði at taka lut í hesum tráði bert fyri at gremja teg um, at Picasso, legg vinaliga til merkis, at slíkar viðmerkingar als einki samband hava við sitatið ella við hansara list. Hvørt tú tekur undir við honum sum menniskja er títt egna val, men eg má gera vart við, at tey av tykkum, sum bera hann saman við Bill Cosby ella Roman Polanski gloyma, at Picasso ikki var pedofil, hann neyðtók ongan, hann doyvdi ongan. Og sitatið snýr seg um list, ikki um persónin ella dyrkan av persóninum. Eg fari at beina burtur allar komandi viðmerkingar, sum ikki snúgva seg um sitatið ella list. Tú ert nú ávarað/ur”. Ja, so eru vit ávarað um hetta, men munnu vit ikki finna okkurt annað at øsa okkum um? Tað rokni eg við.

 

FALL heldur fram í Víngarðinum

Sunnudagin var viðtal í Víngarðinum við listamannin Jóhan Martin Christiansen, har hann greiddi frá nøkrum av sínum listaligu hugsanum. Nú eru upplating og artist talk yvirstaðin fyri hesu ferð - listamaðurin er farin heim aftur til Keypmannahavn, men til alla lukku er tann sjáldsama vakra framsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen, FALL er at síggja í Víngarðinum inntil 26.november. Fleiri hava nevnt hvussu væl verkini hjá Jóhan Martini Christiansen hóska til rúmið, har mann situr í Víngarðinum, men tey eru eisini øll skapt til framsýningina. Øll eru gipsavstoypingar av pappi. Annars eru tey sera ymisk og sýnast bleyt og lívrunnin innan fyri tað harða og rektangulera skapið, ið bæði er ein óhátíðarlig áminning um pappkassaupprunan hjá verkunum, samstundis sum støddin í teimum smærru verkunum kann minna um ein andlitsspegil, eina ikon. Ikonografiskt eru vit von við lesa andlit inn í myndir av hesi støddini og við hesum loddrætta skapinum – tað passar til støddina á okkara andliti. Á Glyptotekinum í Keypmannahavn liggja realistiskar rómverskar deyðamaskur frá byrjanini av okkara tíðarrokning á mumium og minna okkum á nøkur menniskju, sum eina ferð vóru. Tey eru so livandi og veruleikakend, maskuandlitini, at tú fært hug at práta við tey og spyrja hvussu tað var at liva tá í teimum fyrstu nullunum, men tey siga einki, kloyva ikki í tvey, hyggja bara upp úr mumiumyrkrinum við stórum, álvarsligum eygum. Verkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru andlitsleys, nonfirgurativ, men nógv nærri okkara egnu tíð og tessvegna eiga tey at vera lættari at fata um tú ert opin og við uppá at lata tey tala til tín. Tey eru um somu tíð sera einføld – tað, tú sært er tað, tú fært og tó! Í einum verki sansi eg bleytar brúnar floyalsbuksur, lesegl, summardáar og ljósbrendar litir í gomlum fotomyndum. Eitt húðfarvað verk við einum tvørbjálka mitt á myndaflatanum kenst heilt øðrvísi, álvarsligt – tað er nakið eymt, nakið, afturhildið ella stadnað. Eitt annað ljósareytt verk goysir sum eitt gosfjall við poetiskari orku og litspræni, sum fær meg at hugsa um náttarhimmalin einaferð, tá vit ynsktu og ynsktu og ongantíð áður høvdu sæð so nógv stjørnuskot og ikki ánaðu at nakað var til, sum æt meteorregn.

UPPLATINGARTÍÐIR: Hósdag 16-22, fríggjadag 16-00 og leygardag 18-01. Frá hósdegnum 3.nov verður vælumtókta gløggið hjá Elsu Mariu, bæði tað hvíta og tað reyða á skránni aftur.

LJÓS LJÓS LJÓS yvir land!

Ein tann stytsta yrkingin hjá danska yrkjaranum, J.P.Jacobsen er bara ein einstøk regla, sum ljóðar: “Lys over landet - Det er det, vi vil! Hon er skrivað í 1884 í eini heilt aðrari tíð enn hesari, vit eru í, men er full av uppreistrarhuga og vilja til nýbrot. Eri komin í tankar um hana fleiri ferð síðstu tíðina. Síðstu ferð, tá eg onkrastaðni las, at sambært kanning hjá spyr.fo halda 86% av okkum tað vera í lagi við samkyndum politiskum leiðarum. At knotur enn eru í føroyskum kvinnum, monnum og yrkjarum verður váttað í Niels Finsensgøtu, har eitt brak av einari yrking hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger hongur ella har hon í hvussu er hekk og har hon eisini skal lesast. Høgrumegin á pergamentpappírinum, sum yrkingin er skrivað á stendur, at yrkingin ikki skal ummælast ella analyserast og at hon er inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad (sí viðheft niðast).

Yrkingin fær myndlistaligt brá orsakað av mátanum, hon er uppsett og harmonerar onkursvegna við veggin, har hon hongur - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Veggurin er ómetaliga vakur, minnir meg altíð um tann gjøgnumholaða Jesupápan í grúfulla/poetiska Isenheimaltarinum hjá Matthias Grünewald. Tað fyrsta mann sær, tí tað er skrivað við stórum stavum, er LJÓS LJÓS LJÓS og jú, tað treingir mann til bæði so og so - ikki minst móti haturstalu og útihýsing av okkara medmenniskjum.

Talan er um eina aktivistiska, politiska yrking, sum er ómetaliga effektiv, tí hon er so djúpt menniskjalig, anstendig, kærleiksfull og sár, at hon heldur fær lesaran at tára enn at mann fær hug at fara uppá barrikadurnar at kríggjast. Hon vendir sær til landsstýrismannin og tó, at hann er ónevndur, ivast eingin hvønn talan er um. Sum tað stendur “Tíni grovu orð/ Stinga seg ósligin upp í tí mjáa grøna/ kraftig við grønreyðum knuppum/Innvasiv millum okkum menniskju..”. Tað eru sjálvandi orðini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, sum segði seg ikki kunna peika á ein samkyndan statsministara. Og sjálvt um øll vita, at eingin vandi er fyri, at hann fær nakað at skula siga í danska parlamentinum, eftir sum hansara flokkur ikki hevur mandat til tað og tó at flest fólk eru væl greið yvir, at hann primert vendir sær til miðflokkaveljarar við atliti til eitt komandi løgtingsval, so kann tílík útihýsandi haturstala ikki góðtakast í tí almenna rúminum. Vit vilja ljós, líkarætt og felags virðing og tað kann ikki orðast betri enn í hesi yrkingini hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger. Takk!

ARTIST TALK við Jóhan Martin Christiansen

Sunnudagin 30.okt klokkan 15 verður artist talk við Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í Havn, har listamaðurin í løtuni hevur framsýningina FALL.

Hann sýnir eisini fram í Listasavninum og á eini bólkaframsýning í Reykjavík. Hvat snýr hendan listin seg um? Hví brúkar listamaðurin gips og hvat er tað, hann fær fram við at lita gipsið? Hvussu ber tað til, at framsýningin eitur FALL og hvørja merking skulu vit hava fyri eyga, tá vit skoða framsýningina? Hvat brúkar mann verkheiti til? Hetta og mangt annað fara vit at práta um, eins og høvið verður hjá áhoyrarum at seta spurningar. Vælkomin!

BROT

Jóhan Martin Christiansen

Samtíðarlistaframsýningin, BROT í Listasavninum er rættiliga sjáldsom við dentinum, ið verður á verk í stórari stødd og so er talan fyri tað mesta um verk hjá lutfalsliga ungum listafólkum, sum ikki arbeiða við klassiska landslagsmyndevninum. Umsjónarfólk á Listasavninum, Anna Maria Dam Ziska, sum sjálv er ung, hevur kuraterað framsýningina, eins og hon hevur skrivað tekstirnar í kataloginum og hetta hevur hon gjørt væl.

Jón Sonni Jensen

Dimma sæð ígjøgnum latexverkið hjá Jón Sonna Jensen

Støðugt og stokkut

Fleiri av verkunum á framsýningini tykjast snúgva seg um mótsetningin millum støðugt og stokkut. Í sínum standmyndum arbeiðir Jón Sonni Jensen til dømis við súluskapinum, ið sipar til klassiskan arkitektur, men so brúkar hann byggitilfar ið so líðandi broytist og forferst, t.d. er eitt stórt hol í einum stórum verki úr latex, ið er komið, tí tað hevur hingið í sólarljósi. Verkini hjá Jón Sonna sýnast bæði humoristisk og álvarslig við tilsipingum til lívfrøðilig skap og ídnaðarlig rør, har tú fært ein varhuga av, at tú sært partar av eini samanhangandi heild. Eg haldi, at serliga tey nýggju verkini hjá Jón Sonna Jensen eru áhugaverd og egin, meðan t.d. tað stóra latexverkið, sum er sett upp á skák gjøgnum framsýningarrúmið ikki skuldi verið tikið við. Tað er bæði ov nógv inspirerað av Eva Hesse (listamaðurin viðurkennir opið henda íblástur) og kemur upp fyri m.a. málningin hjá Silju Strøm niðri í framsýningarsalinum.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur gjørt eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við minimalum snildum og rundleiddum formatiónum, sum tykjast sveima í svarthvíta myndaflatanum. Eisini hetta verkið tykist snúgva seg um tað støðuga í tí stokkuta við einum serligum taktilum materialiteti. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava ofta verið á markinum millum list og design - hennara ullintu myndateppi hóska væl sum prýði og praktiskur ljóðdempari í glasbygningum sum á Glasi - men nýggja verkið hjá henni minnir meira um ein abstraktan málning, sum ímyndar klassiska bardagan millum ljós og myrkur. Tey fýra verkini hjá Randi Samsonsen hanga ljómandi væl og ljóst á balkongini ella í fyrsta rúminum á framsýningini (har millumveggurin tíverri ikki er tikin niður enn). Ljós hevur alstóran týdning fyri verkini hjá Randi Samsonsen. Verkið Don´t touch my silverballs hongur úr loftinum sum ein bleyt hangandi standmynd, ið skiftir lit og karakter eftir ljósinum og framsýningarrúminum. Skapið tykist um somu tíð lívfrøðiligt og kunstigt við silvurgráa yvirflatanum og tað er ikki til at siga um tað er boðini í heitinum, sum hava við sær, at áskoðarin freistast til at nerta við verkið ella sláa tað sum var tað ein boksibóltur. Tey trý myndateppini á vegginum eru úr velour, sum er ávikavíst spraymálað og við blómuprent. Tey eru seymað saman í strípum, ið gevur áskoðaranum fleiri valmøguleikar antin ein vil søkka niður í myrkabláa ella myrkagrøna myrkrið ella heldur savnar saman blómuskapini í huganum. Vit megna bara at fasthalda einari einstakari fatan í senn og síggja antin blómur ella myrkur. Tað er sera einfalt og samstundis ógvuliga djúphugsið.

Randi Samsonsen

Kirstin Helgadóttir

Jens Dam Ziska

Alda Mohr Eyðunardóttir

Fjølbroytt list

Eitt tað fyrsta verkið, sum møtir áskoðaranum á framsýningini, er ein stórur ljósur, horisontalur málningur hjá Kirstin Helgadóttir í fýra pørtum við hópin av fleirlittum smáum strokum, strikum og teknum, ið at síggja til flóta tilvildarliga á ljósa flatanum og tað er møguliga hetta, sum heitið sipar til, Birds in Flux. Okkurt musikalskt er yvir verkinum - mann hoyrir/sær fyri sær improvisatiónir yvir okkurt jazztema. Kirstin Helgadóttir kenna vit annars best fyri hennara góða grafiska design, sum eisini snøgga BROT-katalogið er dømi um. Verkið hjá Jens Dam Ziska, Grind/Skeleton er eisini ein málningur við lutfalsliga føstum, geometriskum mynstrum, ið minnir heilt nógv um myndamálið í málningum, hann hevur framsýnt áður. Litirnir eru heitir og djúpir og hava eitt organiskt brá. Verkini hjá yngstu luttakarunum Aldu Mohr Eyðunardóttir og Anný Djurhuus Øssursdóttir hanga lið um lið uppi á balkongini. Verkið hjá Aldu eitur At tøva uppá klett og er úr ull. Tað sær út til at vera tøvt uppá ein klett og hongur sum eitt óregluligt relieff á vegginum. Verkið hjá Anný er áhugavert og tykist persónligt - tað kundi væl verið størri í vavi ella í fleiri pørtum. Verkið Just a small garden ghost er úr onkrum, sum minnir um gólvlinoleum, sum hon hevur skorið ymisk dekorativ mynstur í. Ígjøgnum holini hóma vit partar av einum myndevni, sum vit ikki ordiliga fanga, men sum sær sveimandi romantiskt og eitt sindur popput út.

Tú ert eitt blomstur…

Eg hugsi, at framsýnararnir hava havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru nýframleidd. Nýggjasta verkið á framsýningini er velduga installatiónin hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.

Jóhan Martin Christiansen

Hansina Iversen

Tungutala

Beint hinumegin veggin hongur stóri málningurin hjá Hansinu Iversen, sum upprunaliga var við á Speaking in Tongues framsýningini, sum Hansina hevði saman við Jóhan Martini Kristiansen á Møstingshus í Keypmannahavn í 2020. Myndaløriftið var tá uttan rammu, men er nú spent á eina rammu og hetta hevur ikki verið heilt lætt, tí har eru onkrar smábuglur ovast og niðast og tað er spell fyri tann annars stramma framburðin í myndini. Sum so mangan hjá hesi listakvinnuni er málningurin ein sannførandi framvísing av hvussu tú kanst bjóða kompositoriskari javnvág av uttan, at bygnaðurin koppar. Fleiri løg av undirmáling verða savnað í ymiskum litbrigdum á myndaflatanum, sum fyri tað mesta eru grá við bjartlittum strokum og einum stórum, svørtum, óregluligum, sekskantaðum skapi, ið gongur á skák vinstrumegin á myndaflatanum. Mann skuldi hildið, at ein so avgjørdur og litformur átti at oyðilagt kompositiónina, men so er ikki. Í staðin fyri er tað eins og svarta skapið bindur myndaflatan saman, hvørs gráu litir og monumentala fomat á 220 x 420 cm, fáa meg at hugsa um tær stóru kompositiónirnar hjá Ingálvi av Reyni, sum hann málaði tey seinnu árini. Myndaflatin er býttur upp í trý vertikal høvuðsskap í horisontalu myndini. Tey bæði uttaru skapini eru smalari enn tað í miðjuni og sjálvt um myndamálið er nonfigurativt, tykist myndin frásagnarlig og dramatisk á tremur í ósøgdum søgum.

Rannvá Kunoy

Samtíðarsøgur uttan byrjan og enda

Sjálvt um stórur munur er á listaliga framburðinum hjá teimum trimum royndu málarunum á framsýningini, hava tær okkurt til felags bæði í formatunum og teimum innihaldsríku myndum. Ein mynd sum After History hjá Rannvá Kunoy er á tremur í teknum og er málað í einum stíli, sum listakvinnan hevur brúkt mong ár at finna fram til og sum tykist óítøkiligur orsakað av máliháttinum og serligu litpigmentunum, ið skifta lit alt eftir hvar áskoðarin er í framsýningarrúminum. Stóri málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things kundi hingið betur á framsýningini – veggurin, har hann hongur, er eitt sindur ov stórur til henda lætta, fína málningin. Tað er ein bjartlitt mynd við dansandi og sveimandi figurum í einum landslagi við hópin av abstraktum myndaelementum, sum tykjast fyrihalda seg til figurarnar á ein dekorativan og dynamiskan hátt. Málningurin er ljómandi fullur av rútmu og tónleiki og tað sær eisini út til, at figurarnir miðskeiðis í myndini hava tikið saman hendur til ein dans. Tað er í grundini løgið at síggja eina framsýning, ið snýr seg um nýbrot innan føroyska myndlist, uttan listafólk sum t.d. Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen, men hetta er helst orsakað av, at kuratorurin ynskir at leggja dent á ta yngri listina og tí nýbrotið hendir støðugt og yvir um ættarliðið. Alt gott um tað.

Silja Strøm - Jón Sonni Jensen

Randi Samsonsen


Carl Jóhan fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens

Virðisløn M.A.Jacobsens fyri fagrar bókmentir er latin Carl Jóhan Jensen. Hetta varð júst kunngjørt í Müllers Pakkhúsi og at virðislønin verður latin fyri tríverkið Terningar, Sær ein fuglabók av gloymsku og Vatn er ein vátur logi.

Á Listaportalinum eru tvær av bókunum ummæltar við m.a. hesum orðum:

Úr ummæli av: Sær ein fuglabók av gloymsku

“…Ein týdningarmikil partur av framúrskarandi skaldsøguni hjá Carl Jóhan Jensen gongur fyri seg í grannalagnum hjá mær her í Rabarbukvarterinum. Tað hoyrist longu á heitinum, at fyribrigdið tíð hevur nógv at siga í nýggju skaldsøguni hjá Carl Jóhan; Sær/ein fuglabók av gloymsku. Ein treyt fyri at gloyma er, at minnast, at mann hevur upplivað nakað minniligt og tað hevur hon, høvuðspersónurin í bókini. Spurningurin er hvat. - Tað er høvundinum so líkt, at svarið ikki kemur soleiðis beint fram við eini lýsing av upplivingum hennara í tíðarrøð, sum miðvíst og effektiv boðar okkum frá grundunum til ta núverandi støðuna hjá kvinnuni. Nei, hesin rithøvundurin veit av, at sumt sæst best í myrkri ella í mjørka og okkurt er so eymt, at tað krevur sína tíð og sína konu at grava tað fram aftur. Konan er í byrjanini av bókini stødd á einum hotelkamari á Kongabrúnni. Árið er 1968 um tað mundið, tá Sovjet gjørdi innrás í Kekkoslovakia; ein kreppustøða, sum verður til vár, frælsi og nýggja byrjan hjá Europa og kanska eisini hjá Havnarkonuni. Men áðrenn hetta er nógv myrkur í bókini, har er púra avkøvt av mjørka. Vit hava sæð tað fyrr í ritverkinum hjá Carl Jóhan, at hann knýtir einstakar lagnur til størri samfelagsligar og søguligar hendingar og hetta sama er galdandi fyri nýggju skaldsøguna, ið hevur eitt realistiskt grundarlag, veruligar gøtur, bygningar, søguligar hendingar og persónar. Skaldsøgan snýr seg um minni og um at sættast við sína fortíð. Eitt krimiplott, eitt morð setir ferð á søgugongdina aftur í myrkrið og fram í eitt nýtt ljós. Høvuðspersónurin er fødd í Havn og uppvaksin í Brekkugøtu, men hevur seinastu mongu árini búð uttanlands. Nú er hon aftur í Havn í arbeiðsørindum. Hon skal skrivað um ein mann, sum hon kendi og sum nú tykist vera myrdur umborð á einum línubáti. Lesarin hevur alla tíðina varhugan av onkrum ósøgdum, burturskotraðum og av stórum einsemi. Tað vísir seg, at høvuðspersónurin hevur eitt undarligt lyndi til at ímynda sær persónar sum fuglar. Sjálv er hon ein svala, mamman ein dúgva, sum flaksar og gronast á loftinum. Ella kanska tað ella ikki. Skrivihátturin hevur við sær, at ikki bara høvuðspersónurin er í støðugum iva í um hon minnist rætt. Lesarin fer eisini at ivast, men í øllum ivanum og mjørkanum, daga fram sárir sannleikar og nýggjar sannkenningar…”

“Eitt viðkomandi listaverk

Nýggja bláa bókin hjá Carl Jóhan Jensen, Vatn er ein vátur logi fullger sermerktu og ambitiøsu triologiina hjá skaldinum, har tilveran verður kruvd og kannað og sett saman aftur á nýggjum við orðum og setningum eins og viðkomandi listaverk. Vatn er ein vátur logi kemur aftrat bókunum Sær - ein fuglabók av gloymsku frá 2017, ið er hvít og Terningar – søgur av tilvild frá 2019, sum er reyð. Á hillini standa hesar tríggjar bøkurnar nú sum eitt sermerkt trikoloristiskt monument í nýggjari føroyskari bókmentasøgu, Eitt serstakt listarligt univers á tremur í listarligum og formligum tilviti og nýhugsan við søgum um nívandi einsemi, óndskap, tilvild og aðra eksistentiella elendigheit.

Yvirlit

Nú tríbókaverkið hjá Carl Jóhan Jensen er liðugt, ber til at byrja at gera sær eitt yvirlit yvir teir mongu áhugaverdu samanhangirnar millum bøkurnar, eitt nú kann myndatilfarið í bókunum kannast, tí í øllum trimum bókum eru myndir fremst og aftast. Myndatilfarið í teirri bláu bókini er heldur illustrativt og banalt í mun til skaldskapin – tað er kenda demensímyndin av eini andlitsmynd í profil, sum myndast av einum træi, ið er byrjað at missa bløðini eins og dement missa minnið og harvið sjálvan seg. - Upplagt verður somuleiðis hjá frøðingum at meta um hvat teir tríggir litirnir á vøkru bókunum umboða. Í framúrskarandi filmstriologiini hjá Kieslovski frá 1994, Tríggir litir (Blátt, Hvítt og Reytt) kannaði pólski filmsleikstjórin til dømis hvussu tað stóð til í Europa við hugtøkunum, frælsi, javnaði og felagsskapi, sum litirnir í franska flagginum ímynda. Vit hava jú somu litir í føroyska flagginum og meginparturin av tríbókaverkinum hjá Carl Jóhan Jensen gongur eisini fyri seg í Føroyum.

 Møletið

Bláa skaldsøgan hjá Carl Jóhan Jensen hevur eitt hóskandi vátt heiti av mótsetningum, ið endurgevur ein kendan setning hjá týska romantiska skaldinum, Novalis. Bókin verður nevnd Ein lívssøga og er sett upp sum ein sjónleikur við dramaturgiskum upplýsingum í byrjanini. Fremst eru persónarnir presenteraðir - tað er ein gomul kona, hvørs tankar og útsagnir í høvuðsheitum mynda bókina. Harumframt standa ”Tú” og ”Røddir í sjónvarpinum” til at taka lut í leikinum. Stað og tíð er ”ein stova í miðbýnum í Havn um miðjan augustmánað”. Tað er eyðkent fyri skaldið, at vit bara at síggja til fáa hópin av upplýsingum. –  Í veruleikanum er frásøgnin meira holut enn eitt møletið bundnaturriklæði og minst líka ørkymlandi.

Ørkymlandi einatala

Í staðin fyri at lesarin fær upplýsingar frá einum skilvísum 3.persónsfrásagnarfólki, eru vit í nokk so stóran mun sloppin upp á fjall og mugu gera okkara egnu metingar um støðuna og søguna burtur úr tí lutfalsliga ósamanhangandi orðafloyminum hjá høvuðspersóninum. Henda einatala er til tíðir eins ørkymlandi og óítøkilig sum flugan, sum gjøgnum alla bókina surrar uttan mál og mið og yvirhøvur tykist vera í stórari andsøgn til ta ógvuliga detaljeraðu og ítøkiligu scenografiina. Umhvørvið er lýst sera subjektivt og tulkandi, har er t.d. eitt ”ótol í luftini” og tapetið hevur ein ”nervaðan lit”. Hesin fyrsti parturin av bókini er samanhangandi og serstakliga væl skrivaður. Sum hjá Herman Bang verður ein heil lívssøga í grundini søgd við neyvu lýsingini av innbúgvi og ymsum lutum í eini stovu.

Syrgilig tilvera

Gjøgnum brotamyndir av minnum hjá konuni fáa vit ímyndina av eini heldur syrgiligari tilveru í okkara samtíð. Tingvarpið er tendrað í stovuni og tí ber til at dagfesta nútíðina í skaldsøguni at vera í august í 2018, tá Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna legði fram uppskot um at geva tvørkyndum rætt til at skráseta seg alment sambært kynssamleika sínum. Hetta uppskotið setti eyðvitað gongd á alt møguligt grátt undir steini, ið máttu fram at verja borg og hesar fordømandi og býttisligu viðmerkingar av tingsins røðarapalli eru beinleiðis siteraðar í bókini, sum hervið hevur samtíðarlig perspektiv. Deprimerandi innlitið í tað politiska trongskygnið á skíggjanum speglar trongu umstøðurnar, sum okkara høvuðspersónur er uppvaksin í, umstøður, har hon ikki hevur fingið pláss til at vaksa sum menniskja.

Demens

Afturlítandi fáa vit innlit í barndómsheimið hjá henni - eitt hússetur, sum minnir eitt sindur um tað hjá fólkunum í Sær ein fuglabók av gloymsku – hesi eru eisini partvíst við í nýggju bókini, ið somuleiðis nevnir ein persón í Terningum. Her er samanhangur millum bøkurnar, men eisini stórir munir. Hon er ikki løtt at lesa, nýggja skaldsøgan ella tað vil siga, at hon er rættiliga skjót at lesa, tí tað stendur ikki øgiliga nógv á síðunum, men tað tekur tíð at fata og knýta samanhangir millum tað, mann fær at vita og tað mann ikki veit. Og so er alt hetta universið so ófatiliga hart, syrgiligt og óeydnusamt, merkt av vantandi kærleika. Gleðin er bara til í ørstuttum, óálítandi løtum, girndin er sveittandi og knøpp og tú fært javnan varhugan av onkrum sjúkligum ella onkrum, sum ikki fer rætt fram. Tað er ikki lætt at lesa slíkar tilveruligar oyðimarkargongur og einki verður betri av, at frásøgnin um hesa syrgiligu lagnuna tendrar í ringu samvitskuna hjá hesum lesaranum um eina aðra gamla konu, ið alt ov leingi sat í stórum einsemi, meðan gloymimyrkrið svølgdi hana. Tíverri hava fleiri okkara upplivað hetta, at foreldrini - annað ella bæði - gerast minnisveik og hjálparsleys. Og tað er hetta, sum er í ferð við at henda við okkara høvuðspersóni, har hon situr einsamøll í stovuni og tosar og minnist aftur á ymiskt, sum treingir inn á hana. Av tí, at hon er dement og serstakliga óálítandi frásøgufólk samstundis sum hon er sjálv søgan, verður ósamanhangandi mentala støðan ikki lýst sum so. Við holum, endurtøkum og prikkum verður hon heldur ítøkiliggjørd fyri lesaranum, sum følir seg stara inn í myrkrið og spakuliga gerast partur av tí, alt meðan gamla huffar og skeldar út.

Marta

Tað er ikki bara egpersónurin, ið tykist óálítandi. Hesin ”tú”, sum hon ofta vendir sær til er eisini fjølbroyttur og kann bæði vera tú, sum lesur og ein persónur, hvørs umhvarv, vit bara hóma sum eitt mannfólk, kanska ein vaksin sonur, sum gamla konan blandar við pápan og sum alt ov sjáldan er og vitjar, men tað er helst tí hon gloymir so hvørt. Barndómsheimið hjá konuni ljóðar til at hava verið ræðuligt. Foreldrini hava verið meira og minni óáhugað í henni og hava í størri mun verið noydd til at taka sær av systrini, sum ljóðar til at hava borið brek. Og so hevur tað annars verið eitt verri skil av gudiligheit, reinligheit, svakligheit og kærleiksloysi. Har er bara einstakur linni í frásøgnini og tað er Marta, ið er vinkona egpersónin – og helst nógv meira enn tað. Tað er forrestin positivt og fyri neyðini, at samkyndleiki sýnist alt meira vanligur í nýggjum føroyskum skaldsøgum.

Prikkar

Frásagnarhátturin er, sum áður nevnt, ógvuliga serstakur við holum, ólogiskum steðgum, útsagnum, ið verða brotnar av og so er tað maniska teknsetingin, sum eg í fyrstani eri við at fáa ganir av… Í staðin fyri at nýta punktum, brúkar Carl Jóhan Jensen konsekvent tríggjar prikkar millum setningar og setningsbrot. Slíkir prikkar verða vanliga brúktir til tess at lýsa, at tað skrivaða er partur av eini heild, at tað er óliðugt, at mann ikki heilt veit, men drálar og ivast. Í bókini Vatn er ein vátur logi eru prikkarnir partur av einum tilvitaðum stíli, sum hevur við sær, at tú sum lesari ikki følir nakran setning enda á avkláraðan hátt. Tað er strævið, men gerst alsamt meira áhugavert og viðkomandi, meðan mann lesur. Sum hjá Céline, ið eisini brúkti prikkar í hópatali, verður dentur lagdur á tað óavkláraða. Vit eru hjá konuni, í somu støðu sum hon djúpt inni í mjørkanum og støvinum mitt í vónleysu royndini at fáa tilverunnar puslispæl at liggja rætt. Stílurin hevur eina hugtakandi, ekspressiva, óróliga, næstan tivandi effekt…”

 Hjartaliga til lukku Carl Jóhan við væl uppibornu virðislønini.

Jóhan Martin Christiansen: FALL í Víngarðinum

Leygardagin letur framsýningin FALL við verkum eftir Jóhan Martin Christiansen upp í Víngarðinum. Talan er um eina framsýning við gipsrelieffum í ymiskum litum. Gips er eitt høvuðstilfar hjá Jóhan Martini Christiansen, sum hann hevur arbeitt við í nógv ár. Gips ella kalciumsulfat er eitt náttúrligt hvítt mineral. Tilfarið er burðardygt og hevur eina ógvuliga drúgva, fjølbroytta og áhugaverda nýtslusøgu, ið millum annað fevnir um avstoypingar av fornaldarstandmyndum.

Verkini á framsýningini FALL eru framhald av verkum, sum listamaðurin hevur gjørt áður, men við størri denti á litir. Hetta gevur størri margfeldi, ekspressivitet, eins og nøkur verk bera brá av málningalist. Heitið FALL kann sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Um vit líta okkum í kring, kann FALL eisini vísa til enska heitið fyri árstíðina, sum vit hava beint nú, eins og tað kann vera málfrøðiligt og snúgva seg um samskifti ella málfrøðiligt fall.

Heitið á framsýningini er sostatt ómetaliga fleirtýðugt og tað sama er galdandi fyri verkini. Yvirflatan kann tykjast einføld í sínum úttrykki, men umboðar samstundis eitt unikt, óslætt mikrolandslag. Tað tilfarsliga hevur stóran týdning. Gipsrelieffini verða stoypt á pappstykkjum, sum listamaðurin hevur valt sum grundform. Í prosessini verður eitt tilfar sostatt yvirført til eitt annað. Yvirflatin minnir um papp, men er gips. Millum bleytt og hart, tilfar og form, veruleika og hugasambond tendra verkini hugflogið, tí undir yvirflatanum krógva kenslur og søgur seg, ið geva seg til kennar so við og við. Verkini krevja sindur av tíð, áðrenn tey lata seg upp. Vælkomin til upplating í Víngarðinum leygardagin 15.oktober frá 15.00 til 17.00.

 

Listahøvuðsstaðurin Oslo

Hesa vikuna eru limir í Listafelagnum á listaferð í Oslo. Eg rokni við, at tey fáa nógv burturúr, tí eg var sjálv nýliga í Oslo í sambandi við Oslo Art Weekend, tá býurin stóð um at bresta av framsýningum og listatiltøkum. Nógv av støðunum eru framvegis opin, tó at OAW er yvirstaðið og nógv kunnu viðmælast, t.d. Høstutstillingen, sum minnir eitt sindur um Ólavsøkuframsýningina og Astrup Fearnley Museum of Modern Art - har gekk eg meg inn á tað fullkomiliga fantastiska verkið hjá Sigmar Polke Apparazione frá 1992.

Sigmar Polke Apparazione 1992

Víst var eg greið yvir, at Oslo er ein mentanarbýur, har framúrskarandi listafólk sum Henrik Ibsen, Edvard Munch, Amalie Skram hava búð, og eg veit eisini um nógv fín norsk samtíðarlistafólk, høvundar osfr. Kortini kom tað óvart á meg; mongdin av myndlistaframsýningum og eventum í Oslo á hesi listastevnuni. Saman við norðurlendskum ummælarum var eg boðin av OAW til International Critics Visit – Ferðin varð fíggjað av norska uttanríkismálaráðnum og lat meg bara siga beinanvegin, at tað var hjúklað um okkum í so stóran mun, at eg fleiri tók meg í at hugsa um hann sjálvan Tangen, ólukkudýrið, sum hungurstungin reikaði runt í Oslo í kendu skaldsøguni hjá Hamsun. Hjá okkum var tað øvugt, so væl vit vórðu gødd av bæði holdsligari og andaligari føði. Skráin hjá okkum var øgilig og fevndi bæði um nýggja Munchsavnið og Tjóðsavnið, men eisini um smærri gallaríframsýningar, tiltøk, performance og annað mangt, eins og vit høvdu tíð at ganga eitt sindur fyri okkum sjálvi og hyggja.

Marthe Ramm Fortun Skriver for ikke å skade - Femtensesse

Á café

Til heiðurs fyri Edvard Munch, sum var ein av mínum fyrstu málarahetjum, var mín fyrsti listatúrur yvir á Grand Café á Karl Johangøtuni, har teir sonevndu Kristianiabohemarnir vóru fastir gestir í sínu tíð. Og meðan eg sat og sutlaði mín í hesum høpi høpi heldur edrúiliga kaffimun, sá eg tey fyri mær, øll hesi fantastisku menniskjuni sitandi kring meg - í vælmaktini. Listafólkarørslan í Oslo, táverandi Kristiania var rættiliga radikal í síni samtíð og ikki sjálvdan merkt av ósemjum, listaligum, politiskum sum persónligum. Á vegginum aftast í caféini hongur ein monumentalur málningur, sum Per Krogh málaði av hesum tíðarskeiðnum, tá caféin var full av modernistiskum undangongufólkum sum umframt Munch taldi Hans Jæger, Oda Lassen, Christian Krogh og mong mong onnur.

Operain

Pae White

Listalig satsing

Í Noregi hava tey í rættiligan stóran mun satsað uppá listina í hesari øldini við stórum almennum byggjaríum. Flotta dýra operahúsið, sum fyritøkan Snøhetta stóð liðugt í 2008, er áhugaverdur bygningur at skoða bæði uttan og innan, har fleiri listafólk hava verið við til at prýða bygningin. Amerikanska listakvinnan Pae White hevur gjørt risastóra verkið Metafoil, ið virkar eins og leiktjald á pallinum. Tað er eitt vovið myndateppi, 23 metrar breitt við eini digitalt yvirførdari fotomynd av einum rukkaðum petti av silvurpappíri. Verkið er úr bummull, ull og polyester og tá tú ert nær við tað, síggjast træðrirnir í teppinum. Men frá sitiplássunum hjá áskoðarunum er illusiónin total, tá sær tað út sum eitt metalliskt, trídimensjonalt relieff.

Munchsavnið

Nýggi bygningurin, sum spanski arkitekturin Juan Herreros teknaði til Munchsavnið, sær nokk so spelkin út niðri við spildurnýbygda, skínandi havnarlagið, har umhvørvið minnir um allar møguligar aðrar gentrificeraðar evropiskar stórbýir. Savnið tekur seg upp um sjónarringin eins og eitt cruiseskip úr gráum aluminium við tiltikna knekkinum í vertikala profilinum, sum ein kritikari alt fyri eitt ákærdi fyri at vera eina eftirgerð eftir einum bygningi, ið sami arkitekturin teknaði og sum varð bygdur fyri tíggju árum síðani í Las Palmas í Gran Canaria. Eg veit ikki um eg nakrantíð havi verið til hasar glasbetongogmetal-bygningarnar, jú ókey, hatta var heldur avgjørt skrivað. Tað finnast jú ov mikið av flottum bygningum sum SAS-hotellið í Keypmannahavn, Harpa í Reykjavík og Guggenheim í Bilbao at nevna nøkur vøkur høvuðsverk, sum eru fingin burturúr áðurnevnda materiali. Men onkursvegna eru glasbetongogmetalkassar farnir at sýnast serliga ljótir aftan á fíggjarkreppu, klimakreppu og kríggj. Tað tykist onkursvegna ómetaliga ómodernað at byggja ein tílíkan bygning í 2022. Hann hevur kostað svimlandi 2,7 milliardir krónur og eg hugsi, at ætlanin fyrst og fremst hevur verið at byggja okkurt, ið sær altjóða út. Somu ætlan hava nógvir aðrir stórir býir og tí fer alt at líkjast. Nú skulu prestisjubyningar staðsetast við sjógv, soleiðis er tað bara, men hví? Og riggar tað líka væl alla staðni?

Rullutrappan í Munchsavninum

Munchsavnið

Sjúka gentan

Tá mann trínur inn í nýggja Munchsavnið, er tað eitt sindur sum at koma inn eina altóða floghavn við eini ørgrynnu av brøttum rullutrappum og ta assosiatiónina eri eg ikki einsamøll um - fleiri ummælarar hava hildið tað sama. Trappurnar fylla rættiliga nógv og harafturímóti er tað eins og onkur framsýningarsalur tykist ov lítil til listaverkini, t.d. veldugu verkini til Aulaprýðingina á Universitetinum, sum hanga í framsýningini Edvard Munch Monumental á 6.hædd.

Edvard Munch

Men tá mann kemur inn til listina, ja, tá kann alt annað vera líka mikið. Har eru so ófatiliga nógv framúr góð verk hjá Edvard Munch – á ovastu hædd verða harumframt samtíðarlistafólk framsýnd, og eg haldi, at tað var sera áhugavert og gott alt samalt, men tað bliknaði við síðuna av modernaðu meistaraverkunum hjá gamla symbolska ekspressionistinum, sum gav Oslo yvir 20.000 tekningar og grafiskar myndir, umframt 1100 málningar.

Sjúka gentan

Listasøguliga hevur Munch eina serstøðu í modernaðari list av fleiri orsøkum. Hann var sjáldsama gávuríkur, arbeiðssamur og arbeiddi við list í meira enn trýss ár. Listaliga útlátið var neyðugt fyri hann og umframt málningar, tekningar og prent, hevur hann skrivað yrkingar og dagbøkur. Hann málaði Skríggj, ið er vorðið eitt ikon fyri ta modernaðu tíðina. Og tey gera nokk so nógv burtur úr hesum verkinum bæði á Munchsavninum og á Tjóðsavninum. Men av tí, at har er so ómetaliga nógv onnur góð verk, ber til at miðsavna seg um øll møgulig onnur verk uttan at skula standa í bíðirøð, t.d. mongu avbrigdini av sjúku gentuni, sum Munch hevur málað við støði í minninum um, tá systir hansara doyði av tuberklum bert 16 ára gomul. Hann málaði myndevnið fyrstu ferð í 1885-86, men endurtók myndevnið aftur og aftur eisini í grafikki. Litografiska prentið frá 1896 er einastandandi vakurt – allur myndaflatin tykist glógva við eini serligari glæmu kring gentuna. Vit síggja hana frá síðuni, vakra andlitið er bleikt sum pappírið; profilurin er teknaður so kerliga, at mann verður heitur um hjartað av tí. Og meðan gentan liggur still og innrammað av fýrkantaða koddanum, er eitt sindur av framfýsni at hóma í hárinum, ið ætlar sær fram í verðina. Mótsetningurin millum livandi reyða hárið og ta nærum avsálaðu, nábleiku gentuna er ótrúliga nemandi enn í dag.

Niki de Saint Phalle - Brúðurin

Tjóðsavnið

Gamla Munchsavnið, sum Gunnar Fougner og Einar Myklebust teknaðu, er ein lágur trýssarabygningur - tað er Henie Onstad Kunstcenter eisini, har er ómetaliga vakurt og framsýningin hjá Niki de Saint Phalle kann eg inniliga viðmæla - hana ummæli eg seinni. Gamla Munchsavnið hevði ein ávísan fyrimun samanborið við tað nýggja orsakað av timburklædninginum innan. Timbur er eitt lívrunnið tilfar, sum riggar heilt av sær sjálvum næstan – ikki minst í einum norskum bygningi. Eg má siga, at eg var bilsin, tá eg í onkrum blaði las, at týski arkitekturin, sum hevur teknað tað nýggja Tjóðsavnið í Oslo, Klaus Schuwerk, sigur seg hava brúkt fyrimyndir úr fornaldar Grikkalandi. Eg sá ongar súlur ella beinleiðis tempulskap í bygninginum, ið tó er sjáldsama tignarligur - ein lutfalsliga lágur bygningur við sera vøkrum klædningi. Eg helt hann fyrst vera úr timbri, men talan er um vakran norskan tigulstein, harumframt hava tey brúkt eik, bronsu og marmor til bygningin, ið umframt gamla tjóðsavnið hýsir fleiri søvnum og fevnir um design, arkitektur og samtíðarlist.

Norska Tjóðsavnið

Savnið er heilt einastandandi við einum úrvali av 6.500 verkum, ið verða framsýnd í 86 hølum. Á savninum verður design og arkitekturdømi framsýnt, umframt listaverk, ið fevna um næstan 3000 ár. Verkini verða fyri tað mesta presenterað í tíðarrøð, men summastaðni hava tey sett gamalt og nýtt saman tematiskt. Rákið innan fyri listasavnsmiðlan tykist taka støði í, at gesturin einki veit og einki hevur lisið ella sæð. Allastaðni eru kassar við spurningum og svarum sum til dømis ”Hvat er list?” og tað er til at blíva ør í høvdinum av. Heldur ikki á Munchsavninum hava tey álit á, at tey fullkomiliga fantastisku listaverkini eru nóg áhugaverd hjá børnum, so har er okkurt tinganest til tey at fjasa við.

Maret Anne Sara

Tjóðsavnið er annars í allar mátar imponerandi – ikki minst í tí allarfyrsta rúminum, forhøllini, har bara eitt einstakt verk hongur. Tað er Pile o’Sápmi frá 2017 hjá samisku listakvinnuni, Maret Anne Sara, sum hon upprunaliga gjørdi sum eitt mótmæli móti norsku stjórnini, tá beiggi hennara varð tvungin til at skjóta sítt reinsdjórafylgi við 75 djórum – við síni list roynir listakvinnan at fáa fólk varug við stríðið fyri sámiskum rættindum í Noregi og aðrastaðni í Sápmi. Verkið hjá Maret Anne Sara er myndað av 400 reinsdjóraskøltum, sum allir hava eitt skothol í pannuni. Verkið er áhugavert, tí evnið er relevant í eini tíð við vaksandi høgraradikalum kreftum sum Svøríkisdemokratarnir, ið á sínum fíggindalista hava sámar umframt jødar og muslimar. Flokkurin er júst vorðin stuðulsflokkur í nýggju svensku ríkisstjórnini. Tí er tað í tøkum tíma, at Norðurlandahúsið í Føroyum varpar ljós á og framsýnir Sápmi Søgur – meira um hetta seinni. Pile o’Sápmi hevur verið framsýnt altjóða í Documenta 14 í Athen og Kassel og tað er jú meira enn hvat føroysk list kann reypa av.

Amaldus Nielsen

Tjóðskaparromantikkur

Tað tjóðskaparliga fyllir heilt nógv á Tjóðsavninum og eina løtu haldi eg meg vera komna heim, tá eg síggi eina inniliga myndlýsing av eini kroysu við flagtekju. Men her eru nógvir hundrað metrar av risastórum, stórbærum náttúrulýsingum hjá Johan Dahl og øðrum í romantiska tíðarskeiðnum. Í einum rúmi eru 150 ára gamlar søgumyndlýsingar hjá Erik Werenskiold og Theodor Kittelsen – hetta hølið er mest hugsað til børn og familjur og her situr ein dama í kýsa og sigur søgur - tað er pallsett sum í gomlum døgum. Huff og puff haldi eg, tí myndirnar eru nóg góðar í sjálvum sær. Myndlist klárar seg uttan alt hatta tvætlið um bara vit hava álit á móttakaranum hjá móttakaranum. Uppiá er eisini tann nýggja listin og samtíðarlistin framsýnd. Eisini her eru nógv áhugaverd norsk og altjóða listaverk, sum eg ikki havi sæð áður. Eitt høli nevnist The Pillars við verkum hjá ymiskum kendum listafólkum, Georgia O´Keeffe, Barnett Newman osfr. Talan er um The Fredriksen Family Collection, ið eftir øllum at døma eru rík góðvildarfólk, ið rinda fyri eina framsýning á Tjóðsavninum um árið. Kortini tykist hetta rúmið so merkiliga illa fyriskipað í uppseting og litavali, at tað órógvar meira enn tað ríkar um upplivingina og her kann tað næstan vera ein uggandi tanki, at sjálvt um pengar kunnu rinda fyri stórfingnar bygningar og listaverk, so eru pengar ikki alt! Men far sjálv og hygg um tú hevur ráð - har er nógv at síggja í Oslo!

Pillars

Jóhan Martin Christiansen - FALL - Vernissage

Í gjár læt framsýningin hjá Jóhan Martini Christiansen upp í Víngarðinum. Takk fyri, tit sum komu sjálvt í heystferiu. og vambavaskitíð. Framsýningin FALL er opin fríggjadag og leygardagar - sunnudagin 30.oktober klokkan 15.00 verður artist talk við listamannin í Víngarðinum. Her er røðan, eg helt.

Røða á framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen 15.oktober 2022

Framsýningin eitur FALL - tað kann jú sipa til at falla, detta ella fara um koll. Summir hugspekingar vilja vera við, at øll menniskjatilveran er eitt stórt fall móti deyðanum, átrúnaðarliga tosa vit um syndafallið, meðan ein orðing sum at vera komin á fallandi fót verður nýtt um konur, ið skulu eiga. Fall sum skapan. Fall sum oyðing. Framsýningarheitið kann eisini úttalast ”Fåll” og sipa til árstiðina beint nú. Eins og verkini er eisini heitið á tremur av assosiatiónsmøguleikum og kann brúkast sum ein dynamiskur, umbroytiligur karmur kring heildina. Millum heild og heiti er tað hugsanir og myndir í huganum á áskoðaranum, sum eru við til at definera verkini.

Eg skal bjóða tykkum at vera hjartaliga vælkomin á seytjandu framsýningina her í Víngarðinum - 9.november hevur Víngarðurin verið til í 3 ár. Listamaðurin aftan fyri hesa framsýning eitur Jóhan Martin Christiansen – hetta er hansara næsta framsýning her. Hann er sera virkin og tekur í løtuni lut á trimum framsýningum beint nú í Reykjavík, í Listasavninum og her.

Verkini eru øll skapt til hesa framsýningina og eru individuellir partar av eini heild. Øll verkini eru gipsavstoypingar av pappi. Annars eru tey sera ymisk og sýnast bleyt og lívrunnin innan fyri tað harða og rektangulera skapið, ið bæði er ein óhátíðarlig áminning um pappkassaupprunan hjá verkunum, samstundis sum støddin í teimum smærru verkunum kann minna um ein andlitsspegil, eina ikon.

Ikonografiskt eru vit von við lesa andlit inn í myndir av hesi støddini og við hesum loddrætta skapinum – tað passar til støddina á okkara andliti. Á Glyptotekinum í Keypmannahavn liggja realistiskar rómverskar deyðamaskur frá byrjanini av okkara tíðarrokning á mumium og minna okkum á nøkur menniskju, sum eina ferð vóru. Tey eru so livandi og veruleikakend, maskuandlitini, at tú fært hug at práta við tey og spyrja hvussu tað var at liva tá í teimum fyrstu nullunum, men tey siga einki, kloyva ikki í tvey, hyggja bara upp úr mumiumyrkrinum við stórum, álvarsligum eygum.  

Verkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru andlitsleys, nonfirgurativ, men nógv nærri okkara egnu tíð og tessvegna eiga tey at vera lættari at fata um tú ert opin og við uppá at lata tey tala til tín. Tey eru um somu tíð sera einføld – tað, tú sært er tað, tú fært og tó! Í einum verki sansi eg bleytar brúnar floyalsbuksur, lesegl, summardáar og ljósbrendar litir í gomlum fotomyndum. Eitt húðfarvað verk við einum tvørbjálka mitt á myndaflatanum kenst heilt øðrvísi, álvarsligt – tað er nakið eymt, kúgað, afturhildið ella stadnað. Eitt ljósareytt verk goysir sum eitt gosfjall við poetiskari orku og litspræni, sum fær meg at hugsa um náttarhimmalin einaferð, tá vit ynsktu og ynsktu og ongantíð áður høvdu sæð so nógv stjørnuskot og ikki ánaðu at nakað var til, sum æt meteorregn. Omma segði, at stjørnurnar vóru Guðs eygu, sum ansaðu eftir mær. Um eg var bangin fyri myrkrinum, skuldi eg koyra gardinurnar eitt lítið sindur frá, so at stjørnurnar sóu inn í kamarið. Tað ljóðar kanska eitt sindur creepy nú, men virkaði effektivt í onkrari kritiskari løtu í barndóminum.

Frástøðan millum abstrakt og ítøkiligt er ikki støðug, men í konstantari broyting bæði í okkara sinni og í teirri stóru myndini. Mikudagin komu tey gleðiboð frá NASA, at vit jørðbúgvar nú eru før fyri at broyta kósina hjá smágongustjørnum – hetta hevur mann gjørt við smágongustjørnuna Diomorfos og tað fekk tíðarritið Cosmos at fegnast við rættari amerikanskari optimismu ”Move over Armageddon, humans can swat asteroids out of orbit”. Tað ljóðar sum ein amerikanskur vanlukkufilmur og er samstundis merkiliga ítøkiligt. Melancholia eitur ein annar apokalypsufilmur og júst hendan kenslan av vakurleika og endaleysum sorgblídni um tað farna ella tað, sum skal fara er afturvendandi í verkheitunum hjá Jóhan Martin. Í yrkingini Heyst eftir Rainer Maria Rilke verður blaðfallið sett í samband við deyðan:

Herbst

Die Blätter fallen, fallen wie von weit,

als welkten in den Himmeln ferne Gärten;

sie fallen mit verneinender Gebärde.

Und in den Nächten fällt die schwere Erde

aus allen Sternen in die Einsamkeit.

Wir alle fallen. Diese Hand da fällt.

Und sieh dir andre an: es ist in allen.

Und doch ist Einer, welcher dieses Fallen

unendlich sanft in seinen Händen hält.

Fallið er so grundleggjandi í menniskjatilveruni, at vit uppliva tað allastaðni frá vit fara upp úr songini til vit aftur leggjast á kvøldið. - What goes up, must come down og átrúnaðarliga er tá tørvur á eini uppreisn ella onkrum, sum kann hjálpa og tað sæst eisini at enda í kristnu yrkingini hjá Rilke, har tað jú er ein, sum loftar fallinum.

Eisini í landslagnum uppliva vit alla tíðina hesa rørsluna av, at nakað vaksur fram og síðani tekur seg aftur. Tá vit tosa um føroyska list, er landslagið grundarlagið. Í landslagslistini myndast ein horisontal bylgjandi scenografi við sjónarringinum sum tað uttasta, vit síggja. Kanturin á jørðini. Loftsteinar hava landsløg, eins og mikrolandsløg hómast á yvirflatanum á verkunum hjá Jóhan Martini Christiansen. Tey bylgja og liva í einum avmarkaðum kosmos, sum vit áskoðarar kunnu gerast partur av um vit vilja.


Móttøka í sambandi við bók um Julie Sass

BOOK LAUNCH AND RELEASE EVENT

IMAGE: temporary constellation

by Julie Sass

Really Simple Syndication Press, 2022

SixtyEight Art Institute is delighted to release IMAGE: temporary constellation a new book by artist Julie Sass. This English language edition is a conceptual exploration of the artist's work through the image and its role in the aftermath of artistic production. Various writers give their take in short essays and other written contributions.

On 27 October, there will be a launch event at SixtyEight Art Institute. Here Julie Sass will present the book in conversation with Karen Elsebeth Jensen, complimentary drinks will be served.

Save the Date: Thursday, 27 October.
From 18-20. Conversation starts at 18:30.

Place: Gothersgade 167, st.th.

ABOUT THE BOOK

Image: temporary constellation is the result of a social and artistic inquiry by Julie Sass. The artist asked experts and colleagues from artistic, curatorial and writing backgrounds to use her artworks as the base to read the image's evolution, context, and place to studio practice, visual politics, and representation.

The book unfolds through the thoughts of each professional and how the artist uses her creative method as a magnifying lens to investigate reality via abstraction. Through this process, the reader is given various insights into the great potential of community-driven engagements in art -- in this case specifically -- as Julie Sass highlights, by providing focus and substance to how an image manifests itself in the world.

"Do pictures become images after dialogue?" is the question around which "Image: temporary constellation" revolves. According to the artist, the word imagen is tied to an appearance and connected to grasping "what will later materialize as an object or piece." At the same time, the subtitle, temporary constellation, refers to the assembly of voices, texts and works found in the book. With clear intention, this edition is a register of admired artists, critics and writers who generously reflect on their surroundings by using her artworks as the starting point.

In summary, Julie Sass explains that "the idea for this publication started in the summer of 2019. It concretized as the pandemic, forest fires, and war outbreaks reminded us how every purposeful creative gesture and meaningful personal engagement are a sign of a primordial/deep-rooted need to feel connected."

The book contains an interview with artist Nancy Friedemann-Sánchez and essays from Mikkel Bogh, Dina Vester Feilberg, Jeannene Przyblyski, Ivelisse Jiménez, Barry Schwabsky, Pari Stave, Kristian Handberg, Siri Ranva Hjelm Jakobsen, Courtney J. Martin, Kinna Poulsen, Line Clausen Pedersen, Eva Tind and with an editorial endnote by Hugo Hopping.

IMAGE: temporary constellation
By Julie Sass
Really Simple Syndication Press, 2022
120 Pages
Various illustrations
English Edition
Designed by Jeanne Betak
ISBN 978-87-970091-7-8
225 DKK / 30 EUR

BIOS

Karen Elsebeth Jensen is a cultural mediator at Hillerød Bibliotek (Hillerød Library), where she is curator of Vandrehallen, the exhibition venue connected to the Library, which includes events and new cultural offerings in relation to literature and its encounters with other forms of culture. Karen is interested in contemporary literature and in hybrid projects, where literature manifests itself outside the book and at the meeting point between music, the visual arts, and digital media.

Julie Sass studied visual art at The Royal Danish Academy of Fine Arts in Copenhagen and at New York University (MFA), where she specialised in painting. Later she received her MA in Theory and Mediation from The Royal Danish Art Academy of Fine Arts. Focusing on Abstraction in its diverse forms and how visual art can be embedded in various contexts, Sass has curated several exhibitions and published books connected to these exhibits, including her artist books. Her work can be found in public and private collections, such as The Metropolitan Museum of Art in New York, and it has been supported by Ny Carlsbergfondet. In 2020 she was nominated for the Queen Sonja Print Award.