FALL heldur fram í Víngarðinum

Sunnudagin var viðtal í Víngarðinum við listamannin Jóhan Martin Christiansen, har hann greiddi frá nøkrum av sínum listaligu hugsanum. Nú eru upplating og artist talk yvirstaðin fyri hesu ferð - listamaðurin er farin heim aftur til Keypmannahavn, men til alla lukku er tann sjáldsama vakra framsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen, FALL er at síggja í Víngarðinum inntil 26.november. Fleiri hava nevnt hvussu væl verkini hjá Jóhan Martini Christiansen hóska til rúmið, har mann situr í Víngarðinum, men tey eru eisini øll skapt til framsýningina. Øll eru gipsavstoypingar av pappi. Annars eru tey sera ymisk og sýnast bleyt og lívrunnin innan fyri tað harða og rektangulera skapið, ið bæði er ein óhátíðarlig áminning um pappkassaupprunan hjá verkunum, samstundis sum støddin í teimum smærru verkunum kann minna um ein andlitsspegil, eina ikon. Ikonografiskt eru vit von við lesa andlit inn í myndir av hesi støddini og við hesum loddrætta skapinum – tað passar til støddina á okkara andliti. Á Glyptotekinum í Keypmannahavn liggja realistiskar rómverskar deyðamaskur frá byrjanini av okkara tíðarrokning á mumium og minna okkum á nøkur menniskju, sum eina ferð vóru. Tey eru so livandi og veruleikakend, maskuandlitini, at tú fært hug at práta við tey og spyrja hvussu tað var at liva tá í teimum fyrstu nullunum, men tey siga einki, kloyva ikki í tvey, hyggja bara upp úr mumiumyrkrinum við stórum, álvarsligum eygum. Verkini hjá Jóhan Martini Christiansen eru andlitsleys, nonfirgurativ, men nógv nærri okkara egnu tíð og tessvegna eiga tey at vera lættari at fata um tú ert opin og við uppá at lata tey tala til tín. Tey eru um somu tíð sera einføld – tað, tú sært er tað, tú fært og tó! Í einum verki sansi eg bleytar brúnar floyalsbuksur, lesegl, summardáar og ljósbrendar litir í gomlum fotomyndum. Eitt húðfarvað verk við einum tvørbjálka mitt á myndaflatanum kenst heilt øðrvísi, álvarsligt – tað er nakið eymt, nakið, afturhildið ella stadnað. Eitt annað ljósareytt verk goysir sum eitt gosfjall við poetiskari orku og litspræni, sum fær meg at hugsa um náttarhimmalin einaferð, tá vit ynsktu og ynsktu og ongantíð áður høvdu sæð so nógv stjørnuskot og ikki ánaðu at nakað var til, sum æt meteorregn.

UPPLATINGARTÍÐIR: Hósdag 16-22, fríggjadag 16-00 og leygardag 18-01. Frá hósdegnum 3.nov verður vælumtókta gløggið hjá Elsu Mariu, bæði tað hvíta og tað reyða á skránni aftur.