BROT

Jóhan Martin Christiansen

Samtíðarlistaframsýningin, BROT í Listasavninum er rættiliga sjáldsom við dentinum, ið verður á verk í stórari stødd og so er talan fyri tað mesta um verk hjá lutfalsliga ungum listafólkum, sum ikki arbeiða við klassiska landslagsmyndevninum. Umsjónarfólk á Listasavninum, Anna Maria Dam Ziska, sum sjálv er ung, hevur kuraterað framsýningina, eins og hon hevur skrivað tekstirnar í kataloginum og hetta hevur hon gjørt væl.

Jón Sonni Jensen

Dimma sæð ígjøgnum latexverkið hjá Jón Sonna Jensen

Støðugt og stokkut

Fleiri av verkunum á framsýningini tykjast snúgva seg um mótsetningin millum støðugt og stokkut. Í sínum standmyndum arbeiðir Jón Sonni Jensen til dømis við súluskapinum, ið sipar til klassiskan arkitektur, men so brúkar hann byggitilfar ið so líðandi broytist og forferst, t.d. er eitt stórt hol í einum stórum verki úr latex, ið er komið, tí tað hevur hingið í sólarljósi. Verkini hjá Jón Sonna sýnast bæði humoristisk og álvarslig við tilsipingum til lívfrøðilig skap og ídnaðarlig rør, har tú fært ein varhuga av, at tú sært partar av eini samanhangandi heild. Eg haldi, at serliga tey nýggju verkini hjá Jón Sonna Jensen eru áhugaverd og egin, meðan t.d. tað stóra latexverkið, sum er sett upp á skák gjøgnum framsýningarrúmið ikki skuldi verið tikið við. Tað er bæði ov nógv inspirerað av Eva Hesse (listamaðurin viðurkennir opið henda íblástur) og kemur upp fyri m.a. málningin hjá Silju Strøm niðri í framsýningarsalinum.

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hevur gjørt eitt einastandandi flott tekstilverk, ið um somu tíð tykist grafiskt neyvt og dramatiskt við minimalum snildum og rundleiddum formatiónum, sum tykjast sveima í svarthvíta myndaflatanum. Eisini hetta verkið tykist snúgva seg um tað støðuga í tí stokkuta við einum serligum taktilum materialiteti. Verkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard hava ofta verið á markinum millum list og design - hennara ullintu myndateppi hóska væl sum prýði og praktiskur ljóðdempari í glasbygningum sum á Glasi - men nýggja verkið hjá henni minnir meira um ein abstraktan málning, sum ímyndar klassiska bardagan millum ljós og myrkur. Tey fýra verkini hjá Randi Samsonsen hanga ljómandi væl og ljóst á balkongini ella í fyrsta rúminum á framsýningini (har millumveggurin tíverri ikki er tikin niður enn). Ljós hevur alstóran týdning fyri verkini hjá Randi Samsonsen. Verkið Don´t touch my silverballs hongur úr loftinum sum ein bleyt hangandi standmynd, ið skiftir lit og karakter eftir ljósinum og framsýningarrúminum. Skapið tykist um somu tíð lívfrøðiligt og kunstigt við silvurgráa yvirflatanum og tað er ikki til at siga um tað er boðini í heitinum, sum hava við sær, at áskoðarin freistast til at nerta við verkið ella sláa tað sum var tað ein boksibóltur. Tey trý myndateppini á vegginum eru úr velour, sum er ávikavíst spraymálað og við blómuprent. Tey eru seymað saman í strípum, ið gevur áskoðaranum fleiri valmøguleikar antin ein vil søkka niður í myrkabláa ella myrkagrøna myrkrið ella heldur savnar saman blómuskapini í huganum. Vit megna bara at fasthalda einari einstakari fatan í senn og síggja antin blómur ella myrkur. Tað er sera einfalt og samstundis ógvuliga djúphugsið.

Randi Samsonsen

Kirstin Helgadóttir

Jens Dam Ziska

Alda Mohr Eyðunardóttir

Fjølbroytt list

Eitt tað fyrsta verkið, sum møtir áskoðaranum á framsýningini, er ein stórur ljósur, horisontalur málningur hjá Kirstin Helgadóttir í fýra pørtum við hópin av fleirlittum smáum strokum, strikum og teknum, ið at síggja til flóta tilvildarliga á ljósa flatanum og tað er møguliga hetta, sum heitið sipar til, Birds in Flux. Okkurt musikalskt er yvir verkinum - mann hoyrir/sær fyri sær improvisatiónir yvir okkurt jazztema. Kirstin Helgadóttir kenna vit annars best fyri hennara góða grafiska design, sum eisini snøgga BROT-katalogið er dømi um. Verkið hjá Jens Dam Ziska, Grind/Skeleton er eisini ein málningur við lutfalsliga føstum, geometriskum mynstrum, ið minnir heilt nógv um myndamálið í málningum, hann hevur framsýnt áður. Litirnir eru heitir og djúpir og hava eitt organiskt brá. Verkini hjá yngstu luttakarunum Aldu Mohr Eyðunardóttir og Anný Djurhuus Øssursdóttir hanga lið um lið uppi á balkongini. Verkið hjá Aldu eitur At tøva uppá klett og er úr ull. Tað sær út til at vera tøvt uppá ein klett og hongur sum eitt óregluligt relieff á vegginum. Verkið hjá Anný er áhugavert og tykist persónligt - tað kundi væl verið størri í vavi ella í fleiri pørtum. Verkið Just a small garden ghost er úr onkrum, sum minnir um gólvlinoleum, sum hon hevur skorið ymisk dekorativ mynstur í. Ígjøgnum holini hóma vit partar av einum myndevni, sum vit ikki ordiliga fanga, men sum sær sveimandi romantiskt og eitt sindur popput út.

Tú ert eitt blomstur…

Eg hugsi, at framsýnararnir hava havt ymiskar treytir, í øllum førum eru summi verk gomul, meðan onnur eru nýframleidd. Nýggjasta verkið á framsýningini er velduga installatiónin hjá Jóhan Martin Christiansen úr stáli, glasi, ljósarmaturum, sitrónum, liljum og ymsum readymades lutum við heitinum Tú ert eitt blomstur og um veturin sakni eg teg. Verkið er myndað av fimm kassastrukturum úr reyðum stáli, sum eru gjørdir við atliti til rúmið og fyllir tað út so mikið væl, at støddin, mikilleikin er tað fyrsta, áskoðarin varnast – síðan mótsetningarnir millum tað popplætta og bleyta heitið og tað tunga og harða tilfarið. Meðan eg gangi runt um verkið hómi eg grafiska einfaldleikan og perspektivið í endurtøkunum av x-skapunum og teimum mongu javnfjaru linjunum í bæði stáli og ljósarmaturum og spakuliga birtist verkið fyri mær við sínum mongu undantøkum. Tað er eins og verkið framsetir eina stranga reglugerð, sum tað síðan ger alt fyri ikki at yvirhalda. Verkið er eins og eitt byggistillass, ið myndar eitt slag av palli til smáar uppstillingar við ymiskum tilfari. Her møtir reglusemi óreglusemi, mekanisk skap fevna organiskt tilfar meðan varandi møtir tí óstøðuga. Verkið er í sjálvum sær ógvuliga konkret og arkitektoniskt, meðan heitið og staklutir benda tann luftiga, poetiska, surrealistiska vegin við óregluligum uppstillingum, ið minna um nature morte í barokktíðini, men sum kortini hava eitt samtíðarligt brá við til dømis orkudrykkjum og sodavatnsfløskum, ið bæði kunnu sipa til likamligt haldføri og farnan barndóm. Verkið tykist modernað við tilfarsligum tilsipingum til 80´ini. Eg komi eitt nú í tankar um tær sansligu, sterku og skroypiligu fotomyndirnar hjá Robert Mapplethorpe av hvítum liljum, um slóðbrótandi og bersøgnu Marquis de Sade plátuna hjá Anne Linnet og um Náttarmaskinuna hjá Michael Strunge – yrkingina frá 1981, sum innlimar blinkandi neonljós, eksistentiellan fjáltur umframt nýromantisku býarfatanina hjá 80´araættarliðnum. Av tí, at verkið hjá Jóhan Martin Christiansen er so monumentalt sum tað er við endurtøkum og avbrotum, kemur áskoðarin lætt til at lesa dynamiskar hendingar inn í verkið eins og var tað ein søguframleiðandi maskina. Kanska er verkið um somu tíð eitt sorgblítt epitaf til barndóm og ungdóm og ein fagnaður av sjálvari lívsmegini, progressivu rørsluna, sum flytir menniskjað frá føðing til deyða. Jóhan Martin Christiansen hevur áður arbeitt við standmyndum og installatiónum og sama tilfari, men nú er hetta savnað í einum monumentalum høvuðsverki, ið peikar bæði aftur og fram í samlaða verkinum hjá listamanninum.

Jóhan Martin Christiansen

Hansina Iversen

Tungutala

Beint hinumegin veggin hongur stóri málningurin hjá Hansinu Iversen, sum upprunaliga var við á Speaking in Tongues framsýningini, sum Hansina hevði saman við Jóhan Martini Kristiansen á Møstingshus í Keypmannahavn í 2020. Myndaløriftið var tá uttan rammu, men er nú spent á eina rammu og hetta hevur ikki verið heilt lætt, tí har eru onkrar smábuglur ovast og niðast og tað er spell fyri tann annars stramma framburðin í myndini. Sum so mangan hjá hesi listakvinnuni er málningurin ein sannførandi framvísing av hvussu tú kanst bjóða kompositoriskari javnvág av uttan, at bygnaðurin koppar. Fleiri løg av undirmáling verða savnað í ymiskum litbrigdum á myndaflatanum, sum fyri tað mesta eru grá við bjartlittum strokum og einum stórum, svørtum, óregluligum, sekskantaðum skapi, ið gongur á skák vinstrumegin á myndaflatanum. Mann skuldi hildið, at ein so avgjørdur og litformur átti at oyðilagt kompositiónina, men so er ikki. Í staðin fyri er tað eins og svarta skapið bindur myndaflatan saman, hvørs gráu litir og monumentala fomat á 220 x 420 cm, fáa meg at hugsa um tær stóru kompositiónirnar hjá Ingálvi av Reyni, sum hann málaði tey seinnu árini. Myndaflatin er býttur upp í trý vertikal høvuðsskap í horisontalu myndini. Tey bæði uttaru skapini eru smalari enn tað í miðjuni og sjálvt um myndamálið er nonfigurativt, tykist myndin frásagnarlig og dramatisk á tremur í ósøgdum søgum.

Rannvá Kunoy

Samtíðarsøgur uttan byrjan og enda

Sjálvt um stórur munur er á listaliga framburðinum hjá teimum trimum royndu málarunum á framsýningini, hava tær okkurt til felags bæði í formatunum og teimum innihaldsríku myndum. Ein mynd sum After History hjá Rannvá Kunoy er á tremur í teknum og er málað í einum stíli, sum listakvinnan hevur brúkt mong ár at finna fram til og sum tykist óítøkiligur orsakað av máliháttinum og serligu litpigmentunum, ið skifta lit alt eftir hvar áskoðarin er í framsýningarrúminum. Stóri málningurin hjá Silju Strøm, Quiet Ordinary Things kundi hingið betur á framsýningini – veggurin, har hann hongur, er eitt sindur ov stórur til henda lætta, fína málningin. Tað er ein bjartlitt mynd við dansandi og sveimandi figurum í einum landslagi við hópin av abstraktum myndaelementum, sum tykjast fyrihalda seg til figurarnar á ein dekorativan og dynamiskan hátt. Málningurin er ljómandi fullur av rútmu og tónleiki og tað sær eisini út til, at figurarnir miðskeiðis í myndini hava tikið saman hendur til ein dans. Tað er í grundini løgið at síggja eina framsýning, ið snýr seg um nýbrot innan føroyska myndlist, uttan listafólk sum t.d. Hanna Bjartalíð og Tórodd Poulsen, men hetta er helst orsakað av, at kuratorurin ynskir at leggja dent á ta yngri listina og tí nýbrotið hendir støðugt og yvir um ættarliðið. Alt gott um tað.

Silja Strøm - Jón Sonni Jensen

Randi Samsonsen