Listahøvuðsstaðurin Oslo

Hesa vikuna eru limir í Listafelagnum á listaferð í Oslo. Eg rokni við, at tey fáa nógv burturúr, tí eg var sjálv nýliga í Oslo í sambandi við Oslo Art Weekend, tá býurin stóð um at bresta av framsýningum og listatiltøkum. Nógv av støðunum eru framvegis opin, tó at OAW er yvirstaðið og nógv kunnu viðmælast, t.d. Høstutstillingen, sum minnir eitt sindur um Ólavsøkuframsýningina og Astrup Fearnley Museum of Modern Art - har gekk eg meg inn á tað fullkomiliga fantastiska verkið hjá Sigmar Polke Apparazione frá 1992.

Sigmar Polke Apparazione 1992

Víst var eg greið yvir, at Oslo er ein mentanarbýur, har framúrskarandi listafólk sum Henrik Ibsen, Edvard Munch, Amalie Skram hava búð, og eg veit eisini um nógv fín norsk samtíðarlistafólk, høvundar osfr. Kortini kom tað óvart á meg; mongdin av myndlistaframsýningum og eventum í Oslo á hesi listastevnuni. Saman við norðurlendskum ummælarum var eg boðin av OAW til International Critics Visit – Ferðin varð fíggjað av norska uttanríkismálaráðnum og lat meg bara siga beinanvegin, at tað var hjúklað um okkum í so stóran mun, at eg fleiri tók meg í at hugsa um hann sjálvan Tangen, ólukkudýrið, sum hungurstungin reikaði runt í Oslo í kendu skaldsøguni hjá Hamsun. Hjá okkum var tað øvugt, so væl vit vórðu gødd av bæði holdsligari og andaligari føði. Skráin hjá okkum var øgilig og fevndi bæði um nýggja Munchsavnið og Tjóðsavnið, men eisini um smærri gallaríframsýningar, tiltøk, performance og annað mangt, eins og vit høvdu tíð at ganga eitt sindur fyri okkum sjálvi og hyggja.

Marthe Ramm Fortun Skriver for ikke å skade - Femtensesse

Á café

Til heiðurs fyri Edvard Munch, sum var ein av mínum fyrstu málarahetjum, var mín fyrsti listatúrur yvir á Grand Café á Karl Johangøtuni, har teir sonevndu Kristianiabohemarnir vóru fastir gestir í sínu tíð. Og meðan eg sat og sutlaði mín í hesum høpi høpi heldur edrúiliga kaffimun, sá eg tey fyri mær, øll hesi fantastisku menniskjuni sitandi kring meg - í vælmaktini. Listafólkarørslan í Oslo, táverandi Kristiania var rættiliga radikal í síni samtíð og ikki sjálvdan merkt av ósemjum, listaligum, politiskum sum persónligum. Á vegginum aftast í caféini hongur ein monumentalur málningur, sum Per Krogh málaði av hesum tíðarskeiðnum, tá caféin var full av modernistiskum undangongufólkum sum umframt Munch taldi Hans Jæger, Oda Lassen, Christian Krogh og mong mong onnur.

Operain

Pae White

Listalig satsing

Í Noregi hava tey í rættiligan stóran mun satsað uppá listina í hesari øldini við stórum almennum byggjaríum. Flotta dýra operahúsið, sum fyritøkan Snøhetta stóð liðugt í 2008, er áhugaverdur bygningur at skoða bæði uttan og innan, har fleiri listafólk hava verið við til at prýða bygningin. Amerikanska listakvinnan Pae White hevur gjørt risastóra verkið Metafoil, ið virkar eins og leiktjald á pallinum. Tað er eitt vovið myndateppi, 23 metrar breitt við eini digitalt yvirførdari fotomynd av einum rukkaðum petti av silvurpappíri. Verkið er úr bummull, ull og polyester og tá tú ert nær við tað, síggjast træðrirnir í teppinum. Men frá sitiplássunum hjá áskoðarunum er illusiónin total, tá sær tað út sum eitt metalliskt, trídimensjonalt relieff.

Munchsavnið

Nýggi bygningurin, sum spanski arkitekturin Juan Herreros teknaði til Munchsavnið, sær nokk so spelkin út niðri við spildurnýbygda, skínandi havnarlagið, har umhvørvið minnir um allar møguligar aðrar gentrificeraðar evropiskar stórbýir. Savnið tekur seg upp um sjónarringin eins og eitt cruiseskip úr gráum aluminium við tiltikna knekkinum í vertikala profilinum, sum ein kritikari alt fyri eitt ákærdi fyri at vera eina eftirgerð eftir einum bygningi, ið sami arkitekturin teknaði og sum varð bygdur fyri tíggju árum síðani í Las Palmas í Gran Canaria. Eg veit ikki um eg nakrantíð havi verið til hasar glasbetongogmetal-bygningarnar, jú ókey, hatta var heldur avgjørt skrivað. Tað finnast jú ov mikið av flottum bygningum sum SAS-hotellið í Keypmannahavn, Harpa í Reykjavík og Guggenheim í Bilbao at nevna nøkur vøkur høvuðsverk, sum eru fingin burturúr áðurnevnda materiali. Men onkursvegna eru glasbetongogmetalkassar farnir at sýnast serliga ljótir aftan á fíggjarkreppu, klimakreppu og kríggj. Tað tykist onkursvegna ómetaliga ómodernað at byggja ein tílíkan bygning í 2022. Hann hevur kostað svimlandi 2,7 milliardir krónur og eg hugsi, at ætlanin fyrst og fremst hevur verið at byggja okkurt, ið sær altjóða út. Somu ætlan hava nógvir aðrir stórir býir og tí fer alt at líkjast. Nú skulu prestisjubyningar staðsetast við sjógv, soleiðis er tað bara, men hví? Og riggar tað líka væl alla staðni?

Rullutrappan í Munchsavninum

Munchsavnið

Sjúka gentan

Tá mann trínur inn í nýggja Munchsavnið, er tað eitt sindur sum at koma inn eina altóða floghavn við eini ørgrynnu av brøttum rullutrappum og ta assosiatiónina eri eg ikki einsamøll um - fleiri ummælarar hava hildið tað sama. Trappurnar fylla rættiliga nógv og harafturímóti er tað eins og onkur framsýningarsalur tykist ov lítil til listaverkini, t.d. veldugu verkini til Aulaprýðingina á Universitetinum, sum hanga í framsýningini Edvard Munch Monumental á 6.hædd.

Edvard Munch

Men tá mann kemur inn til listina, ja, tá kann alt annað vera líka mikið. Har eru so ófatiliga nógv framúr góð verk hjá Edvard Munch – á ovastu hædd verða harumframt samtíðarlistafólk framsýnd, og eg haldi, at tað var sera áhugavert og gott alt samalt, men tað bliknaði við síðuna av modernaðu meistaraverkunum hjá gamla symbolska ekspressionistinum, sum gav Oslo yvir 20.000 tekningar og grafiskar myndir, umframt 1100 málningar.

Sjúka gentan

Listasøguliga hevur Munch eina serstøðu í modernaðari list av fleiri orsøkum. Hann var sjáldsama gávuríkur, arbeiðssamur og arbeiddi við list í meira enn trýss ár. Listaliga útlátið var neyðugt fyri hann og umframt málningar, tekningar og prent, hevur hann skrivað yrkingar og dagbøkur. Hann málaði Skríggj, ið er vorðið eitt ikon fyri ta modernaðu tíðina. Og tey gera nokk so nógv burtur úr hesum verkinum bæði á Munchsavninum og á Tjóðsavninum. Men av tí, at har er so ómetaliga nógv onnur góð verk, ber til at miðsavna seg um øll møgulig onnur verk uttan at skula standa í bíðirøð, t.d. mongu avbrigdini av sjúku gentuni, sum Munch hevur málað við støði í minninum um, tá systir hansara doyði av tuberklum bert 16 ára gomul. Hann málaði myndevnið fyrstu ferð í 1885-86, men endurtók myndevnið aftur og aftur eisini í grafikki. Litografiska prentið frá 1896 er einastandandi vakurt – allur myndaflatin tykist glógva við eini serligari glæmu kring gentuna. Vit síggja hana frá síðuni, vakra andlitið er bleikt sum pappírið; profilurin er teknaður so kerliga, at mann verður heitur um hjartað av tí. Og meðan gentan liggur still og innrammað av fýrkantaða koddanum, er eitt sindur av framfýsni at hóma í hárinum, ið ætlar sær fram í verðina. Mótsetningurin millum livandi reyða hárið og ta nærum avsálaðu, nábleiku gentuna er ótrúliga nemandi enn í dag.

Niki de Saint Phalle - Brúðurin

Tjóðsavnið

Gamla Munchsavnið, sum Gunnar Fougner og Einar Myklebust teknaðu, er ein lágur trýssarabygningur - tað er Henie Onstad Kunstcenter eisini, har er ómetaliga vakurt og framsýningin hjá Niki de Saint Phalle kann eg inniliga viðmæla - hana ummæli eg seinni. Gamla Munchsavnið hevði ein ávísan fyrimun samanborið við tað nýggja orsakað av timburklædninginum innan. Timbur er eitt lívrunnið tilfar, sum riggar heilt av sær sjálvum næstan – ikki minst í einum norskum bygningi. Eg má siga, at eg var bilsin, tá eg í onkrum blaði las, at týski arkitekturin, sum hevur teknað tað nýggja Tjóðsavnið í Oslo, Klaus Schuwerk, sigur seg hava brúkt fyrimyndir úr fornaldar Grikkalandi. Eg sá ongar súlur ella beinleiðis tempulskap í bygninginum, ið tó er sjáldsama tignarligur - ein lutfalsliga lágur bygningur við sera vøkrum klædningi. Eg helt hann fyrst vera úr timbri, men talan er um vakran norskan tigulstein, harumframt hava tey brúkt eik, bronsu og marmor til bygningin, ið umframt gamla tjóðsavnið hýsir fleiri søvnum og fevnir um design, arkitektur og samtíðarlist.

Norska Tjóðsavnið

Savnið er heilt einastandandi við einum úrvali av 6.500 verkum, ið verða framsýnd í 86 hølum. Á savninum verður design og arkitekturdømi framsýnt, umframt listaverk, ið fevna um næstan 3000 ár. Verkini verða fyri tað mesta presenterað í tíðarrøð, men summastaðni hava tey sett gamalt og nýtt saman tematiskt. Rákið innan fyri listasavnsmiðlan tykist taka støði í, at gesturin einki veit og einki hevur lisið ella sæð. Allastaðni eru kassar við spurningum og svarum sum til dømis ”Hvat er list?” og tað er til at blíva ør í høvdinum av. Heldur ikki á Munchsavninum hava tey álit á, at tey fullkomiliga fantastisku listaverkini eru nóg áhugaverd hjá børnum, so har er okkurt tinganest til tey at fjasa við.

Maret Anne Sara

Tjóðsavnið er annars í allar mátar imponerandi – ikki minst í tí allarfyrsta rúminum, forhøllini, har bara eitt einstakt verk hongur. Tað er Pile o’Sápmi frá 2017 hjá samisku listakvinnuni, Maret Anne Sara, sum hon upprunaliga gjørdi sum eitt mótmæli móti norsku stjórnini, tá beiggi hennara varð tvungin til at skjóta sítt reinsdjórafylgi við 75 djórum – við síni list roynir listakvinnan at fáa fólk varug við stríðið fyri sámiskum rættindum í Noregi og aðrastaðni í Sápmi. Verkið hjá Maret Anne Sara er myndað av 400 reinsdjóraskøltum, sum allir hava eitt skothol í pannuni. Verkið er áhugavert, tí evnið er relevant í eini tíð við vaksandi høgraradikalum kreftum sum Svøríkisdemokratarnir, ið á sínum fíggindalista hava sámar umframt jødar og muslimar. Flokkurin er júst vorðin stuðulsflokkur í nýggju svensku ríkisstjórnini. Tí er tað í tøkum tíma, at Norðurlandahúsið í Føroyum varpar ljós á og framsýnir Sápmi Søgur – meira um hetta seinni. Pile o’Sápmi hevur verið framsýnt altjóða í Documenta 14 í Athen og Kassel og tað er jú meira enn hvat føroysk list kann reypa av.

Amaldus Nielsen

Tjóðskaparromantikkur

Tað tjóðskaparliga fyllir heilt nógv á Tjóðsavninum og eina løtu haldi eg meg vera komna heim, tá eg síggi eina inniliga myndlýsing av eini kroysu við flagtekju. Men her eru nógvir hundrað metrar av risastórum, stórbærum náttúrulýsingum hjá Johan Dahl og øðrum í romantiska tíðarskeiðnum. Í einum rúmi eru 150 ára gamlar søgumyndlýsingar hjá Erik Werenskiold og Theodor Kittelsen – hetta hølið er mest hugsað til børn og familjur og her situr ein dama í kýsa og sigur søgur - tað er pallsett sum í gomlum døgum. Huff og puff haldi eg, tí myndirnar eru nóg góðar í sjálvum sær. Myndlist klárar seg uttan alt hatta tvætlið um bara vit hava álit á móttakaranum hjá móttakaranum. Uppiá er eisini tann nýggja listin og samtíðarlistin framsýnd. Eisini her eru nógv áhugaverd norsk og altjóða listaverk, sum eg ikki havi sæð áður. Eitt høli nevnist The Pillars við verkum hjá ymiskum kendum listafólkum, Georgia O´Keeffe, Barnett Newman osfr. Talan er um The Fredriksen Family Collection, ið eftir øllum at døma eru rík góðvildarfólk, ið rinda fyri eina framsýning á Tjóðsavninum um árið. Kortini tykist hetta rúmið so merkiliga illa fyriskipað í uppseting og litavali, at tað órógvar meira enn tað ríkar um upplivingina og her kann tað næstan vera ein uggandi tanki, at sjálvt um pengar kunnu rinda fyri stórfingnar bygningar og listaverk, so eru pengar ikki alt! Men far sjálv og hygg um tú hevur ráð - har er nógv at síggja í Oslo!

Pillars