LJÓS LJÓS LJÓS yvir land!

Ein tann stytsta yrkingin hjá danska yrkjaranum, J.P.Jacobsen er bara ein einstøk regla, sum ljóðar: “Lys over landet - Det er det, vi vil! Hon er skrivað í 1884 í eini heilt aðrari tíð enn hesari, vit eru í, men er full av uppreistrarhuga og vilja til nýbrot. Eri komin í tankar um hana fleiri ferð síðstu tíðina. Síðstu ferð, tá eg onkrastaðni las, at sambært kanning hjá spyr.fo halda 86% av okkum tað vera í lagi við samkyndum politiskum leiðarum. At knotur enn eru í føroyskum kvinnum, monnum og yrkjarum verður váttað í Niels Finsensgøtu, har eitt brak av einari yrking hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger hongur ella har hon í hvussu er hekk og har hon eisini skal lesast. Høgrumegin á pergamentpappírinum, sum yrkingin er skrivað á stendur, at yrkingin ikki skal ummælast ella analyserast og at hon er inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad (sí viðheft niðast).

Yrkingin fær myndlistaligt brá orsakað av mátanum, hon er uppsett og harmonerar onkursvegna við veggin, har hon hongur - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Veggurin er ómetaliga vakur, minnir meg altíð um tann gjøgnumholaða Jesupápan í grúfulla/poetiska Isenheimaltarinum hjá Matthias Grünewald. Tað fyrsta mann sær, tí tað er skrivað við stórum stavum, er LJÓS LJÓS LJÓS og jú, tað treingir mann til bæði so og so - ikki minst móti haturstalu og útihýsing av okkara medmenniskjum.

Talan er um eina aktivistiska, politiska yrking, sum er ómetaliga effektiv, tí hon er so djúpt menniskjalig, anstendig, kærleiksfull og sár, at hon heldur fær lesaran at tára enn at mann fær hug at fara uppá barrikadurnar at kríggjast. Hon vendir sær til landsstýrismannin og tó, at hann er ónevndur, ivast eingin hvønn talan er um. Sum tað stendur “Tíni grovu orð/ Stinga seg ósligin upp í tí mjáa grøna/ kraftig við grønreyðum knuppum/Innvasiv millum okkum menniskju..”. Tað eru sjálvandi orðini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, sum segði seg ikki kunna peika á ein samkyndan statsministara. Og sjálvt um øll vita, at eingin vandi er fyri, at hann fær nakað at skula siga í danska parlamentinum, eftir sum hansara flokkur ikki hevur mandat til tað og tó at flest fólk eru væl greið yvir, at hann primert vendir sær til miðflokkaveljarar við atliti til eitt komandi løgtingsval, so kann tílík útihýsandi haturstala ikki góðtakast í tí almenna rúminum. Vit vilja ljós, líkarætt og felags virðing og tað kann ikki orðast betri enn í hesi yrkingini hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger. Takk!