Jól í Steinprenti
/Fríggjadagin hittust vit til heitt gløgg og gott prát í Steinprenti og Peter Carlsen var við okkum í ondini eins og hann plagar. Hansara jólaprent ovast her er eitt verk, sum vit gleða okkum at taka fram á hvørjum ári, men har er hópin av góðum, stuttligum, vøkrum, speiskum, fittum, løgnum, herligum, kulum, hugfarsligum, eksistentiellum og rørandi myndum í Steinprenti, har Myndaódnin hongur fram til jóla gerandisdagar frá 9-17 og leygardag frá 11-16. Far bara og hygg - og ert tú limur í áhugafelagnum Steinbrá (tað kunnu øll blíva, tá tey ynskja tað) - kanst tú nýta høvið til at kjósa tær eitt av vøkru gávuprentunum hjá Zachariasi Heinesen - limaskapur kostar 500 - prentið hevði annars kostað 1600 krónur, so har ber til at gera eitt satt listakvett. Her eru myndir frá tiltakinum.
Vakra ferniseringsbukettin frá Árstíðunum
lagið var bara gott
detalja úr verki hjá hanni bjartalíð
hanni bjartalíð
tóroddur poulsen
verk hjá tóroddi og jólatræið
akvarelmynd hjá fríðu matras brekku
ferniseringsgestur skoðar hanna bjartalíð
jólatræið og verk hjá hanna bjartalíð
gestir
og gløggið var gott
nýtt prent hjá julie sass
julie sass
fríða ornar fyri
eitt fínt prent hjá louise aakerman nielsen, sum hevur fyriskipað myndaódnina í dag saman við hinum í steinprentcrew
Vísu mennirnir hjá peter carlsen og verk hjá lív mariu róadóttir jæger
fólk og list
mánalýsiskvøld