Hanni Bjartalíð
Hanni Bjartalíð framsýnir eisini nakrar einastandandi fínar tekningar og relieff við eini ørgrynnu av áhugaverdum staklutum og myndum í myndarúminum. Her gløða og brenna litirnir upp móti hvørjum øðrum, so at áskoðarin verður í ørviti. Alt er dekorerað, alt eru mynstur, alt er list t.d. í tekningini ovast av einum reyðum rúmi, sum í sjávum sær gevur hugasamband við Strindberg og Matisse, ið báðir gjørdi hvør sítt slóðbrótandi reytt rúm sum skaldsøgu og mynd. Vindeygað í tekningini hjá Hanna fær teg at hugsa um bæði Van Gogh og Gauguin ella kanska um okkurt symbolistiskt verk hjá Ferdnand Hodler. Kortini er hetta totalt Hanni Bjartalíð uppá allar møguligar og ómøguligar mátar. Aftanfyri skenkin sæst yvir á eitt verk hjá honum uppi yvir eini grønari plantu. - Tey eru heilt framúrskarandi hesi nýggju verkini og eg haldi, at jú fleiri litir og detaljur eru í verkunum hjá hesum listamanninum, tess meira átrokandi gerst tómleikin, mørkini, kanturin og avgrundskenslan. Aftaná øll tingini, hvat er so eftir? Restir til onnur at rudda upp. Relieffini eru eitt sindur meira einføld, men eru kortini merkt av somu kenslu av horror vacui við hópin av staklutum, ið verða sett upp móti eksistentiellari tyngd.
Jólasiðir í Steinprenti
Á hvørjum ári verður tað serliga jólatræið tikið fram, sum Louise Aakerman Nielsen hevur gjørt burtur úr strimlarestum frá prentarbeiðnum. Tað plagar at vera hugnaligt – eisini at síggja teir tríggjar vísu menninar í andlitinum á Peter Carlsen, ið sum siður er, er partur av framsýningini. Harumframt verða verk at síggja hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, Bárði Jákupsson, Tróndi Patursson, Bruno Kjær, Claus Carstensen, Tóroddi Poulsen og Karen Bohøj.