Leyst um list 5
/Ein tann stytsta yrkingin hjá danska yrkjaranum, J.P.Jacobsen er bara ein einstøk regla, sum ljóðar: “Lys over landet - Det er det, vi vil! Hon er skrivað í 1884 í eini heilt aðrari tíð enn okkara, men er kortini full av uppreistrarhuga og vilja til nýbrot. Eri komin í tankar um hana fleiri ferð síðstu tíðina bæði av góðum og ringum, men mest góðum. Tí tað tykist sum um sjálvt tað mest ultrakonservativa stýri her á landi ikki megnar at halda menningini frá durum. Ein varligur varhugi av, at knotur eru í føroyskum kvinnum, monnum og yrkjarum verður váttaður í Niels Finsensgøtu beint við AUTO, har eitt brak av einari yrking hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger hongur og har hon eisini skal lesast.
Skal ikki greinast...
Høgrumegin á gjøgnumskygda, broyskna pergamentpappírinum, sum yrkingin er skrivað á eru nakrir diskleymarar, sum tað eitur á nýføroyskum, har tað stendur, at yrkingin ikki skal analyserast, ummælast ella siterast uttan fyri samanhang. Tað er spell og øhm orsaka! Eftir mínum tykki verða allar góðar yrkingar betri av at verða greinaðar og miðlaðar. Men ynskið um, at lesarin skal uppliva yrkingina í sjálvum sær, har hon hongur, er væl skiljandi, tí tað er nakað serligt soleiðis at uppliva eina yrking í býarrúminum. Tað stendur somuleiðis viðmerkt, at yrkingin er inspirerað av America hjá Allen Ginsberg og Europa hjá Athena Farrokhzad. Langyrkingin hjá síðstnevndu, Öppet brev till Europa frá 2018 er grundað á yrkingina hjá Ginsberg í skapi og orðingum, men snýr seg um tað sjálvgóða Fort Europa, sum verður útskammað. Tað er eyðsýniliga ein ynskt reaktión í hesum døgum; at móttakarin skal skamma seg (huff). Yrkingin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er meira miðsavnað og meira lokal enn tann um Europa, men setningar og innihald fyrihalda seg til Farrokhzad og Ginsberg eisini við setningum, sum eru nøkulunda eins, t.d. ”America why are your libraries full of tears” – LANDSSTÝRISMAÐUR, TÍNI BÓKASØVN ERU FULL AV TÁRUM”. Yrkingarnar eru skrivaðar í sama stíli sum tann hjá Ginsberg við einum hugtakandi blandi millum nakað (sera) alment og okkurt ógvuliga persónligt, millum hugtøk og kenslur.
Ein veggur við sárum
Yrkingin hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger víkir frá nevndu yrkingum innihaldsliga og grafiskt. Tað fyrsta mann sær, tí tað er grafiskt drigið fram og skrivað við stórum stavum, er LJÓS LJÓS LJÓS og jú, tað treingja vit til bæði so og so - ikki minst móti haturstalu og útihýsing. Sjálv uppsetingin, installeringin av yrkingini er listarlig og harmonerar onkursvegna við veggin, har hon hongur - fullur sum hann er av rust-sárum av hundraðtals plakatum og uppsløgum. Veggurin er ómetaliga vakur – hann minnir meg altíð um tann gjøgnumholaða Jesupápan í grúfulla/poetiska Isenheimaltarinum hjá Matthias Grünewald. Talan er um eina aktivistiska, politiska yrking, sum er ómetaliga effektiv, tí hon er so djúpt menniskjalig, anstendig, kærleiksfull og sár, at hon heldur fær lesaran at tára enn at mann fær hug at fara uppá barrikadurnar at kríggjast. Yrkingin endurtekur LJÓS í royndini at geva okkum tað, hon stavar. Hon vendir sær til ein landsstýrismann og tó, at hann er ónevndur, ivast eingin hvønn talan er um. Sum tað stendur “TÍNI GROVU ORÐ/ STINGA SEG ÓSLIGIN UPP Í TÍ MJÁA GRØNA/ KRAFTIG VIÐ GRØNREYÐUM KNUPPUM/ INNVASIV MILLUM OKKUM MENNISKJU…”. Tað eru sjálvandi orðini hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, sum herfyri segði seg ikki kunna peika á ein samkyndan statsministara og sum heldur ikki vildi góðtaka málið um sammøður. Hann hevur nú í longri tíð talað við tveimum tungum í politiskum dupultspæli og tá støður gerast hættisligar, vísir hann til tann hevur ein hægri stjóra enn Løgtingið og tað eru hansara veljarar kanska ikki heilt ónøgdir við. Hansara óvilji móti at fylgja fólkaræðisligum mannagongdum skaffaði honum 634 atkvøður til Fólkatingsvalið – hann fær ivaleyst nógv fleiri á einum komandi løgtingsvali, men fyri brúkaran eg meini borgaran er spurningurin um ein tílíkur maður kann brúkast til nakað, tá hann hevur fleiri stjórar. Beint sum eg nú siti og seti hesa greinina saman, verður boðað frá, at løgmaður hevur koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, úr starvi. Grundgevingin er, at løgmaður hevur mist tolið við landsstýrismanninum, ið gongur egnar leiðir. Tað kann vera, at okkurt verður lagt aftrat hesum – mann saknar í hvussu er eina greiða formliga staðfesting av, at homofobiskur hugburður og útihýsing av samkyndum medborgarum ikki kann góðtakast í almennum politiskum høpi. Vit vilja ljós, líkarætt og javnbjóðis virðing okkara millum og tað kann ikki orðast betri enn í hesi yrkingini hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, sum eg hervið viðmæli øllum at lesa.
ROKS
Tað er ikki bara í Niels Finsensgøtu, at tú verður listaliga tikin av bóli. Um tú heldur fram gjøgnum miðbýin oman í Gongina, hendir tað sama í matstovuni ROKS, sum heldur til í Fútastovu. Har er Tóroddur Poulsen vorðin húskunstnari – tað kann tykjast sum eitt slag av lagnunnar speisemi, at avantgardu- og provolistamaðurin er vorðin húsfólk í einari gastromiskari háborg sum ROKS, men tað er ikki bara stuttligt, tí tað riggar, kanska tí har er samsvar millum listafólk og matstovu í tí óhátíðarliga, skemtiliga forminum við dirvinum til at royna nýtt og við atliti til umhvørvið, sum nógvar av myndunum hjá Tóroddi Poulsen snúgva seg um. Tóroddur Poulsen hevur teknað, málað og gjørt steinprent, ið eru hongd upp aftrat teimum, sum vóru frammanundan í matstovuhølinum. Við inngongdina, har sum mann heingir frakkan frá sær er ein lítil fittur vatnlitsmálningur av eini butterfly úr pizzatríkantum við níggju pussfiskum uttanum. Eyðkent fyri listamannin er sjálvt tað mest einfalda fult í tilsipingum, higartil finni eg trinnar. Tað er fyrst tann fína propellin, ið sipar til fína gestin, ið sær seg sjálvan í speglinum beint undir myndini. Pizzapettini minna á Føroya fyrstu pizzamatstovu, sum var í Fútastovu í fýrsunum og so er ROKS jú ein fiskamatstova og tað hevur eisini ávirkað myndprýðingina, ikki minst á vesinum, har ein ørgrynna av fiskum svimja eftir vegginum. Teir eru nokk so herligir, so mann má fyrigeva teimum gestum, sum eru komnir til at nápa ein fisk við heim. Listamaðurin er sjálvur serliga errin av hesi kriminellu kærleiksjáttan og ynskir fiskatjóvunum alt gott. Hann hevur gjørt eitt steinprent í tveimum avbrigdum, sum hanga á hvør sínari hædd á matstovuni. Tað er ein dekorativ turkis/blá fiskatorva, ið fyrst fekk meg at hugsa um kendu klippmyndina Sjódregilin hjá Williami Heinesen. Men á myndini hjá Tóroddi eru nøkur abstrakt skap, sum WH ikki hevði funnið uppá at mála ella klipt. Hesi skapini líkjast myrkum holum og eru vøkur, spennandi og óhugnalig. Torvur og onnur kumulerað myndevni eru eyðkend fyri listamannin, antin tað snýr seg um súkklarar, tólar, spannir ella víngløs. Á vindeyganum sunnanfyri hevur ein høgguslokkur úr at gera við reyðvínsgløsum í øllum tentaklum.
Heimurin tódnaður
Nú ein dagin hevði ein av mínum facebookvinum, Janis Ian eitt uppslag, sum fekk øði í grindina um eitt evni, sum er nógv frammi í okkara tíð, ið sýnist alt meira futuristisk, merkiliga gamalkend og so sera løgin. - Hygg bara at fyrsta setninginum, sum eg skrivaði beint her omanfyri. Eg eri facebookvinur hjá Janis Ian. Tað er tónleikarin, sangarin og sangskrivarin, sum eg dyrkaði sum hálv- ella heilgud í fyrru helvt av fýrsunum, tá eg plagdi at framføra hennara sangir saman við Paula í Sandagerði og øðrum góðum fólkum. Eg elskaði at syngja In the Winter, Seventeen og Between the lines og sang allar á kvøldsetum í Kringvarpshøllini, sum vóru beinleiðis útvarpaðar. Mamma tók uppá band heima í køkinum. Nú er heimurin so mikið tódnaður, at eg eri vinur við sjálva kelduna – eri forrestin eisini vinur við Yoko Ono og jú, eg veit væl, at tað ikki er sum ordiligir vinir og at sovorðin kend fólk munnu hava onkran at skriva fyri seg, men hon sjálv Janis virkar øgiliga autentisk og mær dámar at fylgja við og lesa hennara støðulýsingar, ið ofta eru skemtiligar og neyvar anekdotir um gerandisdagin saman við konuni Pat í Nashwille. Janis Ian er sera virkin á FB, skrivar fleiri uppsløg um dagin, eins og hon svarar, tá onkur viðmerkir.
Picasso
Herfyri var uppslagið ein mynd av listamanninum Picasso saman við eini listdefinitión – listúrmælingurin skal hava sagt, at list er burturbeining av tí óneyðuga. Hópin av slíkum sitatum, sum allýsa alt millum himmal og jørð, florera á sosialum miðlum, har tey eru nakað av tí allarkeðiligasta - Tey eru eins ópersónlig og tey eru “klók” og aðruhvørja ferð er tað ivasamt hvørt orðingin veruliga kemur frá viðkomandi kenda persóni, sum stendur undir. Og so eru sitatini altíð á enskum um tað er Kierkegaard, Bourgeois, Sokrates, Heidegger ella.. ja, Picasso.
Vantandi nuansur
Nevnda uppslag førdi eina melduródn av viðmerkingum, ið ikki snúgva seg um sitatið sum so, men um, at Janis Ian finnur uppá at endurgeva eitt bakbeist sum Pablo Picasso, ið var ljótur við konufólk, sjálvsfegin, yvirpriviligeraður hvítur maður osfr. Ein ósjónligur motorur í øsingini er fatanin av listakvinnuni Janis Ian, at hon sum lesbisk, samfelagskritisk kvinna verður fatað sum vinstrahallin og progressiv, ið tískil má forvæntast at taka greiða frástøðu til gamlar misogynist-testestoronmálarahetjur sum Picasso. Viðmerkingarnar á FB eru kenslubornar og primitivar, men tær flestu snúgva seg um, at Picasso fór illa við konufólkum og hevð fleiri í senn. Kjakið er merkt av vantandi nuansum, ið eru grundað á fløktar millumforkláringar og hjátýdningar, ið heldur skapa trupulleikar enn loysa teir. Kunnu vit øll semjast um, at Picasso var ein verri ein? Avgjørt! Var hann hartil uppfinnari av analytiskari og syntetiskari kubismu og ein tann týdningarmesti listamaðurin í tjúgundu øld? Ja eisini tað. Í streyminum av Metoo og cancelculture hava nuansurnar lyndi til at hvørva. Vit døma fortíðina í nútíðarbrillum og uttan at vit heilt geva okkum far um tað, kunnu moralskir dómar lita okkara hugsan eisini um listina. Á nevnda tráði hjá Janis Ian eru fleiri, sum skriva um hvussu vánalig verkini hjá Picasso eru uttan annars at grundgeva fyri hesa hugsan.
Glashús
Einki er at ivast í, at metoo-uppgerðin, sum byrjaði í 2006, var tiltrongd, men mær dámar illa, at vit líta at fortíðini við post-metoobrillum og døma hana eftir nútíðarligum málistokki. Tað er ikki bara søguleyst, býtt og respektleyst at krevja av listafólkum í farnari tíð, at tey skulu uppføra seg samsvarandi siðvenjum í okkara tíð – tað er eisini vónleyst. Tey kunnu ikki koma aftur at prógva seg sum betri menniskju, tí tey eru deyð. Vit, sum eru heppin enn at trína dansin oman á moldum, kunnu fegnast um okkara møguleika at vera góð og hampilig hvønn tann einasta dag. Men jú snjallari og meira fordømandi og hevnisøkin almenni retorikkurin verður, tess skroypiligari tykjast okkara glashús, tess tyngri kennast krøvini um perfektión og lýtaloysi.
Nuansur
Nei,ikki er tað lætt, men nuansurnar hava týdning – eisini á hvørjum beistastigi eitt evt. listafólk er og tað kann eisini broytast alt eftir hvussu eventuellar brotsgerðir verða fataðar av skiftandi tíðum. Yvirbølmennið av øllum, Adolf Hitler, sum tíverri ikki slapp inn á Kunstakademiið í Wien, tá hann søkti í 1907 og 1908, teknaði og málaði fittligar myndir, sum líkjast teimum, sum generera likes í túsundatali á sosialum miðlum. Kortini er Adolf ikki høgt í metum fyri sínar tekningar aðrastaðni enn millum tey við serligum ella sjúkligum áhuga fyri nazitíðini. Spurningurin í hvønn mun tað ber til at njóta list hjá bakbeistum er javnan frammi m.a. í filminum Murder Mystery on Manhattan, tá karakterurin Larry Lipton/ Woody Allen sigur, at tað illa i ber til hjá honum at lurta eftir Wagner uttan at fáa eina ávísa trongd til at hertaka Pólland.
Kanslaður filmsleikstjóri
Woody Allen er jú sjálvur fallin í ónáði og í fleiri førum ákærdur fyri kynsliga misnýtslu og tó, at hann er fríkendur í rættinum, er hann í stóran mun útihýstur ella kanslaður serliga í USA. Nú stendur eftir øllum at døma so illa til, at hann má uttanlands at gera film – í hvussu er er hann í løtuni við at taka upp sín fyrsta fransktmælta film í París, sum verður fíggjaður av europiskum grunnum. Í einum viðtali við sponsku heimasíðuna abc.es samanber hann brá úr cancelmentanini við ta sonevndu McCarthyismuna og heldur, at vit í framtíðini fara at skammast og siga við okkum sjálvi “Harraguð bóru fólk seg soleiðis at og varð tað góðtikið? At lærarar, universitetsprofessarar vórður koyrdir, at vísindafólk komu í ringt orð, at sjónleikarar vóru settir á svartalista?”. Tá eg í morgun bar eyga við FB-síðuna hjá Janis Ian sá eg, at hon hevur viðmerkt sín upprunaliga post við hesum orðum: “Um tú ætlaði at taka lut í hesum tráði bert fyri at gremja teg um, at Picasso, legg vinaliga til merkis, at slíkar viðmerkingar als einki samband hava við sitatið ella við hansara list. Hvørt tú tekur undir við honum sum menniskja er títt egna val, men eg má gera vart við, at tey av tykkum, sum bera hann saman við Bill Cosby ella Roman Polanski gloyma, at Picasso ikki var pedofil, hann neyðtók ongan, hann doyvdi ongan. Og sitatið snýr seg um list, ikki um persónin ella dyrkan av persóninum. Eg fari at beina burtur allar komandi viðmerkingar, sum ikki snúgva seg um sitatið ella list. Tú ert nú ávarað/ur”. Ja, so eru vit ávarað um hetta, men munnu vit ikki finna okkurt annað at øsa okkum um? Tað rokni eg við.