Í kvøld, 22.oktober klokkan 19 verður bókaframløga við nýggju myndabókini eftir Bárð Oskarsson, Hilbert. Bárður Oskarsson hevur arbeitt í Steinprenti hesa vikuna, hann hevur m.a. gjørt eitt framúr fínt prent av Hilberti, sum fæst fyri serprent í kvøld. Tað sama er galdandi fyri myndabókina.
Síðsta myndabókin hjá Bárði Oskarsson, Træið, fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018. Í Trænum hittu vit Bob og Hilbert, ein hund og eina kanin, sum tosaðu um, hvat mundi vera hinumegin træið. Bob ivaðist í, um hann kundi líta á tað, sum Hilbert segði. Hann segði nevnliga, at hann dugdi at flúgva og ofta hevði verið hinumegin træið.
Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.
Skráin
Vælkomin
Uni Debess spælir
Solveig Hanusardóttir Olsen hevur samrøðu við Bárð Oskarsson um nýggju bókina
Framsýning við myndum úr nýggju bókini og útlendskum týðingum av bókum hansara
Bókin fæst fyri serprís á tiltakinum.
Bókadeildin bjóðar øllum vitjandi kaffi, te og smákøkur.
Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.
Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.