Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen - vernissage í Steinprenti

119791256_319046059356874_2661570562303241176_n.jpg

VIT ERU HER ENN! eitur framsýningin, sum læt upp í Steinprenti í gjár. Ein kønur málmaður hevur gjørt vart við, at hetta er skeivt orðað hjá mær, eg hugsi tað klingar danskari enn Vit eru enn her, men tað rakar betri innihaldsliga, haldi eg. Altso fyrst tað sjálvsagda juhu: VIT ERU HER og síðan ENN, sum bæði bjóðar av og sorgblítt staðfestir lívsins grundtreyt, at vit bara eru til eina avmarkaða tíð. Og nú eri eg komin til fjórðu nei fimtu reglu uttan at nevna tey bæði fantastisku listafólkini, Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum av sonnum eru her og í gongd og tøkk fái tey fyri tað. Upplatingin var góð sum tær plaga at vera í Steinprenti, har fólk hittast og fáa eitt prát um list og lív. Her eru nakrar fotomyndir og ein grein.

FOTO: KP og Steinprent - Lithografier og udstilling er lavet med støtte af STATENS KUNSTFOND

Ferniseringsgestir

Ferniseringsgestir

Vibeke Mencke Nielsen

Vibeke Mencke Nielsen

Poul Janus Ipsen

Poul Janus Ipsen

Tær práta

Tær práta

Tvær fittar vinkunour

Tvær fittar vinkunour

Fólk

Fólk

Eitt av nýggju fínu prentunum hjá Vibeke Mencke Nielsen

Eitt av nýggju fínu prentunum hjá Vibeke Mencke Nielsen

Jan Andersson bjóðar vælkomin

Jan Andersson bjóðar vælkomin

Tvær listakvinnur práta

Tvær listakvinnur práta

Ein fitt genta spældi uttanfyri í góða veðrinum

Ein fitt genta spældi uttanfyri í góða veðrinum

Grein og øl

Grein og øl

Tey bæði listafólkini aftaná upplatingina

Tey bæði listafólkini aftaná upplatingina

Framsýningargestir

Framsýningargestir

Ein framsýningargestur aftrat

Ein framsýningargestur aftrat

Nakrar av myndunum hjá Poul Janus Ipsen

Nakrar av myndunum hjá Poul Janus Ipsen

Prát

Prát

Gyðja skoðar listina hjá Vibeke

Gyðja skoðar listina hjá Vibeke

Poul Janus Ipsen

Poul Janus Ipsen

Grein í Dimmalætting

VIT ERU HER ENN

Framsýningarheitið er bæði skemtingarsamt og meint í álvara. Tað eru listafólkini Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum nú gera vart við, at tey altso enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin væl upp í árini.

Fríggjadagin 18.september klokkan 15-17 letur framsýningin VIT ERU HER ENN upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Framsýnd verða spildurnýggj prent hjá listafólkunum báðum umframt eldri verk. Bæði Vibeke Mencke Nielsen (1937) og Poul Janus Ipsen (1936) hava arbeitt á Grafiska Verkstaðnum áður, eins og tey hava kent Jan Andersson og samstarvað við hann í mong harrans ár. Tey eru bæði sera hugtikin av verkstaðnum niðri á Skálatrøð, av arbeiðsgongdini har og ikki minst av stóra áhuganum, sum merkist millum tey mongu, sum vitja á verkstaðnum.

Skipað óordan

Tá eg leygardagin í síðstu viku hyggi inn til tey í Steinprenti, situr Poul Janus Ipsen við telduna og fylgir spentur við í Tour de France. Jan Andersson og Fríða Matras Brekku eru í ferð við at prenta og Vibeke Mencke Nielsen skal velja ein grønan lit til eitt prent, sum eg fyrst haldi mynda okkurt slag av teknmáli. Tá eg hyggi nærri er myndin sett saman av tekningum av gummihandskum. Hon brúkar altíð handskar, tá hon arbeiðir, greiðir hon frá – og hon er hugtikin av mátanum, handskarnir forma seg, tá hon hevur latið seg úr teimum og lagt teir frá sær. Allir eru ymiskir og síggja næstan út sum um teir dansa eina vakra og stuttliga hanskaballett. Eg nevni, at tað er hugtakandi hvussu henda myndin sýnist um somu tíð skipað og óskipað. Listakvinnan hyggur upp um brillukantin, eygnabráið er gløgt og blídligt, tá hon sigur júst hetta ósamsvarið vera av avgerandi týdningi í síni list. Hon peikar mær á eitt katalog við sigandi heitinum Vibeke Mencke Nielsen Uoverskuelig Orden.

119778755_1255648714792022_6003023831210090638_n.jpg

Fyrsti kvinnuligi professarin

Í summum av nýggju prentunum hevur Vibeke Mencke Nielsen brúkt pensil, men fyri tað mesta er tekningin í miðdeplinum. Strikan hjá Vibeke Mencke Nielsen er serlig, hon er løtt at kenna aftur við vøkrum organiskum, ullintum kaldnálskantum, sum í støðum minnir um grafisku myndirnar hjá Søren Hjorth Nielsen samstundis sum hennara myndamál er sera langt frá hansara og tykist sera egið, modernað og frískt. Hjorth Nielsen var tann eini av hennara professarum, árini hon gekk á Det Kongelige Kunstakademi í Keypmannahavn frá 1958-1964, men hon heldur sjálv nógv av Preben Hornung, sum hon gekk hjá á Glyptotekinum áðrenn hon søkti inn á myndlistaskúlan á kunstakademinum. Sjálv var hon fyrsti kvinnuligi professari á sama akademi á grafiska skúlanum frá 1989 til 1998 og í 2005 fekk hon ta tignarligu Eckersbergmedaljuna fyri sítt týdningarmikla listarliga virksemi. Summastaðni eru hennara myndir vakrar veruleikakendar lýsingar av landsløgum, fólkum og umhvørvum, meðan aðrar kunnu vera eru abstraktar lýsingar av mynstrum. Allar myndirnar eru fullar av týdningum og samanhangum, sum listakvinnan greiðir frá á áhugaverdan hátt. Í einari av nýggju prentmyndunum sveima bókstavir dansandi á myndaflatanum. Har stendur: WIR SCHAFFEN DAS, ið siterar Angelu Merkel og hennara uppáhald um, at Týskland fór at megna at taka sær av flóttafólkastreyminum. Tað eru júst fimm ár síðani umdiskuteraðu útsøgnina, ið tíverri framvegis er óhugnaliga aktuel í mun til t.d. flóttafólkaleguna Moria á griksku oynni Lesbos, sum í løtuni tørvar akutta hjálp.  

119716374_330842588226347_6933360769391270098_n.jpg

Sodavatnsblikk

Nú er steðgur í súkklingini og eg biði listamannin Poul Janus Ipsen um at greiða mær frá hvat hann hevur gjørt á verkstaðnum í hesum umfarinum. Hann er málari, grafikari og arbeiðir eisini trídimensjonalt við standmyndum Hann hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum – líka síðan Jan stóð í læru, greiðir hann frá. Hann hevur eisini skrivað um hetta í tekstinum “Mine trykkere”, sum stendur í bókini um hansara grafikk. – At framleiða prent er nakað heilt annað enn tá ein málningur verður til, skrivar hann her. Meðan málningurin verður til í einsemi, er prentið framleitt saman við einum prentara og hjálparfólkum. Poul Janus Ipsen er skemtiligur og eitt sindur sjálvspeiskur maður, sum helst ikki vil gera nógv burtur úr sær sjálvum – hetta er bara dósir, sigur hann. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið og uppstillað í myndunum og hetta er heilt vist galdandi fyri tey fýra nýggju steinprentini, ið øll avmynda sodavatnsdósir. Listamaðurin flutti til New York í 1979 og búði har í tjúgu ár og har var tað, at larmandi sodavatnsblikk, sum í heilum vóru tveitt á vegin, gjørdust afturvendandi myndevni.

119776927_370263864106190_7865624375974084719_n.jpg

Speiskar viðmerkingar til okkara tíð

Myndaheimurin hjá Poul Janus Ipsen er myndaður av veruleikakendum lutum, sum eru settir saman á óvæntaðan hátt, ið ofta hevur við sær eitt surrealt árin. Í teimum fýra nýggju prentunum, hann hevur gjørt í Steinprenti, eru sodavatnsdósir monumentalt lýstar miðskeiðis á myndaflatanum. Tað sær næstan út sum bróta tær sær út úr myndarúminum, samstundis sum myndabygnaðurin er sera statiskur, hildin fastur av strikum, sum bygnaðarliga binda myndevnið til myndakantin. Yvirhøvur er ein áhugaverdur mótsetningur í teirri at kalla plastisku 3D viðgerðini av myndevninum, ið samstundis sýnist merkiliga flatt í støðum, m.a. í navnseðlum á dósunum við tekstum, ið gera vart við hvussu ómetaliga lítið er til av kalorium og sukri í dósini. Her gerast myndirnar speiskar viðmerkingar til okkara tíð.

119786171_756631591571829_7335906927653514240_n.jpg