Stjórasetanin á Tjóðpalli Føroya
/Mánadagin var skriv sent Listaportalinum frá sonevndu Leiklistafylkingini 2020 - tað kann lesast niðast í hesi greinini. Heitið á Leiklistafylkingini 2020 klingar revolutionert og talan er eisini um eitt í føroyskum høpi óvanliga hvassorðað mótmæli av stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya í sambandi við, at sitandi stjóri, Jenny Petersen varð afturvald á fjórða sinni.
Útvarpið hevur tikið málið upp og gjørdi m.a. viðtal við forkvinnuna, Ingibjørg Berg í Leiklistaráðnum, ið varðar av stjóravalinum á Tjóðpalli Føroya. Ikki heilt óvæntað kveistrar forkvinnan kritikkin frá sær og heldur seg og sítt stýri hava valt tann besta av teimum fimtan umsøkjarunum, ið vóru til starvið. Hertil og ikki longur røkkur føroyskur kulturjournalistikkur. Tað er væl skilligt, tí tað er óbehagiligt og krevjandi at seta seg inn í og kritiskt eygleiða virksemið á Tjóðpalli Føroya og møguliga finnast av virkseminum hjá einum navngivnum persóni, hvørs lív er teatur og hevur ikki alt møguligt gott verið sett upp har? Jú avgjørt og Jenny C.Petersen eigur sín stóra part av heiðrinum fyri at tað hevur borið til at framført framúr leikir á Tjóðpallinum. Hinvegin eru fólkini í Leiklistarfylkingini 2020 ikki hvørji sum helst, hetta eru roynd og dugnalig leiklistafólk og tessvegna verða vit noydd til at taka teirra mótmæli í álvara.
Eitt mótmæli av hesum slagnum hava vit ikki sæð síðan nøkur av okkara bestu og mest etableraðu myndlistafólkum trektu seg úr samstarvinum við Listasavn Føroya til tess at mótmæla vantandi listfakligheit hjá táverandi stjóra, Helga Fossádal, ið m.a. hevði við sær eina røð av framsýningum, ið vantaðu ta listarligu dygdina, sum eitt tjóðlistasavn krevur. Nøkur av listafólkunum tá hildu við stjóranum, sum onnur funnust at og elvdi støðan tá til eitt listastríð so óreint og djúpt, at tað enn ávirkar myndlistaumhvørvið. Tað tykist nú greitt, at sama slag av ósemju ræður innan leiklistarliga umhvørvið, tí tað eru ikki øll leiklistafólkini, ið hava skrivað undir mótmælisskrivið.
Í grundgevingini fyri at seta Jenny C.Petersen aftur í stjórastarvi stendur, at avgerðin er einmælt og at hon hevur ”drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon hevur sitið í 15 ár, og hon hevur eitt breitt innlit og tiltknýti til mentanarliga økið, umframt royndir og førleikar innan yrkisleiklistaliga økið, umsiting og framleiðslu av leikum. Jenny C. Petersen hevur seinastu mongu árini eisini áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum støði, hevur megnað at seta á pall upprunaføroysk handrit og hevur verið við til at tryggja breið samstørv innan listarliga økið”.
Tey flestu, sum hava notið góðar stundir á Tjóðpalli Føroya munu hava hámett leikarar og øll tey, sum starvast á Tjóðpallinum fyri teirra vilja og styrki til at arbeiða professionelt undir nokk so ómøguligum – ikki minst eigur stjórin rós fyri sítt áhaldandi arbeiði. Tá hetta er sagt, so má eisini staðfestast, at tær stóru leiklistarligu upplivingarnar í Føroyum í vaksandi mun henda uttan fyri Tjóðpallin. Tað eru produktiónir hjá m.a. Det Ferösche Compagnie, GUT//Productions, Teatur Grugg og TVAZZ. Og sjálvandi er tað fantastiskt at hava eitt so listarliga ríkt land, at hetta yvirhøvur ber til, men mótmælið ger vart við, at tað er ein orsøk til, at allir hesir mongu sjónleikarbólkarnir eru kyknaðir seinastu árini.
Tað snýr seg um vantandi listarligt framfýsni á Tjóðpalli Føroya. Hetta málið snýr seg í grundini ikki um stjóran á Tjóðpallinum, tí uttan mun til førleikar, kann einki menniskja sita í einum slíkum starvi í fimtan-tjúgu ár og framvegis vera listarliga progressiv. Tað ber ikki til. Stjórin dugir væl síni ting, onkur annar stjóri hevði dugað okkurt annað. Vit vita ikki hvørji tey fimtan eru, ið søktu starvið. Men tað tykist undrunarvert, at Leiklistaráðið úr bunkanum av fimtan umsøkjarum, ellivu monnum og fýra kvinnum ikki kundu finna nakran annan enn sama stjóra, ið hevur sitið í starvinum í fimtan ár.
Málið snýr seg um hvørt listarliga atlitið í Leiklistaráðnum er nóg gott. Leiklistaráðið tykist mannað av skikkaðum fólkum, ið eru tilnevnd politiskt og av LISA, men spurningurin er um teirra listfakligheit og listarliga dirvi eru nóg sterk. Tað kann í hesum sambandi undra, at Ingibjørg Berg er forkvinna, hon er cand scient pol og hevur fyrisitingarligar royndir, men tykist ikki listarliga skikkað til leiklistarligu lyklastøðu sína.
Í Leiklistaráðnum eru:
Ingibjørg Berg, forkvinna, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
Oddfríður M. Rasmussen, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Turpin Napoleon Djurhuus, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Fríða Midjord, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya
Tíðindaskriv frá Leiklistafylkingini 2020:
Mótmæla stjórasetan á Tjóðpalli Føroya
Leiklistafylkingin 2020 er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum. Leiklistafylkingin varð stovnað í februar í ár, tá Leiklistaráðið valdi at seta sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð.
Stjórastarvið á Tjóðpalli Føroya er eitt av hægstu størvum innan listarliga økið í Føroyum. Í lógini um Tjóðpall Føroya stendur, at stjórin er áramálssettur í mesta lagi fimm ár.
Leiklistafylkingin 2020 mótmælir at Leiklistaráðið ikki virðir áramálssetanina í lógini, men setur sama stjóra á Tjóðpall Føroya í eitt fimm ára skeið afturat. Vit meta ikki, at tað er leiklista fakliga forsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í 20 ár.
Leiklistaráðið er stýrið fyri Tjóðpall Føroya. Umframt at seta stjóran, hevur ráðið til uppgávu at samskifta við og ráðgeva stjóranum, og skal harafturat tryggja samstarvið millum Tjóðpallin, aðra leiklist og onnur lista og mentanarøki.
Ferð eftir ferð hava yrkisleiklistafólk gjørt Leiklistarráðið vart við síni sjónarmið viðvíkjandi áramálssetanini. Við at endurseta stjóran, velur Leiklistaráðið ikki at lurta eftir meginpartinum av yrkisleiklistafólkunum, og skapar soleiðis eina álvarsliga kreppu á leiklistaøkinum.
Síðani stjórasetanina hevur Leiklistafylkingin lagt síni sjónarmið fram fyri Leiklistaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, við grundgevingum fyri, hví vit mótmæla. Nú, hálvt ár aftaná setanina, er ongin loysn at hóma í málinum, og tí sendir Leiklistafylkingin hetta tíðindaskrivið út.
Vit undirritaðu mótmæla, at Leiklistaráðið ikki virðir áramálssetanina í lógini, og fyri fjórðu ferð hevur sett sama stjóra á Tjóðpall Føroya.
Heilsan
Leiklistafylkingin 2020
Í bókstavarað.
Einstaklingar:
Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF
Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg
Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur og sjónleikari, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini
Leikbólkar:
Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010
GUT//Productions, stovnað í 2015
InTime Teater, stovnað í 2014
Leikhús Skift, stovnað í 2005
Teatur Grugg, stovnað í 2009
TVAZZ, stovnað í 2006