Heyst í Havn
/Eg elski plantasjuna, okkara egnu Central Park í Havn við trøum og fuglum og rennandi vatni, og tá eg gekk mær ein túr í regninum í dag sá eg, at heystið hevur tendrað litirnir á trøunum, sum lýsa reytt og gult í tí grøna. Nú er eitt sindur síðani, eg var í Listasavninum, so eg hugdi innar í Listaskálan. Infernalskur gangur úr Bládýpinum minti meg á, at tað hesa vikuna er Savnsfagnaður og ymisk tiltøk í hesum sambandi, sum serliga eru vend móti skúlaungdómi og børnum við heystferiu. Tað er sjálvandi gott, at barnatiltøk eru hesa vikuna og ikki minst, at børnini verða boðin innar í okkara mentanarstovnar, men hetta má gerast ordiligt við dygdarlistaupplivingum og við virðing fyri listini. Listaskálin er ikki bara okkurt høli, men partur av okkara Tjóðlistasavni og har var altso ríkiliga rokaligt í dag. Uppheingingin av Ingálvi av Reyni sá áhugaverd út har í rokanum. Annars var tað gott at síggja nýggj verk, m.a. eitt serstakliga fínt verk hjá Silju Strøm, sum nú er partur av Listasavni Føroya, umframt onnur eldri, áhugaverd verk, sum ikki hava verið framsýnd leingi.
Silja Strøm
Hans Pauli Olsen Listasavn Føroya
Torbjørn Olsen
Ingálvur av Reyni og Savnsfagnaður
Jón Sonni Jensen
Rannvá Holm Mortensen
Tummas Arge
Ingálvur av Reyni