Listin í luftini

1280px-Faroe_Islands%2C_Streymoy%2C_T%C3%B3rshavn_%282%29.jpg

Mentanarsendingin Nón varpaði í dag ljós á ósemjuna í føroyska leiklistaumhvørvinum. Eg fekk um endan á sendingini, meðan eg setti vørur uppá pláss í køkinum. Útvarpið stóð frá og eg hugsaði ikki so nógv um tað at byrja við – tað var ikki fyrr enn ein øgiligur mishugur seig seg niður yvir meg so tungliga, at eg mátti seta meg niður. Hetta minnir í nógvum um myndlistastríðið, og sjálvt um tað var neyðugt, eru minnini um tað ikki góð.

Men djúp ósemja og kreppa valdar á leiklistarumhvørvinum og tí vóru dagsins tíðindi úr Mentamálaráðnum um eitt nýsett Leiklistaráð serliga forvitnislig. Tá boð soleiðis koma av brúnni úr erva mitt í eini ódn, lurta vit øll í vónini um salomonskan vísdóm og um onkran serligan kapasitet, ið við eitt fer at slætta sjógv og skapa harmoni millum manna. Hetta hendi ikki í dag. Í staðin hevur Jenis av Rana valt ein formann til Leiklistaráðið púrasta fyriuttan leiklistarliga bakgrund. Ólavur Jøkladal er cand.mag. í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur altso bæði útbúgving og royndir innan tónleikin, serliga innan kórtónleikin, har hann hevur verið ein vælumtóktur kórleiðari, men hvussu hetta kann vera ein fyrimunur, tá tú skalt stjórna føroyska nationalteatrinum, er ikki lætt at fata.

Leiklistafakliga stendur altso við og versnar her á landi. Valið hjá mentamálaráðharranum er ómetaliga undrunarvert, bæði tá hugsað verður um aktuella leiklistarstríðið og at Leiklistaráðið er ovast í føroyskari yrkisleiklist m.a. við, at tað setir stjóran fyri Tjóðpall Føroya.

Yrkislistini tørvar yrkisliga viðferð. Hetta er galdandi allan vegin runt og vit mugu krevja, at tey, ið ganga á odda í nevndum og stýrum fyri okkara listarligu stovnar, hava relevanta útbúgving, vitan og royndir. Alt gott um hvussu tað plagdi at vera fyrr og okkara forfedrar, ið bygdu land og løgdu grundina undir Tjóðsavn, Listasavn og aðrar mentanarstovnar, men tíðin er langt síðani farin frá at lata áhugaðum mynsturborgarum, læknum, sakførarum osfr. avgerðarrættin innan yrkislistina. Tað skal meira til og í dag eiga vit í roynd og veru fólk við listarligum førleikum innan øll listaøkini. Møguliga mugu vit eisini hava reglur um hetta. Tí tað er eftir øllum at døma einki mark fyri hvussu ósmæðið fólk uttan neyðugar listfakligar førleikar játta at stjórna týdningarmiklum listfakligum stjórnum og stýrum.

Sendingin í Nón í dag var góð. Báðar síður komu framat og spurningarnir vóru greiðir og góðir. Kritikkurin var konsekventur og ítøkiligur, aftursvarið var óvikandi. Lurtið her:

https://kvf.fo/non?sid=114500